mánadagur 24. november 2014síða 5
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 24. november 2014 · Nr. 134
liga endamáli. Vit fáa øll
skatt a uppgerðina senda til
okkara, so vit lættliga kunnu
kan na, um hon er røtt. Vit fáa
enn tá eina kladdu tilsenda,
sum vit sjálvi verða biðin
um at rætta. So týdningurin
av at hava eftirlit við sínum
egnu upplýsingum er burtur,
vilja tey vera við. Eftir eru so
einans
grundgevingarnar
fyri at hava eftirlit hvør við
øðrum. Tó so, siga tey, skatta-
út rok n ingarnar eru so tor-
greidd ar, at tað er ógjørligt
hjá leikfólki at meta um,
hvørt skatturin hjá hesum
ella hasum er rætt út rokn-
aður. Harumframt er tað
ein ans skattskylduga inn-
tøk an, ið verður uppgivin,
og ikki hvussu nógvan skatt
við kom andi rindar. Harvið er
møgu leikin fyri samanbering
burt ur, og ilt er hjá fólki at
meta um, hvat rættvísi er í
skatta út rokningunum.
Sofus Johannesen vísir
eisini á, at skattskylduga inn-
tøkan sigur lítið um, hvussu
nógv ur skattur verður gold-
in. Serliga eru tølini mis-
vís andi,
um
viðkomandi
ar beið ir uttanlands, við tað
at ymiskar skattareglur eru
galdandi fyri ymisku lond-
ini, og í fleiri førum er stór ur
møguleiki fyri, at við kom-
andi ongan skatt hevur rind-
að í Føroyum.
Ein annar spurningur kem-
ur eisini á breddan, at liti at
rættinum til eitt privat lív. Eru
tíni fíggjarligu viður skifti ikki
ein privat søk? Hvat kemur
tað øðrum við, hvør ja løn eg
havi vunnið mær og hvat eg
rindi í skatti? Í kjakinum í
Noregi hev ur verið ført fram,
at al mennu skattalistarnir eru
eitt brot á grein átta í evrop-
isku manna rætt inda sátt mála-
num, ið við vík ur rættinum til
virð ing fyri privatlívinum og
familju lívinum.
Evropiski
manna rætt-
inda sát t málin
sigur,
at
ein og hvør hevur rætt til
virðing fyri sínum privatlívi
og familju lívi, sínum heimi
og sín um samskifti. Harnæst
stað fest ir sáttmálin, at tað
er ikki loyvt almennum
myndug leik um at gera nak-
að inn triv í hendan rætt,
utt an so, at hetta er neyðugt
við atliti til trygd land sins,
trygd tess almenna ella
land sins fíggjarligu væl ferð,
fyri at fyribyrgja óskili ella
brotsverkum, fyri at verja
heilsu ella moral ella fyri
at verja rættindi og frælsi
annara.
Atfinnandi røddir vilja
vera við, at innlit í privatu
fíggj ar við urskiftini hjá ein-
stak ling um, aldrin kunnu
fat ast sum ein hóttan móti
tjóð ini, tí almenna ella land-
sins fíggjarligu væl ferð, og
tí burdu skatta list ar nir als
ikki
verið
al manna kunn-
gjørd ir. Tey vísa eisini á, at
með an tað kann vera eitt
ávíst eftirlit við teimum ríku
í sam felag num, so kenna tey
fátækstu í samfelagnum seg
út hongd. Meðan skatta listar-
nir sjáldan fortelja alla søgu-
na um tey ríkastu í sam felag-
num, so er gjørligt hjá øll um
at síggja, júst hvussu fá tøk,
tey fátøku eru.
Sum sagt, so liggja skatta -
list ar nir frammi á kom mu-
nu skrivstovunum
kring
land ið í hesum døgum, til
al ment eftirlit. Í ellivu dag-
ar kunnu vit øll spáka oman
og kanna okkara egnu skatt-
skyldugu inntøku, tað, hjá
okkara vinum, for eldr um,
starvs feløgum,
stjór um,
politikkarum og lands stýris-
monnum. Av Sna r skivuni
í Tórshavn siga tey tó, at
al men ni áhugin er sera av-
markað ur. Tey hava nøk ur
reglu lig vitjandi, sum koma
ár eftir ár, men tey eru fá.
Har um framt vitja fjøl miðl-
ar nir av og á, men alt í alt er
áhug in sera lítil.
Sverri Láadal, Tórshavn
Sverri Láadal er glaður um, at skattalistarnir eru almennir.
- Teir burdu ligið á alnetinum, sigur hann.
Hann vísir á, at hetta er gamalt í Føroyum og soleiðis hevur tað altíð verið.
- Hetta er eitt hent amboð, fyri at hava eftirlit hvør við øðrum. Á henda hátt
kunnu vit síggja, um samsvar er millum veruligu og uppgivnu inntøkuna,
sigur hann.
- Tað finnast uttan iva fólk, ið forvinna dupult so nógv, sum almennu
skattalistarnir vísa, sigur Sverri Láadal.
ALMENNU SKATTALISTARNIR
Í januar í ár setti norska stjórnin nýggjar reglur í
verk. Nú mást tú leggja elektronisk spor eftir teg, um
tú ynskir at kanna, hvat onnur hava goldið í skatt.
Hesi fáa síðani eina fráboðan frá skattavaldinum
um, at tú hevur kannað skattaupplýsingar teirra.
Rákið í Noregi gongur tó tann vegin, at skattalistarnir verða
tiknir av alnetinum. Høgraflokkarnir, ið nú sita við valdið,
hava ferð eftir ferð lagt fram uppskot, um at forbjóða
almennari kunngerðing av skattalistunum. Spurningurin
er, um teir gera nakað við tað, nú teir sita við valdið.
Jacklin Durhuus, Tórshavn
Jacklin Durhuus heldur einki galið vera við, at skattalistarnir eru almennir.
- Um ein einki skeivt hevur gjørt, hevur ein einki at goyma, sigur hon.
Hon ásannar tó, at tað kanska kann vera keðiligt hjá teimum, sum hava
høga inntøku, og kann elva til øvund.
Hon ætlar sær tó ikki sjálv at kanna, hvat onnur hava forvunnið.
- Onnur mugu gjarna vita, hvat eg tjeni, men eg haldi veruliga, at ein hevur
ov lítið at gera, um ein tímir at kanna skattaviðurskiftini hjá øðrum, sigur
Jacklin Durhuus.