mánadagur 24. november 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. november 2014 · Nr. 134
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
rættarmál
Leo Poulsen
Hósdagin var formaðurin í
Felagnum Nótaskip, Jógvan
Jespersen, avhoyrdur. Hann
greiddi frá einum gerða
rættarmálið, ið snúði seg
um eina uppboðssølu av
makreli á 20.000 tons.
Málið snýr seg í stutt
um um, hvørt tað var loyvt
reiðarum at draga keyps
prísin fyri makrelin frá
óbýttum.
Jógvan Jespersen greiddi
frá, at hann fyrst leitaði í
skrivligum keldum og fann
fram til, at vendingin er
komin inn í sáttmálan í 1980.
Hann setti seg í samband
við táverandi semingsmann,
sum tó ikki kundi hjálpa
meira.
Síðani setti hann seg í
samband við Olaf Olsen og
hann kundi siga, at hetta var
komið við í sáttmálan í sam
bandi við at føroysk skip
keyptu kvotur í Kanada.
Harnæst setti Jógvan
Jespersen seg í samband við
Óla Jacobsen, og hansara
meting var, at keypsprísurin
kundi dragast frá óbýttum.
Jógvan Jespersen var
bert á einum fundi saman
við Óla Jacobsen, og tað var
á skrivstovuni hjá Óla Jákup
Kristoffersen,
har
hann
greidditeimum báðum frá,
hvat teir kundu rokna við,
at verða spurdir um.
Páll Nielsen, sakførari
hjá
Fiskimannafelagnum,
vísti á, at teir gjørdu greitt,
at keypspeningurin ikki
kundi dragast frá óbýttum.
Hann greiddi siðani frá
ymsu manningarbýtunum
millum ymsu skipasløgini, og
Jógvan Jespersen upplýsti,
at hjá nótabátunum kann
oljan ikki dragast frá, og tí
eru
manningarhýrurnar
lægri, enn hjá trolarum,
sum tí kunnu hava hægri
býtingsprosent.
Jógvan Jespersen upp
lýsti annars, at hann ikki
hevði biðið Óla Jacobsen
gjørt nakra útrokning av
nøkrum slag.
Vit vóru saman á einum fundi
Hevði svarað
tað sama
hvør spurdi
Tað segði Óli Jacobsen á rættarfundinum
hósdagin, tá hann var spurdur um sína
vitnisfrágreiðing á Gerðarættarfundinum og í
rættarnmálinum, sum Føroya Fiskimannafelag
førdi móti Líðini, sum eigur Arctic Viking
Leo Poulsen
Eftir innleiðandi spurningar
um, hvussu leingi Óli Jacobsen
hevði sitið í nevndini í Fiski
mannafelagnum, og hvussu
leingi hann hevði sitið sum
formaður í felagnumfór sak
førarin, Jógvan Elias Winther
Poulsen beinleiðis fram til
dagin 21. oktober 2004.
Tað var nevniliga dagur
in, tá nevndin í Føroya Fiski
mannafelag
samtykti,
at
Óli Jacobsen skuldi fáa eina
hálva arbeiðaraløn í eftirløn
frá tí degi, hannfylti 67.
Óli Jacobsen hevði tá í
fleiri ár fingið 30.000 krónur
í løn sum formaður í Føroya
Fiskimannafelag, og á hesum
fundinum legði Óli fram eina
framrokning sum vísti, at
hann nú hevði rætt til 34.000
krónur í mánaðarløn.
Hann skjeyt tá upp, at í
staðin fyri at fara 4.000 krón
ur upp í løn um mánaðin,
kundi hann í staðin fara
2.000 krónur upp um so var,
at hann aftur fyri kundi fáa
eftirløn, sum svaraði til eina
hálva arbeiðsmannaløn.
Tað
undraði
meg,
at
nevndin so skjótt tók undir
við hesum, segði Óli Jacobsen
á rættarfundinum.
Hann avvísti samstundis,
at hann hevði lovað starvs
fólki og nevndarlimum hægri
løn, fekk hann eftirløn.
Hann vísti eisini aftur, at
nakrar treytir vóru settar við
hansara eftirløn, til dmis, at
hann ikki mátti vera ósamur
við Føroya Fiskimannafelag,
ella tala felagnum ómóti.
Óli sum vitni
Hann segði, at tað var ein
storur smeitur at verða vrak
aður til valið í 2007.
– Eg fekk bara 30% av at
kvøðunum, og tað er størsta
bakkast nakrantíð hjá nøkr
um formanni, so tað tók fast,
segði Óli Jacobsen.
Síðani var farið til rættar
málið móti Arctic Viking,
sum Óli Jacobsen tó ikki
helst seg vera serliga nógv
blandaðan upp í, tí hann var
jú ikki formaður í FF tá.
Hann helt seg tó hava so
mikið stóra vitan um sátt
málaviðurskifti, at hann helt
seg kunna vitna í málinum.
– Føroya Fiskimannafelag
spurdi meg ongantíð um nak
að í hesum sambandi, segði
Óli Jacobsen.
Hettar rættarmálið snúði
seg um, at Arctic Viking hevði
fýra litavar umborð, sum
høvdu ein øðrvísi og mun
andi lægri sáttmála, enn før
oyingar við skipinum. Hetta
førdi so við sær, at reiðaríið
spardi nakað av peningi, og
tað var hesin peningur, sum
Føroya Fiskimannafelag vildi
hava, skuldi tilfalla føroysku
manningini.
Tað var hetta, Óli Jacob
sen var innkallaður at vitna
um, og hansara tuking av
sáttmálanum var, at føroy
ingarnir umborð ikki høvdu
rætt til hendan pening.
Hann segði síðani, at hann
fylti 67 ár 21. august 2010, og
í september fekk hann sína
fyrstu eftirløn útgoldna.
28. apríl 2013var so ein gerð
arrættur settur í einum øðrum
máli, nevniliga í spurninginum
um,
hvørt
reiðarí
høvdu
rætt at draga ein keypsprís
av kvotakeypi frá óbýttum.
Her var Óli Jacobsen eisini
innkallaður sum vitni og hann
greiddi frá sínari tulking av
sáttmálanum, sum førdi til, at
Føroya Fiskimannafelag eisini
tapti tað málið.
30. apríl fekk hann so bræv
frá Føroya Fiskimannafelag
har boðað var frá, at hann
hevði mist pensjónina.
Páll Nielsen byrjaði sína
røð av spurningum við at
spyrja, um Óli Jacobsen var
klárur yvir, at Karl Didriksen
- ein av nevndarlimunum -
ikki kundi møta til fundin 21.
oktober 2004. Óli Jacobsen
svaraði, at soleiðis vóru treyt
irnar, og at tað langt frá var
altíð, at tað lá fyri hjá øllum
nevndarlimunum at møta.
Orsøkin til spurningin var,
at Karl Didriksen skuldi havt
sagt, at áðrenn fiskimenn
fingu pensjón, skudi eingin -
heldur ikki formaðurin - fáa
nakra pensjón.
Síðani vildi Páll Nielsen
vita, um Óli Jacobsen ikki
helt seg sjálvan vera ógegn
igan í viðgerðini.
Tað helt Óli Jacobsen
kanska, at hann var, men
hann segði, at tað gekk so
skjótt, til allir vóru samdir.
Óli Jacobsen var eisini
fyrihildin nakrar kritiskar
greinar, fyrst og fremst úr
Sosialinum, har hann millum
annað hevur víst á, at brot er
framt á rættarskipanina. Páll
Nielsen vildi vita, hvørji brot
vóru framd, men tað vildi
Óli Jacobsen ikki gera við
merkingar til.
Páll Nielsen róði síðani upp
undir, at Óli Jacobsen hevði
sagt ósatt um sambandið
við Olaf Johannesen, eftir
at hann var farin frá sum
formaður, og hann legði upp
til, at sambandið var nógv
tættari enn tað sambært Óla
Jacobsen var.
Hesum vísti Óli Jacobsen
aftur.
Síðani var spurt nakað til
fundi á skrivstovuni hjá Óla
Jàkup Kristoffersen, har Óli
Jacobsen og Jógvan Jesper
sen vóru ti staðar. Óli Jacob
sen segði, at einki ivasamt fór
fram á tí fundinum.
At enda spurdi Páll Niel
sen, um nakar hevði biðið
um tær útrokningar, sum
Óli Jacobsen kom fram við
á rættarfundinum, men tí
avvísti Óli Jacobsen.
– Men tað var saman við Óla Jákup Kristoffersen, har hann greiddi frá, hvar vit
kundu rokna við at verða spurdir, segði Jógvan Jespersen hósdagin
Óli Jacobsen, fyrrverandi formaður í Føroya Fiskimannafelag