mánadagur 24. november 2014síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 24. november 2014 · Nr. 134
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Bill
Justinussen,
Mið
flokkurin,
hevur
tikið
spurningin upp, hví tað
er munur á rættindunum
hjá foreldrum til børn
eftir eina skilsmissu – ella
um tað er soleiðis.
Í
grundgevingunum
fyri
spurninginum
til
landsstýrismannin sigur
løgtingsmaðurin, at nøk
ur børn í Føroyum og
nøkur føroysk børn, sum
eru búsitandi uttanlands,
eru í teirri vanlukkuligu
støðu, at teirra rættindi til
samveru við mammuna
og pápan eru ikki eins.
– Í flestum førum er
talan um pápar, sum aft
aná
hjúnaskilnað
eru
drignir ígjøgnum rættar
skipanina við tí úrsliti, at
børnini ikki longur ella
í sera avmarkaðan mun,
sleppa at vera saman við
pápa sínum, sigur Bill
Justinussen.
Bill Justinussen sigur
eisini í viðmerkingunum,
at børnini ofta eru offur
fyri tí beiskleika, sum
uppstendur í sambandi
við og eftir hjúnarskilnað.
– Fleiri dømi eru um
støður,
har
mamman
eftir hjúnaskilnað fær
nærum fullan ræðisrætt
yvir
rættindunum
hjá
børnunum. Pápin verður
settur til viks og børn
ini verða sett til viks.
Samveran millum børn
og pápa verður stýrd av
mammuni.
Fyri
mong
børn og pápar gerst talan
um djúpa og varandi sorg
yvir støðuna, sigur Bill
Justinussen.
Í
spurninginum
til
landsstýrismannin verð
ur eisini spurt um hann
heldur, at børnini hjá
fráskildum
foreldrum
eiga ein ómissandi rætt
til samveru við bæði for
eldrini.
Flyting
Ein spurningur, sum eis
ini verður tikin upp, er
tá parturin, sum hevur
foreldrarættin í gerand
isdegnum, velir at flyta
av landinum við barn
inum ella børnunum. Í
viðmerkingunum stend
ur, at ofta er talan um, at
tað er mamman, sum flyt
ur av landinum:
– Hesi børn og pápar
teirra ganga hvønn dag í
mong ár við óúthaldiligari
sorg og trega vegna longs
ul og tráan eftir at vera
saman við tí, sum er
teimum dýrast og kær
ast. Hvat slík støðug og
áhaldandi sorg ger við
bæði børn og pápar kann
einans eftirtíðin opinbera,
sigur Bill Justinussen.
Spurningurin kemur
nú í sambandi við, at ST
sáttmálin um barnarætt
indi hevur 25 ár á baki, og
Løgtingið hevur havt eitt
aðalorðaskifti um barna
rættindi sum heild.
Bill Justinussen ger
vart við, at broytingar
eru gjørdar ávegis í lógini
um samverurætt. Hann
sigur, at yvirskipaða mál
ið seinnu mongu árini
hevur verið, at rættindini
hjá børnunum verða sett
í hásæti.
– Tað tykist undr
unarvert í 2014 at lata
børn áhaldandi líða sorg
og trega av longsli eftir
sínum kæru, tá barna
rættindi
samstundis
eru ovast á politisku
dagskránni, leggur Bill
Justinussen afturat.
Karsten Hansen, lands
stýrismaður, skal svara
spurningunum frá løg
tingsmanninum í seinasta
lagi 10 yrkadagar eftir at
spurningurin er settur
fram.
Nú skulu føroyingar sjálvir
tryggja og varðveita allar
upplýsingar, sum eru avger
andi fyri, at samfelagið virk
ar – eisini um samfelagið
verður rakt av vanlukkum.
Framsókn hevur lagt upp
skot fram um at gera broyt
ingar í lógini um tilbúgving,
so týdningarmiklar upplýs
ingar fyri samfelagið skulu
goymast í Føroyum í staðin
fyri uttanlands.
Uppskotið hevur mill
um annað til endamáls at
fáa tær upplýsingar heim
aftur til Føroyar, sum fóru
av landinum, tá ið peninga
stovnarnir fyri nøkrum ár
um síðani lótu stórar upp
gávur frá Elektron til donsku
fyritøkuna SDC.
Meðan bæði fyrispurn
ingar og uppskot til sam
tyktar hava verið um hesi
viðurskifti, so er hetta upp
skot meira víttfevnandi og
ger vart við, hvussu avger
andi tað er fyri, at Føroyar
fáa virkað sum samfelag,
at upplýsingar av serligum
týdningi verða goymdar í
Føroyum.
Grein 1 í lógin eigur at fáa
hesa orðing:
“”Til tess at tryggja samfe
lagsins virkisføri í sambandi
við skaðahendingar, van
lukkur, skipað brotsverk, yv
irgang, krígsstøður o.l., ella tá
hóttandi vandi er fyri hesum,
verður skipað tilbúgving, ið
hevur til endamáls
1) at fyribyrgja, avmarka og
bøta um skaða á fólk, djór,
umhvørvi, virði og ognir, og
2) at tryggja samfelagstýdn
ingarmiklar upplýsingar, ið
eru av serligum týdningi fyri
virkisføri samfelagsins.”
Framsókn mælir altso til
broytingar í lógini um til
búgving frá 2012. Millum ann
að verður víst til, hvat hevði
hent, um allir upplýsingar
hjá Føroya Tele fóru fyri
skeyti,
um
Heilsuverkið
hevði mist allar journalir
ella um allar upplýsingar
hjá peningastovnunum fóru
fyri skeyti. Tá er ivasamt um
samfelagið hevði hórað und
an.
Ein
stórur
partur
av
trygdini fyri, at reglurnar í
sambandi við samfelagsliga
týdningarmiklar upplýsing
ar eru í samsvari við tørvin
hjá føroyska samfelagnum,
er møguleikin hjá mynd
ugleikunum at lóggeva um
tær. Tað er eyðsæð, at tað er
munandi truplari at lóggeva
um persónsupplýsingar, sum
verða goymdar og viðgjørdar
hjá útlendskum veitarum.
– Um samfelagsliga týdn
ingarmiklar
upplýsingar,
íroknað upplýsingar um per
sónar, búsitandi í Føroyum,
verða goymdar og viðgjørdar
uttanfyri
Føroyar,
missa
føroyingar førleikarnar at
goyma og viðgera slíkar upp
lýsingar undir tryggum um
støðum. Vit verða snøgt sagt
verri tilbúgvin, tá ið skipan
inar verða hóttar. Slíkt arb
eiði gerst ikki lættari sum
frá líður, heldur truplari, tí
førleikagjógvin millum Før
oyar og umheimin á hesum
øki verður tá at vaksa alt
meira, skrivar Framsókn í
viðmerkingunum.
– Lagt verður afturat, at
verður hetta tikið heimaftur,
so fer tað sjálvandi at stuðla
undir føroysk hávitanararb
eiðspláss.
– Men fyrst og fremst
hava vit gjørt og lagt hetta
uppskotið
fram
fyri
at
tryggja, at vit sjálvi her í Før
oyum hava tamarhald á øll
um vitalum upplýsingum,
sum samfelagið noyðist at
hava atgongd til, fyri at tað
virkar, sigur Poul Michelsen,
Framsókn.
Framsókn hevur uppskot um at broyta tilbúgvingarlógina, so allar
týdnignarmiklar upplýsingar verða goymdar í Føroyum – ikki uttanlands
Bill Justinussen, Miðflokkurin, vil
hava partamann sín, landsstýris
mannin Karsten Hansen, at svara,
hvønn rætt børn hjá fráskildum hava at
vera saman við báðum foreldrunum
Børnini eins góðan
rætt til samveru
við pápan
Allar týdningarmiklar
upplýsingar goymast
hjá veitarum í Føroyum
At peningasovnar fluttu nógv virksemi av landinum frá Elektron er ein av orsøkunum til uppskotið hjá Framsókn