Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-24, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. november 2014síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. november 2014 · Nr. 134 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 undir fýra eygum Ruth Winther Poulsen Á Frederiksberg millum fleiri aðrar spírandi íverksetarar, heldur toymið handan DropBucket til. Hølini eru stór og hvørt skrivaraborð er eitt egið kontór. Eitt stórt smíl tekur ímóti og spyr hvørjum eg skal hava fatur á. Við einum stamandi »DropBucket?« vísir smílið vegin móti einum bólki av prát­andi ungum. Rudding er á skránni, og lagið ljóðar til at vera av tí besta hendan seinna­part. Smílið rópar á Heiðu og skjótt sita vit í fundar­ hølinum. Hvussu nógv fyllir Drop­ Bucket beint nú? Er tað 8-16 ella hvussu? – Fulla tíð, 8-20! Vit sita hvønn dag til kl 17 og ofta halda vit eisini fyrilestrar um kvøldid. Í gjár vóru vit úti í IDA forsikring. Tey høvdu eitt kvøld fyri verk­ frøð­ingum, og so vóru vit og greiddu frá. Og mánadagin vóru vit í CBS og tosaðu við nøkur lesandi, sum skulu gera eina uppgávu við marknaðar­føring. Royndi seg sum verkfrøðing Tað var ein ivasom Heiða, sum eftir fjakkaraár setti seg við bókini »Hvad kan jeg blive 2011«, tá lívsleiðin skuldi leggjast. – Eg hevði bara logið og sagt við øll, at eg fór at lesa jura. Í veruleikanum ánaði eg ikki, hvat eg skuldi fara í holt við. Eg keypti bókina og las hana alla sum hon var og deildi útbúgvingar upp í litir alt eftir um eg kundi sleppa inn ella ikki. Serliga ein útbúgving kveikti áhugan hjá Heiðu, hóast hon manglaði fleiri rokni­fak fyri at sleppa inn. Talan var um produkt­ út­vikling »Design og Innovation« á Danmarks Tekniske Universitet (DTU). Hon av­gjørdi fyrst at taka rokn­ing sum fjarlestur. Tá hetta eydnaðist uttan trupul­ leika, avgjørdi hon eisini at lesa alisfrøði og evnafrøði sum fjarlestur, og síðani søkti hon inn á universitet. Hvat tað var, veit Heiða ikki, men okkurt segði henni, at hetta var leiðin, hon skuldi fara. – Eg var eitt sindur ósikkur, tí at onkuntíð kann eg hava ein tendens til at gera okkurt, sum eg ikki ordiliga veit hví eg geri, ella so­leiðis. Eg føli at ein maga­ kensla sigur, at hatta er rætt, men eg veit ikki hví. Og tað var okkurt, sum segði mær at eg skuldi gera, sum eg gjørdi. Dagarnir á DTU eru mang­an langir og drúgvir og fólkini eru ógvuliga mið­ vís. Fyrsta hálvárið kundu tey sita til kl 23 um kvøldi og gera lektiur. Ein partur av út­búgvingini er full við rokning, sum ein verk­ frøðinga­útbúgving krevur, og hin parturin fokuserar á tað kreativa. Takkaði nei til skiftisár í USA Søgan hjá DropBucket byrjar sum ein fyrsta árs verk­ætlan. Uppgávan æt »affalds­sortering i indre by og brokvarterene«, og í verkætlanini skuldu tey lesandi læra at hava brúkaran við, tá tey gera eina vøru. Í bólkinum hjá Heiðu vóru tey heili sjey, sum skuldu arbeiða saman um hesa vøruna. Tá verkætlanin var liðug, varð Heiðu eggjaður at fara víðari við hugskotinum, tí ein lærari helt, at hugskotið við DropBucket veruliga kundi blíva til nakað. Fýra í bólkinum valdu beinan vegin at fara frá, tí tey ikki sóu nakra framtíð í hesum endur­nýtslu ruskílatinum. – Eg sá bara, at her var okk­urt serIigt, men eg var ikki vís í hvat. Men tey fýra trúðu ikki uppá tað og meld­aðu seg úr beinan­ vegin. Tá var tað ikki Drop­Bucket, sum vit kenna tað í dag, men kon­septið var tað sama. Hvørjir eru tínir framtíðar dreymar? – Dreymurin, tað man vera hvønn dag at fara upp til eitt áhuga­ vert arbeiði. Tað er faktisk soleiðis eg havi tað beint nú við at arbeiða fulla tíð við DropBucket. So um tað kann blíva við, so er tað fantastiskt. Sjálvandi er tað eisini ein dreymur at fáa fleiri børn og familju. So ein kombinatión av teimum báðum. Ætlar tú tær at flyta heimaftur til Føroya? – Ja, tað er ein framtíðar dreymur, men tað er ringt at siga við vissu. Útlitini verða minni og minni fyri hvønn dag um tað framhaldandi gongur so væl við DropBucket, men sam­ stundis gerst tað ein størri dreymur. Mamma hevur Stephanssonshús á Konga­brúnni, og eg síggi óendaliga nógvar møguleikar har. Eg haldi tað húsið er fan­tastiskt og eg hevði væl tímað at gjørt okkurt vinnuligt har, ja, eg vil gjarna aftur til Føroyar. Ein magakensla segði Heiðu Gunnarsdóttir Nolsøe, at okkurt skuldi henda við fyrsta árs verkætlanini á DTU. Trý ár eru liðin síðani verkætlanina og í dag leggja Heiða og Marie Stampe Berggreen leiðina út í Evropa við DropBucket ótrúlig ferð sum enn ikki er endað Tær báðar, Heiða Gunnarsdóttir Nolsøe (til høgru) og Marie Stampe Berggreen, leggja nú leiðina út í Evropa við DropBucket