Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-24, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. november 2014síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 24. november 2014 · Nr. 134 undir fýra eygum Eftir vóru tey trý Heiða, Marie og Andreas, sum so fóru at royna seg við Drop­ Bucket. Tó var eitt, sum kundi sett ein enda á øllum arbeið­inum við DropBucket. Bæði Heiða og Andreas vóru sloppin inn á uni­versi­tet í USA sum skiftis­næmingar í eitt hálvt ár. Tey vóru bæði klár at fara, tá Atli Rasmussen frá pf/Royndin ringdi og segði, at tey vóru áhug­aði í at gera eina íløgu í projekt­ið við Drop­Bucket. Eftir at hava tosað við Atla sær Heiða, at um bæði hon og Andreas fara til USA, fer einki at henda við DropBucket. So hon velur at sleppa øllum fyri­reik­ing­ unum bert 1 mána áðrenn frá­ferð og ikki fara á út­veksl­ ing hóast Andreas fer sum ætlað. – Í byrjanini var hann enn við í arbeiðinum, tað hugsaðu vit ikki nógv um, men skjótt síggja vit, at hann aktivt hevur frávalt DropBucket, og vit verða noyddar at koyra hann úr fyritøkuni. Tað var ikki so lætt sum tá tey fyrstu fýra fóru út, men tað var ein neyð­ug avgerð at taka. Eftir í fyritøkuni vóru so Heiða og Marie báðar, sum á nógvar mátar eru ógvuliga ymiskar. – Tá vit enn vóru trý, sving­aði eg betur við Andreasi, men nú vóru tað bara vit báðar eftir, so vit noyddust at samstarva. Tað vísti seg faktist at rigga betur enn nakran­tíð. Vit vóru hjá einum vinnusálarfrøðingi, sum gjørdi persónsroyndir við okk­um, og tað vísti seg, at vit á øllum økjum eru cen­ tralir mótsetningar. So tað mesta av tí sum Marie heldur vera stuttligt, haldi eg ikki og umvent Vinnusálarfrøðingurin var ein góð hjálp hjá Heiðu og Mariu at skilja hvørja aðra og ymisk­leikarnir eru í dag ein stór styrki. – Vit síggja ofta, tá vit sita til fundir, at nakrir kundar dáma betur meg, tí eg »tosi teirra mál«, og umvent dáma aðrir betur Marie tí hon tosar teirra mál. So tað er heilt sikkurt gott at hava ein ein mót­setn­ing. Eg dyrki hennara egin­leikar, og hon mínar. Tað týdningar­mikl­ asta er, at teir verða virdir. Tíðin er til DropBucket DropBucket hevur vunnið fleiri heiðurslønir, og fyri stutt­ari tíð síðani vórðu Heiða og Marie nomineraðar sum ársins kvinnuligu íverk­set­arir í Danmark. Tað gongur framá hjá fyri­tøk­ uni, og tíðin er skjótt búgvin at leggja leiðina móti evro­ peiska marknaðinum. – Tíðin er so nógv til Drop­Bucket, tað er tað, sum eg haldi er so løgið. Um vit komu fyri 10 árum síðani, so hevði kanska eingin sæð tað mein­ingina við at gera okkurt nýhugsandi og grønt við rusk­spannum. Um tú hugsar aftur á tíð­ ina tá projektið byrjaði til í dag, hvat hugsar tú so? – Ein mega fantastisk ferð, tað hugsi eg faktist, ein kempi møguleiki. Stuttligt, læru­ríkt og fantastiskt, at eg tordi at taka tjansin. ruth@sosialurin.fo Hvat gert tú í frítíðini? Hevur tú nakra frítíð? – Eg eri saman við vinfólkum í frítíðini. Eg havi frítíð, men ikki serliga nógva. Men man kann so siga, at eg gevi mær ikki nakra frítíð. Vit eru ógvu­liga disciplineraðar og eru til arbeiðis fra kl 9 til í minsta lagi kl 17 hvønn dag. Um vit ikki høvdu brent so nógv fyri tí, so høvdu vit ikki gjørt tað. Hvør er størsta fyrimyndin hjá tær? – Beint nú er tað faktist ein, sum eitur Carla Camilla Hjort. Hon er kvinnan handan Artrebels, sum er ein innovatiónsfyritøka hjá IKEA. Vit hildu ein fyrilestur saman við henni, og vit eru komnar at kennast, hon er ordiliga kul. Hon er mín fyrimynd. Mong ganga og spæla sær við tankar og hugskot alt lívið uttan at hetta nakran­tíð gerst veruleiki. Spurd, hvat hon vil siga til tey, sum liggja inni við ein­um hugskoti, er svarið hjá Heiðu Gunnarsdóttir Nolsøe greitt, hon heldur ikki, at man skal halda seg aftur. – Eg plagi at siga, at um tú hevur eitt hugskot, testa tað so. Er tað eitt armband, koyr tað so á armar, og um tað er eitt ruskílat, fær so út og vita, um tað riggar. Brúka fólk tað? Um ikki, gev so upp og fær víðari. ruth@sosialurin.fo Um tú hevur eitt hugsot, far so út og testa tað UM Heiðu Heiða Gunnarsdóttir Nolsøe er 24 ár og er vaksin upp á Kongabrúnni, hon er havnargenta við stórum H. Foreldrini eru Ingvør Nolsøe og Gunnar Jakobsen, og beiggjarnir eita Martin og Rúni. Heiða býr í dag á Nørrebro í Keypmannahavn. Hon byrjaði at lesa til sivil verkfrøðing á Danmarks Tekniske Universitet í 2011 og verður bachelor í vetur. Umframt at taka seinasta fakið á bachelor útbúgvingini, rekur Heiða, saman við Marie Stampe Berggreen, fyritøkuna handan DropBucket. – Eg føli at ein magakensla sigur, at hatta er rætt, men eg veit ikki hví. Og tað var okkurt, sum segði mær at eg skuldi gera, sum eg gjørdi, sigur Heiða Gunnarsdóttir Nolsøe Myndir: dropbucket.dk