mánadagur 24. november 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. november 2014 · Nr. 134
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
- Ein skrái á lendingini í Svínoy hevði gjørt tað munandi lættari at fingið maskinur,
oljubil, ruskbil og aðrar størri bilar í oynna, sigur Klakvíkar býráð
Vilmund Jacobsen
- Tað eigur at bera til hjá eini
bilaferju hjá Strandferðsluni
at leggja at í Svínoy.
Tað halda tey í Klaksvíkar
býráði, sum nú hava heitt á
løgtingið um at játta tvær
miljónir krónur til at gera ein
skráa á lendingini á Eiðinum
í Svínoy.
Endamálið
við
hesum
er, at bilaferjur hjá Strand
ferðsluni skulu kunna leggja
at og bilar kunnu koyra íland
og umborð aftur í Svínoy.
Klaksvíkar býráð sigur, at
hetta hevði gjørt tað mun
andi lættari at fingið maskin
ur, oljubil, ruskbil og aðrar
størri bilar í oynna.
Klakvíkingar halda, at tað
er ikki neyðugt at gera ein
skráa sum skal kunna brúk
ast í øllum veðri, men ein,
sum kann brúkast, tá tørvur
er á tí, og veðrið er til vildar.
Hetta ynski má tí sigast at
vera rímiliga beskeðið.
Fjaldur tørvur
Býráðið heldur, at verður
ein skrái gjørdur, eigur hann
at verða gjørdur soleiðis, at
skip sum Sam - og eitt sindur
størri skip - fáa brúkt skráan,
tí Strandferðslan hevur upp
lýst, at tey næstu skipini hjá
stovninum verða eitt sindur
størri enn Sam.
Sosialurin kann leggja
aftrat, at tá bilaferja fór
at røkja farleiðina millum
Havnina og Nólsoy, nøktaði
hetta ein tørv, sum leingi
hevði verið, men ikki var ser
liga sjónligur tey mongu ár
ini, Ritan røkti hesa farleið.
Vilja hava bilaferju
til Svínoyar
Jólamatiné og jólakonsert: Monika Stauss Joensen og Birgitte
Schnakenburg bjóða nú til tvær jólakonsertir. Hin fyrra verður
29. november klokkan 11.30 í Havnar kirkju, og hin seinna verður
30. november klokkan 16 í Báta-og Listasavninum í Leirvík.
Andrias Gærdum
á Strondum er ein av
teimum heilt ungu
urguleikarunum í
landinum. Hann er ein
av fleiri, sum skiftast
um at spæla í Sjóvar
kirkju
Vilmund Jacobsen
Í endanum av seinastu viku
kom sleipibátur við ali
ringinum, sum alifyritøk
an Marine Harvest Føroyar
skal hava liggjandi á Sands
vág fyri at vita, um umstøð
ur eru til aling á vánni.
Tað eru nakrar vikur
síðan, at alifyritøkan kom
til bygdar við søkkum, ket
um, flotum og øðrum, sum
skuldi brúkast til at fortoya
aliringin við, og nú liggur
aliringurin á vánni.
Stjórin í Marine Harvest,
Hans
Jákup
Mikkelsen,
hevur áður sagt, at um
royndirnar at hava aliring
liggjandi á Sandsvág fara at
eydnast, er málið hjá felag
num at seta fisk út til várs,
helst í mars/ apríl.
- Vit hugsa um at seta
390.000 smolt út í seks ring
ar. Vit halda, at hetta er eitt
hóskandi tal, sigur hann.
Hans Jákup Mikkelsen
vísir á, at enn hevur felagið
ikki fingið loyvi til at seta
smolt út, men ætlanin er,
at hetta loyvi skal verða
komið upp á pláss í góðari
tíð fyri ætlaðu útsetingina.
- Um fiskur verður sett
ur út í mars/ apríl, verður
fyrsta tøkan stívliga eitt ár
seinni - ella á sumri í 2016,
leggur hann aftrat.
Klaksvíkar býráð vil nú
hava løgtingið at játta tvær
miljónir krónur til ein skráa á
lendingini í Svínoy, so bilaferja
kann leggja at í Svínoy
Vilmund Jacobsen
- Positiva gongdin við
fólkavøkstri og økt
um barnatali gevur
kommununi positivar
avbjóðingar á barna
ansingarøkinum.
Tí hevur Runavíkar
kommuna tikið av
gerð um at lata upp
vøggustovu í Søldar
fjarðar skúla, sum
skal verða partur av
nýggja stovninum Sólju
hjarta í Søldarfirði.
Ætlanin er at byrja
við hesi vøggustovu
1. februar 2015.
- Pláss verður fyri 15
børnum, og koma vit
við hesum at nøk
ta ansingartørvin
næstu tíðina.
Runavíkar kommuna
sigur, at tá nýggi
stovnurin í Søldarfirði
verður liðugt útbygdur,
flytir vøggustovan, sum
verður í Søldarfjarðar
skúla, í Sóljuhjarta.
Aling á Sandsvág nærkast
Gongst, sum ætlað, fer Marine Harvest Føroyar at seta
seks aliringar út á Sandsvág við 390.000 smoltum
Nú liggur hesin aliringurin á Sandsvág, og
spenningur er um, hvussu hetta fer at rigga
Vøggu
stova í
skúlanum