Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. november 2014síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 24. november 2014 · Nr. 134 Vilmund Jacobsen Seinastu dagarnar eru tíð­ indi borin í miðlunum um, at kommununar í Sandoynni eru hoyrdar í samband við nýgg­ju ferðaætlanina hjá Teista­num. - Undirritaðu borgar­stjór­ ar vilja við hesum avsanna hesi tíðindi. Kommununar hava einki hoyringsskriv mót­tik­ið og hava tí ikki havt møgu­leika at ávirka til­ gongd­ina. Tað siga teir fýra borgar­ stjór­ar­nir í Sandoynni, Ger­ hard Lognberg í Skopun, Brand­ur Sandoy á Sandi, Lin­ john Christiansen í Skálavík og Jákup Martin Sørensen í Húsa­vík. Teir halda tað vera ser­stak­liga óheppið, at Strand­fara­skip Landsins hava ætlanir um at sker­ja túratalið og harvið læk­ka tænastu­støðið á Sand­oy­ar­ leið­ini. - Vit mótmæla, at hetta verð­ur gjørt, siga borgar­ stjór­ar­nir avgjørdir. Teir vísa á, at ætlaninar hjá Strandfaraskipum Land­ sins eru í andsøgn við tæn­ ast­u­støð­ið á øðrum leiðum sum knýta oyggjar saman. - Á øðrum leiðum verð­ur valt at uppraðfesta tæn­astu­ na og lækka prísirnar. Teir mæla tí SSL til at broy­ta ætlanina, sum serliga fer at koma illa við hjá teim­ um í oynni sum íðka ítrótt. - Vit vilja upp á tað kraftigasta átala, at broytingar verða gjørd­ar í ferðaætlanini á Sand­oy­ar­ leið­ini, uttan at kom­munu­ nar verða hoyrd­ar, siga teir fýra borgar­stjórarnir í Sand­ oyn­ni í morgun. Vilmund Jacobsen - Tá kavin liggur um alt land­ið, og tey størru børn­ ini gleða seg at fara út at sleða, eru tað nógv for­eld­ ur og starvsfólk í vøggu­ stov­um sum eru i iva, um tey skulu leggja lítla barnið út í vogn at sova. Tað sigur Gigni, sum veit­ir heilsufrøði til børn og ung. - Tað er ringt at seta nakr­ar neyvar reglur fyri, nær børn kunna fara út í vogn. Men vit vita, at smá­ børn eru ógvuliga viðkvom yvir­fyri kulda. Gigni vísir á, at smábørn skulu helst ikki leggjast út at sova, tá tað er kaldari enn minus 10 stig, og her í Føroyum skulu vit vera sera varin, tí ofta er vindur og kuldi samstundis. - Barnið skal vera sunt og frískt og skal vera latið í eftir umstøðunum og í klæð­um sum halda upp á hit­an. Gott er við ullintum klæð­um inn at kroppinum, húg­vu, vøttum, drakt ella posa og skulu ballast væl. Gigni mælir til, at blæð­ an verður skift, áðrenn barn­ið fer út, og vognurin skal setast í lívd fyri vindi, reg­n­i og kava. Vognurin skal vera vind- og vatn­tættur, og botnurin skal vera bjálvaður. - Vit vilja upp á tað kraftigasta átala, at broytingar verða gjørdar í ferðaætlanini, uttan at kommununar verða hoyrdar, siga teir fýra borgarstjórarnir í Sandoynni Í gjár var stór jólasøla í Royndar­húsi­num í Nólsoy við pløggum, lutum og ymiskum til mat­na. Her er tað Jolina Hansen, sum hug­tikin hyggur eftir heimagjørdum pløggum Mótmæla at Sandoy verður niðurraðfest Út í vognin at sova Meira av toski og hýsu er inni í stongdum kassum enn á vanligum trolleiðum. Hinvegin er nøgdin av upsa størri á opnum leiðum enn í stongdum kassum. Tað vísa kanningar hjá Havstovuni Vilmund Jacobsen Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at fleiri ísfiska­ línu­skip koma inn at landa í dag,  men seinni í vikuni verð­ur meira deydligt við línu­fiski. - Skipini, sum landa í dag, hava mest av toski, hýsu og so nakað av svart­ kal­va, blálongu, brosmu og longu. Tey línuskip, sum liggja, fara út aftur, tá streymurin bat­nar. Tvey frystilínuskip eru und­ir Íslandi og eitt er undir Før­oy­um.  Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at streymurin verð­ur sera harður fyrst í viku­ni, men verður brúki­lig­ ur, sum vikan gongur. - Veðrið verður gott, og tí vænta vit, at nakað verð­ ur av útróðrafiski, hóast streym­urin er harður, sigur mark­nað­urin.  Lagt verður aftrat, at eitt partrolarapar landar í dag og nøkur pør koma inn at landa seinni í vikuni. Fiski­skap­urin er smáligur. Allir djúpvatnstrolararnir ligg­ja við bryggju, men helst fer onkur út í næst­ um.  - Vit vænta, at ein ella tveir trolbátar koma inn at landa í dag. Teir hava mest av havtasku, toski og longu. Helst fer onkur annar trol­bátur út um vikuskiftið. Trý garnaskip eru á svart­kalva­veiðu. Eitt - ella møgu­liga tvey skip - koma inn at landa síðst í vikuni. - Triðja garnaskipið frystir veiðina umborð, veit Fiska­mark­naður Føroya at siga um útlitini fyri hesa viku­na. Fleiri línuskip landa í dag Kann eitt smábarn sova úti í vogni, tá kuldin nærkast minus 10 stigum? Tað er ringt at seta nakrar neyvar reglur fyri, nær børn kunna fara út í vogn at sova Tað er ikki fallið í góða jørð í Sandoynni, at Strandfaraskip Landsins ætla at skerja túratalið á Sandoyarleiðini fyri at kunna varðveita tænastuna í øðrum leiðum. Mynd: Birgir W. Høgnesen