Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-24, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. november 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. november 2014 · Nr. 134 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur Í samband við mín fyri­ spurn­ing til Anniku Olsen, um pensión til útslitnar sjó­menn, gleddi tað meg, at kjak­ið gekk væl. Umboð hjá flokk­un­um vístu forstáilsi og virð­ing fyri okkara sjó­ monn­um. Fleiri røddir vóru frammi um, at hetta var ein ser­lig­ur samfelagsbólkur, sum í fleiri førum var dottin nið­ur ímillum og útslitin áðr­enn tey náa vanligan pensi­óns­aldur. Víst var eisini á, at tað hast­aði við at fáa eina pen­ si­ón til hesi áðrenn van­lig­an pensionsaldur. Sum ting­fólk vístu á, so er hesin bólk­ur­ in ikki aktuellur um 10-20 ár. Hesir sjómenn eru í dag um 60 ára aldur, og hava ikki møguleika at fáa bláu­ bók av heilsuávum. Teir eru útslitnir av harða arb­eiðs­ lív­in­um á sjónum seinastu 40-50 árini. Dreingir/unglingar, sum fóru til sjós sum 13-14 ára gaml­ir í 1960´unum eru teir harð­ast raktu, nú teir eru um 60 ára aldur. Ein saltfiskatúrur kundi varða heilt upp til eitt hálvt ár. Vaktirnar umborð vóru 18 harð­ir og langir tímar. Arb­ eið­ið skuldi gerast líka mikið hvat. Tað hendi meira enn so, at menn vóru noyddir at bróta vakt og arbeiddu út­ um 18 tímar. Hetta vóru heilt aðrar tíð­ir, enn vit kenna til í dag umborð á skipum. Grovt sagt kunnu vit siga, at hetta var áðrenn byrjað varð at ganga í inniskóm um­borð á skipi, og áðrenn telda og in­ter­net komu um­borð. Aðrar reglugerðir eru eis­ ini komnar, sum bøta mun­ andi um sjó­lívið í dag í mun til fyrr. Túr­ar­nir eru styttir mun­andi og vakt­ir­nar somu­ leið­is. Eis­ini er møgu­leiki hjá sjófólki at hava dag­ligt sam­band við familju og vin­ir heima, með­an tey eru burtur. Nakrir av hesum fáa fyri­ tíð­ar­pensjón. Stóri trup­ul­ leik­in er, at teir eiga onga, ella lítla uppsparda pensjón, so tað sum teir fáa røkkur ikki langt. Hetta eru menn, sum ikki eru vanir við arbeiði á landi og sam­an­um­tik­ið hava teir ikki nógvar arb­eiðs­møgu­ leik­ar/-førleikar nú. At umskúla seg beint áðr­ enn ella eftir ein blív­ur 60 ár gev­ur heldur ikki nógva mein­ing, tí arb­eiðs­møgu­leik­ ar­nir eru rættuliga av­mark­ að­ir í tí aldrinum. Teir náa næstan vanliga fólka­pen­si­ óns­ald­ur­in uppá 67 ár, áðr­ enn teir eru lidnir við um­ skúl­ing­ina. Vit skulu ikki gloyma, at hesir útslitnu sjómennirnir alt teirra virkna arbeiðslív hava ver­ið fremsta liðið til at skaffa harð­an valuta til landið. Teir hava bøtt við síni heilsu. Tað gleddi meg sera nógv, at landsstýriskvinnan undir kjak­in­um lovaði, at hon ætl­ aði at fara í gongd bein­an­ veg við at fáa eina pen­sión til útslitnar sjó­menn. Hon upplýsti í tinginum und­ir orðaskiftinum, at hon fer ikki at bíða við hesum til 2016-17, men ætlar at fara í gongd beinanveg. Ein líkn­ andi skipan kundi eisini um­ fata tey sum eru útslitin av øðr­um arbeiði. Tað hevði verið so upp­ lagt, at tilfongisgjaldið fíggj­ ar "sjómanspensiónina" Framsókn Føroyska tilbúgvingin skal her­eftir eisini fevna um sam­fe­lags­týdn­ing­ar­mikl­ar upp­lýs­ing­ar. Tað sigur Fram­ sókn, sum vil hava løg­ting­ið at broyta til­búgv­ing­ar­lóg­ina. Hig­ar­til hevur til­búgv­ing­in havt til endamáls at fyri­ byrgja, avmarka og bøta um skaða á fólk, djór, umhvørvi, virði og ognir. Framsókn vil nú hava, at hon eisini skal tryggja upplýsingar, ið eru av ser­lig­um týdningi fyri virk­is­ før­ið hjá samfelagnum. Flokkurin vil hava, at sam­felags­týdn­ing­ar­mikl­ar upp­lýs­ing­ar hereftir skulu goym­ast og við­ger­ast í Før­ oy­um. Talan er um eina ør­ grynnu av upplýsingum, men sjónskasta av­leið­ing­in av broytingini verð­ur iva­ leyst, at per­sóns­upp­lýs­ing­ar­ nar, sum før­oysk­ir pen­inga­ stovn­ar fyri nøkrum árum síð­ani fluttu frá Elektron nið­ur til Danmarkar at verða goymdir hjá SDC (Skandi­ nav­isk Data Center), skulu flyt­ast aftur til Føroya. Framsókn vísir á, at sam­ an við fyrimununum av altjóðagerðini og kunn­ing­ ar­tøkn­ini fylgir eisini tann vansin, at einstakar van­lukk­ ur, skaðahendingar, skip­ að brotsverk, yvirgangur, krígs­støð­ur og aðrir tilburðir kunnu gera, at samfelagið miss­ir altavgerandi upp­lýs­ ing­ar og harvið sítt virkisføri. Tí heldur flokkurin tað ikki vera rætt at lata út­lendsk­ ar KT-veitarar hava tær um hendi. Tað er eisini mun­andi truplari hjá løg­ting­in­um at lóggeva um per­sóns­upp­lýs­ ing­ar og aðrar upplýsingar, um tær verða goymdar og við­gjørd­ar hjá útlendskum veit­ar­um. Framsókn vísir eisini á, at verða upplýsingarnar goymd­ar og viðgjørdar utt­an fyri Føroyar, missa før­oy­ing­ ar førleikarnar at viðgera tær und­ir tryggum umstøðum. Upp­skot­ið hevur tí eisina ta av­leið­ing, at tað kann stuðla und­ir hávitanararbeiðspláss í Før­oy­um. Framsókn viðurkennir, at tað í serstøkum førum kann gerast neyðugt at av­rita týdningarmiklar upp­lýs­ing­ ar til viðgerðar uttanlands. Hetta eigur tó bert at verða loyvt, um tað av onkrari or­ søk slett ikki ber til at við­ gera tær í Føroyum, og tal­ an skal tá bert vera um so avmarkaðar nøgdir av upp­ lýs­ing­um, sum tilber. "Sjómanspensiónin" kjak Símun Pauli Jacobsen Vestmanna Ein vinmaður hjá Mark Twain segði einaferð: »Eg eri stúrin. Heimurin gongur móti enda sínum.« »Legg einki í tað«, svaraði tann víðagitni humoristurin. »Vit kunnu klára okkum utt­ an hann.« Tað er ikki vist, at Mark Twain var greiður yvir tað, men hann segði sannleikan. Vit kunu klára okkum uttan hann, tí Gud hevur sagt, at hann vil skapa ein nýggja heim, og tað skal vera gjøgn­ um eld. Apostulin Peter skrivaði: »Men dagur harrans skal koma – sum tjóvur; tá skulu himl­arn­ir forganga í hørðum duna, frumevnini loysast sund­ur í brennandi hita, og jørð­in og alt, ið henni er á, brenna upp. 2. Pet. 3.10« Ja, sum heimurin sær út í dag, eru tað fleiri og fleiri, sum halda, at hann er við at vera uppslitin. Seinastu tekin í so máta eru upplýsingrnar um veðurlagsbroytingarnar, sum kunnu hava miklar oyði­ legg­ing­ar við sær um allan heim­in. Eitt annað tekin er, at fleiri og fleiri lond eru kom­ in í stríð við seg sjálvan. Bar­dag­in um valdið í hesum mongu londum hevur elvt til borgarakríggj við teirri fylgju, at milliónir av menn­ iskj­um mugu flýggja til nærm­astu grannalond. Meðan eg skrivi hesar regl­ ur, boðar Kringvaprið frá, at Javnaðarflokkurin er á odda við eini nýggjari velj­ara­kann­ ing. Hetta vóru góð tíð­indi at hoyra. Tílík góð tíð­ini leiða hugsanir mínar til teir dagar, tá framstandandi menn úr Javnaðarflokkinum út­veg­ aðu landi okkara fólka­pen­si­ ón eftir donskum leisti eins og samhaldsfasta grunn­in. Mín uppfatan av politikki Javn­að­ar­floksins er, at flokk­ urin fyrst og fremst hugsar um tey gomlu, sjúku, veiku, ein­sam­allu eins og øll tey, ið liva á skuggasíðu landsins. Ein tílíkur politikkur fer eina­ferð at nala og vaksa seg stór­an, og Javnaðarflokkurin hev­ur uppiborið at vera á odda í føroysum politikki. Eg havi altíð roynt at spara upp pening til ellisár. Tá eg gjørdist pensiónsitur í ní­ti­ár­un­um, átti eg ein lítlan kapi­tal Tá helt eg meg eiga hend­an pening. Men tá kom tá­ver­andi stýri og kravdi skatt av hesum peningi. Navn­ið á skattinum var fíggj­ar­ogn­argjald. Um hetta verð­ur ein vani, hvørjaferð løg­ting­ið er komið í pen­inga­ neyð, so nyttar einki at spara upp pening. Annars skilji eg so lítið av førda politikkinum. Fullveldismenn vilja drena landskassan fyri blokk­in. Tað hevur longu kost­að landskassanum fleiri milliardir. Ja, men hvør skal so gjalda fyri allar milli­ard­ ir­nar, sum eru settar í verk? Framsókn vil hava, at allar upplýsingar, ið hava stóran týdning fyri samfelagið, skulu goymast í Føroyum sum partur av føroysku tilbúgvingini Er verandi heimur uppslitin?? Føroyar skulu sjálvar goyma sínar upplýsingar Bosch yvurfresari Pof 1200 AE. 69995 Bosch Borimaskina PsB 650 re cT 69995 Bosch rundsag Pks 40 69995 Borg l Runavík, tel. 477272 l Klaksvík, tel. 455149 l www.borg.fo