Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-24, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. november 2014síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 24. november 2014 · Nr. 134 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Giktafelag Føroya Støðan á giktaøkinum í Før­ oy­um í dag er tann, at um ein góðan mánað er eingin ser­lækni í giktasjúkum í starvi í Føroyum. Dugnaligi og væl umtókti serlæknin, sum eisini tosar og skilir før­oyskt, og sum fegin vildi arb­eitt í Føroyum burturav, fer úr starvi sínum her, um eingin loysn verður á støð­ uni. Giktafelag Føroya spyr tí við hesum brævi mynd­ug­leik­ar­nar, um um­ støð­ur­nar eru ella verða broytt­ar nú, soleiðis at gikta­læknin kann halda fram í starvinum? Við verandi giktalækna í føst­um starvi í mun til út­lendska helst danska kon­su­lent­tæn­astu er fyri­ mun­ur­in, at bíðitíðin til gikta­viðgerð ikki er so long, og sjúklingarnir sleppa undan, at endurtaka sína sjúklingagongd og heili­vág­ nýstlu fyri serlæknanum ferð eftir ferð. Við øðrum orð­um, at viðgerðin er samanhangandi, so sjúkl­ ing­ar­nir vita, hvør lækni hev­ur ábyrgdina av við­ gerð­ini ella broytingum í við­gerð­ini. Teir umleið 1500 gikta­ sjúkl­ing­ar­nir í Føroyum hava kent seg tryggar og í góð­um hondum við verandi gikta­lækna í føstum starvi. Hóast eyka peningur nú er játtaður til heilivág, er ótryggleiki framvegis. Arb­eiðs­um­støðurnar hjá gikta­lækn­anum eru ikki nøkt­andi. Vit krevja, at gikta­lækn­ in fær góð kor at virka undir og nøktandi arb­eiðs­ við­ur­skifti yvirhøvur, so at hann kann verða verandi her í sínum núverandi starvi, og at giktsjúk fáa ta við­gerð, sum tey hava rætt­ indi til. Giktafelag Føroya heitir á myndugleikarnar um at fáa viðurskiftini í rættlag. til sjúkrahúsleiðsluna og Heilsumálaráðið um íkomnu støðuna á giktaøkinum av tí at giktalæknin hevur sagt seg úr starvi Opið bræv frá Giktafelag Føroya Borg l Runavík, tel. 477272 l Klaksvík, tel. 455149 l www.borg.fo Flott skjótihurðaskáp - 40% ...til kamarið, grovkøkin, gongina, skrivstovuna, baðirúmið, o.a. NØVN Góður, blíður og skemt­ing­ ar­sam­ur. Góði pápi, hesi orð eru tey fyrstu, ið koma fram fyri meg, nú eg havi sett meg við tangentarnar at skriva minningarorð um teg. 5. november hevði tú ver­ið 85 ár. Pápi var ein sera góður og um­hugs­in pápi. Var virk­in í okk­ara upp­vøkstri og framm­an­fyri sína tíð á hes­um øk­in­um. Tað eru vit sera takk­som fyri. Hann var eis­ini ein góður mað­ ur, ver­pápi og abbi. Altíð áhug­að­ur í tí, tey nærm­ astu tók­ust við og dámdi so væl at tosa við okkara vin­fólk. Pápi vaks upp und­ir trong­um kor­um og misti pápa sín longu sum 11 ára gamal. Tó var heim­ið ríkt mentanarliga og sam­ an­hald­ið í familjuni gott. So­leið­is er tað fortalt fyri okk­um. Pápi fór í realskúla og síðan út á Havna­skriv­ stov­una, sum tá var úti í Klaks­vík, at arbeiða. Hans­ ara lívs­leið gjørdist inn­an skriv­stovu­yrkið hjá komm­ un­uni, har hann tey flestu ár­ini tók sær av tí sosiala arb­eið­in­um og ábyrgdini yv­ir­fyri borgarum í Norð­ oyggj­um. Hann hevði ans fyri menniskjanum, og hevði stórt hjarta fyri teim­um, har korini vóru trong og fyri teim veikastu. Ótelj­andi brøv hevur hann skriv­að fyri menn og kvinn­ ur, ið høvdu tørv á hjálp. Bøður, Borðoyavík og musikkur eru eisini hans­ ara eyðkenni. Á hvørjum ári varð hoyggjað á Tjaldra­ fløtti. Hann brýndi líggj­an og fór í gongd. Hann vísti okk­um, hvar á Tjaldrafløtti kúl­ur­nar frá bumbu­flúgv­ ar­an­um raktu og allur bø­ ur­in var skrædd­ur upp, tá Klaks­vík­in bleiv bumbað und­ir 2. heims­bar­daga. Abba­børn­ini hildu hetta vera sera áhugavert og veru­leika­fjart. Men hetta var nak­að, hann hevði upp­ liv­að. Seyðurin í Uppsalahaga var hon­um eisini kærur, og sein­astu árini brúkti hann nógva tíð upp á at røkja seyð­in, hann hevði á heima­beiti. Báturin á Borð­oya­vík var eisini ein av hornasteinunum, og mang­ar átti hann løturnar á vík­ini á yngri árum. Men ikki minst var Klaksvíkar Horn­ork­est­ur honum kært. 5. mai 1950 var hann við til at seta á stovn Klaksvíkar Horn­ork­est­ur og spældi sjálv­ur við, og førdi eisini diri­gent­stav­in av og á, til hann í 90’unum vegna sjúku ikki kundi spæla meir. Tó fór hann ofta til venj­ing­ ar at lurta, hvat horn­ork­ estrið hevði á skránni. Pápi og mamma, El­in­ borg Højgaard Christi­an­ sen, giftust í Húsa Kirkju í 1960 og tiltikin er teirra vígsla, tá kirkjan fylt­is við familju, gestum og horn­ blástri. Ein minn­is­rík­ur dag­ur, sum førdi við sær eitt gott og ríkt lív. Tit fingu okkum, trý børn, vers­børn og 7 barnabørn og høvdu ein breiðan vin­ ar­skarða. Vit minnast væl mammu og pápa í fagr­asta blóma, tá tey mill­um annað á hvørj­um ári fóru til mu­ sikk­stevnu, og har knýttu vin­ar­bond til nógv­ar horn­ blás­ar­ar um land­ið og ser­ liga til hornorkesturfólk í Fuglafirði og í Runavík, sum vit eisini hava nýtt gott av. Tit høvdu tað gott og stutt­ligt. Í 50’unum spældi pápi eisini í Sóljuni. Han spældi saxo­fon. Hetta orkestrið var sam­ansett av trompet, har­mon­iku, saxofonum og trumm­um, og spældi av og á til dans í gomlu dansi­ stov­uni í Klaksvík. Pápi var virkin í ment­ an­ar­lívinum í Klaksvík bæði til gam­an og álvara. Hann var í kirkjuráðnum, tá Christianskirkjan var bygd og stóð liðug í 1963. Tí var hann eisini biðin um at av­dúka eitt av relieffunum í Christianskirkjuni, sum Edward Fuglø hevur gjørt, í tøttum samstarvi við Sjúrða Sólstein. Hetta var framt við hátíðarløtuna 30. juni í 2013, og var hetta ein av seinastu handlingum hans­ara. Relieffið pápi av­ dúk­aði var tað fyrsta í røð­ ini av 12, nevniliga Boðanin. Góð­ar tveir mánaðir eft­ ir hetta, vóru boð eftir pápa, tá hann andaðist 18. september. Tá høvdu mamma og pápi verið gift í góð 53 ár. Ein av seinastu sálm­un­um, ið bleiv sungin fyri honum, var sangurin “Nú hvítna tindar”, hjá N.F. S. Grundtvig og sum Robert Jo­en­sen, sum í mong ár var starvs­fe­lagi hjá pápa, hevði týtt og tillagað. Haldi at sein­asta ørindi hóskar væl til, hvussu pápi hugsaði um ævinleikan. “Og eina ferð vit fáa boð, tá síðstu ferð vit anda. Úr heiminum vit fara so, hjá tær um ævir standa” Góði pápi. Tú ríkaði okk­um lívið, tú gav okkum trygg­ leika og vísdóm. Og eftir teg standa smáir varðar, til minn­is um ein mann, sum hevði ans fyri menniskjum. Friður verið við minn­in­ um um okkara kæra pápa, Sám­al Christiansen. Barbara, Jóhanna og Janus Minningarorð um pápa okkara Sámal hjá Barbu, Klaksvík Føddur 5. november 1929 – andaðist 18. september 2013