týsdagur 15. juni 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 111 - 15. juni 2004
Nr. 111 - 15. juni 2004
3
Fyrrverandi landsliðsleik-
arin og núverandi venjarin
Jóannes Jakobsen fer at
gera viðmerkingar á Rás 2 í
sambandi við EM-enda-
spælið. Sosialurin ger tíð-
indi á Rás 2, og í tíðinda-
sendingunum fer Jóannes
at útgreina dystirnar, sum
hava verið. Jóannes Jakob-
sen fer eisini at gera sær
nakrar tankar um dystirnar,
sum standa fyri framman.
– Eg fokuseri upp á tað
reint fakliga í tí, altso hvat
tað er, sum hendir inni á
vøllinum. Eg eygleiði og
fylgi væl við í hagtølum, tí
ofta eru tað tendensir, sum
eru, til dømis at flestu mál-
ini í teimum fyrstu dystun-
um komu upp á deyðbóltar,
sigur Jóannes Jakobsen,
sum fer at gera viðmerk-
ingar til EM-endaspælið í
Portugal hvønn gerandis-
dag á Rás 2.
Umframt Jóannes Jakob-
sen fara aðrir fótbóltskønir
persónar at gera viðmerk-
ingar av og á, men Jóannes
verður at hoyra hvønn dag.
Tíðindi á Rás 2 eru
klokkan 12:00, klokkan
16:00 og klokkan 18:00
hvønn gerandisdag.
Innbrot í bátar
Í leypi av leygarnáttini
var innbrot í tveimum
bátum í Álagerði. Nakað
av
neyðrakettum
og
neyðblussum var stolið.
Eigararnir gjørdu vart
við hetta sjálvir, men
løgreglan hevur onki at
ganga eftir í hesum mál-
inum.
- sae -
Gamal kenningur
gongur aftur
Ein maður varð í rættin-
um undir grundlógarav-
hoyring mánamorgunin.
Hetta er ein gamal kenn-
ingur hjá løgregluni, sum
hevur verið ákærdur fyri
harðsskap fyrr.
Hesuferð hendi harð-
skapurin uttan fyri Auto,
har fólk boðaðu løgregl-
uni frá, at tey høvdu yvir-
mannað ein harðligan
mann.
Løgreglan tók mannin,
og verður hann eisini
skuldsettur
fyri
rús-
drekkakoyring.
Annars sigur vakthav-
andi, at tað hava verið
fleiri smáttaríir um viku-
skiftið. Nakrar ferðmát-
ingar hava verið gjørdar,
og í onkrum føri var talan
um so mikið av ferð, at
bilførarin helst missir
koyrikortið.
- sae –
Eftirlýsir vitnir
Løgreglan í eysturoynni
eftirlýsir nú møgulig
vitni í sambandi við
neyðtøkuna av eini 18
ára gamlari gentu í Runa-
vík leygarnáttina.
Løgreglan eftirlýsir ein
silvurgráan
persónbil,
sum
koyrdi
framvið
ástaðnum um tað mundi,
at neyðtøkan fór fram.
Persónarnir í bilinum
kunnu møguliga hava
upplýsingar til málið, tí
bilurin slakkaði av í tí
hann koyrdi framvið, og
møguliga hava persónar-
nir lagt tilmerkis eina
kvinnu og ein mann tosa
saman við Statoilstøðina
í Runavík.
Eisini sigur løgreglan,
at um onnur halda seg
hava upplýsingar til mál-
ið, so vil hon fegin í sam-
band við hesi.
Í sambandi við hendan
tilburðin leygarnáttina
eftirlýsir løgreglan ein
mann, sum er umleið 28
– 30 ár, vanligur av
vøkstri, umleið 176 cm
høgur, myrkt stuttklipt
hár og tunt yvirskegg.
Maðurin
hevur
brún
eygu, og hann var í einari
bláari
blusu
ella T-
troyggju
við
stuttum
ermum og myrkum kov-
boybuksum.
Um fólk hava upplýs-
ingar um hetta málið,
kunnu tey venda sær til
løgreglustøðina í Runa-
vík á tlf 471448 ella í
Havn á tlf 351448.
- sae -
Sáttmáli fyri
maskinmeistarar
á landi undir-
skrivaður
Føroya Arbeiðsgevarafe-
lag og Maskinmeistara-
felag undirskrivaðu 8.
juni 2004 nýggjan tvey
ára sáttmála fyri maskin-
meistarar á landi. Sátt-
málin er á sama støði,
sum hinir sáttmálarnir
Føroya Arbeiðsgevara-
felag hevur gjørt, og
hann er galdandi í tvey
ár.
Í sáttmálanum eru av-
talaðar hesar broytingar:
- Tann 1. mai 2004
hækkar lønin við 3,5%
- Tann 1. mai 2005
hækkar lønin aftur við
3,5%
- Eftirlønin hækkar við
1% 1. mai 2004 til 9%
- Eftirlønin hækkar aftur
1. mai 2005 við 0,9%
til 9,9%.
Karmurin fyri lønar-
hækkingini er 8,7%, sum
er tað sama sum hini
feløgini hava fingið, við
undantak av arbeiðarafe-
løgunum, har karmurin
var 9,3%.
Fólkaflokkurin
nýggja starvs-
nevnd
Fólkaflokkurin valdi á
fundi týsdagin 8. juni
nýggja
starvsnevnd.
Tingmanning
floksins
hevði
frammanundan
valt síni umboð úr ting-
bólkinum.
Í starvsnevdini eru nú:
Steintór
Jacobsen,
Norðragøta, formaður í
starvsnevndini og floks-
skrivari, Guðrun Øre-
gaard,
Kollafjørður,
kassameistari, Poul Laust
Christiansen,
Argir,
skrivari, Martin Nielsen,
Vatnsoyrar, Absalon í
Buð, Hvannasund, An-
finn Kallsberg, Viðar-
eiði, Jørgen Niclasen,
Sørvágur.
Jóannes Jakobsen á Rás 2
Rás 2 – FM 102,0
Tórshavn
102.0 MHz
Vestmanna
102.5 MHz
Sørvágur
102.5 MHz
Suðuroy
102.6 MHz
Sornfelli
106.0 MHz
Støðlafjall
106.5 MHz
Brúnaskarð 107.0 MHz
Eysturhøvdi 107.5 MHz
Miðvágur
107.5 MHz
Jóannes Jakobsen ger EM-viðmerkingar í útvarpsstovuni saman við útvarpsvertinum Hans Kárason Mikkelsen
FESTIVALUR
Hvør Finnur hvønn á G!?
Svarið er einfalt: Páll Finn-
ur Páll á G!, og har fer mill-
um annað at verða borðreitt
við ársins stóra útvarpshitti
og landaplágu frá í fjør,
Forelskaður
Sjónleikari,
sum setti met á 15 teim
bestu við 43 vikum á listan-
um, harav 10 vikur á fyrsta
plássi
Á skránni verða, um-
framt áðurnevnda Forelsk-
aða Sjónleikara, eisini onn-
ur løg, ið hava roynt seg á
15 teim bestu, GOA Land
og Drykkju/Kærleiksvísan,
eins og áhoyrarar kunnu
vænta at hoyra onnur løg
frá
fløguni,
Bermenn,
umframt nýggj løg, sum
verða við á næstu fløguni,
ið eftir ætlan verður givin
út seinni í ár.
Tónleikurin
hjá
Páll
Finni Páll er settur saman
sum eitt passaligt bland av
fólkatónleiki, brit poppi, og
nakað harðari tónum, parað
við bæði fittum kærleiks-
sangum og "óhóskandi fyri
børn" ónærisligheitum – alt
hetta, boðið út við einum
undirspældum skemtiligum
og ironiskum undirtóna.
Páll Finnur Páll, eru eftir
stuttari tíð eru vorðnir
fólkaogn millum føroyskan
ungdóm, og teir møta upp
á G! við sterkastu manning,
seks manns, umframt ein
gittarleikara afturat. Eyka
gittarin er fyrst og fremst
við fyri at kunna spæla
tvær-streingaðar soloir, júst
sum soloir eiga at spælast –
í ektaðum 80´ara stíli.
Manningin í PFP er henda:
Páll O. Rubeksen, sang og
gittar, Finnur Jensen, sang
og gittar, Páll G. Hammer,
tangentar, Høgni Fagra-
berg, el-gittar, Ísak Samb-
leben, bass, Eyðun Egils-
trøð, trummur.
Páll Finnur Páll á G!
C
M
Y
K
3
2