týsdagur 15. juni 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 111 - 15. juni 2004
Nr. 111 - 15. juni 2004
5
Nú skulu umstøð-
urnar á Drelnesi ger-
ast betri fyri at skapa
fortreytir fyri meiri
virksemi á økinum
HAVNAÚTBYGGING
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú ætlar Tvøroyrar komm-
una at fáa størri nyttu burt-
urúr havnarlagnum á Drel-
nesi.
Í tí sambandi hevur Tvør-
oyrar Býráð samtykt at gera
ymsar ábøtur á økinum.
Tilsamans verður mett, at
hesar ábøtur fara at kosta
fast í tveimum milliónum.
Á býráðsfundi fyrr í vik-
uni samtykti býráðið at
fylla hylin á gomlu bryggj-
uni á Drelnesi út og at
stoypa dekk í, so at tað fæst
eitt rættiliga stórt øki burt-
urúr.
Kristin Michelsen, borg-
arstjóri, sigur, at arbeiðið er
mett at kosta umleið 1,5
millión.
Men býráðið hevur eisini
fyri stuttum samtykt at gera
nakað við nýggjara partin
av havnalagnum á Drelnesi.
Tað er havnin, sum Smyril
brúkar nú, og kemur at
brúka, til nýggja sam-
ferðsluhavnin er liðug.
Í tí sambandi hevur Bý-
ráðið samtykt at sprongja
eina grynnu burtur, sum er
beint
uttanfyri
atløgu-
bryggjuna.
Hendan
grynnan
fær
skyldina fyri, at tað er so
ókyrt á Drelnesi, at tað ikki
er liggjandi hjá skipum.
Hetta arbeiðið er mett at
kosta 300.000 krónur og tá
er alt grótið eisini tikið upp
av botni. Talan er um einar
1000 rúmmetrar av gróti,
sum skulu sproingjast og
takast upp.
Býráðslimir førdu fram,
at vísti hetta seg ikki at
hjálpa upp á ókyrruna, var
arbeiðið als ikki burturspilt
kortini, tí hetta fór undir
øllum umstøðum at gera
havnina betri.
Verður grynnan sprongd
burtur, kunnu skipini leggja
beint at. Sum er, noyðast
tey at sigla útum grynnuna
og síðani bakka at bryggju
og tað er óheppið hjá stór-
um skipum.
Býráðið hevur somuleið-
is samtykt at gera aðrar
ábøtur á gomlu bryggjuna á
Drelnesi, har tað er máað
so nógv undan tveimum
kistum, at vandi er fyri, at
tær koppa, kemur tung
ferðsla oman á keiina.
Tað arbeiðið fevnir um at
stuðla uppundir kisturnar
við 20-25 rúmmetrum av
betongi og tað arbeiðið er
mett at kosta nakað yvir
100.000 krónur.
Fáa tvey fyri eitt
Kristin Michelsen sigur, at
tá ið hetta arbeiðið er gjørt,
verða munandi betri um-
støður á Drelnesi.
Borgarstjórin sigur, at tá
ið hetta arbeiðið er gjørt, er
havnin á Drelnesi í fínasta
standi.
– Tá verður havnin á
Drelnesi í fínasta standi og
tá fer at bera til at bjóða
stórum skipum framat, sig-
ur hann.
Og tað er kanska ikki so
langt burtur, at fleiri skip
fara at brúka Drelnes, tí
borgarstjórin sigur, at russ-
isk feløg eru áhuga at fáa
skip á Drelnes at umskipa á
sama hátt sum tey nú brúka
Havnarvág.
Tað verður byggifelagið
Articon, sum skal gera ar-
beiðið. Hetta er sama felag,
sum ger nýggju sam-
ferðsluhavnina og tað er
sostatt longu á fjørðinum
við allari útgerð.
– Av tí, at Articon longu
er á fjørðinum framman-
undan við øllum amboðum
og allari útgerð, sum krevst,
kann arbeiðið gerast nógv
bíligari enn annars, sigur
borgarstjórin.
Ætlanin er sostatt eisini
at fara undir arbeiðið beint
aftaná at teir sleppa frá
ferjuleguni.
Tvøroyrar Kommuna
hevur keypt eini hús á
Tvøroyri, sum skulu
brúkast til sambýli
ELDRAPOLITIKKUR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Í summar letur nýtt sambýli
upp á Tvøroyri.
Á býráðsfundi á Tvøroyri
fyrr í vikuni, samtykti bý-
ráðið at keypa eini sethús á
Tvøroyri og at brúka tey til
sambýli.
Talan er um eini hús, sum
standa niðanfyri vegin, úti
ímóti grótbrotinum, við frá-
líkum útsýni yvir fjørðin.
Talan er um eina út-
reiðslu upp á eina góða
millión og ætlanin er, at
sambýlið skal lata upp í
summar.
Men umframt keypsprís-
in, kemur kommunan at
bera útreiðslurnar til náttar-
vaktir.
Kristin Michelsen, borg-
arstjóri, sigur, at ætlanin er
ikki at gera nakað við hús-
ini.
– Tað eru fleiri kømur í
húsunum og har er pláss
fyri seks fólkum, sigur
hann.
Tilsamans er innrættaði
parturin í húsunum 350 fer-
metrar í tveimum hæddum
og tey eru klár at flyta inn í.
Hava somu støðu
Higartil hevur Tvøroyrar
Býráð verið ímóti, at
kommunurnar sjálvar.
– Eldrapolitikkur er heilt
greitt eitt landsmál. Og tað,
sum kommunurnar gera, vit
at byggja sambýli, er í
veruleikanum at sleppa
landinum
undan
síni
ábyrgd, sigur borgarstjórin.
Hann sigur, at tað er eisini
ymiskt, hvussu landið við-
gerð tær ymsu kommun-
urnar. Sambýlini í onkrum
kommunum, hevur landið
bygt og einsamalt og rekur
tey einsamøll, men aðra-
staðni noyðast kommun-
urnar sjálvar at byggja og at
rinda ein part av rakstrin-
um.
Sostatt hevur Tvøroyrar
Kommuna havt ta púra
greiðu støðu, at hon fer ikki
at útvega sambýli, sum er.
Og hóast kommunan nú
hevur keypt sambýli, merk-
ir tað ikki, at støðan er
broytt.
– Vit hava framvegis okk-
ara greiðu støðu. Einasta
orsøk til at vit hava útvegað
hetta sambýli, er, at talan er
um eini hús, sum altíð
kunnu seljast aftur.
Men Kristin Michelsen
sigur, at hendan støðan hjás
kommununi merkir ikki, at
tey eldru á Tvøroyri, eru
slept upp á fjall.
– Kommunan arbeiðir
við at fyrireika sambýli. Og
so skjótt eitt greitt ábyrgd-
arbýti er gjørt ímillum land
og kommunu, eru vit til
reiðar at gera okkara skyldu
á økinum. Men í løtuni er
tað als ikki uppgávan hjá
kommununum, sigur borg-
arstjórin.
Eitt annað sambýli hevur
verið á Tvøroyri, men vóru
ein privathús, sum vórðu
skipað sum sambýli sum
ein bráðfeingisloysn. Hetta
sambýli heldur uppat nú.
Har hava verið fýra-
fimm fólk, men seinastu
tíðina hevur bara eigarin
verið eftir og hann er nú
farin á ellisheimið.
Gera klárt til meiri virksemi á Tvøroyri
TRÆBRÚGV
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tvøroyrar Býráð hevur
samtykt, at gamla træ-
brúgvin á Hvítanesi skal
varðveitast.
Hetta er ein av teimum
fáu, veruligu træbrúgvun-
um, sum eru eftir í land-
inum og tað heldur býráð-
ið, at tað er vert at varð-
veita.
Hon hevur verið í so
ringum standi, at fyri
nøkrum árum síðani varð
bummur settur fyri, tí tað
var vandamikið at fara út
á hana.
Men nú skulu nýggir
uppstandarar setast upp
fyri at gera brúnna trygga
aftur.
Hetta er eitt arbeiðið,
sum er mett at kosta
150.000-200.000 krónur
og tað skal gerast í summ-
ar.
Ein partur av ábótunum á Drelnesi er at fylla hylin í gomlu havnini út. Borgarstjórin sigur, at
russarar eru áhugaðir at brúka Drelnes til umskipingarhavn
Sambýli letur upp á
Tvøroyri í summar
Hesi húsini á Tvøroyri hevur Tvøroyrar Kommuna samtykt at keypa til sambýli og tað letur upp
longu í summar
Varðveita gomlu træbrúnna
Træbrúgvin á Hvítanesi er ein av teimum heilt fáu, sum eru
eftir í Føroyum og tað heldur Tvøroyrar Býráð vera vert at
varðveita
Landsroknskapurin
fyri 2003 gav slakar
20 mió. krónur í
yvirskoti. Roknskap-
urin fyri 2003 verður
helst tann seinasti
landskassaroknskapu
rin í fleiri, sum fer at
geva yvirskot á
botnlinjuni
LANDSROKNSKAPUR
2003
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
– Hetta er ein serligur
bóklingur. Fyri tað fyrsta er
kápuliturin lillaður, og fyri
tað næsta hevur hann eitt
yvirskot. Sum útlitini eru í
løtuni, fer tað at taka nøkur
ár, áðrenn vit aftur kunnu
gleðast um eitt yvirskot á
landsroknskapinum.
Nakað soleiðis legði ein
embætismaður á Fíggjar-
málaráðnum fyri á tíðinda-
fundi mánamorgunin, tá
hann í stuttum greiddi frá
landsroknskapinum
fyri
2003.
Úrslitið fyri fíggjarárið
2003 hjá landskassanum
gav slakar 20 mio. krónur í
yvirskoti.
– Búskapurin hevur fing-
ið eina ótrúliga vend síðan
2001.
Landskassaroknskapurin
í 2001 gav eitt yvirskot á
700 mió. krónur, og bert
tvey ár seinni hava vit eitt
yvirskot á 20 mió. krónur.
Komandi ár hevur sam-
gongan eina fíggjarætlan,
sum gevur eitt hall á 200
mió. krónur. Sostatt er nær-
um um 1. mia. krónur á
muni frá 2001, sigur Bárð-
ur Nielsen, landsstýrismað-
ur í fíggjarmálum.
Landsstýrismaðurin legði
afturat, at føroyski búskap-
urin kom seg ómetaliga
skjótt eftir kreppuna fyrst í
nítiárunum, og hann vón-
aði, at sama gongd fór at
gera seg galdandi hesaferð,
hóast fleiri vinnur eru fyri
hóttafalli.
– Vit seta okkara vón til,
at fiskaprísirnar aftur fara
at kvinka uppeftir, og at
alivinnan kemur fyri seg
aftur. Fiskaprísurin hevur
alt siga, um vit skulu fóta
okkum aftur, vísir lands-
stýrismaðurin
á,
sigur
Bárður Nielsen
Inntøkurnar svíkja
Undir framløguni av lands-
kassaroknskapinum
fyri
2003 varð greitt frá, at tað
er serliga inntøkusíðan hjá
landskassanum, sum svíkir.
Meðan stígur er komin í
inntøkuvøksturin,
halda
útreiðslurnar á við at økja
hjá landskassanum
Á tíðindafundinum kom
fram, at serliga niður-
skurðurin í ríkisveitingini
úr Danmark og minkandi
skattainntøkur er orsøkin til
fallið á inntøkursíðuni hjá
landskassinum. Tað er ser-
liga lønarútreiðslurnar, sum
eru øktar nógv seinastu
árini. Síðan 1997 eru út-
reiðslurnar hjá landskass-
anum til lønir øktar heili
50%.
– Tað er altíð lætt at vera
bakklókur, men vit áttu at
havt tálmað lønarvøkstrin-
um nakað. Ein øking á 50%
er rættiliga nógv í mínum
oyrum. Eg veit kortini
fullvæl, at tað er rættiliga
torført at halda aftur í so
góðum tíðum, vit hava havt
seinastu árini, sigur Bárður
Nielsen landsstýrismaður.
1. oktober í ár fáa fleiri
lønarbólkar aftur eina løn-
arhækking á góð 4,5 %,
sum fakfeløgini samráddu
seg til á seinastu lønarsam-
ráðingum við landsstýrið.
Skeiv avgerð
Í 2002 valdi undanmaðurin
hjá Bárði Nielsen í Fíggjar-
málaráðnum, Karsten Han-
sen, at gjalda góðar 500
mió. krónur eyka av uttan-
landsskuldini hjá lands-
kassanum.
– Tað er sjálvsagt í ordan
at gjalda skuld aftur. Kort-
ini skuldi Karsten Hansen
sæð hvønn veg tað bar bú-
skaparliga, og út frá tí haldi
eg ikki tað var rætt av hon-
um at gjalda hatta eykaláni,
sigur Bárður Nielsen frá.
Um
vikuskiftið
varð
skipað fyri skeiði í public
service fyri føroysku
fjølmiðlarnar. Tað var
Nordvision, sum skipaði
fyri. Millum onnur fólk,
sum vóru til staðar, var
generaldirektørurin
í
Danmarks
Radio,
Christian S. Nissen.
Ymisk evni viðvíkj-
andi public service vórðu
tikið upp, millum annað
ein ávís tvístøða hesum
viðvíkjandi: Samfelagið
og staturin gjalda fyri
føroyskt
útvarp,
so
hvussu sleppa vit undan
einum statsradio? Men
hinvegin, hvussu tryggja
vit óheftni, soleiðis at út-
varpið ikki verður ein
»statur í einum stati?«
Ferðalagið við general-
direktørinum í Danmarks
Radio fór aftur til Dan-
markar sunnumorgunin.
hkm
Public Service i Føroyum
Veittra yvirskotunum farvæl
– Vit seta okkara vón til, at
fiskaprísirnar aftur fara at
kvinka uppeftir, og at
alivinnan kemur fyri seg
aftur. Fiskaprísurin hevur alt
siga, um vit skulu fóta
okkum aftur, vísir
landsstýrismaðurin á, sigur
Bárður Nielsen
Mynd: Savnsmynd
Á myndini sæst hvussu nógv føroyskur búskapurin er broyttur síðan 1997. Í 2004 verða fyri fyrstu
hægri útreiðslur enn inntøkur
Inntøkur og útreiðslur Landskassans í 1997-2004
C
M
Y
K
5
4