týsdagur 15. juni 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 111 - 15. juni 2004
Nr. 111 - 15. juni 2004
7
Tilmælið hjá ICES er
órealistiskt. Verður
tað fylgt, verður einki
arbeiði á føroyskum
fiskavirkjum yvir-
høvur, sigur stjórin á
Maru Seafood
FISKIVINNA
Edvard Joensen
– Tað ber ikki til hjá okkum
at fylgja tilmælinum hjá
ICES um at skerja fiski-
skapin eftir toski og hýsu
við tveimum triðingum og
upsa við einum triðingi.
Gera vit tað, verður einki
arbeiði í Føroyum.
So einfalt setir Jóhan Páll
Joensen, stjóri á Maru Sea-
food, roknistykkið upp, tá
hann ger viðmerkingar til
tilmælið frá ICES, sum
kunngjørt varð í seinastu
viku.
ICES tekur harðliga til í
síni frágreiðing. Sagt verð-
ur um toskastovnin, at hann
er í so stórari minking, at
vandi er við verandi veiði-
trýsti fyri, at hann kemur
niður á støðið, sum hann
var á í kreppuárunum fyrst í
nítiárunum. Skal tað ikki
enda soleiðis, má fiski-
skapurin halda heilt uppat,
um vit ætla at fáa stovnin
upp aftur eftir einum ári.
Yvir longri áramál kann tað
gerast við at minka veiði-
trýstið við tveimum triðing-
um, sigur frágreiðingin.
Hýsuni láta teir mestsum
líka illa at. Hóast stovnurin
er heilt væl fyri, er veiði-
trýstið ov stórt og má
minka við 17 prosentum,
sigur ICES.
Upsastovnurin er eisni
heilt væl fyri, men eisini
her skal veiðitrýstið lækk-
ast, skulu vit framhaldandi
hava hendan góða stovnin.
Her mælir ICES til eina
lækking upp á 30 prosent.
Í niðurstøðuni av stovns-
metingini og ráðgevingini
hjá ICES verður sagt so-
leiðis:
»ICES mælir tí til eina
minking í beinleiðis roynd-
ini eftir toski og hýsu upp á
umleið 2/3 í mun til ta ver-
andi royndina. Royndin eft-
ir upsa eigur at minkast við
umleið 30%; um hjáveiðan
av toski og hýsu veksur,
eigur royndin eftir upsa at
minka samsvarandi.«
Hetta er at leggja ov
harðliga út, heldur Jóhan
Páll Joensen. Hóast hann er
samdur við fiskifrøðingun-
um í, at vit eiga at røkja
stovnarnar skilagott, metir
hann ikki hesa tilráðingina
at vera realistisa.
– Vinnan ber tað heilt
einfalt ikki. Minka vit veið-
una við tveimum triðing-
um, verður einki arbeiði í
Føroyum yvirhøvur. So ein-
falt er tað, sigur hann.
Hann sigur, at hýsu-
marknaðurin í Bretlandi er
undir sera hørðum trýsti í
løtuni. Og tað er serliga
heila hýsu, bretar vilja
hava, vísir Jóhan Páll
Joensen á.
Hýsumarknaðurin sum
heild er Bretland og amer-
ikanska
eysturstrondin.
Men nú dollarin er dottin
niður í kjallaran, eru íslend-
ingar, sum plagdu at selja
til USA, eisini lagstir á
Bretland, so har treingist í
stórum. Hendir so tað, at
vit skulu til at minka okk-
ara veiðu so munandi, sum
mælt verður til, og bretar
bara vilja hava heilan fisk,
er einki eftir til virkini hjá
okkum at arbeiða, er dapra
niðurstøðan hjá stjóranum
á Maru Seafood.
– Men so galið verður tað
ikki, tekur hann aftur í
aftur. Tað ber ikki til, og vit
fara eisini at síggja eina
millumloysn millum tað,
sum er í dag, og tað, sum
tilmælt er, er hann sann-
førdur um.
Toskurin, sum fiskaður
verður undir Føroyum,
verður saltaður og seldur til
Spania. Tann marknaðurin
er lítil, og nógvir eru um
boðið. Missa vit tveir trið-
ingar av okkara parti har,
koma aðrir beinanveg við
sínum, og so verður ringt
hjá okkum at koma aftur-
íaftur. Tað er eisini eitt
tungtvigandi argument fyri
ikki at fylgja hesum tilmæl-
inum, metir Jóhan Páll
Joensen.
Tað virkar eitt sindur
komiskt at tosa um
skerjingar, samstun-
dis sum sagt verður,
at stovnarnir eru heilt
væl fyri, sigur
formaðurin í
vinnunevndini hjá
løgtinginum
Fiskivinna
Edvard Joensen
Báðir møguleikarnir, at
fylgja tilmælinum frá ICES
og heilt at síggja burtur frá
tí, kunnu føra til undirgang,
metir Henrik Old, formaður
í
vinnunevndini
hjá
løgtinginum.
—Sløkkja vit nú, eru vit
vís í undirgangi. Taka vit
kjansin, kann tað enda við
undirgangi. Tí mæli eg til
tað seinna, sigur hann.
Hann sigur, at hann veit
ikki rættiliga, hvussu tað
skal skiljast, at vit hava
fiskastovnar, sum eru heilt
væl fyri, tá vit ikki skulu
brúka burtur av teimum.
—Eg síggi onga meining
í at hva ein stovn, sum er
heilt væl fyri, bara til at
goyma, sigur hann.
Men hann er varin við at
siga nakað um, hvat hann
politiskt fer at mæla til, tá
málið skal viðgerast í
vinnunevndini.
Enn verður bíðað eftir
tilmælunum
frá
Fiskirannsóknarstovuni og
fiskidaganevndini. Og so
leingi einki er komið
haðani,
verður
heldur
eingin støða tikin, sigur
Henrik Old.
Somu
støðu
hevur
landsstýrismaðuin
við
fiskivinnumálum,
Bjørn
Kalsø. Heldur ikki hann vil
siga nakað, fyrr enn tey
bæði tilmælini eru komin.
Tó sigur hann, at arbeit
verður við at endurskoða
lógina
um
vinnuligan
fiskiskap, og at miðað
verður eftir at hava eitt
uppskot
klárt
til
ólavsøkutingsetuna.
Henrik Old vísir á, at
tiltøk eru alla tíðina, síðan
lógin
um
vinnuliga
fiskiskap kom í gildi í
1966, sett í verk fyri at
minka um veiðitrýstið.
Síðan byrjað varð, eru
umleið 20 prosent av
fiskidøgunum skarvaðir av,
sigur hann.
Tilmælið hjá ICES drepur vinnuna
Tilmælið frá ICES er órealistisk, og fer, um tað verður fylgt, at gera, at einki arbeiði verður á
føroyskum fiskavirkjum yvirhøvur, sigur Jóhan Páll Joensen, stjóri á Maru Seafood
Mynd: edvard Joensen
Hatta virkar eitt sindur komiskt
Tað verður bara ein spurningur um, hvør skal sløkkja kontaktina, fiskifrøðingarnir ella vit, um
tilmælini frá ICES skulu fylgjast, sigur Henrik Old, formaður i vinnunevnd løgtingsins
Rox 2004:
Brakandi rokkur í badmintonhøllini
Komandi vikuskiftið
verður stóra tónleika-
tiltakið Rox 2004 á
fyrsta sinni hildið í
Badmintonhøllini í
Havn. 12 bólkar skulu
spæla, og manningin
á Margarinfabrikkini
skipar fyri. – Ætlanin
er at skipa fyri aftur-
vendandi tiltøkum
umframt at stovna
ein grunn til tónleik-
arar, sigur Allan
Mørkøre, ein av fyri-
reikarunum
TÓNLEIKUR
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Margarinfabrikkin er eftir-
hondini vorðin ein kleki-
maskina í føroyska tón-
leikaheiminum.
Nógvir
tónleikarar eru byrjaðir sína
tónlistarligu ferð niðri í
Magnus Heinasonargøtu í
Havn, og nú taka teir fýra
Bogi Andreasen, Karl Ant-
on Klein, Tróndur Ravns-
fjall og Allan Mørkøre stig
til nýggj tiltøk við enda-
málinum at menna tón-
leikin og skapa umstøður
fyri
meiri
avbjóðandi
tónlistarligum virksemi.
Rox 2004
Fyrsta tiltakið á skránni hjá
teimum fýra er longu næsta
vikuskiftið í Badminton-
høllini í Havn, tá 12 bólkar
skulu folda seg út. Allan
Mørkøre greiðir frá, at til-
takið byrjar klokkan 10, og
leggur hann dent á, at til-
takið er fyri fólk í øllum
aldri, og ikki bert fyri ung-
dóm, sum talan vanliga er
um til konsertir í bad-
mintonhøllini.
Nummar trý frá seinastu
Prix
Føroyar
kapping,
Makrel, er helst kendasta
navnið, og onnur nøvn á
konsertini, vit kenna frá
Prix Føroyum, er m.a.
Fluffy Toys, Headache Blu-
es Trio og Side Effect. Ann-
ars hava fleiri av teimum 12
bólkunum á palli leygar-
kvøldið slitið síni fyrstu
ljóðføri á Margarinfabrikk-
ini.
– Hetta er so fyrsta til-
takið, og ætlan okkara í
framtíðini er at skipa fyri
tveimum konsertum um
árið, sigur Allan Mørkøre,
ein av teimum fýra fyrireik-
arunum. Allan sigur, at
ongar ítøkiligar ætlanir eru
gjørdar um tiltøk komandi
tíðina, men hann leggur
dent á, at ætlanin er eisini at
skipa fyri konsertum aðra-
staðni enn bert í høvuðs-
staðnum.
Peningagrunnur
Sambært Allani fíggjar
Margarinfabrikkin
Rox
2004, og inntøkurnar til
tiltakið fara eftir ætlan í ein
grunn, sum skal nýtast
aftur í næsta ár til konsertir.
– Á henda hátt ætla vit at
fáa fíggjarligt grundarlag
til framhaldandi virksemi,
har peningurin fer aftur til
tónleikararnar, sigur Allan.
Sum sagt fíggjar Margarin-
fabrikkin fyrsta tiltakið, og
tá fara útreiðslurnar til út-
gerð og leigu av Badmint-
onhøllini.
– Tónleikabólkarnir spæla
ókeypis, og sostatt skuldi
tiltakið malið runt fíggjar-
liga, og á henda hátt hava vit
møguleikan aftur at skipa
fyri nýggjum tiltøkum og
konsertum næsta ár, sigur
Allan Mørkøre.
Ein plakat verður í næst-
um at síggja, har boðað
verður frá tiltakinum Rox
2004, og hesa plakat hevur
Restorffs Bryggjarí stuðlað
fyrireikarunum á Margar-
infabrikkini við.
Menna tónleikin
Spurdur, hví stig verður
tikið til hesar framtíðarætl-
anir, er Allan greiður.
– Fleiri av tónleikabólk-
unum eru byrjaðir her niðri
á Margarinfabrikkini, og
fleiri eru enn virknir her
niðri. Vit ynskja at geva
teimum
møguleikan
at
spæla fyri størri áskoðara-
fjøld á størri tiltøkum og
menna møguleikarnar og
tónlistarliga
umhvørvið,
sigur Allan Mørkøre.
So frá at hýsa tónleika-
bólkum og smærri tiltøkum
niðri á Margarinfabrikkini
roynir manningin nú nýggj-
ar, størri og meiri avbjóð-
andi leiðir sum fyrireikarar,
og fyrsta tiltakið er so á
skránni komandi leygar-
kvøld, tá Rox 2004 á fyrsta
sinni fer á flog, og skulu vit
trúgva ætlanunum hjá Karl
Antoni
Klein,
Boga
Andreasen, Tróndi Ravns-
fjall og Allani Mørkøre
kunnu vit vænta okkum
afturvendandi
tiltøk
í
framtíðini við Margarin-
fabrikkini sum fyrireikara.
Tiltak:
Rox 2004
Fyrireikarar: Margarinfabrikkin
(Karl Anton
Klein, Tróndur Ravnsfjall, Bogi
Andreasen, Allan Mørkøre)
Tíð:
Leygarkvøldið kl 22
Stað:
Badmintonhøllin í Havn
Kostnaður:
120 krónur
Bólkar:
Fluffy Toys, Go-Go Blues, Speaker,
48 Pages, Makrel, Einkikann-
diskuterastaltkann, The Story Ends,
Side Effect, SIC, Zink,
Paradox, Lamasea
FAKTA
Teir fýra Bogi Andreasen, Allan Mørkøre, Tróndur Ravnsfjall og Karl Anton Klein skipa næsta vikuskiftið fyri spildurnýggja rokktiltakinum Rox 2004, sum eftir
ætlan verður afturvendandi. - Vit ynskja at geva tónleikarum møguleikan at spæla fyri størri áskoðarafjøld á størri tiltøkum og menna møguleikarnar og
tónlistarliga umhvørvið, sigur Allan Mørkøre. Fyrsta tiltakið Rox 2004 er næsta leygarkvøld klokkan 22 í Badmintonhøllini
Mynd: Heini í Skorini
Manningin á Margarinfabr-
ikkini hevur fingið stuðul til
plakatina Rox 2004 frá Rest-
orffs Bryggjaríi
Mynd: Heini í Skorini
C
M
Y
K
7
6