Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-15, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. juni 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 111 - 15. juni 2004 Nr. 111 - 15. juni 2004 9 – Eg eri altíð nervøsur, tá ið eg fari á pallin, men tað kiksar ongantíð, segði ein fegin, Jóhan, tá ið vit høvdu hann í telefonini sunnu- dagin. Hann var væl nøgdur við setanarrøðu sína, tí, sum hann sjálvur sigur: – Eg fekk alt fólkið við. Jóhan spurdi út í manna- múgvuna, hvønn Jóhan fyrireikararnir høvdu biðið seta stevnuna, og síðan nevndi hann seg sjálvan í fleiri ymiskum leiklutum. Frá setanini, fóru fólk oman á bryggjuna til kapp- róðurin, og tað var næstan sum á ólavsøku at síggja mannamúgvuna, sum fylgdi róðrunum. Á Kunningarstovuni siga tey, at meginparturin av tí, sum var á selja á kaiøki- num, eitt nú pylsur og ann- að, var selt hesar tímarnar, meðan kappróðurin var. Midnáttarsamkoma Fríggjakvøldið sirmaði eitt sindur, meðan Trøllapætur, omman og Angela høvdu framførslu, men tað bilti ikki. Sum nevnt, var veðrið av tí besta leygardagin. Á midnátt leygarkvøldið, tá ið midnáttarsamkoman skuldi vera, fór tó at regna, og sum frá leið gjørdist rættiliga vátt. Tað regnaði alla sunnunáttina og sleit ikki íaftur, fyrr út á sunnudagin, tá ið tivoli læt upp. Sunnu- dagin var veðrið aftur, sum tað eigur at verða á eini stevnu, og fólk hugnaðu sær óført á stevnuøkinum. Tað var Diana Borg- nýardóttir, sum helt mid- náttarrøðuna og fyri røð- una, sang Eystankórið nakrar sangir. Upphitarar til midnátt- arsamkomuna var Nes sóknar Musikkfelag, sum byrjaði at spæla á stevnu- økinum leygarkvøldið klokkan 23.30. Kunningarstovan sigur, at kvøldsetan við tónleiki, sangi og skemti, sum var í Ítróttarhøllini sunnukvøld- ið, eydnaðist stak væl. – Kabarettin, sum fyrstu ferð var framførd sunnu- dagin, var fyri fullsettum húsi. Verður undirtøkan hin sama mánakvøldið, verður møguliga ein eykasðning. Á Kunningarstovuni siga tey, at feløgini, sum stóðu aftanfyri ymisku tiltøkini á Eystanstevnu, sum heild lata væl at. – Vit halda ikki, at Eyst- anstevnan nakrantíð áður hevur verið so væl vitjað sum hesaferð, og tað fegn- ast vit um, siga tey á Kunn- ingarstovuni í Saltangará. Nógv fólk var á Eystanstevnu, og veðurgudarnir vóru sum heild blíðir. Fríggjakvøldið sirm- aði. Leygardagin var fínasta veður, men leygarkvøldið fór at regna, og tað tók eitt sindur av dáminum av midnáttarsam- komuni, sum var á stevnuøkinum. Sunnumorgunin regnaði, men tað sleit í aftur, meðan tíð var EYSTANSTEVNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað verður eingin útikon- sert aftur á Eystanstevnu. Hetta hevur Mentanarhús- felagið, sum skipaði fyri konsertini, gjørt av eftir, at tað vísir seg, at tiltakið ikki fæst at hanga saman fíggj- arliga. Hetta er triðja árið á rað, at skipað hevur verið fyri útikonsert á parkerings- økinum omanfyri Brotið í Saltangará. Bólkarnir, sum luttóku á Eystanstevnu í ár, vóru Tðr, I am og Høgni Lisberg. Hetta eru millum best um- tóktu bólkar og sangarar í Føroyum í løtuni. Tiltakið eydnaðist væl og tey, sum komin vóru saman at lðða á, vóru serstakliga væl nøgd við tónleikin. Men eftir stendur, at tiltakið ber seg ikki fíggjarliga, tí neyð- ugt er við fleiri enn 300 seldum atgongumerkjum. Sosialurin hevur skilt, at hetta var ein seinasta roynd, og tá ið hon ikki eydnaðist so væl, sum fyrireikararnir ynsktu, hevur Mentanar- húsfelagið gjørt av ikki at taka hetta tiltakið uppaftur. Í ár varð eisini roynt at flyta konsertina, sum ann- ars hevur verið fríggja- kvøld, til leygarkvøldið, men tað loysti seg heldur ikki upp fyri, at fyrireik- ararnir fingu endarnar at røkka. Í forsølu kostaðu at- gongumerkini 120 krónur og 150 krónur við dyrnar. Tískil verður eingin úti- konsert av hesum slagnum aftur á Eystanstevnu. Fleiri fólk Á Kunningarstovuni í Saltangará siga tey, at nógv fleiri fólk hava vitjað Eyst- anstevnuna, síðan stevnu- økið varð flutt inn í mið- býin fyri trimum árum síð- an. – Soleiðis er stevnan eisini nógv vaksin seinastu árini, og leygarkvøldið var næstan sum á ólavsøku í miðbýnum. Í ár var stevnuøkið stongt av fyri gjøgnumgangandi ferðslu fyrr enn vanligt, og hetta gjørdi, at feløg og fólk, sum høvdu tiltøk á økinum, fingu betri stundir og betri umstøður at fyri- reika seg til ymisku tiltøk- ini. Eitt, tú serliga legði merki til í ár, var velduga stóra hoppiborgin, sum var á stevnuøkinum. Henda var fyrstu ferð í brúki á Norð- oyastevnu, og líkt er til, at hon er væl dámd. Stóra hoppiborgin, sum er 8,5 metrar høg, 10, 3 metrar long og 6,7 metrar breið, er ætlað bæði børnum og vaksnum. Hon verður væntandi at síggja á fleiri øðrum stevnum í summar. Á Kunningarstovuni siga tey, at fleiri fólk vitja á Eystanstevnu, tá ið kapp- róðurin á stevnuni telir við í FM-heitinum. – Rættiliga nógv fólk var til kappróðurin, helst av tí allar mesta. Veðrið var gott, meðan bátarnir róðu, og sólin skein. Eitt lot lá inneftir fjørðinum, men sum kappróðurin leið, stilti hann av, og lotið ávirkaði ikki róðurin nevnivert. Kappróðurin á Eystan- stevnu var annars rættiliga drúgvur, og kanska kundu tey, sum leggja róðurin til rættis, skipað so fyri, at teir róðrarnir, sum ikki telja við til FM, lógu fyri ella eftir sjálvan FM-róðurin. Er veðrið gott, er tað eingin trupulleiki, um róð- urin dregur út, men hevði tað verið vátveður hendan dagin, hevði tað verið drúgt hjá fólki at bíða eftir tíggjumannaførunum. Tað var farið um útvarpstíð leygarkvøldið, áðrenn allir FM-róðrarnir vórðu av- greiddir. Jóhan setti Tað var Jóhan í Kollafirði, sum leygardagin setti stevnuna. Fyri setanina var skrúðgonga úr Glyvra skúla og út á stevnuøkið, har ein — sum hann sjálvur sigur — nervøsur Jóhan setti stevnuna. Nógv fólk var samankomið í góðveðr- inum til setanina. Eingin Eystanstevnukonsert verður aftur Nógv fólk var á Eystanstevnu, og leygarkvøldið minti stevnuøkið mest um eina ólavsøku Skráin fyri Eystanstevnuna í ár var helst meira fjølbroytt enn nakrantíð áður Síðan Eystanstevnan varð flutt inn í miðbðin fyri trimum árum síðan, hava fleiri og fleiri fólk leitað sær á stevnuna C M Y K 9 8