týsdagur 15. juni 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 111 - 15. juni 2004
Nr. 111 - 15. juni 2004
11
Valið til ES tingið er ein sera áhugvaverd og
týdningarmikil politisk hending. Valið er
áhugavert m.a. tí, at tað í Danmark er eitt
stórt stig til vinstru, við tað at Sosialdemo-
kratarnir og SF høvdu risastóra framgongd. S
fekk 32,7% og SF fekk 8% av atkvøðunum.
Tey valdu eru øll uttan undantak fyri EU.
Hetta lesa eygleiðarar sum, at danski vinstra-
vongurin nú ynskir, at tað skal verða rikin
ein virkin og framfýsin vinstripolitikkur í
Europa. Hetta er sera áhugavert, tí higartil
hava vinstruflokkarnir verið rættliga lunkaðir
í øllum ES spurningum og hava mestsum
hildið seg til eina einvísa mótmæliskós.
Fyri fyrrverandi danska forsætisráðharran
Nyrup Rasmussen var valið ein rættilig polit-
isk uppreising í og við, at hann tykist at sláa
øll donsk met í persónligum atkvøðum, og
við hesum er EU valið samstundis eisini ein
dyggur politiskur smeitur fyri donsku stjórn-
ina. Vinstra, sum er flokkur forsætisráð-
harrans, fer úr fimm niður í tríggjar tinglimir.
Hin stóri taparin er junirørslan, har ráðgevin
hjá norðatlantsbólkinum, Jens Peter Bonde
verður einsamallur tinglimur. Sostatt er valið
til ES tingið ein sonn vanlukka fyri juni-
rørsluna og sama er at siga um fólkarørsluna
móti ES, sum somuleiðis bert fekk ein ting-
lim. So er spurningurin, um alt hetta merkir,
at danir veruliga hava tikið ES til sín og mót-
støðufólkini eru givin á hondum.
Tað er lítið at ivast í, at valið er ein álvar-
samur hvøkkur fyri donsku stjórnina. Valið
gevur eina ábending um, at donsku velj-ar-
arnir eru um at troyttast av tí politisku kós,
sum danska stjórnin rekur. Hinvegin merkir
hetta, at Fogh fer at royna at sita í forsætis-
ráðharrasessinum so leingi sum møguligt, tí
eitt fólkatingsval vildi verið ein vanlukka fyri
Venstre so væl sum fyri DF. Hetta merkir so
aftur, at vit sleppa undan einum fólkatings-
valstríði her í Føroyum, og tað er kanska ikki
so galið, tí eitt fólktingsval í hesum árinum
hevði ivaleyst virkað sera órógvandi uppá
føroyskan poltikk í einum tíðarskeiði, har
samgongan hevur brúk fyri arbeiðsfriði skal
hon fóta sær.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
ES valið
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
»Hovedet på blokken«,
sum ráðstevnan á Christ-
iansborg tann 25. mai.
2004
kallaðist,
hevur
skapt eitt óført orðaskifti
og tjak.
Rolf Guttesen
14. juni 2004
Lat tað vera sagt beinan
vegin, at eg meini at tað er
heilt í lagi at halda eina
slíka konferensu. Tað er
einki undirgravandi virk-
semi ella landsskaðiligt í tí
at fáa fólk at siga sína
meining um tað, sum tey
kanska hava forstand uppá.
Og at fáa danskarar og onn-
ur at lurta, og kanska blíva
klókari.
Tað er eingin vandi fyri,
sum Eilif Samuelsen í við-
merking 04.06.04 sigur, at
"indoktrinera danskar polit-
ikarar". Marianne Jelved,
Frank Jensen og Thulesen
Dahl eru alt ov klókir
politikarar til at lata seg
indoktrinera av sovorðnum.
Men so má tjóðveldis-
flokkurin eisini taka polit-
isku konsekvensirnar av tí
mátanum teir teir, nú ar-
beiða uppá. Fyrr var tað fý,
fý um danskir politikarar
søgdu sína meining um
fullveldis-sirkussið.
Nú
fara teir sjálvir niðir fyri
biða um stuðul til síni seru
sjónarmið. Hetta hava bæði
Jóannes
Eidesgaars
og
Bjarni Djurholm víst á.
Sjúrður Skaale var nakað
kvikur, hesuferð!
Sjúrður Skaale roynir við-
merking 08.06.04 í Sosial-
inum: "Er Jan Müller blivin
klikkaður?" at hava at blað-
stjóranum Jan Müller, sum
bæði blívur kallaður blind-
ur og politiskur fanatikari..
Jan verður lagdur undir at
hótta fólkaræði. Eg haldi
hatta vera eina heilt skeiva
meting av Jan.
Men Sjúrður, sum royna
at leggja monnum lag á,
hvussu man skal diskutera
á rættan og sámiligan hátt,
ger beinanvegin tvey sjálv-
mál. Sjúrður sigur: "Nógv
av hesum kritikki - td. frá
fólki sum Virgar Dals-
gaard og Rolf Guttesen -
er sjálvsagt ikki verdur at
gera viðmerkingar til."
Í fyrsta lagi: Hann fer
eftir manninum og gloymir
bóltin. Virgar hevur sín
serliga, hvassa stíl í tjaki og
er sera vitandi um Føroya
politisku søgu. Kanska ein
tann kønasti á hesum øki.
Tað man vera politiskt
pínufult at blíva álaður
sundur av Virgari. Um mín
egna lítla persón skal eg
einki siga, eg eri bæði
deyvur og dulur.
Tað, sum er sera keðiligt,
er at hesin hugburður úti-
lokar sjónarmið, tí at tey
eru borin fram av einum
Dalsgaard ella Hansen,
einum sambandsmanni ella
indre-missiónara,
einum
sosialisti ella post-modern-
isti, kundi tað verið. Ert tú
av tí slagnum, hevur tín
meining pr. definitión ong-
an týdning.
Har næst: Rolf Guttesen
hevur ikki kritiserað ráð-
stevnuna á Christiansborg.
Eg var ikki har. Men eg
hoyrdi Hermann Oskarsson
í Danmarks Radio. Hetta
var um morgunin týsdagin
25. mai 2004 kl 7.02 á pro-
gram 2 í stuttari tíðinda-
sending. Hetta er also sama
dag sum ráðstevnan, men
fleiri tímar áðrenn teir settu
á har inni á Christiansborg.
Herman segði við egnari
rødd nakrar fáar setningar,
sum eg skrivaði niður alt
fyri eitt. Teir vóru prentaðir
í viðmerking míni í Sosial-
inum 26.05.04 á síðu 12.
Hermann hevur mær vit-
andi ikki havt nakra rætting
til innihaldið.
Eg
skal
endurtaka
hansara orð:
"Færingerne ved ikke,
hvad de skal bruge blok-
tilskuddet på 1 milliard
kroner til; så det er bedst
at fjerne det helt.
De ved ikke hvad blok-
tilskuddet skal bruges til,
og derfor eksporteres det
videre til udlandet.
Nogen gange er der for
lidt, men andre gange er
der for meget.
Det
kan
slet
ikke
styres."
Hetta er skrivað eftir minn-
inum. Er tað skeivt, kann
Hermann rættað tað. Sjálv-
andi veit eg, at setningarnir
eru kliptir saman av einum
longri práti, men hetta eru
vilkorini, tá journalistar
fara til arbeiðis.
Hetta er tað, sum eg havi
gjørt viðmerkingar til, góði
Sjúrður, og einki annað. Og
eg meini framvegis, at so-
vorðið svass ikki sømiligt.
Hvørki sum økonomur, for-
maður í Búskaparráðnum,
stjóri á Hagstovuni ella
tjóðveldismaður eru hesi
orð rímilig.
Tvey sjálvmál, Sjúrður Skaale
TÍÐINDASKRIV
Landsstýrismaðurin í al-
manna- og heilsumálum,
Hans Pauli Strøm, hevur
valt stýrið fyri sjálvsognar-
stovnin Alv.
Limirnir í stýrinum eru
Doris Hansen, Bartal Kass,
Jóhan Samuelsen, Christ-
ian Johannesen og Jóna
Olsen. Stýrið skipar seg
sjálvt, og stýrislimirnir
verða valdir fyri eitt 4 ára
skeið.
Stýrið hevur ábyrgdina
av at umsita ognirnar hjá
Alv og av, at virksemið hjá
Alv fíggjarliga verður fyri-
skipað so væl sum gjørligt.
Endamálið við Alv er at
hjálpa arbeiðstarnaðum aft-
ur til arbeiðis. Hetta kann
gerast við arbeiðsvenjing,
endurbúgving og umskúl-
ing.
Nýtt stýri fyri sjálvsognarstovnin Alv
Jógvan Jacobsen
landsnevndarlimur Unga
Tjóðveldisins
Búskaparligu viðurskifini í
landi okkara skulu dyljast
sum mansmorð, danir skulu
einki vita. Okkurt er, sum
ikki tolir dagsins ljós. Ella
høvdu sambandsfólk ikki
leikað soleiðis í.
Fólk eru rættiliga farin at
renna ørindi fyri okkara
landsins stjórnarsamgongu,
Sambandsgonguna ABC.
Tað skilst á øllum brøgd-
um.
Á ráðstevnu í Danmarkar
høvuðsstaði varð ráðstevna
hildin, har m.o. føroyskur
serfrøðingur segði sína
hugsan um føroysk búskap-
arlig viðurskifti.
Hetta fekk øði í føroysk
sambandsfólk. Danir skulu
einki vita, hóast teir árliga
senda okkum 615 milliónur
krónur afturfyri okkara
fullveldi. Danir skulu einki
innlit fáa í føroysk búskap-
arlig viðurskifti. Kanska
onkur politikkari, men ikki
pressan og ikki fólkið.
Hvat er tað, sum ikki tolir
dagsins ljós? Hvat er tað,
sum er so fúlt og skitið,
sum danska pressan ikki
má finna? Hvat vita Sosial-
urin og Dimmalætting, sum
Føroya fólk ikki veit?
Okkurt er. Ella høvdu
føroysk sambandsfólk ikki
leikað soleiðis í, tá donsk
pressa fer at grava. Onkur
grund er til, at professionell
tíðindafólk
ikki
mugu
sleppa framm at.
Okkurt er, sum ikki tolir
dagsins ljós.
Tolir sannleikin ikki dagsins ljós er okkurt galið
Óli Jacobsen
Tað vísir ein sera dámligan
menniskjansligan
egin-
leika, at limirnir í Bú-
skaparráðnum vilja verja
sín kroysta formann í hes-
um tíðum. Men hetta kann
vera eitt høvi til at seta nøk-
ur viðurskifti uppá pláss.
Tað, sum er avgerandi í
øllum hesum máli, er, at
danskir politikkarar so ella
so hava lagt seg út í innan-
hýsis føroysk viðurskifti.
Her ganga øll spor aftur
til Hermann Oskarsson.
Tað, sum hevur skapt rør-
ingina millum føroyskar
politikkarar er framløgan,
sum verður endurgivin í
Berlingske Tidende tann
28. mai, har Hermann verð-
ur beinleiðis endurgivin
fyri at hava sagt um danska
blokkin: "Det er en fan-
tastisk situation. Men gider
Danmark fortsat betale til
en nation, der har haft store
overskud?…"
Hertil
svara
danskir
politikkarar, leysliga endur-
givið, at er blokkurin veru-
liga skaðiligur, so gera vit
jú føroyingum ein beina við
at endurskoða hann.
Nú aftaná, at hetta hevur
skapt alt rokið í Føroyum,
sigur Hermann seg vera
skeivt endurgivnan. Hertil
er bert at siga, at um eg
sjálvur hevði verið so
skeivt endurgivin, sum
Hermann sigur seg vera, og
við teimum avleiðingum,
sum kundu forútsíggjast, so
hevði eg í stundini kravt
eina rætting frá blaðmann-
inum at koma í blaðið
dagin eftir, og eg hevði sent
rættingina
til
føroysku
fjølmiðlarnar eisini. Tá
hevði einki meira hent.
Ikki tess minni so tosar
Hermann uttan fyrivarni
aftur nakrar dagar seinni
við sama blaðmann um
fiskimannaskattin, og hev-
ur hetta eftir tí fyriliggjandi
sum úrslit, at formaðurin í
donsku
fíggjarnevndini
beinleiðis hóttir føroyskar
myndugleikar "uppá blokk-
in" vegna hetta mál, sum
eisini er eitt innanhýsis mál
í Føroyum. Júst hetta styrk-
ir ikki undanførslurnar hjá
Hermann.
At tey, sum varða av hes-
um málum, gera bart, hevur
einki við avmarking av
talufrælsinum
at
gera.
Hetta er ein spurningur, um
tað veruliga einki mark
skal vera fyri, hvat ein før-
oyskur embætismaður kann
vera orsøk til. Í hesum før-
inum er tað ein hóttan móti
føroyskum sjálvsavgerðar-
rætti.
Her skal ikki sigast eitt
ringt orð um Búskaparráð-
ið. Men hesi eru øll "ser-
frøðingar" - cand. í einum
ella øðrum. Í ráðnum er
ikki skuggi av fólki við
praktiskum
tilknýti
til
fiskivinnuna. Ein slíkur var
í ráðnum fyri nøkrum árum
síðani. Hann tók seg úr, og
tað kundi verið ein góður
spurningur, hvør orsøkin
var til tess.
Men hetta forðar tó ikki
ráðnum at ráðføra seg við
ta vinnu, sum tað hevur so
avgjørdar meiningar um.
Sambært lógini kann for-
maðurin víðka ráðið við
persónum, sum hava til-
knýti til eitt serligt øki.
Hetta hevur hann ikki gjørt.
Niðurstøðurnar verða sjálv-
sagt hareftir.
Tá ein lesur t.d. frágreið-
ingina fyri 2003, so er tað
sum at lesa eina búskapar-
liga lærubók ella høvuðs-
uppgávu hjá einum, sum
skal hava endaligt prógv.
Alt er antin svart ella hvítt.
Ber ein fyritøka seg ikki, so
skal hon fara á húsagang,
basta! Her ger tað ongan
mun, um virkið er landfast,
og at tað kann byrja aftur
við øðrum eigarum, ella
talan er um eitt skip, sum
fer av landinum med alla.
Tað verður als ikki tikin
hædd fyri, at tað er eisini
nakað, sum eitur gerandis-
dagur á økinum. Tað tykist
greitt, at Búskaparráðið
metir síni sjónarmið sum
bíbilskar sannleikar, sum
eingin skal kunna seta
spurnartekin við. Tað er
sjáldan, at viðurskiftini í
einum gerandisdegi eru so
einføld.
Skeivar grundgevingar
um fiskimannaskatt
Taka vit t.d. málið um
fiskimannaskattin, so er
hetta á sama hátt. Grund-
gevingarnar eru sera ein-
táttaðar. Onkur sjónarmið
kunnu vera røtt, meðan
onnur eru ivasom og aftur
onnur
beinleiðis
skeiv.
M.a. verður sagt, at fiski-
mannaskatturin sum frá-
líður fer at gera tað, at reið-
ararnir fáa bíligari arbeiðs-
megi. Hetta er púra skeivt.
Hetta kundi verið rætt, um
fiskimenn fingu t.d. mán-
aðarløn og tað skuldi verið
samráðast um eina slíka
annaðhvørt ár. Tá kundi
skattaskipanin ávirkað løn-
arkrøvini.
Men fiskimenn fáa jú ein
prosentpart av veiðini, og
so leingi hesin verður fast-
hildin, er ikki grundarlag
fyri hesum sjónarmiði. Í
veruleikanum er parturin
hjá fiskimonnum øktur síð-
an fiskimannaskattin, og
tekur tað eisini grundar-
lagið
undan
umrøddu
grundgeving.
Men grundað á hesa
skeivu niðurstøðu verður
komið til eina aðra skeiva
niðurstøðu. Nevniliga at
við bíligari arbeiðsmegi fáa
reiðararnir áhuga fyri at
seta fleiri fiskimenn í starv
enn neyðugt, og hetta
minkar tískil um arbeiðs-
megina í øðrum vinnu-
greinum. Hetta sjónarmið
er eisini prógv um eina
grundleggjandi manglandi
vitan um lønarskipanina
við fiskiskipum. Tá reið-
arar kortini gjalda sama
prosentpart - uttan mun til
manningartal - er tað als
ikki í teirra áhuga at seta
fleiri fólk. Hinvegin virkar
skipanin á tann hátt, at
skiparar, sum eru teir, sum
seta fólkið, hava áhuga í at
hava fægst møguligar mans
við, tí meira verður tá í part
uttan mun til skatt ella ikki.
Ráðið hevur eisini úti-
hýst ta mest ítøkiligu
grundgevingina fyri fiski-
mannaskattinum. Nevniliga
at eggja fiskimonnum til at
búgva í Føroyum, sam-
stundis sum teir útvega sær
arbeiði á útlendskum fiski-
skipum. Hetta vildi økt um
okkara arbeiðsmarknað og
talið á arbeiðsplássum, sum
tað kann vera tørvur á, ikki
minst í hesum døgum.
Hvat um Búskaparráðið
tók í egnan barm?
Mannagongdin hjá Bú-
skaparráðnum tykist at vera
tann sama sum við serfør-
oyskari løgfrøði. Byrjað
verður við niðurstøðuni, og
so skulu grundgevingarnar
lagast til hana, uttan mun til
um tær eru rættar ella ikki.
Tað er ikki so løgið, at
fiskivinnan og fiskimenn
ivast stórliga í Búskapar-
ráðnum og meta tað at vera
eitt slag av hóttan móti tess
áhugamálum. Fólkini í
fiskivinnuni eru nú ikki so
eiðasør, sum ein kann fáa
fatan av. Tað vóru vit, sum
fyrst og fremst fingu skipað
fyri marknaðarbúskapi í
flakavinnuni seinast í 80-
unum.
Heldur enn hetta sjálv-
rættvísi kundi Búskapar-
ráðið tikið í egnan barm.
Tað kundi spurt seg sjálvt,
um tess arbeiðsháttur og
stílur ikki er tann veruliga
orsøkin til ta støðu, sum
hevur fingið ráðið út í hesa
bjargingarroyndina av for-
manninum.
Hetta kundi verið eitt
gott evni til komandi fund
hjá
ráðnum.
Nevniliga
hvussu ráðið sjálvt kann
forða fyri at koma í eina
slíka støðu aftur.
VIÐMERKINGAR
Ein saklig viðmerking til Búskaparráðið
Nýggjastu álopini á for-
mannin í Búskaparráð-
num eru ósømilig og
eiga ikki at koma fyri í
einum
framkomnum
samfelag. Við hesum
mótmælir
Búskapar-
ráðið viðferðina, sum
Hermann Oskarsson,
formaður, hevur fingið
frá einstaklingum og
fjølmiðlum
seinastu
vikurnar.
Limirnir í Búskaparráð-
num vilja við hesum
mótmæla teirri viðferð,
sum formaður ráðsins,
Hermann Oskarsson, bú-
skaparfrøðingur, hevur
fingið, eftir at hann
herfyri helt fyrilestur um
búskaparligu viðurskift-
ini í ríkisfelagsskapin-
um. Politikarar, lands-
stýrismenn, umboð fyri
fakfelag og einstaklingar
hava
í
fjølmiðlunum
ákært Hermann Oskars-
son fyri bæði líkt og
ólíkt, m.a. at hann er
landasvíkjari og rennur
politisk ørindi.
Hetta er ikki fyrstu
ferð, at formenn Búskap-
arráðsins fáa slíka við-
gerð frá politikarum,
landsstýrismonnum, for-
monnum fyri vinnu- og
fakfeløgum og øðrum.
Fyrrverandi
formaður
ráðsins varð eisini fyri
slíkari hunddálking.
Vit hava so stórliga
brúk fyri, at óheftir
stovnar og ráð – eins væl
og øll onnur – sleppa
framat í almenna orða-
skiftinum, uttan at skula
vænta sær at verða álopin
persónliga. Álop sum í
roynd og veru køva talu-
frælsið og harvið fólka-
ræðið í landinum. Sum
hetta málið er handfarið
seinastu
vikurnar,
er
vandi fyri, at alt færri
fólk fara at tora at seta
spurnartekin við, hvussu
vit hava valt at innrætta
okkara búskap, og alt
færri fólk fara at tora at
seta kikaran fyri hitt at-
finningarsama eygað.
Hetta má undir ongum
umstøðum gerast úrslit-
ið!
Uppgávan hjá Búskap-
arráðnum er at veita
óhefta ráðgeving, bygda
á búskaparfrøði. Harvið
kemur ráðið við hvørt at
seta spurnartekin við
viðurskifti, sum sæð frá
einum
búskaparligum
sjónarmiði kunnu vera
óheppin, men sum nøkur
fata sum álop á vunnin
rættindi. Í staðin fyri sak-
liga at viðgera búskapar-
ligu grundgevingarnar
hjá ráðnum, verða orð
ofta
løgd
ráðnum
í
munnin,
sum
ráðið
hvørki hevur sagt ella
hugsað, ella verður farið
eftir persónum í ráðnum
heldur enn eftir innihald-
inum í tí, sum sagt verð-
ur.
Ráðið verður t.d. javn-
an lagt undir at hava ta
hugsan, at blokkstuðulin
annaðhvørt er beinleiðis
skaðiligur, ella at hann
kann takast burtur úr
búskaparliga renslinum
uttan ávirkan á føroyska
búskapin. Hvørki er satt.
Eisini verður ráðið lagt
undir at siga, at fiski-
vinnan
mestsum
er
óneyðug fyri búskapin,
og at vit kunnu liva av at
klippa hvørjum øðrum.
Heldur ikki hetta er í tráð
við hugsan ráðsins. Men
ráðið hevur - bæði tá tað
kemur til blokkin, og tá
tað kemur til fiskivinn-
una - lagt nøkur saklig
sjónarmið
fram
um,
hvørja ávirkan ávikavist
blokkurin og fiskivinnan
hava, eins og ráðið hevur
roynt at seta hesi inn í eitt
landsbúskaparligt høpi,
sum stundum víkir frá
fatanini millum manna
av, hvussu búskapurin
virkar. Víst verður til
frágreiðingar ráðsins.
Búskaparráðið
fer
framhaldandi í skrivligu
frágreiðingum sínum at
úttala seg fakliga um
viðurskifti, ið viðvíkja
føroyska búskapinum, og
vóna vit at innihaldið í
frágreiðingum ráðsins í
framtíðini í størri mun
enn higartil verður partur
av almenna orðaskiftin-
um.
Búskaparráðið hevur á
hvørjum ári bjóðað sær
til at leggja frágreiðingar
sínar fram fyri almenn-
ingin (vinnu- og fakfe-
løgum, politiskum flokk-
um, fyritøkum o.ø.). Øll,
sum hava áhuga, kunnu
venda sær til ráðið at fáa
útgreinaðar frágreiðingar
ráðsins. Á tann hátt
kunnu helst fleiri mis-
skiljingar beinast av veg-
num.
Búskaparráðið:
Gunvør Balle
Miriam Haraldsen
Marner Jacobsen
Anna Kass
Óli Samró
Búskaparráðið
mótmælir
C
M
Y
K
11
10