týsdagur 15. juni 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 111 - 15. juni 2004
Nr. 111 - 15. juni 2004
13
MARKNAÐARRÁK
Sum væntað fekk røðan frá
stjóranum í amerikanska
tjóðbankanum (FED), Alan
Greenspan, og røður frá
øðrum limum í FED stóra
ávirkan
á
virðisbræva-
marknaðirnar í farnu viku.
Røðurnar
góðu
greiða
ábending um, at FED fer at
hækka leiðandi rentu teirra
30. juni. Væntandi verður
rentan hækkað 0,25% í
1,25%. Ein lítil møguleiki
er tó fyri einari størri hækk-
ing.
Greenspan og aðrir FED
limir meta, at gerst amer-
ikanski kjarnuprísvøksturin
(hetta er prísvøksturin uttan
orku og matvørur) hægri
enn 2%, kunnu rentuhækk-
ingarnar gerast ógvusligari
enn áður væntað. Prís-
vøksturin verður dagførdur
týsdagin tann 15. Eftir øll-
um at døma, eru FED limir-
nir nærum á einum máli
um, at trupulleikin á ar-
beiðsmarknaðinum er um
at vera loystur, og tískil er
prísvøksturin nú veruliga
komin í andglettin. Markn-
aðarsemja er um, at kjarnu-
prísvøksturin í mai verður
1,8% eins og í apríl.
Verður
prísvøksturin
hægri enn 1,8% týsdagin,
fara marknaðirnir at tulka
hetta sum, at FED fer at
hækka rentuna meira enn
0,25%. 0,25% eru longu
innroknaði í marknaðirnar.
Tí vil ein øktur prísvøkstur
føra við sær at eitt ávíst
trýst á virðisbrævamarkn-
aðirnar og dollarin fer at
styrkjast.
Í farnu viku varð kunn-
gjørt, at amerikanska SBC,
ið er høvuðspartaeigari í
donsku telefyritøkuni TDC,
ynskir at selja í minsta lagi
30% av samlaðu partabrøv-
unum í TDC. Eftir kunn-
gerðina
lækkaði
TDC
8,5%, men er síðani hækk-
að 4,5% aftur. Hóast tíð-
indini eru negativ júst nú,
merkir sølan, at lættari
verður hjá TDC at seta í
verk langtíðar ætlanir. Útlit
eru tískil fyri, at tíðindini,
sum frálíður, gerast positiv.
Eftir at prísvakstrartølini úr
USA eru kunngjørd týsdag-
in tann 15., heldur Green-
span enn eina røðu. Saman
við prísvakstrarkunngerð-
ini kann røðan ávirka
marknaðirnar, serliga um
Greenspan gevur ábend-
ingar um, at FED umhugsar
at hækka rentuna meira enn
0,25%. Roknað verður við,
at vikan verður óstøðug á
virðisbrævamarknaðunum
orsakað av sera týdningar-
miklu tíðindunum sum
verða kunngjørd.
Nú kemur rentuhækkingin í USA
Vika 25, 2004
www.kaupthing.fo
Gunnleivur Dals-
garð, formaður, f.v.
Starvsmannafelagið hev-
ur sent Jóannesi Eides-
gaard, løgmanni soljóð-
andi bræv:
Í okt. 2003 gjørdi
Star vsmannafelagið
nýggjan tvey ára sáttmála
við Fíggjarmálaráðið, sum
ásetir at lønin hækkaði við
2.9% 1. okt. 2003 og aftur
við 2.9% 1. okt. 2004, og
harumframt hækkaði eftir-
lønargjaldið við 1% um
árið somu tíðarskeið.
Fyri at ongin ivi skuldi
verða um avleiðingina av
hesi áseting, gjørdu vit
Fíggjarnevnd løgtingsins
greitt í skrivi dagfest
15.04.2004, at vit rokn-
aðu við sum givið, at játt-
anarmyndugleikin heldur
seg til sáttmálaásetingar-
nar. Um iki, so fer hetta at
hava við sær óneyðugar
trupulleikar, tí talan vildi
jú vera um sáttmálabrot
og sáttmála, ið gjørdur
varð undir følskum for-
treytum.
Í
opnum
brævi
í
Dimmalætting 10. juni ger
Hans Pauli Strøm, lands-
stýrismaður, púra greitt, at
landsstýrið ikki ætlar at
halda seg til sáttmálan,
sum Starvsmannafelagið
hevur gjørt við sama
landsstýrið, og staðfestir,
at játtanirnar til avtalaðu
lønarbatarnar til landsins
stovnar ikki kemur uppá
tal og at hetta er ein polit-
isk avgerð, sum samlaða
landsstýrið hevur tikið.
Fyri ordans skuld skulu vit
eisini gera vart við, at talan
er ikki bert um okkara sátt-
málaøki, men allar sátt-
málar innan almenna økið.
Vit eru skelkaði av, at
landsins
myndugleikar
soleiðis ætla at fremja
grovt álitis- og sáttmála-
brot og fara at ávara
landsstýrið um tær álvars-
ligur avleiðingarnar, sum
koma at standast av slík-
um grovum álopi !
Avrit av hesum skrivi er
sent til Fíggjarmálaráð-
harran og Almannaráð-
harran, eins fjølmiðlar eru
kunnaðir um skrivið.
Viðvíkjandi sáttmála-
ásetingunum millum
Starsvmannafelagið og
Fíggjarmálaráðið
Johan Petersen
Hóast Miðflokkurin meir
enn nakar annar tekur
Jesuspápa til inntøku fyri
sínum politikki, himprast
hann ikki við at mani-
pulera/lúgva.
Miðflokkurin tvíheldur
um, at hann var ímóti
blokkniðurskurðinum.
Seinast førir Bill Justinus-
sen hetta fram í bløðunum
mikudagin.
Blokkniðurskurðurin or-
sakað av Yvirtøkulógini
Men hvør er so sannleik-
in? Jú, orsøkin til, at blokk-
urin varð skorin niður við
400 mió. kr., er yvirtøku-
lógin frá 2001. Henda lógin
yvirtók fíggjarligu ábyrgd-
ina av nøkrum av málunum
og málsøkjunum á lista A
(fólkaskúlin, læraraútbúgv-
ing,
frítíðarundirvísing,
handils-, tekniskir-, mask-
inmeistara- og maskinist-
skúlar og almenn forsorg).
Kostnaðurin av hesum yv-
irtøkum var 366 mió. kr.
Ikki færri enn 5 ferðir
verður í viðmerkingunum
til lógaruppskotið víst á, at
blokkurin fer at minka, um
uppskotið verður viðtikið:
1. ferð: ... at taka yvir hesi
mál og málsøki við atliti at
lóggávuvaldi, heruppi í
fíggjarvaldi ...
2. ferð: ... fer at hava
avleiðingar fyri inntøkur á
fíggjarlógini við tað, at
heildarveitingarnar úr
Danmark verða lækkaðar
samsvarandi yvirtøkunum.
3. ferð: ... Heildarveiting-
arnar lækka sostatt 356
mió. kr. ... (seinni broytt til
366 mió. kr.)
4. ferð: ... Oman fyri
standandi
metingar
av
fíggjarligu avleiðingunum
eru sostatt at skilja sum ein
lýsing av ...
5. ferð: ... Avleiðingar av
uppskotinum: Fíggjarlig-
ar/búskaparligar
avleið-
ingar fyri landið/lands-
myndugleikar: Ja.
Miðflokkurin tók
undir
Í álitinum tekur Jenis av
Rana undir við uppskot-
inum, men sigur m.a.:
... Miðflokkurin førdi
fram, at vit ikki kundu
loyva okkum, gjøgnum ein-
vísa minkan av blokkinum
...
Heilsuverkið hevur neyv-
an í nýggjari tíð nakrantíð
verið so órøkt og niðurund-
irkomið ... gomlu okkara
liggja hjálparleys ... við-
urskifti teirra brekaðu og
sálarliga veiku eru kata-
strofal ... føroyska skúla-
verkið er so illa umsitið, at
tað meira og meira tykist
fara í upploysing ... og vit
kundu hildið á við dømum
um eitt samfelag í órøkt ...
Tí kenst tað fleirfalt løgið,
at landsstýrið einvíst ætlar
at byrja lækkan av heildar-
veitingini (blokkinum) ...
Miðflokkurin metir hesa
ætlan høpisleysa, serstak-
liga í tí vána støðu nógvir
samfelagsbólkar búleikast
undir. (Sitat endað).
Jenis av Rana
atkvøddi fyri
Men hvør atkvøðir fyri
uppskotinum við 2. viðgerð
21.09.2001 og við 3. við-
gerð 28.09.2001: jú, tað ger
Jenis av Rana!!!!
Avgerðin um blokkniður-
skurð er tikin við Yvirtøku-
lógini, og at Miðflokkurin
við neyðugu fylgilógini
hevur atkvøtt ímóti, er mál-
inum púra óviðkomandi (í
viðmerkingini til fylgilóg-
ina stendur: ... Hetta er
beinleiðis úrslit av, at
endaliga yvirtøkan ... varð
framd ... (Yvirtøkulógin)
...(sitat endað)).
Kanst tú leypa á bláman
og ikki blíva vátur? Tað
kundi Móses, tá ið hann
leiddi ísraelsfólk tvørtur
um Reyðahavið, men Jen-
is? Nei!! Er Miðflokkurin
totalt óseriøsur??
(Sí www.logting.fo >
Tingmál > Løgtingstíðindi
1880-2002 > 2001 > Vanlig
tingmál > 5.Uppskot til
løgtingslóg um at taka yvir
málini og málsøkini á lista
A
í
heimastýrislógini
(Yvirtøkulógin))
Miðflokkurin var við til at skerja blokkin!!
VIÐMERKINGAR
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
15. juni. Valdemarsdagur. Danski kongurin Valdemar Sigur vann í orrustuni við Reval í Estlandi 1219. Søgnin
sigur, at tá illa stóð til, fell reyður dúkur við hvítum krossi niður av himni. 15. juni í 1912 varð kunngjørt, at hesin
dagurin skuldi vera almennur danskur flaggdagur til minnis um sigurin við Reval.
Navnið Valdemar er eftir russiska Vladimir, ið merkir mikil í sínum veldi.
Dagurin eitur eisini Vitus, til minnis um ein 12 ára gamlan drong, sum saman við fleiri øðrum varð tikin av
døgum í Róm umleið ár 300. Dagurin er annars merkisdagur í Noregs søgu. Á vitusarmessu ár 1184 vann Sverri
úr Kirkjubø sigur í sjóbardaganum við Fimreiti í Sogn og gjørdist einakongur í Noregi.
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at
kæra kona mín, mamma, vermamma, systir, svigarinda,
mostir, fastir, ommu- og abbasystir okkara
Olga Reinert
ættað úr Sørvági, búsitandi í Havn
andaðist hósdagin 10. juni, 55 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju
týsdagin 15. juni kl. 14.00
Fyri tey avvarðandi
Johnny, Høgni, Bjørn og Rógvi
Tey, sum vilja minnast Olgu, kunnu ístaðin fyri at senda blómur
ella krans, lata eina peningagávu á konto í Føroya Banka.
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum,
at mín góði sonur, pápi og beiggi
Olivar Vang
ættaður úr Tórshavn, búsitandi í Silkeborg
andaðist 11. juni, 55 ára gamal.
Jarðarferðin verður mikudagin 16. juni
úr Allers List Kirke, Silkeborg.
Fyri tey avvarðandi
Maria,Sam, Jórun, Steingrím, Oddfríð og Miriam
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum,
at kæra kona og mamma okkara
Marita Poulsen
Tórshavn
andaðist 12. juni, 49 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju
mikudagin 16. juni kl. 14.00.
Fyri tey avvarðandi
Jóhan, Rúni og Frida
Tey, ið vilja minnast Maritu, kunnu lata eina peningagávu
til felagið Javna, konto í peningastovnunum.
Til próvtøkuna á Føroya Sjómansskúla í juni 1979 fingu 9 skipsførarar prógv. Teir vóru: Hallur H. Mohr, Fuglafjørður, Dánial
Petur Hansen, Sandavágur, A. Pauli F. Johansen, Miðvágur, Bjarni Petersen, Kollafjørður, Finnbjørn Johansen, Sandavágur,
Hans J. Joensen, Vágur, Hans Martin Ø. Andreasen, Kvívík, Niclas J. Hovsgarð, Hov, og Eyðun Samuelsen, Haldarsvík.
Kelda. Myndaárbókin, árið ið fór 1979
Frá 23. august 2004 at
rokna er Bárður Michelsen
í Havn settur sum leiðari á
Kommunalu Brennistøðini
á Hjalla.
Bárður er 30 ára gamal
og útbúgvin maskinmeist-
ari. Hann byrjaði sum aspi-
rantur í Mærsk-flotanum í
1993 og tók maskinmeist-
araprógv í desember 1998.
Hann sigldi sum maskin-
meistari hjá Mærsk til
2000.
Síðan 2001 hevur hann
starvast á umhvørvisdeild-
ini hjá Tórshavnar komm-
unu.
Leiðarin er fyribils settur
í eitt ár. 17 umsóknir vóru
til starvið.
Kommunala brennistøðin
var tikin í nýtslu í 1987.
Brenniorkan er 5 MW ella
2,0 til 2,5 tons um tíman.
Árliga brenniorkan er um
16.000 tons. Rakstrartíðin
er 8.000 tímar árliga.
Undir
brennistøðina
hoyrir eisini rottangaskip-
anin, slamsúgving, tyrving-
arplássið í Húsahaganum
og jarnmóttøkuplássið á
Hjalla.
Tilsamans 22 fólk starv-
ast á Kommunalu brenni-
støðini.
25 ára starvsdagur
Í dag hevur Jákup Sørensen starvast hjá elfelagnum
SEV á Sundsverkinum í 25 ár sum maskinmeistari,
seinastu árini sum 1. meistari.
Brennistøðin á Hjalla nýggjan leiðara
Bárður Michelsen í Havn er
frá 23. august 2004 at rokna
settur sum leiðari á
Kommunalu brennistøðini á
Hjalla
Mynd: Magnus Gunnarsson
Fyri 25 árum síðan:
Skipsføraraprógv í 1979
C
M
Y
K
13
12