Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. juni 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 111 - 15. juni 2004 15 Fyrrverandi løgtings- limurin, Katrin Dahl Jakobsen, er ikki samd við samfelags- frøðingin Boga Eliasen, sum í blað- num leygardagin mælti til, at Føroya Løgting skipaði fyri skeiðum fyri kvinn- um til tess at fáa tær meiri áhugaðar í poli- tikki VALSKIPAN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Í einari grein í leygardags- blaðnum, har hann við- gjørdi núverandi valskipan í Føroyum, og hvussu hon kann broytast til tað betra, nevndi Bogi Eliasen mill- um annað, at neyðugt er at gera ymisk átøk, so at kvinnur fáa størri áhuga fyri politikki. Millum ann- að skeyt hann upp, at poli- tikkur bleiv lærugrein í skúlanum, og eisini at løg- tingið skipaði fyri skeiðum fyri kvinnum, við tí enda- máli at fáa fleiri fólk, ser- liga kvinnur, áhugaði í poli- tikki. Fólkaskúlalærarin og fyrrverandi løgtingslimurin fyri Javnaðarflokkin í Suðurstreymoy, Katrin Dahl Jakobsen, er samd við Boga Eliasen í nógvum av tí, sum hann ber fram í greinini, men hon er púrasta ósamd við honum í, at kvinnur skulu skúlast til politikk. Nógvar kvinnur eru ikki tøkar Ein av trupulleikunum við at fáa kvinnur upp í politikk er, sambært Katrin Dahl Jakobsen, at tær rætt og slætt eru ikki tøkar. Fyrr- verandi løgtingskvinnan sigur, at tað eru ein rúgva av skilagóðum kring alt landið, ið ikki kunnu fara upp í politikk, tí tær hava ikki umstøður til tað. Før- oyar eru framvegis fyrst og fremst eitt veiðimannasam- felag, og av teirri orsøk eru nógvar kvinnur einsamallar um taka sær av heiminum, tí at maðurin er burtur. Hetta ger, at tær ikki kunnu bjóða seg fram í politiska arbeiðinum, heldur Katrin Dahl Jakobsen og leggur afturat, at tað neyvan er av tilvild, at tað er Suður- streymoy, at frægasta kvinnuliga umboðanin er, tí júst í hesum økinum er lut- víst fáir sjómenn í mun til hini økini í landinum. Katrin Dahl Jakobsen heldur tað eisini verða full- komiliga burturvið, sum samfelagsfrøðingurin ber fram um, at kvinnur skulu skúlast til at fáa førleika til politiskt arbeiði, og hon dugir ikki at skilja, at menn skulu eitast at verða betur brynjaðir til at fara undir politiskt arbeiði. Hinvegin heldur Katrin, at tað er umráðandi, at kvinnurnar koma inn í politikkin, júst so sum tær eru, tí tað er júst tað, ið okkum tørvar, held- ur hon. Eisini heldur fyrr- verandi løgtingskvinnan, at ein háttur at fáa fleiri kvinnur virknar innan politikk, er at størri dentur verður lagdur á tey "bleytu" málini, so sum barnaans- ing, eldrarøkt og onnur, ið kvinnur mangan hava ser- ligan áhuga fyri. - Kikarin verður næstan bara settur á tey "tungu" málini, so sum fiskivinnu, búskap, tunnlar og havnir, sum kvinnur ikki altíð hava so stóran áhuga fyri, sigur Katrin Dahl Jakobsen. Tíðaravmarkað kvotuskipan verd at royna Bogi Eliasen nevnir í grein síni, at tað møguliga hevði verið eitt hugskot at gjørt eina tíðaravmarkaða kvotu- skipan, sum innibar, at innan fyri eitt ávíst tíðar- skeið, t.d. 12 ár, skal í minsta lagi ein triðingur av øllum tinglimunum verða ávíkavist kvinnur og menn. Samfelagsfrøðingurin sig- ur, at best var, um slíkt ikki skuldi til fyri at fáa kvinnur í politikk, men at ein slík skipan kann gerast neyðug fyri at fáa ferð á. Hesum er Katrin Dahl Jakobsen samd við Boga Eliasen í, og hon heldur, at um ein slík skip- an kann verða við til at venda gongdini, er hon av- gjørt verd at royna, heldur Katrin Dahl Jakobsen. Hon heldur, at hetta hevði møguliga ruskað eitt sindur í føroyska politiska hug- burðin og givið tekin um, at fólkaræðið hevur tørv á bæði kvinnum og monnum. Katrin Dahl Jakobsen er telist ikki millum teirra, sum halda, at kvinnuflokk- ar burturav er ein loysn, tí eftir hennara tykki er hetta eitt fet skeiva vegin. Hon sigur, at um vit gera kvinnuflokkar, fara vit aftur at gera mun á kvinnum og monnum, og harafturat hevði eg sjálv heldur vilja verið við í einum flokki, sum byggir á somu polit- isku grundsjónarmið, ið eg sjálv trúgvi uppá. Spurningurin um vit skulu gera Føroyar til eitt valdømi, verður eisini um- røddur í greinini hjá Boga Eliasen, og her tekur Katrin Dahl Jakobsen fult undir við hansara sjónarmiðum at gera alt landið til eitt val- øki. Fyrrverandi løgtings- kvinnan er samd við Boga Eliasen í, at um vit hava bert tað eina valdømi, kann tað kanska gerast lættari hjá kvinnum at koma framat. Sum nú er, er tað ógvuliga sjáldan, at kvinnur eru mill- um fremstu valevnini hjá teimum ymisku flokkunum í teimum smærru valdøm- unum kring landið, meðan tað kann hugsast, at tað verður lættari hjá kvinnum at sleppa framat, um bert eitt valdømi er. Læra um samfelags- mekanismur Greinin, sum Bogi Eliasen hevði í blaðnum leygardag- in, hevur yvirskriftina "Politikkur sum lærugrein í skúlanum", og samfelags- frøðingurin ber fram, at eftir hansara tykki hevði tað verið eitt hugskot at fingið eina nýggja læru- grein í fólkaskúlanum, ið eitur politikkur. Hetta skal sambært honum verða við til at birta áhuga fyri poli- tikki millum føroyskar ung- dómar. Hesum er fólka- skúlalærarin, Katrin Dahl Jakobsen, ikki heilt samd við honum í. Hon heldur ikki, at tað er so illa statt við áhuganum fyri politikki millum føroyingar, at tað er neyðugt at politikk inn í fólkaskúlan sum serstaka lærugrein, tí hvat er poli- tikkur. Katrin Dahl Jakob- sen heldur tað verða óvist, um vanligi borgarin og fak- maðurin Bogi Eliasen hava somu fatan av hvat poli- tikkur er, og tað er júst her, at kvinnurnar kunnu renna pannuna ímóti múrinum. Sjálv heldur Katrin Dahl Jakobsen, at vanliga virð- ingin er fyri tí, sum man kann kalla mannfólkapoli- tikk, so sum skip, asfalt, betong og annars alt, sum hevur roðslu og stert. Fyrr- verandi løgtingskvinnan sigur, at høvdu vit megnað at tóna niður nakað av "sluppsyndrominum", sum hon rópar tað, sum einaferð í tíðini fekk fastatøkur á fólki, og fingið eyguni upp fyri veruligu virðinum í samfelagnum, hevði tað politiskt verðið væl rúm- sáttari. Fólkaskúlarlærarin, Katr- in Dahl Jakobsen, sigur, at eftir hennara tykki er tað meiri umráðandi, at næm- ingar í fólkaskúlanum læra um, hvussu samfelags- mekanismurnar virka, og hvat skal til, fyri at mo- dernaða samfelagið skal hanga saman. Hetta hevði verið við til at eggja okkara ungdómar at tora at møta tí ókenda og leggja lunnar undir dirvi at taka ábyrgd fyri samfelagnum, júst so sum fólkaskúlalógin leggur upp til, heldur Katrin Dahl Jakobsen. Somuleiðis held- ur hon, at tað er ein vandi fyri, at partapolitisk áhuga- mál av óvart kunnu sníkja seg inn í undirvísingina, um lærugreinin eitur poli- tikkur, sigur Katrin Dahl Jakobsen at enda. Kvinnur skulu ikki skúlast til politikk Fólkaskúlalærarin og fyrrverandi løgtingslimurin, Katrin Dahl Jakobsen, er ósamd við samfelagsfrøðingin, Boga Eliasen, sum í blaðnum leygardagin kom við tí uppskoti, at kvinnur skuldu skúlast til tess at fáa størri áhuga fyri politikki. Hon er heldur ikki samd við honum í, at tað er eitt hugskot, at fólkaskúlin fær eina nýggja lærugrein, sum eitur politikkur Tað er synd at siga, at nógv kvinnulig andlit eru at síggja av tingsins røðarapalli 15 14 Nr. 111 - 15. juni 2004 Hvørt ár eru allir bretskir designskúlar við á eini messu, har tey bestu í fráfarandi árganginum verða funnin. Allir skúl- arnir velja tríggjar av sínum næmingum til at umboða seg. Marianna Mørkøre av Hvítanesi var ein teirra, ið var vald at umboða Ravens- bourne College of Design and Commu- nication, har hon hevur nomið sær BA útbúgving í Fashion Promotion. Marianna prógvaði væl og virðiliga, at hon var verd heiðurin at umboða skúlan, tí hon vann hørðu kappingina um »the Media & Design Award« DESIGN KAPPING Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo British Graduation Fashion Week (GFW), er eitt árligt tiltak, sum vísir endaligu verkætlanina hjá trimum teimum bestu næmingun- um á øllum design skúlun- um í Bretlandi. Tað eru eini 30 skúlar í alt, so tað er hørð kapping um at sleppa við og at vinna ymisku virðislønirnar, sum verða latnar. Endamálið við messuni er at sýna tey nýggju talentini fram fyri móta vinnuni. Ein av teimum, sum slapp ígjøgnum tronga nál- areygað, var Marianna Mørkøre. Og tá avtornaði, stóð hon við einum steypið, einum kekki og nógv víðk- aðum arbeiðsmøguleikum í framtíðini. – Tað byrjaði við, at eg, saman við tveimum øðrum, bleiv vald út til at umboða mín skúla á GFW. Tað var sjálvandi spennandi, tí har eru nógv kend fólk og nógv kend mótabløð, sum koma at forvitnast um teir nýggj- astu spírarnar innan móta- heimin, greiðir Marianna Mørkøre frá. Á messuni eru catwalk-show við klædna kollektiónum og básar við alskyns móta relateraðum tingum, t.d. fotomyndum, accesories og ymsum móta vørum. – Eg visti beinanvegin, at eg ikki hevði hug at gera eitt vanligt catwalk show. Eg valdi heldur at gera ein stuttfilm, við denti á ljós, ljóð og rúmd, sum vísti brot úr ymiskum spølum, t.d. gentur, sum hoppaðu band og lastikk, sigur Marianna. Hon greiðir frá, at mess- an vardi í fýra dagar. Teir fyrstu dagarnar vóru fram- sýningar og seinasta dagin var stórt gallashow, har vinnararnir vórðu útnevnd- ir. Dómarar í kappingini vóru blaðstjórarnir á kendu mótabløðunum GQ og Blueprint. Teir gingu runt og hugdu at øllum verkætl- anunum, og skuldu so nominera tríggjar næming- ar til hvørja virðisløn. Eini 17 virðislønir vórðu latnar, m.a. fyri besta bás, bestu kollektión, bestu textilir, besta marknaðarføri o.s.fr. – Móti endanum á fyrsta degnum komu dómararnir og søgdu, at teir møguliga ætlaðu at nominera meg til »the Media & Design Award«, men teir vildu fegnir hava meg at greiða teimum nærri frá um verk- ætlanina hjá mær fyrst. Eg havi verið til so nógvar tí- líkar kappingar, meðan eg havi gingið á skúlanum, so eg tók tað púra róligt. Mín veikasta síða er at skula práta um tingini hjá mær og greiða frá, so eg fór be- stemt ikki upp at flúgva fyri tað um teir vildu práta við meg, greiðir Marianna frá. Vinnandi uppgávan – Arbeiðið við endaligu verkætlanini byrjaði í jóla- feriuni, tá vit sjálvi skuldu gera okkara uppgávuorð- ing. Hjá mær var hugskotið um at gera okkurt øðrvísi enn eitt vanligt catwalk ber- andi allatíðina. Eg valdi heldur at gera ein stuttfilm, har umstøður, ljóð og rútm- ur viga meiri enn klæðini sjálvi. Ofta haldi eg, at tú líkasum ikki fært nakað fornemmilisi av klæðunum ella av umstøðunum, sum klæðini skulu vera í, tá tú hyggur at einum catwalki. – Eg fór heim til Føroya at filma í páskafrítíðini, væl stuðlað av Atlantic Air- ways. Eg bleiv liðug við upptøkurnar í apríl mánað, men so hugsaði eg, at tað kanska var nakað óupp- finnsamt bara at vísa filmin á einum hvítum løriftið, so eg byrjaði at hugsa um onkran spennandi máta at vísa filmin uppá, greiðir Marianna frá. Hon sigur, at hon av- gjørdi at gera eina rúmd at vísa filmin í. Hon evnaði ein kassa, har hon setti ein projektør, ið vísti filmin, og tvey spegl inní. Hetta ar- beiðið varð gjørt við hjálp frá teimum, sum ganga á møbeldesign skúlanum. Í tveir dagar arbeiddu tey við at finna júst tann rætta vinkulin til speglini, soleið- is, at myndin bleiv brotin akkurát har hon skuldi. Úrslitið var eitt slag av filmscollagu, har tú bert sást reflektiónina av filmin- um í speglunum. Hvørki projektørur ella hátalarar sóust. Filmurin var loopað- ur, tvs, at hann koyrdi um- aftur og umaftur allatíðina. Bert einastaðni á kassanum var eit lítið hol, so tað bar til at hyggja inn og síggja filmin. Men hátalararnir vóru rættiliga hart frá, so ljóðið fangaði tey, ið gingu framvið. – Við í filminum hjá mær vóru Rannvá Justinussen, Kristina Ougaard, Julianna Mørkøre og Mathilde Mader. Tær siga einki, men hava ymiskar rútmiskar rørslur, tí filmurin er bygdr á spæl. Hann vísir t.d. at tær hoppa lastikk og band, og ein teirra dansar stepp- dans úti í regninum. Eg havi serliga lagt meg eftir at vísa ymiskar støður, har klæðini verða sett inn í ein samanhang við gerandis- umstøðum, veðri og ljóði. Ljóðið á filminum eru rútmurnar, ið koma av, at genturnar t.d. hoppa band í takt. Ella at ein teirra stepp- dansar. Eg valdi at lata klæðini koma í aðru røð, og eg havi tí bert designa uml. helvtina av klæðunum, sum tær eru í. Annars vóru tær í ymiskum gomlum klæðum, sum tær eiga sjálvar, sigur Marianna. And the winner is… Táið gallakvøldið kom, visti Marianna framvegis ikki um hon var ein av teimum nominerðaðu. Hon hevði verið og greitt dóm- arunum frá um sína verk- ætlan, men hon hevði einki frætt aftur. – Gallashowið var skipað júst sum hesi stóru Awards showini, t.d. Brit Awards ella MTV Awards. Tað vóru kendir vertir og kend fólk innan mótaheimin komu út og presenteraðu tey trý, sum vóru nominerað. Eg visti ikki av, at eg var nom- inerað, so eg bleiv kløkk tá eg hoyrdi mítt navn ímill- um tey trý. Tá eg so hoyrdi: And the winner is… og so mítt navn, tá visti eg ikki hvat eg skuldi gera. Tað var ófatuligt. Eg ristist, tá eg fór upp á pallin at taka ímóti steypinum og kekkin- um, sum var á 750 pund. Tað var fantastiskt, sigur Marianna. – Hatta var veru- liga ein góður endi á alt stríðið og stressið, eg havi havt. Eftir showið komu dóm- ararnir yvir og prátaðu við hana, og róstu hennara arbeiði. Teir søgdu, at tað var væl gjørt og spennandi. Tað, at hon hevði útnyttað rúmdina, ljósið og ljóðið so væl, var avgjørt eitt pluss afturat øðrvísi filminum. Serliga blaðstjórin á Blue- print, var serliga áhugaður, og vildi fegin hava myndir og samrøðu við Marionnu í blaðið. Marianna sigur, at hetta avgjørt hevur givið henni motivatión at halda fram við skapandi arbeiðn- um. – Eg komi ikki heim nú, hóast skúlin verður liðugur um fjúrtan dagar. Nú fari eg at royna meg, og vita um eg klári at yvirliva í London. Eg ætli mær at royna at fáa okkurt assistent arbeiði innan film, tí tað er avgjørt tann vegin, at eg havi hug at fara, greiðir Marianna frá. – Nú havi eg verið í London í fýra ár, og eg havi bygt mær nógvar kontaktir upp. Tankin um at fara at byrja av nýggjum onkra aðra staðni er ikki so tiltalandi júst nú, sigur hon. Við at vinna »the Media & Design Award«, hevur Marianna sligið sítt navn fast innan mótaheimin. Hon hevur prógvað, at hon, innan hetta økið, er tann besti nýklakti næmingurin við BA í Fashion Pro- motion í øllum Bretlandi. Og tað er sanniliga ikki so lítið. Vit ynskja Marionnu tillukku og góða eydnu. Marianna er í bretsku design elituni www.wgsn.com, ið er ein slóðbrótandi og leiðandi móta heimasíða, skrivaði soleiðis um GFW, har Marianna vann prísin fyri besta Media & Design Award: Í juni fer elitan av ungum sniðgevaratalentum, sum hava lisið í Bretlandi, aftur at vísa sín kreativitet. Yvir 30 av fremstu móta- og sniðgevaraskúlunum í Onglandi vera við í catwalk showunum og øðrvísi framsýningunum, sum fara at koyra non-stop í fýra dagar. Her verður møguleiki at síggja nakrar av teimum mest uppfinnsomu nýggju mótaskaparunum, teknarunum og fotografunum, mótahøvundunum, mótamarknaðarfrøðingunum og textil- og grafik- designarunum. 7.-10. juni luttók føroyska Marianna Mørkøre í eini stórari mótamessu, ið var fyri mótalesandi í øllum Bretlandi. Marianna vann »the Media & Design Award« og hevur harvið sligið sítt navn fast innan mótaheimin Mynd: Eydna Skaale C M Y K 14