týsdagur 15. juni 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 111 - 15. juni 2004
Nr. 111 - 15. juni 2004
17
Eitt stórt tiltak var í
KÍ høllini fríggjadag-
in. Øll børnini, sum
ganga í Mylnuhúsin-
um, vórðu saman við
teirra familjum í
tivoli, sum børnini
sjálvi saman við
starvsfólkunum,
høvdu riggað til og
staðið fyri
TILTAK
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
Júst
hvussu
nógv fólk vóru í tivoli í KÍ
høllini fríggjadagin, er ilt at
siga. Men tey vóru heilt
nógv. Knapt 150 børn
ganga til dagligt í Mylnu-
húsinum, og um sagt verð-
ur, at hvørt barnið hevði
tveir gestir, so er skjótt at
rokna út, hvussu nógv fólk
vóru í høllin hendan dagin.
Hetta var eitt sera stutt-
ligt tiltak, og eigur dag-
stovnurin bert rós uppi-
borið fyri at hava givið
børnunum ein ógloymandi
dag.
Heimagjørt
KÍ høllin var gjørd um til
eitt tivoli, har børnini
høvdu sjálvi gjørt megin-
partin. Tvær hoppiborgir
vóru eisini har, og tær vóru
sum vera man vælvitjaðar.
Síðani vóru eisini fleiri
básar, har bóltkast, bowl-
ing, fiskibrunnur og mangt
mangt annað var.
Eisini bar til at kasta
tallerkar við róma eftir
fólki og vátar svampar, so
tað var eitt øgiligt svans í tí
eina básinum. Men alt hetta
var til miklan stuttleika fyri
børn og vaksin. Um børnini
raktu persónin, fingu tey
ein vinning.
Til bóltkastið høvdu tey
sett upp nøkur NAN-blikk,
og til bowling høvdu børn-
ini málað nakrar sodavatns-
fløskur, sum tey so rullaðu
bóltar eftir. Hetta vísti, at
tað ber væl til at hava
heimagjørt
bóltkast
og
bowling.
Okkurt barnið hevði á
orði, at tivoliið hjá Mylnu-
húsinum var nógv stuttligar
enn tað, sum var á norðoya-
stevnu.
Eitt langt borð varð sett
upp mitt í høllini, har vaks-
in kundu fáa kaffi ella te og
køkur frá bakarínum hjá
Símuni afturvið. Eisini var
popcorn og saft at fáa, og
tað var dúgliga vitjað.
Á pallinum, sum eisini
varð settur upp til tiltakið,
var ymiskt á skránni. Silvi
og Nósi vitajðu, børnini
sungu, klovnar komu fram-
við og Jógvan politiovasti
kom eisini at syngja politi-
sangin fyri børnunum, og
tey sungu við við lív og sál.
Familjur
Børnini hildu til í KÍ høllini
í tríggjar dagar, og í hesar
dagarnar vóru tey býtt upp í
familjur í staðin fyri stovur.
Hvør familja hevði so eitt
navn, til dømis Kinesarar-
nir, Sólskinsbørn og so
framvegis. Og so høvdu tey
eitt hvørt sermerki, sum
vísti til hvørja familju tey
hoyrdu.
Hvør familja hevði so
eisini sín bás, har tey
hoyrdu heima. Men helst
mundu tey fyri tað mesta
reika runt úti í høllini.
Hóast yvir 100 børn vóru
í høllini hesar dagarnar, so
siga starvsfólkini, at tað
ikki var so strævið, sum tey
av fyrstan tíð høvdu vænt-
að.
– Sjálvandi hevur tað
verið øgiliga rokaligt til
tíðir, men soleiðis eigur tað
at vera, tá tað eru so nógv
børn. Men hetta hevur
verið sera stuttiligt, segði
eitt av starvsfólkunum, sum
stóð og skar køku.
Tiltakið
fríggjadagin
vardi góðar tveir tímar, og
tað endaði við, at børnini
góvu leiðaranum, Honnu
Thøgersen eina gávu til
minnis um hendan dagin og
sum tøkk fyri ein ógloym-
andi dag. Og aftaná sungu
tey slagsangin hjá Mylnu-
húsinum, sum er KÍ sang-
urin Liðið tað eitur KÍ.
Ein ógloymandi dagur
2 ára gomul
yvirkoyrd
Um trítíðina seinna-
partin
leygardagin
bleiv ein 2 ára gomul
smágenta yvirkoyrd á
Arjgum. Gentan kom
gangandi oman eftir
einari
brekku
við
einum leikutoysbili í
hondini, tá ein bilur
bakkaði út á vegin.
Bilførarin hevði ongan
møguleika at síggja
gentuna, tí hon var so
lítil, og endaði hon
undir
hjólinum
á
bilinum.
Hetta varnaðist bil-
førarin og hann fór út
at hyggja, hvat var
undir hjólinum. Og har
lá so hendan smá-
gentan.
Bilførarin
tordi hvørki at koyra
fram ella bakka meira,
so tað endaði við, at
bilurin varð lyftur av
gentuni.
– Vit hava ikki ná-
greiniliga fingið at
vita, hvat fyri skaða
gentan fekk, men all-
arhelst hevur hon brot-
ið lærið, sigur vakt-
havandi á løgreglu-
støðini.
- sae -
Bátur stolin
Sunnukvøldið um nátt-
urðatíð fekk løgreglan
fráboðan frá einum
bátaeigara, at báturin
hansara var stolin.
Eigarin greiddi frá, at
hann hevði júst sæð
bátin hjá sær fara
siglandi út um molan
við trimum persónum
umborð.
Báturin hevði kós
móti Eysturoynni, men
tá teir nærkaðust Toft-
um, varnaðust teir løg-
regluna á keiini, so teir
sigldu
tvørtur
um
fjørðin yvir á Strendur.
Har vórðu tveir mans
settir av. Og síðani
ætlaði tann triði sær at
sigla aftur til Havnar
einsamallur, men tað
kláraði hann ikki. Bát-
urin hevði ov lítið av
bensini og stegðaði
upp.
Maðurin
umborð
sendi út neyðarkall, tí
hann rak móti landi.
Vakthavandi sigur, at
løgreglan hevði alla-
tíðina eyguni eftir hon-
um frá landi av.
– Vit fingu hann í
seinastu løtu, tí tá var
hann rikin inn í taran,
so tað kundi havt verið
nógv verri, sigur vakt-
havandi.
Allir tríggir mennin-
ir vórðu handtiknir og
sleppa nú at standa til
svars fyri teirra gerð.
- sae -
At kasta tallerkar við róma eftir hvørjum øðrum var nakað,
sum børnunum dámdi sera væl. Her stendur Hervør fyri
skotum
Popcornini fullu í góða jør, og her er tað Aksel, sum guffar í seg
Stór mannamúgva savnað
framman fyri pallinum í
Tivoli Mylnuhús fríggjadagin
Fiskibrunnurin var eisini vælvitjaður, og børnini fingu ena sleikisneis hvør, um tað eydnaðist at
fanga ein av lutunum í brunninum
Danska valið til ES-
tingið vísti, at danir
nú hava viðurkent, at
teir eru partur av
Evropasamveldinum.
Mótstøðuflokkarnir
taptu. Sosialdemo-
kratarnir vunnu. Eins
og aðrastaðni tapti
tann stóri stjórnar-
flokkurin eisini
ES-VAL
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tá tað nýmannaða ES-
tingið kemur saman til sín
fyrsta fund, verða bara tvey
andstøðuumboð
ímillum
tey 14 donsku umboðini í
tinginum. Tvey seinastu
valini hava flokkarnir og
listarnir, sum eru ímóti
donskum
ES-limaskapi,
fingið meiri enn 30 prosent
av
atkvøðunum,
men
sunnudagin fingu teir ein
frammaná.
– ES-mótstøðan í Dan-
mark er deyð, og ES er
vorðið ein partur av donsk-
um politikki, segði formað-
urin í Sosialistiska Fólka-
flokkinum, Holger K. Niel-
sen, tá valúrslitið var greitt.
Politiskir
eygleiðarar
í
Keypmannahavn eru samd-
ir við honum. Teir halda
nógv benda á, at danir nú
hava viðurklent, at teir eru
partur av ES, og at áralong
mótstøða ímóti samveldin-
um er løgd til viks.
Tann stóri taparin sunnu-
dagin var Juni-rørslan, sum
fekk 9,1 prosent av atkvøð-
unum ímóti 16,1 prosentum
á valinum fyri fimm árum
síðani. Rørslan misti tvey
av sínum umboðum og
hevur nú bara Jens Peter
Bonde eftir í ES-tinginum.
Fólkafylkingin ímóti ES
hevði eisini afturgongd,
men varðveitt kortini sítt
umboð.
Nyrup vann
Tann stóri vinnarin sunnu-
dagin var fyrrverandi for-
sætisráðharrin Poul Nyrup
Rasmussen, sum var odda-
valevni hjá Sosialdemo-
kratunum hesaferð. Flokk-
urin fekk heili 32,7 prosent
av atkvøðunum, og tað var
tvær ferðir meiri enn á
valinum í 1999. Eingin ivi
er um, at tað var Poul
Nyrup Rasmussen, sum dró
atkvøður til flokkin, og í
gjár varð roknað við, at
hann fór at seta met í per-
sónligum atkvøðum til eitt
ES-val. Sosialdemokratar-
nir fingu meiri enn 600.000
atkvøður, og hildið varð, at
Nyrup mundi hava fingið
umleið
helmingin
ella
kanska uppaftur meiri.
Fyrrverandi forsætisráð-
harrin var samdur við
teimum, sum søgdu valið
vera eina greiða ábending
um, at danir nú hava við-
urkent limaskapin í ES.
– Fólkið hevur sagt, at vit
hoyra heima í Evropa. Velj-
ararnir hava tikið støðu. Nú
er tað ikki ein spurningur,
um fólk eru fyri ella ímóti
ES. Nú er spurningurin,
hvat vit vilja við samveld-
inum, segði hann, tá valúr-
slitið var komið.
Eins og í hinum londun-
um hevði tann stóri stjórn-
arflokkurin, Vinstri, eitt
vánaligt val. Flokkurin fór
úr 23,4 niður í 19,4 prosent
av atkvøðunum og misti
tveir av sínum fimm ting-
limum.
Úrslitið í Danmark
2004
1999
Umb.
1999
Sosialdemokratarnir
32,7
(16,5)
5
(3)
Radikala Vinstra
6,4
(9,1)
1
(1)
Konservativu
11,3
(8,5)
1
(1)
SF
8,0
(7,1)
1
(1)
Junirørslan
9,1
(16,1)
1
(3)
Fólkafylkingin ím. ES
5,2
(7,3)
1
(1)
Dansk Folkeparti
6,8
(5,8)
1
(1)
Kristil. demokratarnir
1,3
(2,0)
0
(0)
Vinstri
19,4
(23,4)
3 (5)
__________________________________________
Viðm.: Í 1999 valdu danir 16 umboð í ES-tingið, men nú
hevur Danmark bara 14 umboð í tinginum.
UTTAN ÚR HEIMI
ES-andstøðan
í Danmark deyð
Poul Nyrup Rasmussen var tann stóri sigursharrin á danska ES-valinum sunnudagin
Mynd: Reuters
Sinn Fein í ES-
tinginum
Fyri fyrstu ferð hevur
tann politiski vongurin
av Írska Republikanska
Herinum fingið umboð í
ES-tingið.
Á valinum sunnudagin
fekk Sinn Fein næstan 12
prosent av atkvøðunum.
Tað var næstan tvær ferð-
ir meiri enn á valinum
fyri fimm árum síðani,
og tað var eisini nóg mik-
ið til at geva flokkinum
tvey umboð í ES-tingið.
Eins og í øðrum lond-
um royndist valið í Ír-
landi illa hjá stjórnini.
Flokkurin
hjá
Bertie
Ahern, forsætisráðharra,
Fianna Fail, hevði eitt
vánaligt val og misti tvey
av sínum umboðum í ES-
tinginum.
Latast leysur ella
ákærast
Altjóða Reyði Krossur
krevur nú, at fyrrverandi
irakski einaræðisharrin
Saddam Hussein verður
ákærdur ella latin leysur.
Talskvinnan hjá Reyða
Krossi, Nada Dourmani,
segði við bretska blaðið
The Guardian í gjár, at
amerikonsku myndug-
leikarnir siga Saddam
Hussein vara krígsfanga,
og tí noyðast teir annað-
hvørt at draga hann fyri
rættin ella at lata hann
leysan, tá hersetingin
heldur uppat tann 30.
juni. Gera teir ikki tað,
brýtur USA fólkarættin,
segði Nada Dourmani.
Reyði Krossur sigur, at
amerikanararnir
hava
einar
40
fyrrverandi
irakskar politikarar sit-
andi í fangalegum, uttan
at nakar teirra er ákærd-
ur. Sagt verður, at fang-
arnir sleppa ikki at tosa
við sakførarar ella síni
næstu, men at teir verða
javnan avhoyrdir. Reyði
Krossur heldur, at USA
ætlar sær at revsa fang-
arnar uttan at vita, um
teir yvirhøvur eru sekir í
nøkrum lógarbroti.
Danskir pengar
truplir
Tað loysir seg ikki hjá
dønum at hava danskar
pengar við sær, tá teir
fara uttanlands at ferðast.
Jyllandsposturin skriv-
ar, at fleiri bankar í Týsk-
landi og Fraklandi sýta
fyri at veksla danskar
pengar, og í øðrum lond-
um vilja bankarnir hava
rættiliga stóra samsýning
fyri at veksla danskar
pengaseðlar. Ein kann-
ing, sum Amagerbanken
hevur gjørt, vísir, at tað
loysir seg betur at veksla
pengarnar, áðrenn farið
verður avstað.
Í
Amagerbankanum
verður sagt, at bankarnir
í evrulondunum eru ikki
serliga fegnir um at
veksla danskar, norskar
og svenskar krónur ella
bretsk pund. Hesi gjald-
oyru eru uttan fyri evru-
samstarvið og verða tí
roknað sum ein trupul-
leiki, sigur bankin eftir at
hava kannað viðurskiftini
í 23 londum í ES.
Fáa milliónir fyri
at flyta
Ísraelska stjórnin hevur
boðið teimum jødisku
niðursetufólkunum
í
Gaza-geiranum nógvar
pengar, vilja tey flyta
haðani.
Aftenposten veit at
siga, at stjórnin er til
reiðar at rinda hvørjum
húski meiri enn næstan
tvær milliónir krónur,
vilja tey flyta til Ísraels.
Taka øll niðursetufólkini
av tilboðnum, fer flyting-
in at kosta ísraelska ríkis-
kassanum einar fimm
milliardir krónur. Sam-
bært Aftenposten hava
summi valt at taka av,
men fleiri vilja ikki hoyra
talan um at flyta.
Ísraelska stjórnin hev-
ur samtykt at taka herin
úr Gaza-geiranum og at
flyta fólkið í niðursetu-
bygdunum burtur haðani.
Sambært samtyktini fara
teir seinastu hermenninir
úr geiranum innan 1.
oktober, og til ta tíð skulu
øll niðursetufólkini í
teimum 21 bygdunum
eisini vera farin haðani.
C
M
Y
K
17
16