týsdagur 15. juni 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 111 - 15. juni 2004
19
Fyrra umfar í hundr-
að ára føðingardeg-
num endaði við javn-
leiki, og tá ið tað bara
vóru Skála og NSÍ,
sum vunnu, so
styrktu tey væl um
sína støðu
7. UMFAR SAMANUM
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
So eydnaðist tað endiliga
toftamonnum at sleppa upp
á talvuna. Teir fingu eitt
stig í Fuglafirði, og hóast
tað er langt upp til átta og
harvið áttanda plássið, so
tykist tað sum um, at ein
lítil glóð er tendrað á
Svangaskarði, sum kanska
kann bera fleiri stig við sær.
Eingin veit betri enn teir
á Skála, hvussu stóran
týdning tað hevur hjá botn-
liðnum at halda høvdið kalt
og høgt og at halda fram
við at rokna við og trúgva
uppá, at tað skal bera til.
Tað gjørdu teir á Skála í
fyrraárið, og tað gjørdu teir
í fjør, og nú eru teir odda-
lið.
– Vit royndu at spæla fót-
bólt, hóast vit lógu illa fyri
og vóru kroystir. Vit dugdu
einki perspektiv at síggja í
tí, um vit við góðum fót-
bóltsspælarum
fóru
at
sparka. Eg haldi, at avrikini
og úrslitini í ár høvdu ikki
verið komin, um vit ikki
undanfarnu árini høvdu
gjørt okkum ómak við at
spæla fótbólt, sigur Johan
Nielsen, sum er venjari á
Skála.
Fatanin hjá mest vinn-
andi venjaranum nakrantíð
í Føroyum er hervið farin
til tey liðini, sum spæla og
kanska meiri stríðast fyri at
finna fótafesti og harvið at
skapa sær fyritreytir fyri
avrikum, sum kunnu bera
stig við sær.
Fyrr í vár undirstrikaði ÍF
venjarin, at hann vildi hava
sínar menn at spæla og ikki
at sparka bólt. Eftir fyrstu
spennandi avbjóðingarnar
tykjast fuglfirðingar nú eitt
sindur slitnir og trongdir,
og sunnudagurin var gott
dømi um, at summir teirra
hava gloymt ráðini hjá
venjaranum. Tað verður ov
nógv sparkað, og tað verður
ov lítið spælt. Ikki bara í
Fuglafirði, men eisini í
fleiri øðrum feløgum. Tað
sást í Runavík leygarkvøld-
ið, og tað var nógv av tí
slagnum
í
Gundadali
sunnudagin.
Krevjandi sammeting
Føroysku fótbóltsspælarar-
nir hava lítið takksama upp-
gávu júst í hesum døgum.
Áskoðararnir
standa
í
regni, vindi og kulda og
lyfta og lætta spælararnar í
teirra felag í sammeting við
tað, sum í fjálgu stovunum
og við endurtøkum og kaffi
og køkum afturvið sæst í
sjónvarpinum.
Sendingarnar í sjónvarp-
inum eru neyvari, enn tær
eru við Løkin í Runavík, á
Vágseiði og á Mølini. Tað
vil so vera. Temjingarnar
eru nógvar ferðir betri, og
tað hevði verið hugaligt,
um íblásturin til at venja
fyrstu ferð nertingar hevði
gjørst størri, eftir at stjørn-
urnar í sjónvarpinum hava
víst, hvussu tað kann og
eigur at verða gjørt.
Men hóast dygdin so
langt í frá er tann sama, og
hóast tað í altjóða høpi ikki
stendur tað sama upp á
spæl, sum tað ger í Portu-
gál, so er áhugin fyri fót-
bólti
kring
oyggjarnar
framúr stórur. Hóast nógv-
an vind og einki summar so
vóru nógvir áskoðarar á
Skála sunnudagin, og hóast
tað nógvu tær fyrstu ferðir-
nar ikki hevur verið serliga
sannførandi hjá KÍ, so
fylgdu fleiri klaksvíkingar
teirra felag í Gundadali.
Sammetingarnar
Ævintýrið á Skála heldur
fram, nevndi Hilmar Jan í
Útvarpinum sunnudagin.
Spurningurin, sum aftur og
aftur er uppi og vendir, er,
um tað nú fer at halda fram.
Sammetingin við B71 í
1989 og við VB í 2000 er
uppløgd, og í løtuni er tað
einki, sum bendir á, at tað
ikki skal fara at hilnast eins
væl hjá Skála, sum tað
gjørdi hjá B71 og VB.
Tvey umfør eru eftir und-
an summarsteðginum, og á
Skála orka tey næstan ikki
at bíða, inntil áttanda um-
farið verður á skránni. Men
tey eru noydd at bíða, og
tey verða noydd at bíða
longri, enn tey verða noydd
at bíða í flestu av hinum fe-
løgunum. Næsta leygardag
skal NSÍ spæla Intertoto
Cup ímóti Esbjerg. Hesum
er tað lagt uppfyri í kapp-
ingarskipanini. Tí verður
grannauppgerðin í Runavík
ikki á skránni fyrrenn
mikudagin í næstu viku.
Hinir fýra dystirnir í átt-
anda umfarinum eru hesir:
B36-ÍF,
GÍ-HB,
EB/
Streymur-B68 og KÍ-VB.
Vágbingar og NSÍ hava
tær seinastu vikurnar verið
tey feløgini, sum hava havt
mest undanvind. HB hevur
hoyrt til tann partin, sum
tað gongst væl hjá. Javn-
leikur ímóti KÍ í Gundadali
er neyvan nøkur katastrofa,
hóast alt fyrsta korterið
bendi á trivaligan heima-
sigur. Men dystargongdin
mundi vísa hinum feløgun-
um, at eisini teir í HB eru at
tosa við. So fæst at síggja,
um GÍ fer at gera nakað við
hetta. GÍ hevur ikki fingið
fulla úrtøku, síðani teir í 2.
umfari vóru á Svangaskarði
og vunnu 2-0.
Klaksvíkingar hava hig-
artil víst frægastu avrikini í
Gundadali. Teir hava fingið
tveir javnleikir burturúr
havnarferðunum.
Í
sær
sjálvum er tað ikki so galið,
men tá ið talan er um fimm
javnleikir í sjey umførun-
um er tað ov nógv av tí
góða. KÍ er ovari enn mill-
um tey triði niðastu, tí
klaksvíkingar so at siga
hava spælt væl ella rættari
vísi besta hugburðin í
skeivu uppgerðunum.
Skála legði sunnudagin
meiri sjógv millum seg og
kappingarneytarnar.
Um
tað fer at eydnast teimum at
fáa fult næstu tvær ferðir-
nar — í Runavík og á
heimavølli
ímóti
EB/
Streymi — so fara teir at
vera so mikið væl fyri í
summarsteðginum, at teir
longu 1. august í 10. um-
farinum, sum verður í
Gundadali
ímóti
HB,
kunnu leggja seg báts-
longdir framum øll hini.
Men enn er ov tíðliga at
hyggja so langt fram. Tað
man ikki minst Skála
venjarin vita um. Fyri
trimum árum síðani høvdu
hann og GÍ vunnið allar
dystirnar undan summar-
steðginum og harvið fingið
fult. Men so gekk onga
leið, og teir endaðu mitt í
røðini. Hetta eigur at halda
Skála á tí eyðmjúka pláss-
inum, sum teir higartil hava
dugað so sera væl at vart.
Sunnudagin noyddist ein av
lyklaspælarunum hjá teim-
um av vøllinum, tí hann var
skaddur. Tá ið tað fer at líða
meiri út á árið, fer tað at
hava týdning, hvussu breið-
ur og sterkur bonkurin er.
Hjá Skála og teimum, sum
kappast við Skála um gull
og milliónina, og hjá B68
og teimum, sum kappast
fyri at sleppa undan niður-
flytingini.
Skála siglir sín egna sjógv
HB misti eitt stig í Gundadali, og so slapp Skála at økja um leiðsluna
mynd: Álvur Haraldsen
19
Beckham tók
skyldina fyri
tapið
Enski liðskiparin David
Beckham
tók
eftir
dramatiska
EM-dystin
millum
Ongland
og
Frakland í sunnukvøldið
skyldina fyri, at Ongland
tapti dystin.
– Í 89 minuttir spældu
vit væl, og vit høvdu ikki
uppiborið at tapt. Hevði
eg skorað upp á brots-
sparkið, so høvdu vit
helst vunnið dystin, segði
David Beckham.
Støðan var 1-0 til Ong-
land, tá ið David Beck-
ham í seinna hálvleiki
misnýtti brotssparkið.
Í yvirtíðini eksploder-
aði dysturin, og Zinedine
Zidan skoraði tvær ferðir
við deyðbóltum – fyrst
við frísparki og síðani
við brotssparki – og so
Frakland vann 2-1.
Hin dysturin í bólki C,
sum var millum Kroatia
og Sveis, endaði við
málleysum javnleiki, og
tí er alt framvegis púra
opið í hesum bólki.
Silvestre
væntaði reytt
Franski verjuspælarin,
Mikael Silvestre, sum
gjørdi brotssparkið ímóti
enska
álopsspælaran
Wayne Rooney í dystin-
um sunnukvøldið, helt
eftir dystin, at hann átti at
havt fingið tað reyða
kortið.
– Eg helt, at tað skuldi
verða eitt reytt kort, men
eg var takksamur, tá ið eg
sá, at eg bara fekk gult
kort. Eg var síðsti maður,
men dómarin vísti eitt
sindur av náði, segði
Mikael Silvestre.
Lampard mis-
nøgdur við teir
fronsku
Enski málskjúttin Frank
Lampard helt lítið um
franska atburðin eftir
dystin millum Ongland
og Frakland.
– Tað vóru nógvir vón-
brotnir spælarar í okkara
skiftirúmið eftir dystin,
og tað hjálpti ikki, at
franskmenninir
sungu
slagsangir við síðuna av.
Tað provokeraði okkum
nógv. Eg haldi ikki, at vit
høvdu borið okkum so-
leiðis at, um vit høvdu
vunnið
dystin,
segði
Lampard við The Sun.
Nr. 111 • týsdagur • 15. juni 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Kappróður
Drúgv umrøða av eystanstevnuróðrinum
verður í blaðnum í morgin
Heldur ikki leygar-
dagin eydnaðist at
finna avloysaran til
fráfarandi formann-
inum í Flogbóltssam-
bandinum
FLOGBÓLTSFUNDUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Leygardagin skuldi fram-
haldið av aðalfundinum hjá
Flogbóltssambandinum
vera á skránni.
Bert eitt punkt var eftir
síðani seinasta aðalfundin,
og tað var nevndarvalið.
Formaðurin seinastu átta
árini, Niclas Joensen, hevði
væl undan fundinum boðað
frá, at hann ikki helt seg til
longur. Eini boð, sum hann
eisini gav fyri tveimum
árum síðani, men ta ferðina
eydnaðist so at lokka hann
at halda á í sessinum tvey
ár afturat.
Fundurin hesaferð varð
tó av ongum. Hóast arbeitt
var við at finna fólk, sum
vildu taka við leiðsuni, so
eydnaðist hetta ikki, og tí
vórðu feløgini kunnað um,
at fundurin fyribils er nið-
urlagdur.
Trygvi Poulsen, sum er
ein av nevndarlimunum í
FBF, sigur, at tey enn ikki
hava avgjørt, nær fundurin
verður uppafturtikin, men
at hetta veldst um, nær tað
eydnast at fáa nýtt for-
mansevni.
Tungur arvur
Og sæð uttanífrá, so bendir
alt á, at stóri trupulleikin í
øllum hesum er rimmar
arbeiðið, sum fráfarandi
formaðurin hevur gjørt.
Flestu flogbóltsfólk eru
helst samd um, at Niclas
Joensen hevur framt eitt
ótrúliga stórt arbeiðsavrik
tey árini, sum hann hevur
verið formaður – og eisini
undan hesum. Og tað er
langt ífrá vist, at tað finnast
nýggir kandidatar, sum
vilja – ella hava møguleika
– at nýta so nógva tíð í ein-
um óløntum formanssessi.
Tað man sum so heldur
ikki fylgja nøkur treyt um
arbeiðstíðir við, tá nýggjur
formaður verður kosin,
men hinvegin er tað helst
so, at møguligir kandidatar
himprast við, tá arvurin
skal lyftast eftir einum so-
mikið virknum leiðara.
Hvussu er og ikki, so skal
nýggjur formaður veljast.
Niclas hevur hesaferð gjørt
greitt, at hann í løtuni ikki
fær hildið fram í sessinum,
og at nýggjar kreftir tí
skulu framat. Og so verður
tað kring landið arbeitt víð-
ari við, hvørjar hesar
nýggju kreftirnar skulu
vera.
Eingin vil lyfta arvin
eftir Niclas
Umframt at røkja formanssessin í Flogbóltssambandinum, hevur Niclas seinastu árini eisini
virkað sum landsliðsvenjari hjá kvinnunum, har talan millum annað hevur verið um trý
gullmerki á rað í Oyggjaleikahøpi
C
M
Y
K
18