Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-24, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. november 2014síða 33

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum nr. 8 I 24. november 2014 á Marita Rasmussen var borin í heim í Froðba í 1967, stóð ikki akkurát skrivað í stjørn­unum, at hon seinni í lívinum skuldi gerast stjóri í Vinnuhúsinum, og hon skuldi standa á odda fyri tí nógva av eitt nú sáttmálasamráðingunum hjá føroysku arbeiðsgevarunum. – Nei, eg havi sum so ikki leitað eftir nøkrum heilt serligum dreymastarvi, tí sum hjá so mongum øðrum hevur tað ofta verið til­vildin, ið hevur rátt ella í øllum førum spælt inn, tá talan hevur verið um yrki og yrkis­leið, greiðir hon frá. Vit sita við hvør sínum kaffikoppi í einum lítum tríkantaðum rúmi í ovaru hæddini á spildurnýggja Vinnuhúsinum á Óðins­hædd í Havn, har tey enn ikki eru komin heilt upp á pláss við øllum, meðan tey byggja sær upp eitt nýtt umhvørvi í nýggja bygninginum, ið hevur framúr gott útsýni til allar síður. – Hetta er nakað heilt annað enn tað, vit eru von við frammanundan, tí áðrenn hetta vóru vit jú í einum húsum, sum upprunaliga blivu bygd til sethús, og tí vóru tey ikki altíð líka væl egnað til tað, vit skuldu brúka tey til, sigur hon. – Nú hava vit fingið ein bygning, vit sjálv hava sett okkara fingramerki á, so hann er gjørdur eftir tí, vit halda okkum hava brúk fyri, so tí hava vit nú fingið tær um­støð­ur­ nar, vit hava ynskt okkum. Talan er sanniliga eisini um ein stásiligan bygning, har móttøka, fundarhøli, køkur og annað er í neðra, og so skrivstovuhøli, fundar­høli og annað í erva. Hóast øll hølini kanska ikki eru so stór, er tó gott pláss inni í bygning­inum, og deiliga nógv ljós kemur inn, so hann fyrikemur ljósur og lættur. Ørindini á nýggju adressuni hjá føroysku arbeiðs­gevarunum eru at hitta stjóran, Maritu Rasmussen, til eitt prát um bæði hana sjálva, starvið og vinnulívið í kanska eini eitt sindur breiðari merking, og ein lítil tími er settur av til at koma runt í hesum evn­unum og tí, sum annars kann stinga seg upp undir samrøðuni. Náttúrligt forvitni – Eg gekk í bæði fólkaskúla og miðnáms­ skúla í Suðuroynni, áðrenn eg leitaði mær av landinum at fáa eina útbúgving, greiðir Marita frá á sínum eyðkenda suðuroyarmáli, ið javnan er at hoyra í miðlunum og aðra­ staðni, har vinna og vinnulív er á skránni. Hon er trygg og rólig í tí, hon sigur, og avdúkar ikki annars stórvegis av upp­runa­ num í sjálvari medferðini, burtursæð frá, at ferð er á prátinum í løtum, men uttan at hon missir tamarhaldið á innihaldinum, og yvirhøvur dugir hon sera væl at seta orð á tað, hon ætlar sær at siga. – Avbjóðing nummar eitt hjá føroyskum vinnulívi júst nú er at fáa atgongd til arbeiðsmegi, tí samstundis sum vit síggja, at føroyingar kunnu fara allastaðni at arbeiða, er tað trupult hjá øðrum at koma higar at arbeiða. Tað er veruliga ein stór avbjóðing, sigur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum Mugu fáa atgongd til arbeiðs- megi framhald... Profilurin: Marita Rasmussen Tekst og myndir: Hilmar Jan Hansen