mánadagur 24. november 2014síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
nr. 9
I
24. november 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
– Sum sagt, kann tilvildin ofta gera seg
galdandi, og eg dugi ikki ordiliga at fortelja
nakað ítøkiligt um, akkurát hví eg sum 19 ára
gomul valdi at fara til Tromsø í Norra at lesa
fiskivinnufrøði, sigur hon.
– Men kanska tað hevði eitt sindur við tað
at gera, at tá eg nú skuldi fara burtur at lesa,
hevði hug til at royna onkran annan lesnað og
okkurt annað land, enn tey flestu, ið bara fara
niður til Danmarkar at lesa. Men eg datt eitt
sindur av tilvild um henda lesturin í Tromsø,
so tí endaði eg har.
Tá Marita hevði søkt, frætti hon eisini
um eina aðra føroyska kvinnu, sum var úr
Vági, ið somuleiðis hevði søkt inn á lærda
háskúlan í Tromsø, og tá avtornaði, vóru tey
einir 15-20 føroyingar, ið lósu í norðurnorska
lestrarbýnum hesi árini síðst í 80-unum.
– Ein partur av áhuganum hjá flestu føroy
ingum hevur gjarna okkurt við fiskivinnu at
gera, so tí var tað upp á tann mátan náttúrligt
at velja hesa yrkisleiðina. Men eg rokni eisini
við, at tað eisini hevur eitt sindur at gera við
náttúrligt forvitni, sigur hon.
– Eg hevði jú eisini arbeitt á flakavirki
í summarferiunum, og tað passaði væl til
lestrarvalið hjá mær, tí tað var eitt krav, at tú
skuldi hava eitt sindur av arbeiðsroyndum
fyri at sleppa inn.
Heim í kreppuni
Marita Rasmussen varð verandi í Tromsø tey
næstu fimm árini, men flutti so heimaftur í
1991, tá Føroyar vóru í djúpastu kreppu.
– Eg var ikki ordiliga liðug at lesa, men
fekk eitt barn, so eg valdi at gera meg lidnan
heima í Føroyum. Tá eg flutti heim, var eg
byrjað upp á master, men tað fekk eg so gjørt
meg lidna við og fyri so yvir aftur til Norra til
próvtøku, greiðir hon frá.
– Men tá eg so stóð har við mínum
prógvi og míni útbúgving, vóru ikki akkurát
teir nógvu arbeiðsmøguleikarnir at velja
ímillum, tí tíðirnar vóru jú ringar. Eg søkti
alt møguligt, men tað var ikki so lætt at finna
nakað.
So hendi tað í 1993, at United Seafood var
stovnað og hon fekk starv í Suðuroynni sum
góðskuleiðari hjá Fiskavirking í Suðuroynni,
og bleiv tað hennara starv tey næstu árini.
– Fyrst og fremst var tað bara fantastiskt at
fáa eitt starv, men fyri meg bleiv hetta eisini
ein øgiliga lærurík tíð, tí eg kom at arbeiða
saman við fólkum sum Egil Olsen, Magnusi
Jespersen og Gurið Andorsdóttir. Alt hetta
við góðskutrygging kom tá í gongd, so tað var
spennandi at vera við í tí arbeiðinum.
So við og við broyttust umstøðurnar kort
ini, so Marita Rasmussen valdi at siga seg úr
starvi. Maðurin, Símun Joensen, var stjóri í
Fiskaaling við Áir, og tá so næsta barnið eisini
var á veg, bleiv tað hjá teimum eitt nokk so
náttúrligt val, at tey keyptu sær hús í Havn og
búsettust har.
– Upp ígjøgnum 90-ini bleiv tað so til, at
eg arbeiddi við øllum møguligum, so sum
undirvísing og ymsum verkætlanum, men í
2000 kom eg so fyrstu ferð í starv í Vinnuhús
inum, har eg í fyrsta umfari var í tvey ár, sigur
hon.
– Síðani starvaðist eg í alivinnuni og var
eisini eitt tíðarskeið í almennu umsitingini,
áðrenn eg miðskeiðis í 2005 kom aftur í
Vinnuhúsið at arbeiða sum ráðgevi. Og nakað
seinni, í 2008, bleiv eg so stjóri í Vinnu
húsinum.
Góð fólk gull verd
Hetta stjórastarvið er framvegis hennara
starv, og er Vinnuhúsið ein savnandi liður
í virkseminum hjá føroysku arbeiðsgevara
feløgunum, og er tað Føroya Arbeiðs
gevarafelag, ið saman við Havnar Handverks
meistarafelag eigur sjálvan bygningin.
Men tað er Føroya Arbeiðsgevarafelag,
sum stendur fyri dagliga rakstrinum, og
umframt hetta felagið, eru tað vinnugreina
feløgini í Vinnuhúsinum og um 500 limafyri
tøkur, sum í breiðastu merking eru arbeiðs
økið hjá Maritu Rasmussen og hennara
fólkum.
– Eg havi tað soleiðis, at eg elski tað, sum
eg geri, tí tað er bæði læruríkt og mennandi.
Og so ger seg sjálvandi eisini galdandi, at
vit hava og hava havt dugnalig starvsfólk,
samstundis sum nógv góð fólk eru í teimum
ymsu feløgunum, ið veruliga eru gull verd fyri
okkum, sigur stjórin í Vinnhúsinum.
– Um tann parturin ikki er í lagi, fáa vit
snøgt sagt ikki arbeitt, men har eru vit veru
liga væl fyri. Tað er eitt ótal av nevndarlimum
og leiðandi fólkum, ið vit altíð kunnu venda
okkum til fyri at fáa tær upplýsingar, vit skulu
brúka, og umframt at vera fitt og hjálpsom,
eru tey sera góð sparring hjá okkum í dagliga
arbeiðinum.
Tað er ikki so sjáldan, at Vinnuhúsið
skal hoyrast í sambandi við lógaruppskot
og annað, umframt at sáttmálasamráðingar
mestsum alla tíðina eru á skránni í húsinum,
og tá kunnu starvsfólkini í Vinnuhúsinum
ikki klára seg, uttan at tey hava eitt gott
bakland at venda sær til við spurningum og
øðrum.
– Tað er ótrúliga gott fyri bæði meg sjálva
og okkara starvsfólk, at vit uttan himpr
kunnu dúva upp á ta vitan, hesi fólkini hava,
tí meðan vit sita á okkara skrivstovu, eru tey
úti í tí pulserandi vinnulívinum og kenna á
egnum kroppi, hvat tað heila snýr seg um.
Tey hava altíð fingurin á pulsinum, sigur
Marita.
– Ætlanin hjá arbeiðsgevarafelagnum er,
at Vinnuhúsið skal hava sum mál at virka
savnandi fyri alla vinnuna, og samstundis vera
við til at styrkja tað netverkið, sum er knýtt at
húsinum. Men fyrst og fremst hevur arbeiðið
hjá okkum við sáttmálar og samráðingar at
gera, tí tann parturin er so ella so í gongd alla
tíðina.
Ymsar uppgávur
Sum dømi nevnir Marita Rasmussen, at tey
nú hava 40 sáttmálar, sum tey samráðast um,
men at hesin parturin er nógv vaksin seinnu
árini, tí fyri bara fimm árum síðani, var talan
um 25 sáttmálar.
– Tað tekur eini tvey ár at koma runt,
og so byrjar alt umaftur. Í mai í ár vóru tað
arbeiðarafeløgini, ið vóru fyrst á skránni, og
so heldur tað fram í tvey ár, og vit samráðast
nú og til tann 1. mai í 2016, áðrenn allir
sáttmálarnir eru komnir upp á pláss, sigur
hon.
– Harumframt taka vit okkum eisini av at
samráðast fyri fleiri av feløgunum, sum hava
innanhýsis sáttmálar, og talan er millum
annað um fyrrverandi almennar stovnar, sum
nú eru lagdir um til partafeløg, so sum Føroya
Tele, Posta og eisini Atlantsflog.
Umframt at taka sær av øllum hesum ymsu
sáttmálasamráðingunum og at vera við til
hoyringar av ymsum slagi, tekur Vinnuhúsið
sær eisini av at møta upp til fundir, har
feløgini skulu umboðast, at vera við í ymsum
arbeiðsbólkum. Eisini skipar húsið fyri
fundum og í aðrar mátar røkir áhugamálini
hjá feløgunum.
– Tað kann vera alt møguligt, ið tann
parturin av arbeiðinum hjá okkum snýr seg
um, tí tað er alt frá at vera skrivari á nevndar
fundum, taka okkum av posti og halda skil á
pappírum, umframt at syrgja fyri, at feløgini
halda tær ymsu skyldur, tey nú einaferð hava,
sigur Marita.
Eisini verður nógv orka løgd í at framleiða
ymiskt tilfar, ið snýr seg um, hvussu vinnu
feløgini halda, at vinnuligu karmarnir eiga
at vera og hvussu vinnulívið eigur at verða
skipað.
– Reint vinnupolitiskt hava vit nøkur
sjónarmið, sum vit dagføra so hvørt, og upp
gávan er eisini at vera eitt slag av »vinnu
politiskum vakthundi«, ið fylgir við í tí, sum
hendir á økinum og ansar eftir, at vinnan fær
ta ávirkan, hon fegin vil hava, tá lógir verða
smíðaðar og annað, sigur hon.
Mugu fáa arbeiðsmegi
Tá tað snýr seg um stórar avbjóðingar fyri
framtíðina, er føroyskt vinnulív einki undan
tak, og tá vit spyrja Maritu Rasmussen, hvat
hon heldur vera størstu avbjóðingina hjá
føroyskum vinnulívi júst nú, er hon ikki í iva.
– Avbjóðing nummar eitt er at fáa atgongd
til arbeiðsmegi, tí samstundis sum vit síggja,
at føroyingar kunnu fara allastaðni at arbeiða,
er tað trupult hjá øðrum at koma higar at
arbeiða. Tað er veruliga ein stór avbjóðing,
sigur stjórin í Vinnuhúsinum.
Profilurin: Marita Rasmussen
Tað er bara ein veruleiki,
at fakfólk úr øðrum londum
hava ikki møguleika fyri at
muna líka væl, sum okkara egnu
fakfólk kunnu gera tað her
framhald...