Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-24, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. november 2014síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 nr. 9 I 24. november 2014 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum Suni hevur bóltin tgangsstøðið er ógvuliga greitt, lønirnar mugu og skulu upp, so at tær betri kunnu kappast við lønirnar í grannalondunum, og her hugsa vit serliga um tær norsku lønirnar. Vit vita væl, at tað verður sera trupult at koma heilt har upp, og skatt­ligu fyrimunirnar, sum okkara handverkarar fáa boðið í Noregi, fáa vit onki gjørt við. Men vit mugu byrja onkustaðni og lyfta okkara lønir so frægt, at ikki uppaftur fleiri handverkarar rýma av landinum eftir betri lønum og sømdum.« Soleiðis segði Suni Simonsen, formaður í Føroya Handverkarafelag, í tíðindaskrivi mitt í summar, tá gamli sáttmálin við arbeiðs­ gevararnar varð sagdur upp at ganga út 1. oktober, og mandatið aftan­fyri var greitt. Hann hevði eina aðalfundar­sam­tykt í rygg­ inum, sum segði, at Føroya Hand­verkara­felag hesa­ferð sjálvt skuldi ganga á odda at seta lønar­karmin í sáttmála­sam­ráð­ingunum, og for­maðurin ætlaði ikki, at samtyktin bert skuldi enda sum tóm orð og signalpolitikkur. Stígur í Men at bróta eina fleiri ára gamla manna­ gongd, sum væl skipaðir arbeiðsgevarar hava megnað at knæsett í samráðingum við ein illa skipaðan løntakaramótpart, er ikki sum at siga tað. Samráðingarnar byrjaðu í september og tóku veruliga dyk á seg í oktober. Men tá kom skjótt stígur í. Marita Rasmussen, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelag (FAG), hevði staðið fyri samráðingunum á arbeiðs­ gevara­síðuni, og tá hon helt, at hon ikki kom longur við sínum mandati, varð fari til sjálva nevndina í FAG. Haðani komu Kristoffur Laksá, nevndarlimur, og Bergur Poulsen, for­ maður, til samráðingarborðið, við hinum fyrst nevnda sum samráðingarleiðara. Men samráðingarnar bóru ikki á mál, og 14. oktober vórðu semingsmenninir boð­ sendir. Frambrot Úrslitið var ein semja, sum sæð við eyg­unum hjá handverkarafeløgnunum breyt annars fast­læsta karmin í ávísan mun, tí lønar­hækk­ ingin, sum vanliga vildi komið eftir einum ári, tað er 1. oktober næsta ár, í nýggja sátt­mál­ anum í staðin kemur longu 1. mai næsta ár. Men størsta frambrotið er, at nýggi sátt­ málin letur upp fyri, at øll løntakara­feløgini fram eftir kunnu fáa ávirkan á lønar­karmin. Tí sjálvt sáttmálaskeiðið er eisini flutt frá 1. oktober til 1. mai. Hetta er gjørt við ávísum treytum, soleiðis, at verða tær hildnar, kann nýggi sáttmálin sigast upp til 1. mai 2016, tá arbeiðara­feløgini eisini skulu aftur til samráð­ ingar­borðið. Verða ásettu treytirnar ikki hildnar, gongur nýggi hand­verkara­sátt­málin út 1. oktober 2016. Sjálvur sáttmálin sæst í aðrari grein her á síðunum. At seta hart ímóti hørðum hevur loyst seg hjá Suna Simonsen, tó treytað av, at hann eisini telvar næsta leikin rætt. Tí nú hevur hann bóltin og skal kalla hini fakfeløgini til fundar at semjast um, hvussu tey fram eftir skulu skipa felags samráðingar. Byggja frá grundini Suni Simonsen leggur dent á, at fyrsta stigið ikki er at grundleggja eina spildurnýggja LO- líknandi organisasjón. – Tað hevði helst verið deytt í føðingini, um tað skuldi verið ein fortreyt. Vit mugu byrja frá grundini og byggja uppeftir. Í fyrstu syftu snýr tað seg bara um at savna so nógv feløg sum til ber til felags samráðingar í 2016. Eydnast tað, vóni eg sjálvsagt, at eitt samstarv verður formaliserað og skipað sum eitt samtak á leið sum LO, ið vit kenna í hinum Norður­londunum, sigur hann. Ú Tað gav úrslit, tá formaðurin í Føroya Handverkarafelag í summar alment boðaði frá, at hann ikki longur fór at góðtaka, at hansara limir vórðu trýstir inn í ein lønarkarm, sum felagið onga ávirkan hevði á. Hann fór til samráðingar við sínum egna karmi. Nú skal hann taka stig til at savna og skipa løntakarafeløgini, so tey um hálvt annað ár í felag kunnu fara at samráðast um nýggjar sáttmálar. Formaðurin í FA er positivur Ingolf S. Olsen – PRESS Lunnar undir føroyskt LO » Í sínum fyrstu sáttmálasamráðingum sum formaður í Føroya Hand­verkara­ felag gjørdi Suni Simonsen bart og kravdi ávirkan á karmin. Tað fekk hann við nýggja, gylta møguleikanum fyri felags samráðingum fyri allan ella størsta partin av privata arbeiðsmarknaðinum í 2016. Mynd: Álvur Haraldsen