Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-24, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. november 2014síða 39

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum nr. 8 I 24. november 2014 Georg F. Hansen, formaður í størsta arbeiðara­felagnum, Føroya Arbeiðarafelag (FA), heldur felags samráðingar vera eitt stórt framstig fyri fakfelagsrørsluna, um royndin fer at bera á mál. Hann leggur tó dent á, at hann ikki enn hevur tingast við nakran um eitt samráðingarsamstarv – hvørki við Føroya Hand­verkarafelag ella innanhýsis í Føroya Arbeiðarafelag. – Men grundleggjandi gangi eg fult og heilt inn fyri einum samstarvi og allarbest, um vit kunnu fáa eitt føroyskt LO upp at standa. Nú hava vit roynt við Samtak í nøkur ár, og tað hevur verið í lagi fyri arbeiðarafeløgini, men skulu vit hava veruliga styrki, mugu vit verða fleiri, staðfestir hann. Ov nógv feløg Georg F. Hansen heldur, at størsta avbjóð­ ingin í einum samráðingarsamstarvi helst er, at tað eru so lutfalsliga nógv fakfeløg í Føroyum. – Skulu vit hava samstarv, sum ber longur enn eitt sáttmálaskeið, og sum kann enda við einum veruligum LO-samtaki, ið er arbeiðs­ ført, so vænti eg, at tað verður neyðugt, at fak­feløg leggja saman, sigur hann. Georg F. Hansen er eisini tilvitaður um leik­lutin, sum arbeiðarafeløgini og serliga FA sum tað størsta felagið spæla í sátt­mála­sam­ ráð­ingunum, tí tey leggja karmin fyri øll hini. – Tí royna vit sjálvsagt altíð at fáa mest møgu­ligt burtur úr, men tað er greitt, at vit eis­ini hava áhuga í, at hini feløgini kenna ognarskap í karminum, sigur hann. Men felags samráðingar fara eisini at merkja eina størri arbeiðsbyrðu hjá teimum einstøku fakfeløgunum, tí tey mugu fyrst semjast sínamillum, áðrenn tey við einari sam­ráðingarnevnd seta seg at dystast við arbeiðsgevararnar. – Tað ger onki, um vit í so máta fáa meira at gera, bara styrkin verður hareftir, og tað verður hon, um tað fer at eydnast at skipa okkum og standa saman yvir fyri arbeiðs­ gevarunum, sigur FA-formaðurin. Bjartskygdur Og Suni Simonsen er bjartskygdur. – Hetta skal eydnast. Allir partar ynskja hetta, so tað vildi verið ein stór fallitt­ erklering, um fakfeløgini sjálvi ikki megna at standa saman og skipa seg. Eg ætli mær beinanvegin eftir nýggjár at kalla hini fak­ feløgini til fundar. Nú eru tað arbeiðara­feløg­ ini, sum hava lagt karmin higartil, so tað er náttúr­ligt at byrja við teimum, men ongantíð betur, enn at vit fáa øll við, sigur hann. Suni Simonsen væntar, at neyðugt verður at brúka nógva orku alt næsta ár upp á sína­ millum samráðingar millum feløgini, áðrenn sátt­málarnir verða sagdir upp til 1. mai 2016. – Forarbeiðið hevur alt at siga, tí hetta má ikki fara í ommu sína av, at feløgini fara at klandrast sínamillum undir sjálvum sam­ráð­ ingunum, sigur hann. Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðara­felag, er eisini heitur talsmaður fyri felags samráðingum. Hann heldur størstu avbjóðingina vera, at tað eru alt ov nógv fakfeløg á privata arbeiðs­ marknaðinum í Føroyum, og tí verður neyðugt við samanleggingum, um tey fram eftir skulu megna at standa saman yvir fyri væl skipaðu arbeiðsgevarunum.