mánadagur 24. november 2014síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
nr. 9
I
24. november 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
oktober
samtyktu
Føroya Hand
verkarafelag
og Landsfelag
Handverkar
anna øðrumegin
og Føroya
Handverks
meistarafelag
og Føroya Arbeiðsgevarafelag hinumegin eitt
semingsuppskot frá semingsmonnunum Terja
Sigurðsson og Símuni Absalonsen.
Semjan merkir, at lønin 1. oktober 2014
hækkaði við 1,98 prosentum, og 1.mai 2015
hækkar hon aftur við 2,25 prosentum.
Hetta sær Suni Simonsen, formaður í
Føroya Handverkarafelag, sum eitt fyri tey
positivt frávik í karminum, sum annars varð
lagdur í sáttmálanum frá mai í ár millum
arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar.
Vanliga vildi lønin nevniliga ikki hækkað
aftur fyrr enn 1. oktober næsta ár, um talan
var um ein vanligan tvey ára sáttmála, men
við semjuni fáa handverkararnir lønarhækk
ingina eitt hálvt ár fyrr.
Og so letur semjan við einari nýggjari orð
ing av grein 36 um gildi og uppsøgn upp fyri
tveimum møguleikum viðvíkjandi gildistíð og
næstu samráðingum:
»Stk. 1. Hesin sáttmáli hevur gildi frá 1.
oktober 2014 at rokna. Sáttmálin kann upp
sigast av báðum pørtum við 2 mánaða freist til
ein 1. oktober, tó í fyrsta lagi til 1. oktober 2016.
Víst verður annars til stk. 4.
Stk. 2. Í sambandi við, handverkarafeløgini
ynskja, at sáttmálin skal galda til 1. mai 2016,
og at samráðingar um nýggjan sáttmála
ætlandi skulu verða saman við arbeiðarafeløg
unum, soleiðis at lønarkarmurin skal avtalast
samstundis og í felag við hesi, eru partarnir
samdir um, at sáttmálaskeiðið í stk. 1 verður
broytt til 1. mai, treytað av:
1. At feløgini formliga skipa seg í eina felags
samráðingarnevnd, soleiðis at talan verður um
eina og somu samráðing, herundir støðutakan
til samráðingarúrslit, soleiðis at ein møgulig
semja ella ein møgulig ósemja er galdandi fyri
øll samstundis.
2. At greiðar reglur skulu vera til atkvøðu
greiðslu hjá fakfeløgunum sínamillum til
støðutakan um samráðingarúrslitið.
3. At ikki ber til at taka seg úr felags sam
ráðingareindini, áðrenn samráðingarnar eru
endaðar.
4. At hesin samráðingarleistur verður
formliga staðfestur í skrivligari avtalu millum
fakfeløgini og Føroya Handverksmeistarafelag/
Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Stk. 3. Fakfeløgini skulu fyri 1. Januar 2016
boða Føroya Handverksmeistarafelag/Føroya
Arbeiðsgevarafelag frá, hvørt avtala er gjørd
millum handverkarafeløgini og arbeiðara
feløgini um treytirnar í stk. 2.
Stk. 4. Um eitt fakfelag millum sam
ráðingarumfør tekur seg úr felags samráð
ingareindini, sum avtalað smb. stk. 2, so
gongur sáttmálin út smb. ásetingini í stk. 1.
Stk. 5. Samráðingarnar um, hvussu hvørt
felag sær ítøkiliga nýtir lønarkarmin, verður
avtalað millum partarnar leyst av felags sam
ráðingunum.«
Tað er greitt, at treytirnar verða ein stór
avbjóðing fyri fakfeløgini, tí mandatið verður
latið til samráðingarnevndina, og ongin
sleppur at ganga egnar leiðir.
Tað verður Suni Simonsen, formaður í
Føroya Handverkarafelag, sum skal taka stig
til samráðingarnar við hini fakfeløgini, og tað
ætlar hann at gera beinanvegin eftir nýggjár.
Tað var hann, sum undan samráðingunum
hevði kravt at fáa sjálvstøðuga ávirkan á
lønarkarmin.
Semjan, sum handverkarafeløgini seint í oktober gjørdu við arbeiðsgevararnar, er serstøk, tí hon inniheldur
valið millum tveir møguleikar – annaðhvørt at fylgja gamla leistinum við gildistíð í tvey ár ella, at
sáttmálaskeiðið endar 1. mai 2016, tá so farast kann undir at samráðast saman við hinum feløgunum
Ingolf S. Olsen – PRESS
Slóðbrótandi semjan
28.
Lunnar undir føroyskt LO
Tað man vera eitt eindømi, at ein sáttmála
semja hevur við sær tveir valmøguleikar,
men við tí leikinum megnaðu semings
menninir Terje Sigurðsson og Símun
Absalonsen at fáa handverkararnar
og arbeiðsgevararnar at semjast.