Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-24, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. november 2014síða 46

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 nr. 9 I 24. november 2014 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum m fakfeløgini fara at megna at standa saman um felags samráðingar fram eftir, so er ongin ivi um, at tey fara at geva arbeiðsgevarunum eitt væl sterkari mótspæl enn í dag, har tey samráðast hvør í sínum lagi, men har tað størsta sátt­málaøkið – sáttmálin millum Føroya Arbeiðs­gevara­ felag og arbeiðarafeløgini – kortini leggur støðið fyri øll hini. Og standa feløgini saman í samráð­ing­ unum, merkir tað eisini, at verkfalsvápnið verður hvest, tí møgulig verkføll verða so um­fat­andi, at tey beinanvegin fara at leggja alt landið lamið. Men kortini fegnast Føroya Arbeiðs­gevara­ felag (FAG) um, at fakfeløgini nú fara at royna felags samráðingar. – Á okkara síðu hava vit leingi havt eina skipan fyri samráðingunum, og tí hava vit kunnað hildið fast um ein karm, sum verður lagdur við tí fyrsta sáttmálanum í einum skeiði. Tað eru øll fakfeløgini sjálvsagt ikki so fegin um, og vit hava eisini havt onkrar dystir við feløg, sum hava roynt at bróta karmin. Men tað er greitt, at skulu vit hava ein skipaðan arbeiðsmarknað, so ber ikki til at hava stór frávik í lønargongdini hjá teimum ymisku fakbólkunum. Tað haldi eg eisini, at tey flestu fakfeløgini innast inni ásanna. Tí er tað eisini sínamillum, at tey skulu finna út av hesum, so tey í felag kunnu leggja karmin saman við okkum, sigur Marita Rasmussen, stjóri í FAG. Suni gjørdi bart Møguleikin fyri felags samráðingum gjørdist veruligur, tá Suni Simonsen, formaður í Føroya Hand­verkarafelag, í summar, í sam­ bandi við uppsøgnina av sáttmálanum til 1. oktober, boðaði frá, at hansara felag ætlaði at gera bart og møta upp til samráðingar við sínum egna lønar­karmi. Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna samráðast saman, og stígur kom skjótt í samráðingarnar millum tey bæði feløgini øðrumegin og Føroya Hand­verks­ meistarafelag og Føroya Arbeiðs­gevarafelag hinumegin. Semingsmenninir máttu upp í, men tá avtornaði var ein sáttmáli undirskrivaður, sum fór eitt sindur út um karmin hjá arbeiðara­feløgunum, ið annars er sátt­málin, ið setir og læsir karmin á privata arbeiðs­ marknaðinum. Ella soleiðis síggja hand­ verkara­feløgini í øllum førum úrslitið, tí lønar­hækkingin á 2,25 prosent, sum undir vanligum umstøðum hevði komið upp á eftir einum ári, tað er 1. oktober 2015, kemur í nýggja sáttmálanum longu upp á 1. mai 2015. Marita Rasmussen vísir tó aftur, at arbeiðs­ gevararnir hava víkt frá karminum fyri størsta sáttmálaøkið. – Um tað eydnast teimum at flyta sátt­ mála­skeiðið, so tað endar 1. mai 2016, so fáa handverkarafeløgini bara ta lønarhækkingina, sum kemur tá, nakrar mánaðir fyrr. Hinvegin so høvdu handverkarafeløgini sáttmálaskeið til 1. mai, tá tey vóru stovnað og fram til seinnu helvt at 1990-árunum, tá sáttmálin var longdur nakrar mánaðir. Samanumtikið hava hand­verkarafeløgini ikki fingið meira hesa­ ferð, enn lagdi karmurin ásetir, sigur hon. Men tað, sum helst hevur nógv størri týdning frameftir enn hetta, er, at nýggi sátt­ málin slóðar fyri, at øll ella fleiri løn­takara­ feløg á privata arbeiðsmarknaðinum frá 1. mai 2016 kunnu samráðast í felag. – Suni Simonsen vildi seta karmin, men í útgangsstøðinum samráðast vit ju út frá tí fortreyt, at karmurin er settur. Tað var hann við sáttmálanum, sum vit gjørdu við Føroya Arbeiðarafelag og hini arbeiðarafeløgini í mai. Men hinvegin høvdu vit onki ímóti at flyta sáttmálaskeiðið, so handverkarafeløgini frá 1. mai 2016 fáa møguleika at skipa seg og sam­ráðast í felag við Arbeiðarafeløgini næstu ferð. Nú er tað so upp til tey at skipa seg, sigur Marita Rasmussen. Reint sáttmálatekniskt er hetta gjørt soleiðis, at nýggi handverarasáttmálin hevur gildi til 1. oktober 2016, tó so at sátt­mála­ skeiðið verður broytt til 1. mai 2016, treytað av, at handverkarafeløgini og arbeiðara­ feløgini hava skipað seg við einari felags sam­ráð­ingarnevnd til ta tíð og gera avtalu við FAG um hetta. Aðrar treytir eru eisini, og er allur sáttmálin neyvt lýstur í aðrari grein her á síðunum. Harðir brestir Marita Rasmussen vónar, at tað eydnast løn­takara­feløgunum at skipa seg til felags sam­ráðingar. – Jú, eg veit væl, at verkfalsvápnið verður sterkari, og møgulig verkføll nógv meira umfatandi, enn vit higartil hava sæð. Men hvat so? Tað er líka frægt, at vit fáa ein harðan, skjótan brest, um tað onkra hendinga ferð skal koma heilt har út, enn fleiri smáar, sum alla tíðina liggja og hótta, tí fakfeløgini í dag eru so óskipað sína­millum, og vit í dag hava einar 40 sátt­málar við 19 fakfeløg, sum hava hvør sítt sátt­mála­skeið. Fyri vinnuna hevur tað sera nógv at siga, at allur arbeiðsmarknaðurin er væl skipaður og forútsigiligur. Tí var Føroya Arbeiðs­gevara­ felag eisini millum tey fyrstu at heilsa Samtak væl­komnum, tá tað samstarvið sá dagsins ljós fyri nøkrum árum síðani. Hetta vísti seg tó ikki at gerast tað stóra framstigið í mun til sátt­málasamráðingar, sum vit væntaðu. Hevði tað eydnast at gera eitt veruligt LO, har øll ella tey flestu eru við, so er tað tað allar besta, sigur Marita Rasmussen. Í dag valdar misnøgd í summum fak­ feløg­unum, tí tey kenna seg kroyst inn í ein lønar­karm – tann sum Føroya Arbeiðs­ gevara­felag og arbeiðarafeløgini seta – sum tey onga ávirkan hava á. Og misnøgdin er í fyrsta lagi vend ímóti arbeiðsgevarasíðuni. Men verða felags samráðingar ein veruleiki, skulu øll feløgini frammanundan semjast um, hvar mørkini ganga, og tískil fáa tey eisini øll ognar­skap í ásetta karminum. – Tað hevur sjálvsagt eisini okkara áhuga, at øll fakfeløgini kunnu kennast við teirra sátt­málar og vita, at tey hava havt sína ávirkan á karmin, sigur Marita Rasmussen. Samanhald millum fakfeløgini ger tey sterkari, og møgulig verkføll verða meira umfatandi, men í Føroya Arbeiðs­gevarafelag síggja tey tað kortini sum eitt greitt framstig, um fakfeløgini megna at standa saman og samráðast í felag, eins og arbeiðsgevarasíðan hevur gjørt. Fyri okum hevur tað áhuga, at viðurskiftini á arbeiðs­- marknaðinum eru væl skipað og forútsigilig, sigur Marita Rasmussen, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelag Ingolf S. Olsen – PRESS FAG ynskir skipað mótspæl U – Tað er líka frægt, at vit fáa ein harðan, skjótan brest, um tað onkra hendinga ferð skal koma heilt har út, enn fleiri smáar, sum alla tíðina liggja og hótta, tí fakfeløgini í dag eru so óskipað sínamillum, og vit í dag hava einar 40 sáttmálar við 19 fakfeløg, sum hava hvør sítt sáttmálaskeið, sigur Marita Rasmussen, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelag, um útlitini til, at Arbeiðarafeløgini og handverkarafeløgini frá 1. mai 2016 fara at samráðast í felag. Lunnar undir føroyskt LO