Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-24, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. november 2014síða 45

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum nr. 8 I 24. november 2014 Latum okkum nú fáa eitt føroyskt LO onja Jógvansdóttir uppfann so at siga sjálv sítt nýggja arbeiðs­ pláss, tá ið Føroya Arbeiðara­ felag og Havnar Arbeiðs­ manna­felag saman við Føroya Fiski­manna­felag í 2006 gjørdu av at fara inn í eitt skipað sam­ starv. Hon gjørdist samskipari í Samtak, sum samstarvið eitur, og seinni komu tey bæði arbeiðarafeløgini í Klaksvík eisini við. Men Sonja Jógvansdóttir ræðist ikki, at eitt breiðari fakfelagssamstarv møguliga fer at taka yvir, so tørvur ikki longur verður á Samtak. Tvørturímóti er hon sera spent upp á nýggja møguleikan, ið er runnin úr semjuni millum handverkarafeløgini og arbeiðs­ gevararnar. – Eg haldi ikki, vit skulu himprast við at latið Samtak farið í søguna longu í morgin, um eitt breiðari og sterkari samtak av fak­ feløg­um bleiv veruleiki. Tað hevur allatíðina verið mín tanki og mítt ynski, at vit skuldu savna øll fakfeløgini í eina organisasjón álík LO, sum vit kenna tað úr hinum Norður­lond­ unum, og nú hava vit møguleikan, sigur hon. Leggið saman Sonja Jógvansdóttir heldur tað tó vera eina av­ger­andi fortreyt fyri einum føroyskum LO ella bara einum varandi samstarvi millum fakfeløgini, at talið av teimum minkar. – Í dag eru umleið 55 fakfeløg á føroyska arbeiðsmarknaðinum, og vit eru bara sløk 50.000 fólk, børn og gomul íroknað. Eg haldi, at tað sigur seg sjálvt, at talið vitnar um vant­ andi samanhald. Tí mugu feløgini fara undir saman­leggingar í stórum stíli. Eg vildi hildið, at 10 fakfeløg til samans er ivaleyst í okkara lítla samfelag, og um eg hyggi at mínum egna arbeiðs­plássi Samtak, so skuldi tað verið eitt og sama felag heldur enn fimm, og sjálvsagt skuldi Havnar Arbeiðskvinnufelag og onnur eisini verið við, sigur Sonja Jógvansdóttir. Maktin forðar Óttin fyri at missa vald er helst orsøkin til, at tað higartil ikki hevur eydnast at fáa gongd á samanleggingar av fakfeløgunum. – Tað liggur í okkum øllum, at vilja varð­ veita tað vald, ið vit hava, so eg skilji væl, hví tað gongur so striltið at fáa feløg at leggja saman, men eg eri sannførd um, at prísurin fyri hetta vald og tey nógvu feløgini er, at tey standa veikari. Vit hava eina ógvuliga høga organisa­sjónsgrad í Føroyum samanborið við nógv onnur lond – 80 prosent av føroysku løn­tak­arunum eru limir í fakfelag – men gjøgnum­slags­kraftin á arbeiðsmarknaðinum stendur als ikki mát við organisasjónsgradina. Við saman­leggingum og tøttum samstarvi millum størri fakfeløg verður samlaða styrkin nógv størri enn nú, so tað er tann vegin, vit mugu fara, sigur Sonja Jógvansdóttir. Tørvur á greining Tørvur er eisini á, at fakfelagsrørslan í nógv størri mun enn nú ger greiningar av teimum avleiðingum, sum politiska skipanin fremur, heldur hon. – Hvat hevur tað at siga, at vit broyta sosialar skipanir, gera flatskatt, nýggja pensjóns­skipan, avtaka javning av almanna­ veitingum og so framvegis, eru viðkomandi spurningar at fáa svar upp á. Politiska skipanin fær ov lítið kvalifiserað mótspæl frá fak­felags­rørsluni. Vit royna í hvør sínum lagi, men høvdu verið sterkari um vit høvdu eina fakliga eind, sum bert arbeiddi við at útgreina av­leið­ingar­nar av lógaruppskotum, og hvussu tey ávirka limir okkara. – Ein nýggj fiskivinnunýskipan er á veg, sjálvsagt skuldu vit havt okkara serfrøði at greina avleiðingarnar fyri einstaka fiski­ mannin og vinnuna sum heild, tí áhugamálini eru ymisk, og okkara íkast er týdningarmikið, tí tað hevur so stóra ávirkan á limirnar og familjur teirra, sigur Sonja Jógvansdóttir. Hagtøl og databasur Hon leggur dent á, at við at brúka orkuna upp á færri eindir – ikki minst fíggjarligu orkuna – fer at bera til at skapa tað professionella grund­støðið, ið hevur so stóran týdning, um fakfelags­rørslan skal standa væl skipaðu arbeiðs­gevara­síðuni kurl. – Arbeiðsgevararnir hava langt síðani sæð, at tað snýr seg um at hava eitt gott felags grundar­lag við nógvari vitan og serfrøði at byggja á. Fakfeløgini koma í so máta ikki upp í hálvan skógv á arbeiðsgevarunum, sum er, men fáa vit samanleggingar og eitt væl skipað samstarv millum feløgini, so kann heilt nógv fáast fyri leysgivnu orkuna, sigur samskiparin í Samtak. Umframt tørvin á greiningum nevnir hon sum dømi, at føroysku fakfeløgini í dag eru sera illa fyri, tá tað snýr seg um egin hagtøl, serfrøði og vitan. – Tað er slíkt, sum eru tey veruliga hvøssu vápnini í einari samráðingarstøðu, og tá stríðsmál eru. Vit tapa í dag ov nógv mál í rættarskipanini. Ikki tí, at okkara løgfrøðingar ikki eru nóg góðir, men tí vit ikki hava eitt sterkt løgfrøðiligt grundarlag at arbeiða við. Støðan hjá fakfeløgunum í Íslandi var tann sama, til teir ein dag tóku seg saman í felag at byggja upp eina góða løgfrøðiliga databasu. Tá fóru tey knappliga at vinna málini, vísir Sonja Jógvansdóttir á. S Sonja Jógvansdóttir tók í sínari tíð sjálv stig til fakfelagssamstarvið Samtak, men hon er til reiðar at upploysa tað í stundini, um eitt breiðari samstarv fast at rigga við støði í nýggju semjuni millum handverkarar og arbeiðsgevarar. Ein fortreyt fyri støðugum samstarvi er tó, at talið av fakfeløgum minkar úr teimum umleið 55, sum nú eru á føroyska arbeiðsmarknaðinum, niður í umleið 10, heldur hon Ingolf S. Olsen – PRESS Samtak Eg haldi, at tað sigur seg sjálvt, at talið vitnar um vantandi samanhald