Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-24, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. november 2014síða 50

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 nr. 9 I 24. november 2014 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum Felags samráðingar við størstu fakfeløgini á nýggir sáttmálar skulu gerast fyri almenna arbeiðsmarknin næsta ár, ætlar lønardeildin, sum umboðar almennu arbeiðs­ gevar­arnar, at bjóða teimum seks størstu fakfeløgunum til felags sam­ráðingar um ein lønarkarm. – Tíðliga í vár fara vit at kalla tey størstu feløgini til fund, um tey eru áhugað í saman at sam­ ráðast um tann partin av sáttmálunum, sum ásetur samlaða lønarkarmin, sigur Snorri Fjallsbak, stjóri á lønardeildini. – Vit droyma um at gera ein felags­sátt­ mála, sigur hann. Tað skuldi havt við sær, at øll feløgini kendu seg eiga sín part av einum lønarkarmi, og bara tað skuldi gjørt sam­ráð­ ingarnar lættari, sigur hann. Tey seks størstu feløgini, sum tað almenna hevur sáttmála við, eru Starvs­ manna­felagið, Føroya Lærarafelag, Føroyskir Sjúkra­røktar­frøðingar, Føroya Pedagog­felag, Akademikara­felag Føroya og Heilsu­hjálpara­ felag Føroya. Sambært Snorra Fjallsbak standa tey seks feløgini fyri 60 prosentum av øllum lønarútreiðslunum hjá tí almenna. Tá eru kommunurnar ikki við, har Føroya Pedagogfelag er størsta felag. Áhugavert Bæði forkvinnan í Starvsmannafelagnum og formaðurin í Føroya Lærarafelag halda tað verða eitt áhugavert hugskot, sum kortini kemur eitt sindur óvart á bæði. Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvs­ mannafelagnum, hevur leingi sæð fyri sær, at fleiri feløg kunnu samráðast saman, men tað vardi hana ikki, at lønareildin nú æltar at velja nøkur feløg út til felags samráðingar. – Hugskotið er áhugavert, men mær hevði dámt betur um tað vóru feløgini, sum tóku hetta stigið, sigur Selma Ellingsgaard. – Tað er týdningarmikið, at tað verða feløgini, sum avgera, hvussu tey skipa seg í møguligum felags samráðingum og at øll feløg verða boðin við, sigur Selma Ellingsgaard. – Men min vón er, at fleiri fakfeløg kunnu samráðast um yvirskipað viðurskifti, sigur hon. Eisini í Føroya Lærarafelag koma ætanir­ nar hjá lønardeildini óvart á, men Herálvur Jakobsen, formaður, heldur, at vert er at taka væl ímóti hugskotinum. Fakfeløg samstarva Fimm feløg, sum hava sáttmálar við tað almenna, hava skipað seg í Fakfelags­sams­ starv. Tey eru Starvsmannafelagð, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Havnar Arbeiðs­ kvinnufelag. – Ætlanin við fakfelagssamstarvinum var, at feløgini í framtíðini kundu samráðast saman. So hetta er í samsvar við tað, sigur Herálvur Jakobsen. Hann sigur, at feløgini vildu burtur frá, at eitt felag fer fyrst til samráðingar, tí tað kann seta allar samráðingarar á skeivt spor. – Onkuntíð hendir, at eitt felag einsamalt fer í verkfall, og limirnir í tí felagnum rinda allan prísin fyri støðið í teimum næstu sátt­ málunum, sigur Herálvur Jakobsen og vísir eis­ini á, at raðfylgjan í samráðingunum kann hava stóra ávirkan á úrslitið. – Tað kann eisini henda, at eitt veikt felag fer til samráðingar fyrst og góðtekur eitt ov lágt boð, sigur Herálvur Jakobsen. T Tá smáu feløgini koma at samráðast um sáttmála, kann tað kennast sum okkurt slag av terapi, tí tey vita á fyrsta fundi, hvat úrslitið verður, sigur Snorri Fjallsbak, stjóri á Lønardeildini, sum nú fer at bjóða teimum størstu fakfeløgunum á almenna arbeiðsmarknaðinum til felags samráðingar fyrst. Starvsmannafelagið heldur hugskotið vera áhugavert Øssur Winthereig – PRESS Lunnar undir føroyskt LO Snorri Fjallsbak – Vit droyma um at gera ein felags sáttmála við fleiri feløg, sigur Snorri Fjallsbak, stjóri á lønardeildini.