Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-24, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. november 2014síða 51

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum nr. 8 I 24. november 2014 Kunnu knúska Á lønardeildini eru tey væl nøgd við mynstrið higartil, at fyrstu samráðingarnar leggja karmin fyri restina av samráðingunum. – Vit vildu helst, at tað er tað privata, sum leggur lønarlagið, tí har sæst, hvat samfelagið tolir, sigur Snorri Fjallsbak. – Tá ein karmur liggur fastur, so hava vit tað at halda okkum til. Tað er eisini gott fyri tey smáu feløgini. Vit kundu knúska tey, um vit vildu tað, men tey fáa so eisini tað sama í lønarhækking sum hini, sigur Snorri Fjallsbak. Hann fer so mikið langt, at hann heldur, at samráðingar við smáu feløgini onkuntíð mest eru eitt eiti. – Viðhvørt minna samráðingarnar um okkurt slag av terapi. Tað skulu haldast so og so nógvir fundir, hóast øll vita, hvar man endar, sigur Snorri Fjallsbak. Nógvir fakbólkar Selma Ellingsgaard í Starvsmannafelagnum heldur uppá, at Starvsmannafelagið ikki uttan víðari góðkennir ein lidnan karm, tá tey fara til samráðingar, tó at úrslitið ofta endar við sama karmi, alt eftir um tey privatu ella almennu samráðast fyrst. – Vit fara til samráðingar við okkara tølum og teimum krøvum, sum okkara álitis­fólk eru komin við. So royna vit at tampa møgu­leik­ arnar, sigur Selma Ellingsgaard. – Tað besta hevði verið, um øll feløg eina­ ferð í framtíðini stóðu saman um at tamba henda nógv umrødda karmin, heldur Selma Ellingsgaard. Hon vísir á, at tað krevur tað nakað serligt at samráðast saman við nógvum øðrum feløgum, tí hvørt felag sær skal eis­ini semjast við arbeiðsgevaran um eitt nú flytingar og flokkingar á sínum øki. Á lønardeildini hava tey ikki enn nakað svar uppá, hvussu samráðingarnar við tey ein­ støku feløgini kunnu skipast, um tað eydnast at fáa ein felags lønarkarm upp á pláss. Herálvur Jakobsen, formaður í Føroya Lærarafelag, sigur, at tey almennu fakfeløgini, sum eru við í Fakfelagssamstarvinum, vilja fegin burturfrá, at eitt felag fer einsamalt til samráðingar fyrst. – Hugskotið er áhugavert, men mær hevði dámt betur um tað vóru feløgini, sum tóku hetta stigið, sigur Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum.