Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-24, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. november 2014síða 52

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 nr. 9 I 24. november 2014 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum longri tíð hevur nógv verið at gera hjá Sp/f Rock Trawldoors í Vági, og herfyri hevði lemmavirkið sína størstu avskipingarviku nakrantíð, tá virkið sendi lemmar, rulluvektir og aðra útgerð avstað fyri út við tvær miljónir krónur. – Alt, sum vit avskipaðu hesa vikuna, var sjálvandi framleitt yvir eina longri tíð. Tað lógu nógvir tímar aftan fyri hetta arbeiði. Tað sigur Hans Joensen, róptur Hans í Líðini, stjóri á Rock Trawldoors. – Nevndu viku var danski rækjutrolarin Ocean Tiger á Vági eftir 13,75 fermetra stórum lemmum, sum vigaðu 13,2 tons tilsamans. Skipið keypti eisini eykaútgerð til lemmarnar. Hann sigur, at virkið eisini sendi lemmar og rulluvektir norður við Smyrli, og tilsamans avskipaði Rock Trawldoors lemmar og rullu­ vektir hesa einu vikuna, sum vigaðu 54,3 tons, umframt lemmarskógvar til Gadus. –  Hetta var soleiðis okkara størsta ein­ staka avskipingarvika nakrantíð, sigur ein væl­nøgdur stjóri. Spildurnýggjur lemmur Hans í Líðini vísir á, at árið í ár hevur roynst hampiliga væl, og soleiðis var eisini í fjør, men í 2011 gekk einki serligt. – Síðan 20011, sum var eitt ár við minni virksemi, hevur framgongd verið, bæði í um­ setningi, buttovinningi, eins og úrslitini í 2012 og 2013 eisini vóru munandi betri enn í 2011. Stjórin vísir á, at soleiðis, sum gongdin er í løtuni, eru útlitini áhugaverd og spennandi. – Vit eru fult bookaðir fram til 1. februar næsta ár, og tað er ikki minst spildurnýggju semipelagisku lemmarnir – Sea Hunter – sum vekja stóran áhuga og føra til nógvar fyrispurningar. Sp/f Rock Trawldoors hevur nógvar um­ tóktar og royndar lemmar í sínum útboði, og millum nógv seldu lemmasløgini eru eitt nú Sea Lion og Super Shark. Framúr afturmeldingar Hans í Líðini sigur, at fyritøkan alla tíðina arbeiðir við menning og víðari menning av lemmum. Hann vísir á, at higartil eru tvey sett av nýggj­astu semipelagisku lemmunum seld, ávika­vist til Grønlands og Noregs, og eitt sett skal leverast um nakrar dagar til føroyskt reiðarí. Skipini, sum higarti hava keypt Sea Hunter-lemmar, eru norski toskatrolarin, Atlantic Viking og grønlendska rækjuskipið, Markus. Føroyski trolarin, sum eisini skal hava Sea Hunter-lemmar, er Enniberg. – Afturmeldingarnar, vit hava fingið fyri Sea Hunter-lemmarnar, eru fram úr góðar. Vit hava nógvar fyrispurningar, og tí sær hetta rættiliga spennandi út. Hann leggur aftrat, at semipelagisku lemmar­nir kunnu ganga bæði eftir botni og upp­frá, men hann leggur dent á, at hetta eru ikki pelagiskir lemmar. – Eins og við øðrum lemmum, sum vit fram­leiða, fáast eisini Sea Hunter-lemmarnir í øll­um ynskiligum støddum. Teir størstu kúrrir Føroyska uppsjóvarvinnan hevur havt góðar tíðir seinnu árini við stórum kvotum og góð­ ari veiði, men tað er ikki hesin veiði­bólkur, ið er við til at veksa um virksemið hjá Rock Trawldoors – Nei, í løtuni selja vit einki til upp­sjóvar­ vinnuna í Føroyum. Teir spyrja ikki ein gang eftir okkara lemmum. Okkurt skip keypti lemmar hjá okkum, og vit frættu, at teir vóru stak væl nøgdir. Tað næsta, vit skiltu, var, at skipið hevði keypt sær útlendskar lemmar. Hans í Líðini vísir á, at russiskir trolarar gjøgnum árini hava keypt nógvar flóti­trols­ lemmar úr Vági. Hetta eru teir sonevndu Sea Bat-lemmarnir, sum mest eru brúktir til veiði eftir uppsjóvarkongafiski í Irmingarhavinum og í altjóða sjógvi. Á virkinum hjá Sp/f Rock Trawldoors í Vági, sum varð stovnað í juni mánaði í 2007, arbeiða 20 fólk, og ársúrslitið fyri skatt bæði í 2012 og 2013 lá ikki langt niðanfyri miljónina. Spennandi tíðir hjá Rock Trawldoors Í Lemmavirkið í Vági Norski trolarin úr Ålesund við semi­pelagiskum lemmum av slagnum Sea Hunter – Afturmeldingarnar, vit hava fingið fyri Sea Hunter-lemmarnar, eru fram úr góðar, sigur Hans í Líðini, stjóri í Rock Trawldoors – Soleiðis, sum gongdin er í løtuni, eru útlitini áhugaverd og spennandi, og vit eru fult bookaðir fram til 1. februar næsta ár. Tað er ikki minst spildurnýggju semipelagisku lemmarnir – Sea Hunter – sum vekja stóran áhuga og føra til nógvar fyrispurningar, sigur Hans í Líðini, stjóri á Rock Trawldoors í Vági Vilmund Jacobsen Tað eru tungir lutir, sum lemmavirkið í Vági framleiðir. Her er trailari á veg niðan av virkinum við lemmum