Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. november 2014síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. november 2014 · Nr. 135 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Dánjal av Rana Johan í Kollafirði er endi­ liga komin upp á pláss – á Stjerne­kilde í Ringe á Fyn. Rakul og Johan hava, saman við Rúna Jacob­sen, keypt sær ein bónda­garð á Fyn og siga, at tað er fan­tastiskt at vera kom­in nøkun­lunda upp á pláss aft­ur, eftir eitt heldur meldur­kent ár. – Hetta er totalt dreyma­ garð­urin, sigur Rakul Dals­ gaard. Vit hugdu at tólv gørðum, líka frá norður­ jyllandi til oddin av Lange­ land. Johan fall sjálvandi pladask fyri hvørjum einasta eina, jú verri standurin, jú betri, ha? Men eg orkaði ikki eitt nýtt Fámara. Eg hevði ikki hug at skula byggja alt upp av nýggjum aftur, greið­ ir Rakul Dalsgaard frá. Maðurin brýtur inn. – Rakul fekk meg við upp á hug­skotið um, at heldur enn at byrja á botni, sum í Fámara, hvat við at byrja á tí støði, vit endaðu á seinast? Hvar enda vit so? Og soleiðis bleiv. Í Ringe á Fyn hava tey funnið sín dreyma­garð. Stjernekilde, sum garð­urin eitur, er upp­runa­liga bygdur í 1700-talinum, men varð fluttur á sín nú­ver­ andi stað í 1866. Johan í Kolla­firði sigur, at á garð­inum eru um­ leið 2500 fer­metrar av bygn­ing­um. – Hesin garðurin er eis­ini væl hildin. Flestu bónda­garðarnir vit hava hugt at, fóru á heysin, og tað sæst aftur á nógvum teirra, at teir eru illa hildnir. – Allir starar byggja sítt egna reiður. Allir starar fáa damu. Allir starar fáa eitt innihald í gerandisdegnum. Eg vil geva fólkið møguleikan at reiðrast, sigur Johan í Kollafirði Johan og Rakul reiðrast í Ringe Savnsmynd: Álvur Haraldsen