Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. november 2014síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 26. november 2014 · Nr. 135 meldurin Við hes­um bónda­garð­ inum er annar­leiðis. Fyrr­ver­ andi bóndin doyði óvænt­að, og tískil varð garð­urin seldur. Granna­bóndin keypti hann, fyri at fáa hendur á jørðini, men hevur kortini hildið bygn­ingar­nar við líka. Vit eru tí í eini heilt aðrari støðu, enn tá vit fluttu inn í Fámara. Har var eingin streymur fyrsta árið, vit búðu har. Her er enn­tá hiti í gólvinum. Rakul hevði rætt, tað er nógv meiri spenn­andi, at byggja víðari á bygda grund, heldur enn at byggja av nýggjum, sigur Johan Dalsgaard. Grannarnir hava tikið væl ímóti nýggju bónda­hjún­ unum á Stjernekilde. – Vit hava longu fingið okkara fyrstu innflytingar­ gávu. Tveir eldri menn, um sjeyti ára aldur, stukku inn á gólvið og góvu okkum sjey hønur, ein hana og eina dunnu. Fólk eru so vinalig og frynt­lig. Tað er eyðsæð, at tey ynskja at síggja lív aftur á garð­inum, og fleiri hava bjóða sær at hjálpa okkum at møblerað bóndagarðin, um okkum tørvar nakað, greiðir Rakul Dalsgaard frá. Andsøgnin til støðuna fyri einum ári síðani, kundi valla verið størri. Eftir trý ár í Fámara, vóru Rakul og Johan noydd at flyta av bónda­garðinum. Sum Edvard Nyholm Debes skrivar um tey bæði í bókini Kærleiki og Vónir, so høvdu tey satsa alt í roynd­ini at útinna sín stóra dreym. Arbeiðið, tey høvdu lagt í staðið undanfarnu trý ár­ini, fór til skeytis, og dreym­urin, um eitt friðskjól fyri øll menniskju, brast. Fámara var mín viðgerð – At missa Fámara var tað ring­asta, sum er hent mær, sigur Johan Dalsgaard. Hann greiðir mær frá Mozart- mátt­inum, ástøðinum um, at Mozart skrivaði tónleikin til sín sjálvs, sum eitt slag av sjálv­viðgerð. – Tað sigst vera prógvað, at fólk fáa linnu av at lurta eftir tónleikinum hjá Mozart, og fleiri vilja vera við, at hann sjálvur strídd­ist við sálar­ligar sjúkur. Tón­leik­ urin, hann skrivaði, veitti hon­um linna, og tá onnur lurta eftir sama tónleikinum, finna tey eisini frið eina løtu. Fámara var mín tónleikur, mín við­gerð. Eg gjørdi eitt stað til mín, sum hjálpti mær at fáa frið. So stóð portrið opið hjá øðrum at koma til Fámara og finna sín frið har, saman við mær, greið­ ir Johan í Kollafirði frá. At missa Fámara førdi meg til eitt stað, sum var verri enn har eg var áðrenn, sigur hann. Som kom ein bíðitíð. Rakul Dalsgaard fór á kvøld­ skúla, fyri at fyrireika seg til víðari lesnað. Tey høvdu longu avgjørt, at royna eydn­una í Danmark. Johan skuldi finna ein bóndagarð at reka í sama anda sum Fámara, meðan Rakul skuldi lesa sálar­frøði. Fyrstu máttu tó form­ligu krøvini á pláss, áðrenn hon kundi søkja inn á víðari lesnað, og til tess kravd­ist eitt kvøldskúlaskeið í stødd­frøði. Tað var hart at bíða í eitt heilt ár, sigur Johan í Kollafirði. Nú er tó ein neisti kveikt­ ur aftur, ein lítil spíri dagar undan kavi. Ein møguleiki at reiðrast av nýggjum. – Eg vil geva fólkið møgu­ leikan at reiðrast. Eg hugdi at staranum ein dagin, og tá sá eg tað. Allir starar byggja sítt egna reiður. Allir starar fáa damu. Allir starar fáa eitt innihald í gerandisdegnum. Hetta er tað, eg vil bjóða øðrum, at koma til Stjerne­ kilde at reiðrast, sigur Johan í Kollafirði. ...framhald Myndir: Rúni Jacobsen