Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-25, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. november 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. november 2014 · Nr. 135 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Johan í Kollafirði greiðir frá, at ætlanin er, at fólk skulu byggja sína egnu íbúð. Hann fer sjálvur at gera beina­grindina klára inn í einum av fjósunum, men so er tað upp til fólk sjálvi at full­føra íbúðina, at byggja sítt reiður. – Trillibøran er okkara magiska kort, siga tey bæði. Her kunnu vit bjóða fólki tann vanliga gerandis­dagin, rudd­aðum fyri stovns­kensl­ uni. Heim er lyklaorðið í at blíva frískur aftur. Um onkur kem­ur til okkum, skal hann eis­ini føla seg heima. Men hava Johan í Kolla­ firði og Rakul Dalsgaard so funnið teirra heim nú? – Nú er Rakul endiliga komin heim, svarar Johan Dals­gaard. Eg bygdi henni eina smáttu fyrst. Hana dámdi henni væl, men støð­ ugt tosaði hon um, at hon líka mátti ein túr heim, tað vil siga til mammu sína. So bygdi eg henni ein bóndagarð í Fámara, men aftur har, so mátti Rakul líka ein túr heim, til mammu. Men nú havi eg fleiri ferðir fangað hana í at umtala hendan bóndagarðin sum okkara heim, hóast vit ikki hava búð her leingi. – Tað hoyrir eisini við til søguna, sigur Rakul Dals­ gaard, at Johan hevur grenj­ að minni enn nakrantíð fyrr, síðani vit komu higar. Hann er ikki longur ein grumpy old man. So hann man eisini vera komin heim, sigur Rakul Dalsgaard. Tað er enn dreymurin um eitt friðskjól, sum drívir verkið. – Nú vil eg verða sum hasin har, sum átti fjósið, har Frelsarin varð føddur, hvussu var tað hann æt, spyr Johan. Hóast eg haldi meg kenna Bíbliusøgurnar hampi­liga væl, eri eg honum svar skyldugur. – Ja, nemliga, eingin veit hvussu hann æt, tað er poeng­ið. Men tað var hann, sum legði stað til, so at okk­ urt stórt kundi henda. Vit ynskja at hava opnar hurðar her, og so hendir tað, sum hendir, av góðum, glaðum, rús­fríum, almindiligum, gammel­daws lívið. – Vit droyma um at skipa fyri festivalum, vit droyma um at hava eina ríðihøll, vit droyma um at byggja íbúðir í fjós­inum. Vit hava eitt stórt tún, har vit ætla at seta hátal­ararnar hjá Johan upp og spæla tónleik allan dagin. Møguleikarnir eru nógvir og onkrar av hallunum eru rættiliga stórar, so har kann nógv gerast burturúr. Dreym­unum skortar ikki. So fáa vit at síggja hvat tað heila endar við, sigur Rakul. Tey vita ikki enn, hvat fram­tíðin hevur at bjóða. – Tað stuttliga í Fámara var, at eg byrjaði bara við tí, eg hevði fyri hondina. So eg byrj­aði við at sópa gólvið. Harfrá mentist tað so til show og bussar og ferðafólk og djór og alt møguligt. Søgan verð­ur tann sama her, sigur Johan í Kollafirði. Rakul og Johan Dalsgaard gleða seg til várið, tá messur­ nar byrja aftur. Tey ætla sær at keypa nøkur húsdjór til garðin. Rakul vil hava ein grís ella tveir, Johan vil hava eitt esil. Fleiri fruktberandi trø standa á garðinum, so sum súreplatrø og perutrø, og tey fara at royna at sáa ymisk korn­sløg, so bóndagarðurin kann vera mest møguligt sjálv­berandi. Jóhan í Kollafirði vónar eis­ini, at gongd kemur á radio­fjasið, sum hann sjálvur nevnir tað. – Radiofjasið hevur ver­ ið eitt úrslit av mínum yvir­ skoti, men tað hevur jú mangl­að seinastu tíðina. Vón­andi fer yvirskotið at koma aftur, nú vit koma í gongd her á Stjerne­kilde. Um­støður­nar eru góðar, og vit vóna eis­ini at gera meiri við sjón­varps­upptøkur. Vit hava millum annað ætlanir um at gera ein jólakalendara kom­andi ár. Bóndagarðurin er eitt perfekt leiktjald til tess, siga tey bæði. Tey siga eisini, at heilt skjótt fer fyrsti filmurin frá Stjerne­kilde at koma, sum verður um leitan­ ina eftir bónda­garð­inum, og hvussu fyrstu dagarnir á garð­inum hava verið. Rakul og Johan fegnast um tann stóra stuðulin, tey upp­liva úr Føroyum. Tey merkja væl, at fólk fylgja við og vísa áhuga fyri tí, sum hendir og tað tykist, sum fleiri gleða seg til næsta kapittul. – Vit hava longu fingið fyri­spurningar frá fólkum, ið gjarna vilja sleppa at búgva her hjá okkum. Talan er um fólk, ið búgva á sambýli í Før­oy­um og avvarðandi hjá øðrum, ið tørva hjálp. Tey eru spent og gleða seg at síggja, hvat vit hava at bjóða, sigur Rakul. Ætlanin er tó at fáa eitt samstarv í lag við danskar kommunur og kanska eisini føroyska al­ manna­verkið, soleiðis at tey á Stjernekilde kunnu taka ímóti teimum, sum hava tørv á ein­um friðskjóli. – Hetta hevur verið ein lang­ur túrur, sum vónandi er lið­ugur nú. Nú byrjar nakað nýtt, siga tey bæði. danjal@sosialurin.fo Myndir: Rúni Jacobsen