týsdagur 25. november 2014síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 26. november 2014 · Nr. 135
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Í 1958 kom bókin Exodus út, skrivað av Leon Uris. Hetta er søgan
um lagnuna hjá jødum og serliga um teirra heimkomu til »heilaga
landið« aftaná ræðuleikarnar undir 2. heimsbardaga.
Bókin gjørdist heimskend og er týdd til nógv mál. Nú er hon eisini komin út
á føroyskum, týdd av Bergtóru Justinussen og Sveini Ísheim Tummassyni.
Martin Joensen hevur nýteknað kortini í bókini. Útgevari er bókaforlagið
Varðin. Bókin er 600 síður til støddar og kostar einans kr. 275 í bókabúðunum.
Framløga av bókini verður í Öström á Skálatrøð mikudagin 26. november
kl. 16, har bókin fæst fyri serprís. Í røðini »Siðsøga« nú fríggjadagin verður
greitt nærri frá bókini og samrøða er við Bergtóru. Í »Siðsøgu« í komandi viku
verður greitt frá Holocaust lagnuni hjá jødiskum føroyavinum.
»Exodus«
Framløga í Öströmá Skálatrøð
mikudagin 26. november kl. 16
EXODUS
LEON URIS
N