týsdagur 25. november 2014síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. november 2014 · Nr. 135
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
A
v órannsakiligum orsøkum
eitur tað seg í fjølmiðlunum
og millum manna, at tað er
eitt samt býráð á 13-0, sum tekur
undir við stóru havnarútbyggingini
fram við Skansanum. Hetta er
skeivt. Mín atkvøða er ongantíð
farin til hasa verkætlanina av tí
einfaldu orsøk, at eg haldi hana
vera fullkomiliga burturvið.
Við at hyggja í gerðabókina
frá býráðsfundinum 25. juni í ár
sæst, at Marin Katrina Frýdal at
kvøddi ímóti málinum um Skansa
bryggjuna.
Tað er ikki ókent fyri mær at
vera einsamøll í býráðnum um
at finnast at teimum avgerðum,
sum býráðið tekur. Haldi eisini, at
tíðin er komin, har eg kann greiða
borgarum í høvuðsstaðnum frá, hví
eg haldi, at hendan ógvusliga út
byggingin av Tórshavnar havn beint
framman fyri einum av okkara
fáu fornminnum, er fullkomiliga
ábyrgdarleys. Eg taki undir við
teimum sjónarmiðum, sum hava
verið frammi um, hvussu langt av
leið hendan ætlanin er.
Ikki nevndarviðgjørt
Tað er synd at siga, at hetta stóra
málið hevur fingið drúgva viðgerð í
býráðnum. Einans tvær ferðir hevur
málið verið fyri í býráðnum, og báðu
ferðir setti eg uppskot fram um at
koyra málið í nevnd, so tað kundi
verða viðgjørt býarskipanarliga og
tekniskt, við m.a. atliti til ferðslu,
umhvørvi og náttúru, og at fáa
viðgjørt tær ovurhonds stóru
fíggjarligu
avleiðingarnar.
Men
tíverri varð uppskot mítt felt í
býráðnum báðar ferðir, og tískil
hevur málið bara fingið nevnd
arviðgerð í Vinnunevndini. Eisini
havi eg sett fram spurningin, um
tað er ein framtíðar tryggjað leið
at blanda ferðafólkaflutning og
farmaflutning saman.
Borgarstjórin sigur
bara okkurt
At hoyra borgarstjóran í ramasta
álvara standa og siga, at ein av
høvuðsorsøkunum til hesa út
byggingina av Havnini er fyri at
fáa Skansan at taka seg betri út, tí
fólk koma at síggja inn á og njóta
hann frá sjóvarmálanum, fær meg
at ivast í, um eg skal gráta ella
flenna. Havnarútbyggingin hevur
eittans endamál, sum er at økja
um inntøkurnar hjá Tórshavnar
havn og harvið kommununi. So
kann borgarstjórin og restin av
meirilutanum koma við øðrum
páhaldnum, men tey eru ikki annað
enn hjáputur fyri at fáa fólk at
gloypa bitanum.
Tórshavnar kommuna í
fakligum stjórnarloysi
Umframt at oyðileggja útsýnið frá
Skansanum og skemma hetta vakra
umhvørvið og søguliga stað, fer
verkætlanin at økja munandi um
larm og helst eisini dálking í økinum.
Ætlanirnar við Skansabryggjuni
eru ikki aðrar enn at fáa eitt kon
teynaraparkeringspláss, sum sakt
ans kundi verið lagt aðrastaðni. At
ein marina so er knýtt uppí, er ikki
annað enn roykslør, so fleiri taka
undir við ætlanini. Sambært VVM
(Vurdering af virkning på miljø)
kanningini hjá Rambøl, juni 2014,
fer útbyggingin at viðføra eina
øking í ferðslu uppá heili 55%, har
meginparturin verður tung ferðsla.
Hvørki Hvítanesvegur ella Eystari
Ringvegur eru gjørdir til hesa stóru
og tungu ferðslu, ið skal forrenta
hundraðtals-millióna lánið, sum
ætlanin er at taka til Skansabryggj
una.
Hendan ætlanin er als ikki
gjøgnumhugsað býarskipanarliga,
og málið verður trumfað ígjøg
num, alt meðan kommunan ligg
ur í fakligum stjórnarloysi, á
býarskipanarøkinum og tekniska
økinum, nú hesi týðandi størvini,
sum ávikavist býararkitektur og
tekniskur stjóri, hava verið ósett í
longri tíð.
Samstarv við aðrar
kommunur
Eysturoyartunnilin er eftir øllum at
døma ikki langt burturi, og hann fer
vissuliga at viðføra stórar broytingar
á samferðsluøkinum, eingin ivi um
tað. So hví ikki longu nú kanna
møguleikan fyri at taka upp sam
starv við aðrar kommunur um
eina megingóðshavn fyri Føroyar,
soleiðis at avskipingarkostnaðurin
fyri føroyska útflutningsvinnuna
verður so lágur sum møguligt, og
tænastan so góð sum gjørligt.
Hetta er ein avgerandi táttur í
spurninginum um okkara kapp
ingarføri. Somuleiðis vita vit, at
kostnaðarstøðið á okkara inn
flutningi er sera høgt. Tí vil ein
ódýr og effektiv innflutningshavn
gagna tí vanliga føroyinginum í
hansara gerandisdegi.
Stóra uppfyllingin í Nólsoyar
firði uttan fyri Skansan kann so
ongantíð fáa skoðsmálið at vera
ein ódýr loysn. Vit vita longu nú,
at týðandi partar innan føroyska
útflutningsvinnuna gera stórar
íløgur í Eysturoynni. Um flutnings
feløgini síðani velja at flyta aftaná,
skal so skattgjaldarin í Tórshavnar
kommunu enn einaferð gjalda gildið
fyri ein steindeyðan bryggjukant?
Illa umhugsaðu havnaríløgurnar
á Sundi og á Oyrareingjum áttu at
fingið okkum at steðga á og hugsa
okkum væl um.
Ráðgevarafyritøkan hevur fing
ið eina bílagda uppgávu, har úr
slitið frammanundan er avgjørt.
Av somu orsøk eru ongar ítøki
ligar kanningar gjørdar í mun til,
hvussu trupulleikin við ov lítlum
havnarlagi t.d. kundi verið loystur
aðrastaðni. Eisini eru grundleggj
andi skeivleikar av fatanini av før
oyskum viðurskiftum í kanningini.
Gott við árvaknum
borgarum
Tíbetur eru nógvir borgarar í Tórs
havnar kommunu nú vaknaðir og
reisa seg móti hesi sera ivasomu
útbygging, sum býráðið hevur sett
út í kortið.
Latið okkum brúka vit og skil og
frammanundan kanna árinini av
eini møguligari havnabygging við
Skansan, tí er hendan útbyggingin
fyrst gjørd, vendst ikki aftur. Tá
hava vit fyri allar ævir oyðilagt um
hvørvið kring Skansan.
William Heinesen
um Skansan
Soleiðis sigur William Heinesen
um Skansan (Laterna Magica 1985/
týðing Jonhard Mikkelsen 2014):
“Ímóti glampanini frá mána
risinum hevja seg nakrir gamlir,
myrkir verjugarðar við tilgrónum
skotskeinum og eirdum gotur
stykkjum. Tað er skansin. Í gomlum
døgum ein ræðslunnar staður í
útryðjuni á tí prúða danska hjá
landaveldinum, ballaður inn í
krútroyk og buldur. Síðani bara
ein tilgrógvin gras- og havangandi
yndissæla.”
Við býráðskvøðu
Marin Katrina Frýdal
Tjóðveldi
Oyðileggjandi útbygg
ingin við Skansan
tíðargrein
At hoyra borgar
stjóran í ramasta
álvara standa og siga,
at ein av høvuðs
orsøkunum til hesa
útbyggingina av
Havnini er fyri at
fáa Skansan at taka
seg betur út, tí fólk
koma at síggja inn
á og njóta hann frá
sjóvarmálanum, fær
meg at ivast í, um eg
skal gráta ella flenna
Marin Katrina Frýdal