Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-25, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. november 2014síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mikudagur 26. november 2014 · Nr. 135 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Minningarorð Anfinn Dánial Poulsen f. 28.06.1963 – d. 19.08.2014 “Fróur á morgni um fløtur tú leikti sum fljótasti folin”; yrkti stóra skald okk­ara J1anus Djurhuus um vin­ mannin Jens Olivur Lisberg, sum skapaði “merki” okkara, og í fjóru reglu yrkir hann víðari: “leikbrøður vátta sín harm, hendan varða veittu teir vini”. Hesi orð runnu mær í huga, tá ið vinur og leik­ bróður frá barnaárunum Rógvi lýsti teg og barnaheim títt við væl valdum orðum við kistuna úti í kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Tungt var at koma inn í barnaheimið hjá tær í Bø­ gøtu henda morgunin, har eg fekk at vita, at tú brádliga var tikin inn í deyðan mitt í tínum virkna arbeiði, sum tú var sera glaður fyri, og heimið aftur varð rakt av stórari sorg. Tankarnir fóru aftur til tíni barnaár; glaður, gløggur og jaligur, var altíð við tí góða orðinum. Seinni komu ungdómsárini, og vit komu at virka saman eitt stutt tíðar­skeið á skipsdekki. Tú fylti nógv í lívinum hjá okkum, ið stóðu tær nær við tínum lætta, blíða, vinsæla og skemtiliga lyndi, so sorgin og saknurin kennist sera svárur. Nú er eingin, ið tekur tele­fonina við tíni altíð ríku vitan um dagsins viðurskifti í samfelagnum bæði á sjógvi og landi. Jarðarferðin hjá tær var merkt av einum stórum vina­ skara, ið vildi vísa tær sein­ asta heiðurin her á fold. Løtan í Christianskirkjuni, tá granni tykkara Óli Poul­ sen sang sangin um “silvur­ streingin”, sum slitnar, var rør­andi. Eisini løtan í góð­ veðrinum hendan sunnu­ dag­in á veg út í kirkjugarðin, har steðgað varð á uttan fyri barnaheimið, har pápi tín stóð sorgarbundin í vindeyganum, var kensluborin. Tær untist ikki nakað langt foldarlív, men tú ríkaði okkum øll, meðan tú livdi og minnini kann eingin taka frá okkum, ið stóðu tær nær. Skaldið sigur víðari í seinastu reglu, ið sipað varð til: “hvíl her í heimlandsmold í mildum sólseturs skini” og er tí eisini hóskandi til tín. Góða Súsanna! Tú vísti í verki, at tú stóð Anfinni ógvuliga nær og var honum altíð við lið. Eisini hjá tykk­ um Hans, Sigmund, Símun og Jón Harald má sorgin kennast svár, nú aftur tyntist í systkinaflokkinum. Í Halgubók Sálma 107, ørindi 28, lesa vit: “men teir róptu til Harran í neyðini” og í ørindi 29: “Hann læt stormin vendast í stilli”. Hann ið øllum valdar styrki tykkum. Hvíl í friði Anfinn og takk fyri alt. Ver væl goymdur til upp­reisnina góði vinur og systir­sonur. Ærað veri minnið. Hans Vilhelm Eitt afturvendandi tiltak í Vestmanna kirkju eru tær vælumtóktu advents­kon­ sert­irnar, sum kirkjan skipar fyri saman við Vestmanna kirkjukóri. Sunnudagin 30. november, sum er fyrsti sunnudagur í ad­vent, verður konsert í Vest­manna kirkju kl 19.00, har Vestmanna Kirkjukór á hvørj­um ári fær nýggjar gestasangarar inn at hjálpa sær. Í ár hevur kórið fingið Berg­tór Bjarkhamar og Nicolinu á Kamarinum at luttaka, so alt skuldi tekna til, at tað verður ein hugnali løta í Vestmanna kirkju sunnu­ dagin kl. 19.00 Konsert við Nicolinu, Vestmanna Kirkjukóri  og Vestmanna sangkóri