týsdagur 25. november 2014síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. november 2014 · Nr. 135
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tøkk
Vit vilja takka øllum, sum gleddu
okkum á brúdleypsdegnum
19. juli 2014 í Keypmannahavn
Christina & Mike
(Christina er dóttir Marjun Dahl)
Tøkk
Vit takka tykkum, sum á ymsan hátt
gjørdu okkum gullbrúdleypsdagin
09.05.2014 so ógloymandi. Takk tit øll,
sum vóru við Gjógv saman við okkum
og tit, sum við heilsanum mintust
okkum á degnum. Ein serlig tøkk til
børn, svigerbørn og barnabørn.
Gud signi tykkum øll.
Óluva og Hargarð
Alt á einum stað
Vit útinna allar uppgávur í sambandi
við eina jarðarferð frá byrjan til enda
• Kistur
• Sangir, blómur og kransar
• Sangarar (í Tórshavn)
• Ervi
• Líkflutningur til og úr Føroyum
• Líkbrenning (Kremering)
• Gravsteinar
(Framsýning við Marknagilsvegin 86)
Tel. 51 17 23
www.gravarhjalp.fo
Komu tær av Bakkanum oman ígjøgnum
brekkuna so lættar og fættar, á Snarfrost tær
stóðu á rað við hvør sínum bakka.
Tá langir vóru dagar og møðin stór, stutt var
fjús og okkurt glepsi millum kvinnur fór.
Tað kann tykjast so einfalt við bandið at standa,
men nógv um lívið vit lærdu, um vinskap
samanhald og so nógv annað.
Hvør skal vera mamma, hvør skal vera omma,
hvør skal fermast, hvør skal giftast, ja alt hetta
fylgdi man við áhuga í.
Tá “lurtarnir og vit”, úr útvarpið spældi, og lagið
var gott, onkur skemtari stemmaði í, og sangur
og látur um høllna fór.
Árini gingu og sporini tyngdust, slitnir kroppar
píndir av gikt, takkaðu fyri seg. Ikki var nógv
hóastak, ongan málning og Ikki í søguni skrivað
finnur tú teirra nøvn.
Men í okkara minnum liva tær allar.
Ei heldur mundi tað veri á bonaðum gólvum
tær trivust best, við teimum “fínu”, vit vóru av
arbeiðarastatt, og eru stoltar av tí.
Trúfastar álítandi bæði til arbeiðis og við hús
tær vóru – onki lá eftir. Hetta gjørdist teirra
lívsstarv, og onga orsøk tær hava at smæðast
burtur. Tær vóru megnarkvinnur.
Elisabeth í Kálvalíð
Flakakvinnur