týsdagur 25. november 2014síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 26. november 2014 · Nr. 135
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
veingjabreiði
nevndin, sum setti nýggju
kósina og framdi leiðslu
broytingina, tí nevndin metti
tað neyðugt.
Dimmalætting skrivar eis
ini, at nevndin kom við djúp
tøknum grundgevingum um
stjóraskiftið, tó at ein nevnd
ikki hevur fyri neyðini at
greiða so neyvt frá einum
stjóraskifti. Eg veit ikki, hvar
Dimma hevur funnið djúp
tøknar grundgevingar. Tað er
í øllum førum ikki hjá mær,
og tvørturímóti skrivaðu vit
stutt og greitt í tíðindaskriv
inum: ”Nevndin í Atlantic
Airways ynskir at seta út í
kortið av nýggjum, og tí hava
nevndin og stjórin seinastu
18 árini gjørt eina fráfaring
aravtalu”. Hetta var eisini
høvuðsboðskapurin í sam
skiftinum við fjølmiðlarnar
næstu dagarnar, tó at fjøl
miðlafólk sjálvandi ynsktu
at grava meira í hesum.
Dimmalætting vil hava
tað til, at vit her royndu at
káva útyvir eina politiska
avhøvdan og pakkaðu hana
inn. Eisini hetta er ósatt, men
tað leggur Dimma einki í.
Eg eri fyrst og fremst
vinnulívsmaður, og eg eri
valdur til nevndarformann,
tí eg havi drúgvar royndir
í at stjórna fyritøkum. Eg
havi ongantíð verið politiskt
framsøkin, men tey eru fleiri,
sum royna at gera meg til
ein politiskan ørindadrong
í royndunum at taka beinini
undan nýggju kósini. Tey
vilja hava politikk upp í mál
ið, so rumbul kemur í. Hesi
fólk áttu heldur at verið so
mikið at sær komin, at tey
lata okkum og okkara nógvu
serfrøðingar fáa frið at fáa
tað besta burtur úr føroyska
flogfelagnum
á
einum
vinnuligum
grundarlagi
– og ikki á einum køvandi
politiskum palli.
Eingin óvanlig
mannagongd
Dimmalætting heldur tað
vera óvanliga mannagongd
at seta ein fyribils stjóra at
seta nýggja kós.
Hetta átti ikki at kom
ið óvart á høvundin aftan
fyri greinina, tí tvørtur
ímóti er tað ein vælkend
mannagongd,
at
ein
persónur verður settur til
bundnu uppgávuna at gera
broytingar og skifta kós,
meðan ein annar so rekur
felagið víðari á nýggjum
grundarlagi. Harvið verður
t.d. ikki beinleiðis samband
millum gamlar mannagongd
ir og vanar, sum eru bygdir
upp
undir
undanfarnu
leiðslu, og dagliga raksturin
undir nýggju leiðsluni, sum
skal føra felagið longri fram
á leið.
Tað undrar meg, at høv
undurin á Dimmu ikki hevur
sæð hendan leistin fyrr. Men
hetta kann so vera ein arb
eiðsroynd at taka við sær
víðari.
Egyptaland kostar
Dimmalætting viðger eis
ini avtaluna við Atlantis
Rejser til Egyptalands sum
eina møguliga orsøk til
stjóraskiftið. Høvundurin
vil hava okkurt annað
enn
tað,
sum
stóð
í
tíðindaskrivinum 16. nov
ember í fjør, at vera orsøk
til stjóraskiftið.
Blaðið skilir ikki, at vit
hava sagt, at Egyptaland
hevur kostað eina tvey
siffraða
milliónaupp
hædd, og at vit kortini
framhaldandi flúgva har.
Orsøkin er einføld. Atlantic
Airways er framvegis bund
ið at avtaluni við Atlantis
Rejser, men tað eydnaðist
nýggja stjóranum at niður
laga avtaluna restina av av
taluskeiðnum, samstundis
sum tað eisini eydnaðist
honum at fáa eina góða av
talu um leiguflúgving fyri
WOW í Íslandi.
Sostatt kom Atlantic
Airways burtur úr einari
sera trongari støðu. Um
høvundurin á Dimmalætting
hevði fylgt við í tí, sum hevur
verið skrivað um hetta, so
hevði hann møguliga eisini
skilt samanhangin.
Virksemið savnað
Ein partur av nýggju kósini
er NORÐ-ruturnar, sum eru
til sølu við fýra fráferðum
um vikuna til Bergens, trim
um fráferðum um vikuna
til Reykjavíkar og tveimum
fráferðum um vikuna til
Edinburgh frá síðst í mars
2015. Í vár fer Atlantic Air
ways eisini at flúgva til Sard
inia, sum vann Facebook-
kappingina um eitt ferðamál,
har várið kann njótast í ein
um heitum landi. SÓL-ferða
málini næsta summar eru
Mallorca og Barcelona.
Dimma hugsar ikki um
hetta, men vísir heldur á,
at áhugaverdu ferðamálini
London og Milano eru burt
ur. Í báðum førum er tað ein
sannroynd, at hesar rutur
bóru seg als ikki, og at tær
vóru bert á skránni ein lítlan
part av árinum.Við NORÐ-
rutunum verður møguleiki
fyri nógv fleiri fráferðum út
í heim alt árið – t.d. gjøgn
um Edinburgh til London,
og annars er gott samband
úr Edinburgh, Bergen og
Reykjavík víðari út heim.
Endamálið við nýggju
strategiini er at skipa kjarnu
virksemið av nýggjum við
Føroyum og føroyingum í
miðdeplinum. Atlantic Air
ways skal fyrst og fremst
tæna Føroyum og føroy
ingum. Men Dimmalætting
heldur, at tað er meira
spennandi, um felagið er
meira útsøkjandi og ikki
tók seg aftur til fyrst og
fremst at virka um okkara
leiðir. Dimmu tykir eisini
synd í starvsfólkunum, sum
harvið ikki fáa eins spenn
andi arbeiðslív. Tað er ein
sannroynd, at tey flestu
starvsfólkini búgva í Føroy
um, og eg loyvi mær at ivast
í, hvussu nógv teirra dagliga
ynskja at arbeiða langt burt
ur frá familjuni.
Eisini heldur Dimma, at
Atlantic Airways ikki longur
verður eins áhugavert at
samstarva við, og at vakstr
armøguleikarnir
harvið
hvørva. Til hetta er at siga,
at nýggja strategiin fyrst
og fremst savnar virksem
ið føroyingum at gagni við
bíligum Danmarkar-ferða
seðlum, regluligum NORÐ-
rutum
til
grannalondini,
SÓL-ferðamálum um summ
arið og einstøkum øðrum
ferðum til heitari lond køldu
mánaðirnar.
Yvirskotsorkan
kann
síðani brúkast til at flúgva
leiguferðir úti í heimi. Mynd
in vendir rætt, tá vit fyrst og
fremst eru til fyri føroyingar,
og ikki tá ið vit heldur vilja
síggjast úti heimi, sama hvat
tað kostar, og sama um tað
nervar reglusemið í flúgv
ingini heima hjá okkum
sjálvum.
Harumframt
hevur
nevndin tikið stig til at keypa
aftur øll privatu partabrøv
ini, so at Vinnumálaráðið
aftur er einasti eigari. Støðan
við einum triðingi í privatum
partabrøvum var ikki hald
góð, tí smáu eigararnir og
landsstýrið
vóru
bundin
at hvørjum øðrum uttan at
hava nakran fyrimun av hes
um, og tað var eitt haft um
beinið á felagnum. Atlantic
Airways er heldur ikki á
keypsskálunum meira, og
tað gevur eisini størri frælsi
at virka.
Framtíðin bjørt
Ein strategi er ikki læst føst,
og um tað verða partar av
hesum, sum ikki bera seg, so
skal støða sjálvandi takast av
nýggjum. Men tað er týdn
ingarmikið at halda fast um,
at Atlantic Airways fyrst og
fremst skal tæna Føroyum
og føroyingum.
Dugnaligu starvsfólkini
bera felagið fram á leiðina
at taka við nýggjum avbjóð
ingum undir skipaðum við
urskiftum, har felagið fyrst
og fremst er eitt føroyskt
rutufelag, sum kann selja
yvirskotsorkuna til leigu
flúgving, um tað ikki nervar
dagliga raksturin á rutunet
inum.
Atlantic Airways er á
ongan hátt eitt ”one man
show”, sum fyri einhvønn
prís skal síggjast úti í heimi
fyri kanska at kunna vaksa.
Atlantic Airways er hinvegin
eitt heimligt flogfelag, har
dugnalig starvsfólk lyfta í
felag til frama fyri alt sam
felagið. Eitt felag, har inn
tøkurnar ganga fram um
útreiðslurnar, og har nýggj
stig verða tikin við skili, so at
inntøkurnar altíð eru fleiri
enn útreiðslurnar.
Við dugnaligum starvs
fólkum og tryggari støð í
Føroyum
hevur
Atlantic
Airways eitt sterkt veingja
breiði at taka við nógvu av
bjóðingunum, sum liggja fyri
framman.
Flott skjótihurðaskáp
- 40%
...til kamarið, grovkøkin, gongina,
skrivstovuna, baðirúmið, o.a.
Borg l Runavík, tel. 477272 l Klaksvík, tel. 455149 l www.borg.fo