leygardagur 1. juli 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult cyan magenta svart
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 124 - 1. juli 2000
gult cyan magenta svart
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Høgni Mohr
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: P/F Prentmiðstøðin
Sosialurin
Oddagrein
Skilir veljarin ikki?
Áhugaverd úrslit vóru at síggja í veljarakann-
ingini, sum SVF og Sosialurin hava latið gjørt.
Lítil ivi tykist vera um, at føroyski veljarin tekur
ikki undir við sokallaðu trumfunum hjá lands-
stýrinum á seinasta samráðingarfundi. Før-
oyingar brýggja seg ikki um, at ein triðji partur,
sum eitt nú ST, kemur uppí samráðingarnar
við donsku stjórnina. Tað var eisini, sum vit
hava nevnt her á hesum stað, eitt sindur
óheppið fyri Føroyar, at okkara landstýri sat
og tosaði um ST, sum um talan var um hertøku
ella ógerðir, ið vit kenna frá Balkan og aðra-
staðni.
Uppaftur størri mótstøða var móti at nýta
oljuinntøkur til afturbetaling av stuðuli frá Dan-
mark í skiftistíðini útyvir tey fýra árini, ið
danska stjórnin og fólkatingið ganga við til.
Fýra út av fimm veljarum hildu lítið um hetta
hugskotið hjá landsstýrinum, og átti hettar at
fingið landstýrið at ásanna, at teir gjørdu eitt
mistak. Landstýrið hevur ikki ásannað, at hetta
var eitt mistak. Sambært Høgna Hoydal hevur
veljarin ikki skilt uppskotið hjá teimum. Spurn-
ingurin er, um hettar ikki er ein rættiliga grov
undirmeting av føroysku veljarnum, eisini tá
hugsað verður um, at eingin samgonga hevur
nýtt so nógv av skattgjaldarans peningi til at
kunna veljaran um eina politiska ætlan sum
hesa. Veljarin hevur ivaleyst skilt, at tað er
stórur munur á at mótrokna í einum stuðuli tú
fært, soleiðis at hann gerst minni ella fellir
burtur, og so at fáa stuðulin fyrst, og so
afturgjalda hann við oljuinntøkum sum veð.
Fullveldisfortalararnir í samgonguni hava ein
óvana, og tað er, at hvørja ferð veljaraskarin
ella einstakir politiskir flokkar ganga ímóti
samgonguni, so verður sagt, at ikki er nóg
væl kunnað, ella hesi ikki hava skilt. Kann tað
ikki hugsast, at fullveldisætlanin er væl skild,
men at veljarin ikki tekur undir við henni, uttan
eina órealistiska skiftistíð?
Høgni Hoydal tulkaði úrslitið soleiðis, at før-
oyingar hildu, at 15 ár var rímiligt. Hettar er
ivaleyst ein yvirtulking. Eitt nú kann hugsast,
at nógv fólk høvdu viljað fingið eina millión
forerandi frá landinum, um tey vóru spurd,
hóast tað ikki nýtist at merkja, at tey halda
tað vera rímiligt, at tey fáa hana.
Tá hugt verður eftir atkvøðubýtinum millum
flokkarnar, um eitt valúrslit var sum veljara-
kanningin, so verða Sambandsflokkurin og
Tjóðveldisflokkurin størstu flokkar, meðan
Fólkaflokkurin gerst stóri taparin. Javnaðar-
flokkurin hevur eina afturgongd í mun til sein-
astu veljarakanning, men eina framgongd í
mun til valið. Polariseringin millum loysing og
samband er neyvan gagnlig fyri gerandisdags-
mál í næstu framtíð. Hvussu er við heilsuverki,
samferðslu, pensiónum og øðrum, tá so nógv
orka fer til loysing samband spurningin.
Løgmaður og flokkur hansara tykjast taka
hesa veljarakanning til eftirtektar og tosa um
at fáa “ein sáttmála” heldur enn fullveldi. Trup-
ulleikin er bert, at samgongan er farin niður
at samráðast um fullveldi og ikki “ein sátt-
mála”. Skal samráðast um “ein sáttmála”, so
má saðlast um.
Viðmerking:
Tað er ein fyrireikingar-
bólkur við Inga Gunnarsson
í Havn, sum stendur fyri til-
takinum. Fleiri stovnar, m.
a. Ferðslutrygd, stuðla til-
takinum, eins og fleiri
blómuhandlar fara at hava
opið eina løtu sunnudagin.
Blómuhandlarnir fara at
selja rímuliga bílig blómu-
tyssi og onkur fer at selja t.
d. hjørtu og krossar við
turkaðum blómum o. ø.
Fyrireikingarbólkurin fer
í so stóran mun sum møgu-
Minnast tey, ið
doyðu í ferðsluni
Í morgin verður minningardagur
teirra, sum farin eru í ferðsluni
Tøkk
Vit takka øllum fyri sýnda samkenslu og stuðul
í sambandi við jarðarferðina hjá høgt elskaðu
dóttir okkara
Annika Gulklett
Nólsoy
sum so brádliga fór frá okkum.
Eygu mega glitra
og muðurin hann lær
hylur tað, ið eingin sær.
Tit kunnu eins og Annika stuðla »Hjálpsemi
2000« hjá Adventistasamkomuni, konto í før-
oysku peningastovnunum.
Marita og Jens-Kjeld
ligt at markera vanlukku-
støð í meginøkinum við
blómum sunnudagin.
Vónað verður at fáa so
stóra undirtøku sum møgu-
ligt fyri tiltakinum, og heitt
verður samstundis á fólk
um at sýna tiltakinum
stórsta ansni í ferðsluni
sunnudagin.
Endamálið er eittans: At
minnast tey farnu og við
tiltakinum at eggja til stórsta
umhugsni í dagligu ferðsl-
uni.
Nú stendur loysingarsam-
gongan aftur á einum vega-
móti, eftir at teirra politiski
málsetningur er fullkomu-
liga miseydnaður. Tey sein-
astu rópini gella nú um allar
geilar, um at danir mugu
geva okkum olmussu í 15
ár, um henda loysingarsam-
gonga skal hóra undan.
Vilja nú hava olmussu
Navnið olmussa, hava somu
loysingarflokkar fyri mong-
um árum síðani givið ríkis-
stuðlinum, og ikki kann sig-
ast, at hesin stuðul altíð hev-
ur verið so høgt í metum
millum loysingarflokkarnar.
Men nú er vent í holuni,
tí nú vilja teir allir hava ol-
mussu. Men í staðin fyri at
viðganga, at talan her er um
tað, sum teir fyrr kallaðu
olmussu, so royna teir nú at
skuldseta danir fyri bæði
eitt og annað.
Í hesum er einki nýtt.
Men hetta bøtir bara ikki
um umdømið hjá hesum
loysingarflokkum. Serliga
ikki tá hugsað verður um,
at teir hóast alt vilja hava
tætt samband við danska
kongshúsið.
Fáa bert 4 ár
At skiftistíðin einans verður
4 ár, er ikki nakað nýtt. Nú
fara tað at verða 2 ár, síðani
Poul Nyrup Rasmussen lat
loysingarsamgonguna vita
av hesum, og síðani tá hevur
hann fleiri ferðir endurtikið
seg sjálvan, at soleiðis verð-
ur. Men loysingarsamgong-
an hevur tann trupulleika, at
hon vil ikki skilja Nyrup,
hóast stórur meiriluti í
danska fólkatinginum, stig-
ar forsætisráðharran í hes-
um máli. Har verður sostatt
ikki meira at heinta hjá loys-
ingarsamgonguni.
Landsstýrið má frá
Tí metir undirritaði, at nú
er stundin komin til handa,
tá landsstýrisins miseydnaði
politiski málsetningur fær
ein enda. Tað gerst einans
við at vit skjótast gjørligt
sleppa til atkvøðuhølini, og
fólkið harvið fær sett punkt-
um fyri hesi samgongu, sum
má leggja frá sær, so vit
aftur fáa eina arbeiðsføra
stjórn, og fólkið kann liva
trygt í landinum.
Andras Miðskarð
Donsk olmussa bjarga loysingarsamgonguni
Tað er ótrúðligt, hvat tjóð-
veldismenn fáa burturúr
blokkstuðlinum.
- Hann skal falla burtur.
- Hann skal vara allar æv-
ir.
- Hann skal spara dønum
20 milliardir.
- Avlopið hjá landskass-
anum stavar bara frá blokk-
inum.
- Blokkurin er rótin til alt
ilt.
Og um skiftistíðina verð-
ur sagt, at blokkurin má
varðveitast — jú longri ára-
mál, jú betur.
Sambært Høgna Hoydal
og Karsten Hansen, so stav-
ar avlopið hjá landskassa-
num einans frá blokkstuðl-
inum. Landsstýrið boðar nú
frá, at serligur grunnur skal
gerast til at goyma hetta av-
lopið í.
Avlop áðrenn allar
rokningar eru goldnar
Landsstýrið roknar við eini
600 milliónum krónum í av-
lopi í ár. Hetta tal hevur eis-
ini verið serverað donsku
stjórnini til samráðingarnar.
Men vit sum manna løg-
tingið vita, at tá eru avdrøg
og eykajáttanir ikki tikin
við. Eitt avlop kann sjálv-
andi bara roknast eftir at
allar rokningar hjá lands-
kassanum eru goldnar. Tí
skal talið hjá landsstýrinum
helst lækkast við umleið
300 milliónum krónum.
Eisini er tað ein gáta,
hvussu landsstýrið og tjóð-
veldismenn hava funnið út
av, at avlopið júst stavar frá
blokkinum, sum er ein rætt-
iliga føst upphædd. Mær
vitandi fara allar inntøkur
samlaðar í landskassan, eis-
ini blokkurin. Tí má tað
heldur vera t. d. tann meir-
skatturin, sum er tikin frá
Føroya fólki, ella gjøld, ella
minni goldnar rentur til út-
lond, sum eru orsøkin til av-
lopið.
Hvør er frágreiðingin?
Hevur Karsten Hansen
kanska goymt teir donsku
pengaseðlarnar til endamál-
ið?
Fellur burtur, men
heldur kortini fram
Høgni Hoydal brúkar í sín-
ari grundgeving fyri loys-
ingini, at hann vil spara
Danmark fyri at gjalda 20
milliardir krónur í blokk-
stuðli. Sambært honum og
landsstýrinum kann Dan-
mark sleppa bíligari, um
danska stjórnin gongur við
til eina 15 til 20 ára skiftis-
tíð. Alternativið er, at Dan-
mark rindar blokkstuðul til
føroyingar í allar ævir, verð-
ur sagt.
Seinasti pástandurin frá
Høgna Hoydal er, at blokk-
stuðulin dettur burtur undir
øllum umstøðum. Hetta skal
hann hava hoyrt undir sam-
ráðingunum.
Løgmaður
royndi seg eisini við hesi
ligisøguni, beinleiðis í Sjón-
varpi Føroya frá tíðinda-
fundinum í Keypmanna-
havn. Hann bleiv beinan-
vegin rættaður av sjálvum
Poul Nyrup Rasmussen,
sum afturvísti pástandi løg-
mans so dyggiliga.
Her haltar í ólukkumát
við próvførsluni. Blokkurin
kann ikki bæði halda fram í
allar ævir, og falla burtur.
”Hensigten helliger
midlet”
”Hensigten” hjá landsstýr-
inum er so sólaklárt at máa
støðið undan ríkisfelags-
skapinum. Alt sum kann
seta hann niður í virði skal
brúkast út í odd og egg.
Strategurin veit væl, at
sigur tú eini ósannindi nóg
ofta, so fara fólk at trúgva
teimum til endans.
Edmund Joensen
Nú melur fyri onkrum
EYÐUN KLAKSTEIN
Kappingarneytin hjá al-
menna Útvarpinum roynir
nú at fáa stuðul frá nøkrum
av stóru kommunum í land-
inum.
Í eini óvanligari umsókn
til Havnar, Klaksvíkar og
Runavíkar kommunu biður
Rás 2 um fíggjarligan stuð-
ul, og aftur fyri vil rásin lata
kommunum ókeypis lýsing-
ar, umrøðu og beinleiðis
sendingar frá eitt nú býráðs-
fundum.
– Vit halda tað vera eitt
gott hugskot, at kommunur-
nar lata okkum fíggjarligan
stuðul, og afturfyri kunnu
vit geva borgarunum í hes-
um kommunum eina betri
kunning um kommunal við-
urskifti, sigur Petur Jacob-
sen, stjóri á Rás 2.
Tórshavnar
kommuna
hevur tikið best ímóti um-
sóknini frá Rás 2, og mána-
dagin verður felags fundur
millum Rás 2 og fíggjar-
nevndina og mentanar-
nevndina hjá Tórshavnar
býráð. Á hesum fundi skal
umsóknin og eitt møguligt
samstarv viðgerast.
Fleiri býráðslimir í Havn
eru sinnaðir at royna sam-
starvið, men formaðurin í
mentanevndini hjá Tórs-
havnar býráð er hart ímóti
hugskotinum.
– Eg haldi, at tað er prin-
sipielt skeivt at lata einari
privatari fyritøku stuðul,
sigur Kaj Leo Johannesen.
Eina krónur fyri
hvønn borgara
Rás 2 sendi umsóknina til
Tórshavnar býráð 14. mars
í ár, og síðani hava hinar
báðar stóru kommunurnar
eisini fingið eina umsókn.
Í umsóknini til Tórshavn-
ar býráð skjýtur Rás 2 upp,
at býráðið letur útvarpsrás-
ini eina krónu í stuðli fyri
hvønn borgara í kommun-
uni – um mánaðin. Hetta
svarar til góðar 16.000
krónur um mánaðin – ella
næstan 200.000 krónur um
árið.
Afturfyri skal Tórshavnar
býráð fáa ókeypis lýsingar
á Rás 2, og Rás 2 skal eisini
Rás 2 bjóðar kommunum
umrøðu afturfyri pengar
Rás 2 hevur biðið Havnar, Klaksvíkar og Runavíkar kommunur um fíggjarligan stuðul. Afturfyri
bjóðar Rás 2 kommununum ókeypis lýsingar, umrøðu og beinleiðis sendingar frá býráðsfundum
binda seg til at umrøða til-
tøk hjá kommununi um-
framt at senda beinleiðis frá
býráðsfundum, tá onkur
týðandi mál eru á skránni.
Bæði mentanarnevndin
og fíggjarnevndin hjá Tórs-
havnar býráð hava síðani
viðgjørt umsóknina. ment-
anarnevndin mælti 17. mai
til, at umsitingin hjá Tórs-
havnar kommunu brúkar
Rás 2 sum lýsingarmiðil á
jøvnum føti við hinar miðl-
arnar.
22. juni var samband
millum Rás 2 og formannin
í fíggjarnevndini hjá Tórs-
havnar býráð, sum er Leiv-
ur Hansen, býráðsformaður,
og
mánadagin
verður
nýggjur fundur við Rás 2,
har bæði fíggjarnevndin og
mentanarnevndin vera til
staðar.
– Tá fara vit at greiða bý-
ráðslimunum frá, hví vit
halda at hetta samstarvið er
eitt gott hugskot, sigur Petur
Jacobsen, stjóri á Rás 2.
Ætla at brúka
Rás 2 í valárinum
Tað hevur ikki eydnast okk-
um at fingið fatur á Leivi
Hansen, býráðsformanni í
Havn, fyri at fáa eina við-
merking frá honum til um-
sóknina frá Rás 2.
Men vit hava tó skilt, at
býráðsformaðurin – saman
við øðrum býráðslimum –
er sinnaður at umhugsa
samstarvið við Rás 2.
Formaðurin í mentanar-
nevndini er tó ímóti hug-
skotinum.
– Hetta er eitt rættiliga
prinsipielt mál, tí hvør verð-
ur næstur, tá vit hava játtað
ein árligan stuðul til eina
privata fyritøku í kommun-
uni. Hinvegin haldi eg, at
vit saktans kunnu brúka Rás
2 til ávísar uppgávur, men
tá skulu vit venda okkum
til teirra, og so skulu vit
gjalda fyri tað ávísa arbeið-
ið, sigur Kaj Leo Johanne-
sen.
– Tað tykist, sum onkrir
av býráðslimunum síggja
ein møguleika í at sleppa
fram at á Rás 2, um býráðið
játtar stuðul. Og hetta botn-
ar helst í, at í ár er valár.
Kaj Leo Johannesen sig-
ur, at hann sær ein stóran
vanda fyri framman, um bý-
ráðið letur Rás 2 stuðul eftir
tí umsókn, sum rásin er
komin við.
– Tað kann ikki vera rætt,
at vit skulu gjalda einum
fjølmiðli fyri at koma á bý-
ráðsfund. Um vit ikki klára
at lokka fjølmiðlarnar á bý-
ráðsfund, uttan at gjalda fyri
tað, so eru vit litleysur sum
politikarar, sigur formaður-
in í mentanarnevndini hjá
Tórshavnar býrað, sum ikki
stillar uppaftur til valið í
heyst.
Sær ongan vanda
Stjórin á Rás 2 sær stórar
møguleikar í samstarvinum
við kommunurnar.
– Vit fáa ongan almennan
stuðul sum er, men tað
hevði komið væl við hjá
okkum, um onkrar av
kommunum vildu stuðla
okkum, samstundis sum vit
syrgdu fyri, at borgararnir í
kommununi vórðu betri
kunnaðir um ymisk viður-
skifti í kommununi, sigur
Petur Jacobsen
– Eg stúri als ikki fyri, at
vit skulu blíva misnýttir í
politiskum
samanhangi,
sigur hann.
Rás 2, sum í løtuni hoyrist
av nærum tveimum triðing-
um av fólkunum í Føroyum,
livir útilokandi av inntøkum
frá lýsingum og sponsorum.
Men mánadagin ætlar
rásin at royna at sannføra
býráðslimirnar í Havn um,
at tað er eitt gott hugskot at
stuðla rásini fíggjarliga.
Tíðindamenninir í Rás 2, Óla Jákup Rólantsson og Sonne Smith. Støðin bjóðar seg nú fram sum kunningarmiðil hjá kommunum
Mynd: Jens Kristian Vang