leygardagur 1. juli 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
5
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 124 - 1. juli 2000
Nr. 124 - 1. juli 2000
gult cyan magenta svart
gult cyan magenta svart
0,00
5,00
10,00
15,00
20,00
25,00
30,00
Fólkafl.
Sambandsfl.
Javnaðarfl.
Sjálvst.fl.
Tjóðv.fl.
Krf.
Miðfl.
Verkamannaf.
Floksbýti í prosentum
val 98
apr 2000
jun 2000
Andstøðan fingið meirilutan
Varð val hildið nú, hevði Sambandsflokkurin verið størsti flokkur, og andstøðan hevði fingið
meirilutan á tingi
JOHN JOHANNESSEN
Teir tríggir andstøðuflokk-
arnir í dag høvdu, sambært
veljarakanningini hjá Fynd,
fingið 54 prosent av atkvøð-
unum og 18 av teimum 32
tinglimunum, um val var
nú.
Sambandsflokkurin hevði
verið størstur við 26,7 pro-
sentum av atkvøðunum,
meðan Javnaðarflokkurin
hevði fingið 23,7 prosen og
Miðflokkurin hevði fingið
3,5 prosent.
Av samgonguflokkunum
hevði Tjóðveldisflokkurin
verið størstur. Hann hevði
fingið 26,4 prosent av at-
kvøðunum.
Fólkaflokkurin hevði ein-
ans fingið 15,5 prosent av
atkvøðunum, meðan Sjálv-
stýrisflokkurin hevði fingið
4,2 prosent.
Sambandsflokkurin
størstu framgongdina
Størstu framgongdina síð-
ani valið í 1998 hevur Sam-
bandsflokkurin. Talan er um
eina framgongd á 8,7 pro-
sent, frá 18 prosentum av
atkvøðunum til 26,7 prosent
av atkvøðunum.
Hetta úrlist gevur Sam-
bandsflokkinum 9 tinglimir,
og er talan tískil um ein
vøkstur á heilar tríggjar
tinglimir. Sambandsflokk-
urin hevur nevniliga í ver-
andi støðu 6 umboð á tingi.
Men eisini Tjóðveldis-
flokkurin er farin nógv fram
síðani seinasta val. Hjá hon-
um er talan um eina fram-
gongd á 2,6. Flokkurin fekk
nevniliga 23,8 prosent av
atkvøðunum til valið á várið
í 1998, meðan hann í velj-
arakanningini fær 26,4 pro-
sent, og sostatt liggur eitt
lítið vet aftan fyri Sam-
bandsflokkin.
Hetta úrslit broytir, sam-
bært kanningini, kortini ikki
tingmannatal Tjóðveldis-
floksins. Flokkurin fær 8
tinglimir, eins og hann hev-
ur í dag.
Triðji og seinasti flokk-
urin, sum í veljarakanningin
fær betur úrslit enn á valin-
um í 1998 er Javnaðarflokk-
urin. Hann fær nú 23,7 pro-
sent av samlaðu atkvøðun-
um. Á valinum í 1998 fekk
Javnaðarflokkurin 21,9 pro-
sent av atkvøðunum. Talan
er sostætt um eina fram-
gongd á 1,8 prosent.
Hendan framgongdin hjá
Javnaðarflokkin hevur við
sær, at hann fær ein tinglim
meira, enn hann nú hevur.
Javnaðarflokkurin er í dag
umboðaður av 7 tinglimum,
meðan kanningin gevur
honum 8 tinglimir.
Fólkaflokkurin stóra
afurgongd
Størstu afturgongdina síð-
ani valið í 1998 hevur
Fólkaflokkurin. Hann miss-
ir 5,8 prosent av atkvøðun-
um. Til valið í 1998 fekk
0
1
2
3
4
5
6
7
8
9
Fólkafl.
Javnaðarfl.
Tjóðv.fl.
Miðfl.
Tingmannatal
S
er
hann nevniliga 21,3 prosent
av samlaðu atkvøðunum,
meðan hann í veljarakann-
ingini einans fær 15,5 pro-
sent av atkvøðunum.
Avleiðingin av hesum er,
at Fólkaflokkurin missir
tríggjar tiglimir. Hann hevur
í dag 8 tinglimir, meðan úr-
slitið av veljarakanningini
einans gevur honum 5 ting-
limir.
Tann triðji flokkurin í
samgonguni, Sjálvstýris-
flokkurin, fær eisini vána-
ligt úrslit í veljarakanning-
ini. Sjálvstýrisflokkurin fer
aftur við 3,5 prosentum
samanborið við valið í
1998.
Sjálvstýrisflokkurin fekk
á valinum í 1998 7,7 pro-
sent av samlaða atkvøðutal-
inum. Nýggjasta veljara-
kanningin gevur honum
einans 4,2 prosent.
Avleiðingin av hesum er,
at
Sjálvstýrisflokkurin
missir annan av sínum
tveimum tinglimum.
Minsti flokkurin á tingi,
Miðflokkurin, fer eisini aft-
ur í veljarakanningini. Men
hann varðveitir kortini sína
eina tinglim.
Miðflokkurin fer aftur við
0,6 prosentum, frá 4,1 til 3,5
prosent.
Polarisering
Veljarakanningin sýnir heilt
greitt, at Sambandsflokkur-
in og Tjóðveldisflokkurin
hava størstu framgongdina.
Hetta meta eygleiðarar vera
tekin um áhaldandi polari-
sering millum veljararnar í
sambandi við fullveldismál-
ið.
– Úrslitið bendir á, at velj-
arar úr ymiskum flokkum,
sum eru ivasamir um full-
veldisætlanina, venda sær
til Sambandsflokkin, og
sjálvsstýrissinnaðir veljarar
úr ymiskum flokkum venda
sær til Tjóðveldisflokkin,
siga eygleiðarar, Sosialurin
hevur tosað við.
Tingmannatal
Fólkafl.
Sambandsfl. Javnaðarfl. Sjálvstýrisfl. Tjóðveldisfl.
Miðfl.
KrF
Verk.
Valið 98
Kanning 2000
Flokkabýtið í prosentum
Tíðin komin at saðla um
Jóannes Eidesgaard heldur, at veljarakanningin heilt greitt vísir, at veljarin
ikki tekur undir við fullveldispolitikki landsstýrissins
JOHN JOHANNESSEN
Heili 62 prosent av før-
oysku veljarunum halda,
sambært nýggjastu veljara-
kanningini, at tað er best at
finna eina loysn á ríkisrætt-
arliga spurninginum, ið
liggur innan fyri ríkisfelags-
skapin.
Talið av teimum, ið taka
undir við, at Føroyar gerast
fullveldisríki, um skiftistíð-
in verður fýra ár, er einans
24 prosent.
Ongan stuðul
hjá fólkinum
Hetta
heldur
formaður
Javnaðarfloksins, Jóannes
Eidesgaard, heilt greitt sýn-
ir, at landsstýrið ikki hevur
fólkið aftan fyri seg í full-
veldismálinum. Tí skiftis-
tíðin verður ikki longur enn
fýra ár.
Tí mælir Jóannes Eides-
gaard landsstýrinum til at
saðla um, so ein loysn kann
finnast, ið liggur innan fyri
ríkisfelagsskapin.
Eina
loysn, ið fer at lenda onku-
staðni millum Sambands-
flokkin og Tjóðveldisflokk-
in.
Politiskur trupulleiki
hjá løgmanni
Jóannes Eidesgaard mælir
ikki beinleiðis landsstýrin-
um til at leggja frá sær.
Hann sigur, at higartil hevur
virt, at samgongan er í ein-
ari samráðingarstøðu, ið
hon skal sleppa at enda, so
fólkið kann taka støðu til
úrslitið.
Men Jóannes Eidesgaard
heldur, at orðini hjá løg-
manni í Degi og Viku hós-
kvøldið prógva, at nú má
nakað henda í samgonguni.
Løgmaður ásannaði fyri
Sjónvarpinum, at danska
stjórnin ikki fer at loyva
okkum longri skiftistíð enn
fýra ár. Harafturar ásannaði
løgmaður eisini, at fullveld-
ismálið í løtuni er koyrt fast.
– Hetta tulki eg, sum at
løgmaður ásannar, at tað
málið, øll umsitingarliga
orkan hevur verið brúkt til
seinastu árini, er miseydað,
sigur Jóannes Eidesgaard.
Harafturat vísir Jóannes
Eidesgaard á, at løgmaður í
Degi og Viku segði, at
loysnin á málinum liggur
onkustaðni ímillum polari-
seringina millum Tjóðveld-
isflokkin og Sambands-
flokkin.
Nýval ella nýggj
samgonga
Hetta heldur hann merkir,
at løgmaður nú ásannar, at
tað ikki fer at bera til at fáa
undirtøku fyri verandi sátt-
málauppskoti.
Men Jóannes Eidesgaard
roknar við, at hetta kann
gerast ein trupulleiki í sam-
gonguni.
Hann
roknar
nevniliga ikki við, at Tjóð-
veldisflokkurin fer at ganga
við til nakað annað enn ver-
andi sáttmálauppskot.
Tískil roknar Jóannes
Eidesgaard við, at einasta
loysnin á trupulleikanum
hjá løgmanni er, at løgmað-
ur skrivar út nýval ella skip-
ar nýggja samgongu.
Í dag eru liðin 60 ár, síaðni Samtakið Tryggingarsambandið Føroyar byrjaði virkið sítt.
Feløgini í samtakinum vórðu løgd saman frá 1. januar 1998 við heitinum Tryggingarfelagið
Føroyar.
Nú felagið hevur rundan føðingardag er eisini stjóraskifti. Forstjórin Jens Peter Arge
(hm) fer frá, og Gunnar í Liða tekur við sum forstjóri. Á myndini heilsast fráfarandi og
komandi forstjórin
Mynd Jens K Vang
Eingin loysn uttan andstøðuna
Løgmaður ásannar, at undirtøka ikki fæst fyri fullveldisætlanini, um landsstýrið ikki nærkast andstøðuni
JOHN JOHANNESSEN
Eingin loysn finnst á full-
veldismálinum, fyrr enn
sáttmálauppskotið er vorðið
samansett av hugsanunum
hjá øllum flokkunum.
Hetta ásannar løgmaður,
efir úrslitið av nýggjastu
veljarakanningini, sum varð
almannakunngjørd í Sjón-
varpinum og í Sosialinum
hóskvøldið.
Løgmaður sigur, at velj-
arakanningin heilt greitt
vísir, at vit hava fingið eina
politiska polarisatión í sam-
bandi við fullveldismálið.
Og eina slíka polarisatión
heldur hann vera tað ring-
asta, ið kann henda fyri full-
veldismálið.
Polarisatiónin, løgmaður
sipar til, er stóra fram-
gongdin hjá ávikavist Sam-
bandsflokkinum og Tjóð-
veldisflokkinum.
Men hesa polarisatión
ætlar løgmaður at beina
burtur. Hann sigur sína upp-
gávu vera at finna eina
loysn, ið kann fáa undirtøku
frá føroyska fólkinum.
Eydnast tað honum ikki at
finna eina slíka loysn, er
hann bangin fyri, at vit
verða noydd at taka støðu
til eitt alternativt uppskot frá
dønum.
Fyri at finna loysnina sær
løgmaður tað vera neyðugt
finna eina loysn, so nógvir
flokkar,
sum
møguligt
kunnu taka undir við. Í hes-
um sambandi sigur løgmað-
ur seg eisini meina við tey
markantu á Tjóðveldis-
veinginum og tey markantu
á Sambandsveinginum.
Hesa loysn roknar løg-
maður við at finna, men
hann vil ikki siga, um hetta
bert fer at krevja justeringar
í verandi sáttmálauppskoti,
ella neyðugt verður við ein-
um nýggjum sáttmálaupp-
skoti. Tó skilt á løgmanni,
at talan í fyrstu atløgu ikki
verður um nakað nýtt sátt-
málauppskot, men heldur
um justeringar í verandi
uppskoti.
Løgmaður er tískil samd-
ur við Jóannesi Eidesgaard,
tá hann sigur, at neyðugt er
at endurskoða fullveldisætl-
anina. Eisini fegnast løg-
maður um, at Jóannes Eid-
esgaard sigur, at málið um
ríkisrættarliga spurningin
ikki má steðga upp. Tí rættir
løgmaður Jóannesi Eides-
gaard armin og bjóðar hon
vera vælkomnan at finna
eina loysn á fullveldismáli-
num saman við landsstýri-
num.
Løgmaður ásannar, at
samráðingarnar við donsku
stjórnina eru koyrdar fastar,
nú tað er greitt, at
Stjóraskifti á tryggingini
hallo...
hallo...
Sosialurin - 311820