týsdagur 25. november 2014síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. november 2014 · Nr. 135
34
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
hugleiðingar
Í einum riti – „Dópurin og
hin nýggja føðingin” – ið
varð givið út í 1882, sigur
trúboðarin William Gibson
Sloan (1838-1914) m.a. hetta:
„Hvussu verður ein fødd
ur av nýggjum? Tað er við at
trúgva evangeliinum (t.v.s.
hetta er fyri tey, sum duga á
at skyna).
Í Jóhannesar evangelium
1,12-13 lesa vit: „Men so mong
um sum tóku ímóti Honum,
gav Hann mátt at verða børn
Guds – teimum, ið trúgva á
navn Hansara; tey eru fødd,
ikki av blóði, heldur ikki av
holds vilja, heldur ikki av
mans vilja, men av Gudi.”
Í samrøðuni, sum Jesus
hevði við Nikodemus, í Jó
hannes 3,14-15, segði Jesus:
„Eins og Móses lyfti upp
ormin í oyðimørkini, so skal
Menniskjasonurin
verða
lyftur upp, fyri at hvør tann,
sum trýr, skal hava ævigt lív
í Honum.”
Í 1. brævi Pæturs 1,23 og 25
lesa vit: „Tit, sum endurfødd
eru, ikki av forgeingiligum
sáði, men óforgeingiligum,
við orði Guds, sum livir og
varir! men orð Harrans verð
ur í allar ævir. – Og hetta er
orðið, sum tykkum er kunn
gjørt við evangeliinum.“
Í brævi Jákups 1,18 lesa vit:
„Eftir vilja Sínum føddi Hann
okkum við sannleiksorði, ...”
Í Galatiabrævinum 3,26-
27,29 lesa vit: „Tit eru jú øll
børn Guds við trúnni á Krist
us Jesus. Tí tit, so mong sum
doypt eru til Kristus, hava
latið tykkum í Kristus. Men
hoyra tit Kristusi til, so eru
tit eisini avkom Ábrahams,
arvingar eftir lyfti.“
Tá ið barnadópur ikki
hevur heimild í Orði Guds,
kann alt viðvíkjandi tí, sum
verður sagt at koma menn
iskjum til góðar í honum, als
ikki vera álítandi. Tí, hvussu
kann „hin nýggja føðingin,
fyrigeving syndanna og hitt
æviga lívið” verða knýtt at
einari gerð, sum er íspunnin
av menniskjum! Tá ið hetta
ikki finst í Orði Guds, er tað
einans mannaverk! – Tí eru
tey á skeivari leið, sum halda,
at tey hava fingið trúnna ella
frelsuna við ásletting, tá ið
tey vóru børn. – Sostatt eru
tey fortapt, um tey ikki við
trúnni á Jesus eru fødd av
nýggjum!
Í samband við dóp eru
orðini: prestur, doypifuntur,
sakramenti, fadrar, dóps
lyftir, altar og spurningar
til pinkubørn, um tey vilja
trúgva – ikki at finna í Orði
Guds, men eru mannaverk,
sum Gud sigur um: „... hvør
hevur tá biðið tykkum ...“
gera hetta! (Es. 1,12).
Skilagott hevði verið at
gjørt sum tey í Berøa, sum
tóku ímóti orðinum við all
ari vælvild og dagliga rann
sakaðu skriftirnar fyri at
síggja, um hetta var so, og
fingu tann vitnisburð, at tey
vóru meiri rætthugsandi enn
tey í Tessalonika, sum tóku
við sær nakrar óvandamenn
av letingunum á torginum,
fingu saman mannfjøld og
loyptu røring í staðin og
søktu at ápostlunum (Áp.
17,5-14).
Ein atsøkjandi andi er
ikki frá Gudi; men, tað er vilji
Hansara, at vit skulu royna
alt við Skriftunum og hava
hitt góða eftir (1. Tess. 5,21).
Tað er neyðugt fyri fram
gongd hins trúgvandi og
andaligu vælferð hansara nú
í tíðini og somuleiðis viðvíkj
andi løn hansara við Kristi
dómstól, at hann livir eftir
Orði Guds í øllum lutum. Tí,
vit verða tann dag dømd eft
ir Orðinum og ikki eftir, hvat
vit hildu ella eftir, hvat onn
ur lærdu okkum.
Andi Guds býr í hvørjum
einstøkum trúgvandi, fyri
at hann við vissu skal vita,
hvat vilji Harrans er. Tá ið vit
fylgja Orði Guds, vaksa vit í
Harrans Jesu náði og kunn
skapi og njóta samfelag við
Faðirin og fáa styrki til at
søkja tað, sum er øðrum til
besta andaliga.
Hetta fer samstundis at
leiða okkum til at bera kross
in. Men við Harrans Jesu
Kristi kærleika í hjørtum
okkara er tað lætt at bera ok
Hansara.
***
Kæri lesari! Spyr teg sjálvan:
„Eri eg føddur av nýggjum?
Havi eg fingið lív í sálina?”
Hugsa um orð Harrans:
„Tann, ið ikki trýr, skal verða
fordømdur.““
Slík kunnu verða doypt
sum børn ella sum vaksin,
við ásletting ella við at verða
søkt undir. Men eru tey ikki
sonn kristin, eru tey hóast
hetta undir vreiði Guds. Og,
hvør einstakur, ið doyr utt
an trúgv á Jesus, verður for
dømdur.
Hvør einstakur gerið sær
tí greitt, at hann ikki lítur
á nakra útvortis gerð, sum
verður gjørd í tænastu Guds,
til frelsu, men á Jesus eina.
Tí bert tey, ið trúgva á Jesus,
eru sæl.
Um tú – lesari mín – hevur
livað uttan trúgv á Frelsaran,
vend so við til Hansara sum
ein fortaptur syndari! Lít
eina á náði og blóð Hansara
til frelsu! Tá skalt tú kenna,
hvat tað er at verða føddur
av nýggjum og fáa styrki við
Anda Guds at liva eitt nýtt
lív og eiga eina fasta vón um
dýrd hjá Gudi (Róm. 5,2-11).”
John í Skemmuni
Í heyst var minningarhald
í Ebenezer í Havnini í sam
bandi við, at hundrað ár vóru
liðin, síðan skotski trúboð
arin, William Gibson Sloan,
andaðist.
Gamli Sloan, ið hann
seinni varð nevndur, kom á
fyrsta sinni til Føroya í 1865,
og búsettist hann seinni í
Havnini, giftist og fekk børn.
Hann ferðaðist trúliga kring
oyggjarnar og kunngjørdi
evangeliið um Jesus á ein
sera einfaldan hátt. Serliga
er hann kendur fyri at vera
barnavinur og fyri at leggja
hondina á høvd barnanna og
siga: „Tro på Jesus.”
William Sloan var ein
sera eyðmjúkur maður, sum
kunngjørdi orð Guds á ein
sera greiðan hátt, har hann
legði dent á, at tað einans er
við trúgv á Jesus, at ein verð
ur endurføddur.
Blaðstjórin á Tingakrossi,
Kristin
Holm
Isaksen,
skrivaði m.a. hesi minn
ingarorð um Gamla Sloan í
Tingakrossi tann 9. septemb
er í 1914:
„Den
sagtmodige
yd
myghed, der prægede Willi
am Sloans hele væsen og
fremtræden,
vandt
ham,
efterhånden som tiden gik,
manges
hjerter,
omend
modstanden
fra
kirkelig
side til at begynde med ofte
gav sig grelle udslag. Hans
religiøse
forkyndelse
gik
ikke dybt, den var enkel og
usammensat som han selv;
men den bares oppe af en
urokkelig gudstro og en op
ofrende
næstekærlighed,
der måtte aftvinge respekt
hos enhver og gøre ham af
holdt,
hvorsomhelst
han
færdedes.“
Vit hava umsett eina trak
tat eftir William G. Sloan,
sum upprunaliga nevndist
„Dåben og den nye fødsel“,
og takka vit fyri at fáa loyvi
at seta hana í Sosialin.
Dópurin og hin
nýggja føðingin
Í sambandi við 100
ára minningarhald
William G. Sloans