Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-25, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. november 2014síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 Mikudagur 26. november 2014 · Nr. 135 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað hevur verið heitt á Strand­ferðsluni í ár. Fyritøkan hevur havt fleiri stjórar, og fíggj­ar­ leið­ar­in er eisini sendur til hús. Hetta, fyrst og fremst í sam­bandi við samlaðu nýtsl­una í mun til játtaða pen­ing­in. Men nú hevur lands­ grann­skoð­an­in hugt at ein­um øðr­um málið hjá stovn­in­um. Nýtt ferðaskip er sett í sigl­ing millum Sand og Skúv­oy, men tað er ikki hent uttan trupulleikar. Ferjan var keypt og skuldi hava nýggja mask­ inu setta í, men tá ið hetta skuldi gerast kom fram, at Strandferðslan hevði gloymt at biðja um játt­an til ísetingina av mot­or­in­ um. – Landsgrannskoðanin held­ur tað vera undr­un­ar­ vert, at íseting av mot­or­ un­um ikki varð tik­in við í kostn­að­ar­met­ing­ina, fyrr enn biðið varð um eyka­ játt­an í mars 2014, tá ið havt verður í huga, at um­ bøn­ir um játt­an­ir til sama mál hava ver­ið við­gjørd­ar í ting­in­um tvær ferð­ir áð­ ur, nevni­liga í eyka­játt­an fyri september 2013 og so aft­ur í løg­tings­fíggj­ar­lóg­ ini 2014. Vinnumálaráðið hev­ ur í oktober í ár greitt frá, at tey eisini undrast yv­ir, at ongin umbøn er kom­ in til pening at seta mot­ or­in í fyri. Ráðið sig­ur, at tað hevur havt nógv samskifti við Strand­ ferðsl­una um Skúv­oy­ ar­ferj­una, men at tað onga­staðni verð­ur nevnt nakað um, at eyka pen­ ing­ur skal til fyri at seta mot­or­in í skipið. Vinnumálaráðið held­ ur ikki, at hetta á nakran hátt er nøktandi. – Spurt, um Vinnu­ mála­ráð­ið metir, at játt­ an­in fer at halda fyri 2014, hev­ur ráð­ið svar­að, at nýggja Skúv­oy­ar­ferj­an er lið­ugt um­væld, uppstigað og er sett í sigling, og at til nú sær løgujáttanin út til at halda. Vinnumálaráðið sig­ur, at ráðið tó er greitt yvir, at tað eru 5,1 mió.kr. bókaðar á hesa kontu í 2014, hóast játt­an­in er 4,6 mió.kr. Vinnu­mála­ráð­ið hevur bið­ið Strand­fara­ skip lands­ins kanna málið nærri og venda aftur til Vinnu­mála­ráð­ið, skrivar lands­grann­skoð­an­in. Siglir nú Skúvoyrarferjan, sum eit­ ur Sildberin, er sett í sigl­ ing, men politiska skip­an­ in vil hava meira at vita um, hvussu góð og trygg ferjan er. Páll á Reynatúgvu, Tjóð­veldi, vildi hava at vita, um skip­ið er góð­kent til ferða­fólka­flutn­ing – og hvør hev­ur góð­kent tað. Landsstýrismaðurin við samferðslumálum, Jó­han Dahl, svaraði fyri viku síðani, at skip­ið er góð­kent av Skipa­eft­ir­ lit­in­um og at øll neyðug skjøl liggja um­borð á Sild­ ber­an­um. 4,6 milljónir krónur vóru játttaðar til Sild­ber­ an, men samlaða rokn­ing­ in verður 5,1 milljón. Vinnumálaráðið hev­ ur biðið um eina nærri frágreiðing frá Strand­ ferðsl­uni um hvør orsøkin er. Hóast tað var sagt eftir fiski­ vinnufundin í Skálavík, at tey sjey umboðini fyri sam­ gong­una komu langt ávegis, so er enn langt eftir á mál, til ein semja er um nýggjan fiski­vinnu­politikk. Fólka­flokkurin og Sam­ bands­flokk­ur­in eru mót­ pol­ar­nir í sam­gong­uni um, hvussu nýggi fiski­vinnu­poli­ tikk­ur­in skal skipast. Og tað er framvegis langt eftir á mál hjá teimum báð­ um flokkunum. Fólkaflokkurin vil grund­ leggj­andi halda fast í verandi skip­an við tillagingum, með­ ani fleiri innan Sam­bands­ flokkin vilja hava meira radikalar broytingar í skip­ an­ini. Fólksins ogn Í verandi lóg verður fiska­ til­feing­ið nevnt "fólks­ins ogn" og tað vil Sam­bands­ flokkurin halda fast í. Tað segði Kaj Leo Holm Jo­hanne­ sen eftir fundin í Skálavík. Á fundinum komu tey sjey um­boð­ini fyri sam­ gongu­flokk­ar­nar væl áveg­is, men síð­ani hava tær semj­ur­ nar verið hjá flokkunum til við­gerð­ar. Og sum á so mongum øðr­ um økjum, so ganga flokk­ ar­nir – og kanska ser­liga Sam­bands­flokk­urin – í fleiri bólk­um. Tí er neyð­ugt við fleiri inn­an­hýs­is floks­fund­ um. Sam­bands­flokk­ur­in var savn­að­ur í gjár og Fólka­ flokk­ur­in mánadagin, har fiski­vinnu­ný­skip­an­in var ein­asta mál á dagsskráunum. Sum skilst, so halda floks­ lim­ir, at tað, sum kom burtur­ úr í Skálavík, er yvirselt, tí nógv­ir spurningar vóru bert lagd­ir til síðis, tá ið tað vísti seg, at semja ikki var um teir. Tilfeingisgjaldið Fólkaflokkurin fór til val seinast, har hann segði, at talan fór ikki at verða um til­ feing­is­gjald. Hetta er broytt í hes­um sam­gongu­tíð­ar­skeiði. Fiski­vinn­an og ali­vinn­an lata ein­ar 170 milj­ón­ir krón­ur í til­ feing­is­gjaldið. Tí er Sambandsflokkurin av­gjørd­ur í málinum um, at til­feing­is­gjald­ið heldur fram nú. Flokk­ur­in heldur eis­ini fast um, at einstakir reið­ar­ar ikki fáa veiðuloyvini til ogn­ ar, men at teir sleppa at hava tey til láns ella leigu í ávíst tíðarskeið. Sambandsflokkurin held­ ur eisini nokk so fast um, at ein partur av tilfeinginum eig­ur at verða seldur á upp­ boði, men hesum er Fólka­ flokk­ur­in ímóti. Politsk loysn Í høvuðsheitum vilja flokk­ ar­nir gera eina skipan, sum fiski­vinnan kann góðtaka. Skip­an­in skal veita vinnuni trygg­ar karmar at virka und­ ir. Men eitt annað telir eisini við í samráðingunum. Val verður um minni enn eitt ár, og tá skulu flokk­ar­ nir yvir fyri sínum velj­ar­ um eisini kunna vísa á, at sam­gong­an hóast alt hevur loyst hetta málið, sum ann­ ars hevur evsta mark 31. des­ emb­er 2017. Flokkkarnir mugu eis­ini tá kunna vísa á fyri velj­ar­un­ um, at málið er loyst soleiðis, at júst teirra flokkur hevur fing­ið størstu ávirkanina á poli­tikk­in. Tað er tó neyvan nóg mik­ ið, at Sambandsflokkurin og Fólka­flokkurin semjast. Mið­flokk­urin er partur av sam­gong­uni og skal eisini seta síni fingramerkir á eina semju, umframt at sam­ gong­an helst eisini vil hava, at Javnaðarflkkurin tekur und­ir við semjuni. Hvussu hetta verður loyst er enn óvist, tí áðrenn Sam­bandsflokkurin og Javnaðarflokkurin kunnu fara víðari, so er neyð­ugt at finna semjur inn­an­floks, ávikavist í Sam­bands­flokk­ in­um og Fólkaflokkinum. Ein fundarrøð er í gongd og fyrst í næstu viku kallar lands­stýr­is­mað­ur­in við fiski­ vinnu­mál­um, Jacob Vest­ er­gaard, inn til ein nýggjan fund í samgonguni. Tá skal status ger­ast yvir, hvat flokkarnir eru samdir um, og hvørji mál eru eftir at loysa. Fólkaflokkurin hevði fiskivinnufund mánadagin – Sambandsflokkurin í gjár Stranferðslan hevur verið í andglettinum í ár og er tað framvegis. Nú undrast landsgrannskoðanin á, hví Skúvoyar-ferjan er vorðin dýrari Strandferðslan undir luppin hjá land­sgrann­ sk­oðanini Fundarrøð um fiskivinnupolitikk Jacob Vestergaard kallar inn til fund aftur í næstu viku