Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-25, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. november 2014síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. november 2014 · Nr. 135 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fimleikur Tað íður av lívi í Bylgjuni – Vit hava ikki gjørt upp hvussu nógvar limir vit hava nú, men vit hava havt 500 og nú eru vit væl fleiri. Vit nærkast teimum 600, sigur formaðurin í Støkk um nýggju fimleikahøllina, ið kallast Bylgjan. – Tað íður av lívi, sigur hann Pætur Albinus Við nýggjari og stásiligari høll hevur fimleikurin í Runa­vík fingið umstøður, ið valla kunnu ynskjast at vera betri. Talan er um eina risa stóra fimleikahøll við plássi fyri øllum greinunum innan etet­iskan- og amboðsfimleik, og har­umframt hýsir høllin eisini lyftu, styrkisrúmi og trimum rúmligum um­klæð­ ingar­rúmum, ið fótbólts­ felagið NSÍ eisini brúkar. Tað merkist alt fyri eitt, tá ið komið verður innar í høllina, at tað er lív í. Í fim­ leika­felagnum Støkk eru nevn­iliga omanfyri 500 limir, og við eini ørgrynnu av fim­ leik­arum ber illa til at leiga seg inn í ymiskar hallir og ikki hava eitt og sama stað, har hildið verður til. Hetta hevur Støkk nú fingið. Bylgjan er navnið. Ætlanin Fimleikur er væl umtóktur í Runavík. Støkk hevur leingi verið ímillum tey frægastu fimleikafeløgini í landinum, men við tíðini er tørvurin eftir betri umstøðum bara vaksin. – Vit hava arbeitt við hesi verkætlanini í fleiri ár. Vit hava havt eina skitsu liggj­ andi á borðinum um at hon skuldi liggja her sum hon nú liggur. Tað var ein pen­ inga­ligur spurningur, men vit fingu eina peningagávu frá Norðoya Sparkikassa, sum gjørdi, at vit í felagnum tordu at fara í holt við hesa verk­ætlan­ina, greiðir for­ mað­urin í Støkk, Sigmar Davidsen, frá. Best sum spakin kundi setast í, broytti fyri­treytir­ nar. Til tað betra, tíbetur. – Vit tóku upp sam­ráð­ ing­ar við kommununa um at hon skuldi vera partur av verk­ætlanini og møguliga eis­ini brúka høllina til skúla­ brúks, men tað endar við, at kommunan sjálv vil byggja høllina, sigur Sigmar, sum fegnast um hesa avgerðina hjá Runavíkar kommunu. – Tað er ikki rætt, at ítróttar­feløg eiga bygningar. Vit skulu hugsa meiri um ítróttin, sigur hann. Avtala er við kommuna um, at Støkk eigur tímarnar í høllini frá kl.15 gerandisdagar og – um teir vilja – heilt fram til kl.8 morgunin eftir. Um vikuskiftini er Støkk eisini í høllini. Neyðugt Støkk er at meta sum eitt risastórt felag í økinum við Runavíkina, og tað hevur helst verið í tøkum tíma, at nýggj fimleikahøll varð bygd. Sigmar undirstrikar, at høllin hevur alstóran týdning. – Tað er eingin loyna, at tað hevur øgiliga stóran týdn­ing fyri okkum sum felag. Undanfarin ár hava vit havt einar 500 limir og hildið til í leigaðum hølum. Hetta gev­ur aðrar møguleikar, har amboð standa uppi og tað ikki nýtist at dragsa tey aftur og fram hvørja venjing. Tað ger tað, at tú kanst hug­ savna teg um tær ymisku grein­arnar, sigur Sigmar. Tað hevur verið lítið