týsdagur 25. november 2014síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 26. november 2014 · Nr. 135
ítróttur
fimleikur
smidligt at havt ein hóp
av fimleikarum í leigaðum
hølum. Nýggja høllin hýsir
øllum fimleikarunum undir
sama taki.
– Nú hava vit fleiri lið,
sum kunnu vera inni og
venja í senn. Tað ger, at vit
fáa vant meiri. Vit hava 42
lið og øll venja í hesi nýggju
høllini, vísir hann á.
– Tað íður av lívi, leggur
hann afturat.
Stórur áhugi
Formðaurin
fegnast
um,
at kommunan fór undir at
byggja høllina, og hann held
ur, at hon longu nú hevur
borið ávøkst.
– Eg vil rósa kommununi
fyri at taka eitt megnartak
at byggja høll av slíkum slag.
Tað sigur nógv um hvønn
týdning felagið hevur her,
ikki bara á eystari armi, men
tað koma fólk allastaðni
frá. Vit hava ikki gjørt upp
hvussu nógvar limir vit hava
nú, men vit hava havt 500
og nú eru vit væl fleiri. Vit
nærkast teimum 600, heldur
Sigmar.
– At hava 42 lið her krev
ur ávísa organisatión. Allir
okkara venjarar eru eld
hugaðir, og uttan teirra fan
tastiska avrik hevði tað ikki
borið til at havt so nógv inni
í senn. Av tí at vit hava so
nógvar inni í senn, so krev
ur tað tolsemi frá bæði venj
arum og íðkarum, men eg
haldi tey klára fantastiska
væl at samstarva, sigur
hann, og vísir somuleiðis á,
at tað eru umleið 80 venjarar
og samskiparar at hjálpa
nevndini.
Tað eru ikki einans skúla
børn og fimleikarar úr øk
inum, sum nýta høllina.
Fótbóltsleikarar úr NSÍ eru
javnan í styrkisrúminum,
somuleiðis sum fimleikarar
úr øllum landinum hava
verið á venjingarlegu har.
Sambært
formanninum,
so eru feløg aðrastaðni frá
áhugað í at leiga høllina um
vikuskiftini.
Framtíðin
Støkk hevur í mong ár havt
fleiri av landsins fremstu
fimleikarum, men umstøður
nar hava verið teimum ein
somikið stórur meinbogi,
at felagið ikki hevur fingið
bjóðað fimleikarunum tað,
ið kravdist. Men tað hevur
felagið nú, og formaðurin
væntar eisini, at tað bíðar
felagnum
einari
bjartari
framtíð.
– Avgjørt. Og tað er ikki
bara umstøðunum at takka,
men eisini eldsálunum. Tað
ber eisini til at at hava góðar
umstøður og einki virksemi.
Vit høvdu vánaligar um
støður og nógv virksemi. Vit
megnaðu at halda fast og at
halda limatalið høgt, sigur
hann.
Eisini ítróttarliga væntar
hann eina bjarta framtíð.
– Vit hava málsetningar,
men teir kunnu ikki gandast.
Tað tekur fleiri ár og vit eru í
eini tilgongd, sigur hann.
Fyrsta kapping
Um vikuskiftið var so fyrsta
kapping í Bylgjuni. Talan var
um FM-liðkappingar í am
boðsfimleiki, og tað tóktist
eins og alt spældi væl av. Tað
heldur formaðurin eisini.
– Kappingarnar um viku
skiftið hepnaðust sera væl.
Fimleikasambandið
sigur,
at tey eru væl nøgd, og tað
gleðast vit um og tað gevur
okkum áræði at halda fram
við at skipa fyri kappingum,
sigur Sigmar Davidsen at
enda.
albinus@sosialurin.fo
Venjari:
Hetta gevur møguleikar
Pól Esper H. Hansen, sum
er venjari í amboðsfimleiki
hjá Støkk, fegnast um
Bylgjuna og hvussu nógv
umstøðurnar eru broyttar
til tað betra.
– Tað er broytt upp á
tann mátan, at fyrr máttu
vit seta alt upp áðrenn. Nú
fara vit bara beinleiðis inn
at venja. Venjingin er eis
ini effektivari við tað at
vit fyrr vandu eitt amboð í
senn, meðan vit nú kunnu
venja seks amboð í senn,
sigur Pól Esper, sum eisini
fegnast um umhvørvið í
nýggju høllini.
– Vit plagdu at venja á
stóru goymsluni í Runa
vík. Umhvørvið var kalt og
keðiligt, her er tað hugna
ligt og gott. Her eru nógv
fólk og vit hava tað stutt
ligt, sigur hann.
Hann heldur, at tað
nú eingin umskyldningur
er fyri at støðið ikki skal
hækkast.
– Hetta gevur møgu
leikar við tað, at vit eru
meiri
kappingarfør
við
lond rundan um okkum.
Vit hava havt fimleikarar
nar, men ikki umstøðurnar
at koma á tað støðið. Tað
hevur verið alt ov tungt,
sigur Pól Esper H. Hansen
at enda.
Myndir: Sigmar Mørkøre