Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. oktober 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 heilsa Vilmund Jacobsen Næstan allir fullbornir barnsburðir enda við einum lítlum og væl­ skapt­um barni. Tann ótrúliga bleyta húðin, angin og hitin er hin sami – líkamikið, um barnið er føtt á vanligan hátt ella við keisara­ skurði. Sambært Anne-Mette Schroll, sum er jarðarmóðir og sum starvast hjá danska Jarðarmóðurfelagnum, liggur talið á keisaraskurðum í Danmark heldur høgt í mun til tey 15 prosentini, sum WHO mælir til. Út við 80 prosent av kvinnum við barn føða síni børn á vanligan hátt, og hetta er eisini tað, sum danska heilsustýrið mælir til. Viðmælið byggir eitt nú á, at óneyðug inntriv helst skulu um­ gangast, og keisaraskurður kann føra til eftirrák. Kanningar hava víst eina ávísa ábending um, at børn, sum eru forloyst við keisaraskurði, kunnu standa veikari móti sjúkum. Haraftrat er altíð ein vandi fyri smittu við skurði. Sjálvt um tað kann vera hart at fara ígjøgnum eina føðing ella keisaraskurð, er vandin lítil í fram­ komnu londunum rundan um okk­ um. Ein rutinu-uppgáva Ætlaðu keisaraskurðirnir standa fyri einari lítlari helvt av skurð­un­ um, sum verða framdir. Tað er ikki vanligt, at kvinnur stúra so nógv fyri pínuni við føðing, at tær sjálvar velja at føða við keisaraskurði. – Ein av mest vanligu orsøkunum til keisaraskurð er, at barnið liggur við rumpuni niður eftir, og tá er vanligt at bjóða keisaraskurð. Aðrar orsøkir kunnu vera, at móðurkøkan liggur fyri føðingargongini, sjúka ella traumatiskar upplivingar undir øðrum føðingum. Anne-Mette Shcroll sigur, at tá ræður um tøl, sum lýsa munin mill­ um vanligar føðingar og keisara­ skurð, er stórur munur frá einum landi til annað. Hon nevnir, at eitt nú í Brasilia verða út við 80 prosent av øllum nýføðingum føddir við keisaraskurði. Ein keisaraskurður er ikki nøkur óvanlig uppgáva á teimum 23 almennu føðistovunum í Danmark. Tað er bara á føðistovunum á Samsø og Ærø, har møguleiki ikki er fyri keisara­skurði. Fyri heilsufólk, sum starvast innan hetta økið, er ein keisara­ skurð­ur vanliga ein rutinu-uppgáva, eisini tá talan er um akuttan keis­ ara­skurð. – Ein akuttur keisaraskurður stendst ofta av, at føðingin ikki rættiliga gongur, sum hon skal, men talan kann eisini vera um, at aðrir trupulleikar standast undir ætlaðu føðingini. Tað kann vera, at pulsurin á tí ófødda barninum er óreguligur - ella, at móðurkøkan bløðir, sigur Anne-Mette Schroll. Hjá eini jarðarmóðir er ein akuttur keisaraskurður nakað, sum hon hevur upplivað fleiri ferðir, men sum oftast er hetta ikki ein dramat­isk hending. – Hetta er vanliga ein støða sum krevur, at tú handlar, ert nærløgd og hevur støðuna undir eftirliti, sigur hon. Sum ein lætti Ein keisaraskurður kann upplivast ógvuliga ymiskur hjá kvinnum, sum liggja í barnsburðarsong. – Fyri nakrar kvinnur kemur keisaraskurðurin sum ein lætti - serliga, tá nógvir tímar eru gingnir uttan frambrot í tilgongdini. Er kvinnan vorðin ógvuliga troytt, kann tað vera ein lætti hjá henni at fáa at vita, at jarðarmóður og lækni at enda viðmæla keisaraskurði. Anne-Mette vísir á, at í øðrum føri kann ein keisaraskurður kenn­ ast ógvusligur, serliga tá tað skal ganga skjótt fyri seg. – Bæði kvinnan og maðurin skulu hava ymiskar upplýsingar, sum tey skulu fyrihalda seg til. Kvinnan skal doyvast og dekkast til, og maðurin skal latast í til skurð­stovuna. Er kvinnan troytt og hevur pínu, kunnu bæði tvey vera tikin á bóli. Tí leggur Anne-Mette Schroll stóran dent á, at kvinna og maður eftir keisaraskurð og føðing fáa møguleikan at fortelja, hvussu tey upplivdu hendingina - og ikki minst at lata tey sleppa at seta allar teir spurningar, tey nú einaferð kunnu hava. Kelda: www.helse.dk Sum útgangsstøði skal tú eta sum vanligt eftir almennum kostráðum, tá tú ert við barn. Kortini eigur tú at hugsa um, at barnið, tú ber undir belti, fær nóg mikið av vitaminum og mineralum. Men, hondina á hjarta - etir tú nú veruliga eftir almennu kost­ráð­ unum? Tíverri eru tað mong, sum ikki gera tað. Oftast eta vit ov nógvan feitan mat, ov nógv sukur - og ov lítið av fiski, grønmeti og røra okkum ov lítið. Hóast viðmælini í almennu kost­ráðunum byggja á drúgvar vís­ undaligar kanningar, eru tað mong sum halda, at tey hava tað fínt við sínum óvanum. Tað kann eisini tykjast undarligt fyri summar kvinnur, sum eru við barn, tá tilmælt verður teimum at halda seg til almennu kostráðini. – Hvussu týdningarmikið er hetta nú, tá kvinnur hava føtt børn, langt áðrenn heilsustýrið yvirhøvur varð til? Kortini verður staðiliga mælt til, at eisini kvinnur við barn fylgja al­mennu kostráðunum og hugsa um tørvin hjá ófødda barninum á vitaminum og mineralum. Kelda: www.helse.dk Tey eru mong, sum halda seg hava tað fínt við sínum óvanum At eiga við keisaraskurði Umleið 55.000 børn verða fødd í Danmark um árið. Flestu barnsburðir enda við eini vanligari føðing, men í stívliga 20 prosentum av barnsburðunum verða børn fødd við keisaraskurði Hvussu týdningarmikil eru almenn kostráð? – Fyri nakrar kvinnur kemur keisaraskurðurin sum ein lætti - serliga, tá nógvir tímar eru gingnir uttan frambrot í ætlaðu føðingini, sigur jarðarmóðurin, Anne-Mette Schroll Koppseting móti krími Nú heystið er komið, eru vit samstundis komin inn í tíðina, sum rópt verður krímtíðin - ella influensutíðin. Tað merkir, at tíðin er komin hjá teimum, sum á ymiskan hátt eru í einum vandabólki, at koppseta seg móti krímsjúku. Í Danmark siga tey, at har doyggja millum 1000 og 2000 fólk um árið sum avleiðing av krímsjúku. Haraftrat kostar krímsjúka nógvar sjúkadagar og innlegging. Hetta viðførir eisini munandi útreiðslur til viðgerð og røkt. Kelda: Statens Serum Institut