týsdagur 21. oktober 2014síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
Jón Brian Hvidtfeldt
– Hetta hevur verið deiligt at
sett seg við um kvøldarnar.
Eg eri bæði A og B menniskja.
Fari seint í song og tíðliga
upp, og kann ofta klára meg
við ein hønublund.
Eyðkenda, lætta lyndið
hjá Njáli Djurhuus, sum nú
hevur Mackay til millum
navn, fær hann flenna:
– Ofta havi eg sitið so
leingi, at konan hevur biðið
meg um at koma í song.
Njál Mackay Djurhuus
dugir ikki at seta dato á, nær
hann fór undir uppgávuna at
skriva søguna hjá Frelsunar
herinum í Føroyum.
– Tað eru nøkur ár síðani.
Fimm ferðir havi eg verið frá
vegna sjúku. Eg havi havt
hjartatrupulleikar,
men
nú havi eg fingið ein kvikil
(pacemaker, red.) og tað
gongur fínt. Eg eri optimist,
tími ikki at vera sjúkur. Og
nú eru bøkurnar her.
Njál Mackay Djurhuus
hevur fingið fyrstu eintøkini,
ið
annars
vera
almenn
hósdagin
23.
oktober,
á
sjálvum 90 ára degnum
hjá
Frelsunarherinum
í
Føroyum. Talan er um tvey
bind á tilsamans 486 síður,
sum í orðum og myndum
lýsa føroyska partin av søg
uni hjá felagsskapinum, frá
stovnan til dagin ídag.
– Tað hevði verið ov tungt
við einari bók, hon hevði
verið tung sum múrsteinur.
Liggur tú í songini og lesur
og missur eina slíka niður á
teg, so brýtur tú nøsina. Og
tað vil eg ikki hava ábyrgdina
av.
Láturin tekur aftur yvir,
meðan Njál Mackay Djur
huus greiðir frá arbeiðs
gongdini við bókini. Hann
hevur í stuttum savnað sam
an alt tað, sum er at finna
um Frelsunarherin, bæði í
skjalagoymslum í Føroyum,
Keypmannahavn,
Oslo,
Reykjavík og London. Fleiri
túsund síður bleiv tað til.
–
Men
minnisbøkur
snúgva seg ov ofta um deyð
menniskju. Eg vil ikki enda í
tí grøvini, eg vil eisini skriva
um livandi menniskju, sigur
Njál og greiðir frá, at hann tí
fekk ein norska vinmannin
Jørn-Kr. Jørgensen at velja
út nøkur fólk, sum kundu
geva sítt íkast til søguna um
Frelsunarherin.
– Eg kundi jú ikki velja tey
út sjálvur. Hvønn skuldi eg
valt, og hvønn skuldi eg valt
frá. Tað vildi verið vónleyst,
sigur Njál og vísir til sítt lívs
langa og tætta tilknýti til
júst Frelsunarherin.
Norski
vinmaðurin,
sum
er
rithøvundur
og
hevur skrivað 35 bøkur,
fekk tí uppgávuna at velja
út tey, sum eftir hansara
tykki kundu og áttu at geva
sítt íkast til søguna um
Frelsunarherin.
– Roynt hevur verið at
fáa tað mesta við, men tað er
ógjørligt at fáa alt við, sigur
Njál Mackay Djurhuus og
leggur afturat:
– Tí vil eg eisini biðja um
fyrigeving, um onkur heldur
seg vera gloymdan ella at
onkur familja er farin burtur
ímillum.
Lætta lyndið er eisini fult
av eyðmýkt. Tað kemur sjón
liga til kennar undir sam
røðuni, at Njál er bangin fyri
sjálvrósi.
– Eg vil ikki hava, at vit
í Frelsunarherinum skulu
geva út eina bók, har vit siga,
at vit eru frálík. Eg vil, at
bókin skal vera reiðilig.
Hann dregur á svarið, tá
vit spyrja hann, um bókin nú
eisini gevur røttu myndina
av Frelsunarherinum:
– Nei, eingin kann geva
fullkomnu myndina. Men eg
havi eftir bestu sannføring
leitað mær hjálp frá fólki,
sum hvør í sínum lagi kunnu
vera við til at tekna røttu
myndina av Frelsunarher
inum. Mín samvitska sigur
mær, at eg havi gjørt mítt
besta.
Njál Mackay Djurhuus
greiðir frá tilgongdini at
savna og velja út tilfarið til
bókina.
– Viðhvørt hevur tað verið
sum at sita við eitt døgurða
borð og skilja fisk. Skræð
an og beinini eru skild frá
og skumpað til viks, meðan
restin hevur ligið eftir. Har
afturat havi eg havt góðar
»skiljarar« at hjálpa mær at
lúka burturúr, leggur Njál
skemtiliga afturat.
Mongu myndirnar hevur
Inger Hansen havt ábyrgd
ina av at velja út.
Uppgávan
Tað kemur sjónliga til kenn
ar, at júst henda uppgávan,
hóast sera rúgvusmikil, hev
ur verið alt annað enn ein
plága fyri ritstjóran.
– Eg má altíð vera í sving,
eg eri skaptur soleiðis, sigur
Njál um uppgávuna.
Hóast
Njál
Mackay
Djurhuus er farin væl um
pensjónsaldur, so er hann
framvegis
sera
virkin
í
Frelsunarherinum í Oslo.
Arbeiðið við søguni um før
oyska Frelsunarherin er tí
komið omaná.
– Tað hevur verið ótrúliga
reinsandi fyri meg at arbeiða
við bókini um kvøldarnar,
eftir
ein
arbeiðsdag
við
hjálpararbeiði, sigur Njál og
útgreinar svarið:
– Tað hevur verið deiligt
at seta seg við søguni hjá tí
felagsskapi, har eg eri vaksin
upp og sum hevur fylt so
stóran part av mínum lívi.
Njál Mackay Djurhuus er
føddur í Portugálinum úti á
Reyni í Havn, og Frelsunar
herurin hevur verið reyði
tráðurin gjøgnum lívið hjá
nú 73 ára gamla manninum:
–
Tað
var
skúlin,
Frelsunarherurin og heim
ið. Eg spældi eitt sindur av
fótbólti og tað, sum dreingir
annars gera, men Frelsunar
herurin var staðið, ið eg helt
til. Longu sum smádrongur
visti eg, at eg vildi brúka mítt
lív til at hjálpa fólki, sum
hava trupulleikar av ymsum
slag, greiðir Njál Mackay
Djurhuus frá.
Tí hevur arbeiðið við
søguni um Frelsunarherin
onkursvegna verið eitt
arbeiði við eini søgu,
sum meira enn nøkur
onnur hevur merkt
lívið hjá ritstjór
anum sjálvum.
– Viðhvørt
havi eg sitið
í skellilátri
og hugsað
aftur
á
g a m l a r
d a g a r ,
meðan eg
havi blað
að
ígjøgn
um
mongu
skjølini, greið
ir Njál Mackay
Djurhuus skemt
iliga frá.
Uppgávan hevur
eftir hansara tykki
verið ótrúliga stuttlig
og eisini áhugaverd.
meldurin
– Viðhvørt havi eg sitið í skellilátri og hugsað aftur á gamlar dagar, sigur Njál M. Djurhuus,
sum hevur ritstjórnað 90 ára drúgvu søguna hjá Frelsunarherinum í Føroyum
hjá Njáli
Dreyma
kjansurin