Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-21, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. oktober 2014síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 meldurin – Eisini eri eg komin fram á nógv, sum eg ikki visti framman­undan. Men nei, eg vil ikki siga at nakað hevur yvir­raskað meg. Hartil eru persónligu bond­ini millum ritstjóran og felagsskapin ov tøtt. Mackay Njál er sambært sær sjálv­um nærum borin inn í Frelsunar­ herin í Havn. Her vaks hann upp, og her var tað at hann á barnaárum gjørdi av, at hjálpararbeiði skuldi vera lívsleið hansara. – Hevði eg livað um­aftur, so hevði eg lisið til sosial­ ráðgeva, men annars gjørt tað sama, sum eg annars havi gjørt gjøgnum lívið, sigur Njál Mackay Djurhuus. Eitt tað fyrsta, ið hann gjørdi, tá hann tók við leið­ andi starvi hjá Frelsunar­ herinum í Oslo, var at seta ein sosialráðgeva í starv. – Sjálvur havi eg bara gingið í lívsins skúla. Men har hevur altíð búð ein lítil sosialráðgevi í mær. So tí var tað natúr­ligt at seta ein sosial­ ráð­geva í starv, sigur Njál Mackay Djurhuus um ta av­ gerðina. Áhugin fyri menniskjum, menniskjalagnum og sosial­ politikki hevur altíð havt stórt pláss í hjartanum hjá Njáli. Persónliga broyttist nógv í fjør, tá navnið Mackay sníkti seg inn í lívið. Hann hevði tá í nøkur ár roynt at finna út av sínum uppruna, hvør pápin var. Seinasta strekkið fekk Njál hjálp frá sjónvarpsmanninum Tore Strømoy, sum í sínum send­ ingum »Tore på sporet« hjálpir fólki at finna síni nærm­astu. Familjurøturnar fann hann í Glasgow og Norður-Skotlandi. – Eg havi nú funnið útav, at pápi mín hevði eyknavnið Ghandi. Hann var eftir øll­ um at døma serfrøðingur í at finna semju millum menn­ iskju, greiðir Njál skemtiliga frá. Hann gleðist um skotsku røturnar, ið hava lagt Mackay afturat Djurhuus. Páp­in átti bara Njál, og tí eru eingi systkin at vitja. Men familju­bond eru kortini hjá Njáli at vitja. – Ja, eg fari aftur at vitja har í august næsta ár, sigur Njál og sipar til síni skotsku familjubond. Felagsskapurin Njál Mackay Djurhuus og konan Erna búgva framvegis í Oslo. Nú søgan um Frelsunar­herin verður givin út í bók, vitjar Njál heima í Føroy­um. – Tað hevur gingið upp og niður hjá Frelsunarherinum hesi 90 árini í Føroyum, men nú gongur framá og eg síggi vón fyri stavn. Eg haldi at føroyski Frelsunar­herurin er ein tryggur felags­skapur í dag. Persónliga havi eg gjøgnum alt lívið følt meg væl­komnan í felags­skap­ inum, her er høgt til loftið og vítt til veggja. Og so hevur gáttin altíð verið lág, leggur Njál afturat. Hann er errin av søguni hjá Frelsunarherinum, og hann er errin av at felags­ skapurin er partur av einum størri liði, sum í dag virkar í 126 av heimsins londum. Njál Mackay Djurhuus er bæði glaður og errin, nú søgan um Frelsinherin verð­ ur givin út á sjálvum 90 ára degnum hjá felagsskapinum. – Nei, hetta arbeiðið hev­ ur tó ikki givið mær blóð á tonna til at skriva meira. Nú havi eg givið mítt, sigur Njál Mackay Djurhuus og skund­ ar sær at leggja afturat: – Mín orka fer nú til at hjálpa fólki, sum hava tað ringt ella hava trupulleikar av ymsum slag. Lætta lyndið eyðkennir 73 ára gamal Njál: – Ja, eg eri kanska ein eldri maður í dag. Men kort­ ini vil egr bjóða tær í 100 ára føðingardag hjá mær. Eg livi, til eg doyggi, leggur hann skemti­liga afturat, áðrenn hann endar samrøðuna við Sosialin. Ritstjórin hevur tætta skrá á Føroya-vitjanini hesa­ ferð. Fríggjadagin signer­ ar hann bøkur, bæði í HNJ Bóka­handli og á kvøldi í Frelsunar­herinum, leygar­ dagin signerar hann bøkur í Rit & Rák í SMS, og hartil hevur hann virknan leiklut á mót­tøku og hátíðar­haldi í Frelsunar­herinum um viku­ skiftið, nú felags­skap­urin hev­ur 90 ár á baki í Føroyum. Frelsunarherurin kemur til Føroya Frelsunarherurin var formliga settur á stovn í Havn 23. oktober 1924. Leiðarar fyrstu árini vóru donsku hjúnini Rasmine og Andreas Juul-Pedersen. Árini frammanundan, í 1921 og 1922, hevði Frelsunarherurin vitjað í Føroyum. Kommandørurin Agnes Povlsen vitjaði hesi árini bæði í Íslandi og Føroyum, og skipaði hon eisini fyri útimøtum á Kongabrúnni í Havn. 17. juni 1922 skrivaði Dimmalætting soleiðis: »To kvindelige Medlemmer af Frelsens Hær besøger i denne Tid Thorshavn, og har afholdt saavel Friluftsmøder som Møder i Ebenezer. Frelsens Hær udfører som bekendt et meget stort og opofrende Arbejde for de daarligst stillede i Samfundet, og fortjener alles Paaskønnelse og Sympati.« Frelsunarherurin, The Salvation Army, er upprunaliga ein kristiligur felagskapur við eini sterkari sosialir samvitsku, sum William Booth (1828-1912) stovnaði í London í 1865. Hin 9. mai 1912 hevði William Booth møti fyri umleið 7000 fólkum í Royal Albert Hall í London. Hetta var seinasta røðan hjá William Booth, sum andaðist 20. august 1912. Hann endaði røðu sína við hesum orðum, sum síðani eru blivin ein yvirlýsing fyri Frelsunarherin um allan heim: So leingi kvinnur gráta, sum tær gera nú, vil eg stríðast. So leingi børn ganga svong, sum tey gera nú, vil eg stríðast. So leingi fólk ganga inn og út úr fangahúsum, sum tey gera nú, il eg stríðast. So leingi nakar er bundin av trældómi, So leingi tað finst ein misnýtt kvinna, So leingi tað finst ein sál, sum livir uttan Guds ljós, vil eg stríðast. Eg vil stríðast til tað síðsta – til endan.