Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-21, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. oktober 2014síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hvussu gera vit føroyskt til áhugavert mál hjá ungum Tey málávirkast í móður­lívinum Átakið hjá Barna­útvarp­ inum at varpa ljós á før­ oyskt mál hevur fingið góða móttøku. Rigmor Dam, Javn­ aðar­flokkurin, hevur lagt fram uppskot til sam­ tyktar um at stimbra máls­liga samleikan hjá børn­um í Føroyum. Málið fær 1. viðgerð í tinginum í dag. Men barnaútvarpið hev­ur eisini fingið ein hóp av afturmeldingum frá fólki, sum hava meiningar um føroyskt mál. – Vit hava fyrst og fremst fingið aftur­meld­ ing­ar frá námsfrøðingum og lærarum, men eisini frá nógvum øðrum, sigur Elin á Rógvi, sum saman við Jonnu Fritsdóttir Morten­ sen stóð handan málsliga átakið. Námsfrøðignar og aðrir frøðingar vita, at heilt smá børn beinan­ vegin taka orð til sín, og at hesi orð eru grund­støði undir málsliga før­leik­ anum, sum hesi fáa sum vaksin. – Tað byrjar so tíðliga sum í móðurlívinum. Longu læra tey at kenna rytm­unu í málinum, sigur Karolina Matras, sum er náms­lektari á Setrinum og hevur skrivað pHd-rit­ gerð um mál. Tí er tað umráðandi, at vit longu tá ið børnini eru heilt smá tosa við tey og læra tey at brúka før­ oyska málið. Elin á Rógvi vísir á, at tað sjálvandi hevur al­ stóran týdning, at barna­ tilfar í útvarpinum er á føroyskum. Kringvarp Føroya hev­ur eisini sjónvarp. Har verður ikki nógv før­ oysk­að. Og onki bendir á, at tað fer at verða gjørt meira við hetta komandi árini. Kringvarpsstjórin, Dia Midjord, var herfyri í Radar­inum. Har greiddi hann frá, at tað er bæði dýrt og trupult at fáast við. Tí er ikki væntandi, at nógv verður umsett til børn komandi tíðina. Rigmor Dam, Javnaðarflokkurin, vil hava landsstýrið at stimbra málsliga samleikan hjá føroyskum børnum Eitt orðaskifti um føroyskt mál, sum var tikið upp í Barna­útvarpinum og sum fyri­bils endaði við einum pall­borðsfundi, skal nú við­ gerast av Føroya Løgtingi. Tað er Rigmor Dam, Javn­ aðarflokkurin, sum hevur lagt eitt uppskot til sam­ tyktar fram sum er soljóð­ andi: »Løgtingið heitir á lands­ stýrið, um at leggja fyri Løg­tingið frágreiðing við til­mælum um tiltøk, sum kunnu stimbra málsligu menn­ing barnanna. Heitt verður á landsstýrið um at skipa hesa frágreiðing sum eina heildarætlan við til­mælum, tíðarætlan og fíggjar­meting. Heitt verður á landsstýrið, at heildarætlanin eisini fevn­ir um eitt uppskot um, hvussu til ber at seta á stovn eina serstaka málpulju, har fólk kunnu søkja um stuðul til til­tøk og átøk og til fram­leiðslu av tilfari, sum hevur til endamáls at stimbra málsligu menning barnanna.« Í uppskotinum stendur eis­ini, at hendan frágreiðing frá landsstýrinum skal fyri­ liggja 6. apríl næsta ár. Grundleggjandi er tað málið í nýmótans sam­skiftis­ miðlunum, sum verður hildið at avlaga málið, men Rigmor Dam vísir á trý økir, har tað er avgerandi at málið er føroyskt og gott: – Fólkaræðið kann ikki virka nógv væl um okkara mál ikki er gott og føroyskt. Tað er ein fortreyt, at vit sleppa undan tøgnmentanini eins og hetta er avgerandi fyri útbúgving okkara, sigur hon. Neyðugur førleiki Rigmor Dam vísir til, at góður og fjølbroyttur málførleiki er ein fortreyt fyri, at okkara samfelag kann virka á øllum økjum. Fyri hana er ikki talan um eitt tjóðskaparmál, men meira at tryggja, at okkara sam­leiki sum tjóð virkar. – Vit mugu seta orð á, tá ið vit samskifta og tí er eisini neyðugt, at góðskan á okkara talumáli er góð, sigur hon. Kanningar vísa, at vit taka orð til okkum í stóran mun, tá ið vit bert eru millum eitt og tvey ár. Tí ræður eisini um, at smábørn vaksa upp við einum dygdarsamskifti mill­um foreldur og millum for­eldur og børn. – Russiski sálarfrøð­ing­ urin Vygotsky, sum livdi frá 1896 – 1934, sum er høgt í met­um innan norðurlendska náms­frøði, segði, at málið er sjálv sálin í menniskjanum, og mál­menning er ein liður, ja, ein treyt fyri sosialu-, kenslu­ligu,- og fatanarligu menn­ing barnsins, sigur Rigmor Dam. Seta orð á Rigmor Dam heldur at før­ oyska tøgn­mentanin er ein forð­ing fyri, at okkara mál ikki mennist so nógv. – Vit duga sum føroyignar sera illa at seta orð á ymiskt. Serliga tá ið tað snýr seg um kenslur duga vit illa. Tí mugu vit arbeiða við hesum og læra børn og ung hetta, so tey eisini kunnu samskifta um kenslur á móðirmálinum, sigur hon. Tað sama er galdandi, tá ið tosað verður um fólkaræði. Fyri at tað kann virka, so er neyðugt at vit duga at seta røttu nøvnini á, sigur Rigmor Dam. Í uppskotinum til sam­ tyktar, sum fær 1. viðgerð í ting­inum í dag, mælir Rigmor Dam til, at frágreiðingin sum lands­stýrið skal gera, kann við­gera nakrar av spurn­ing­ unum, sum vórðu viðgjørdir á kjak­fundinum í Hoyvík, sum Kringvarpið skipaði fyri. Til dømis: • Í hvønn mun og hvussu kunnu vit føroyska tøkniligu sam­skiftis­miðlar­ nar, sum í løtuni eru á út­ lendskum? • Hvussu takla vit løg­ frøðiligu avbjóðingarnar í mun til víðarisølu og/ ella bóka­savnsútlán av út­ lendskum tilfari, sum Kring­ varpið og onnur hava før­ oyskað? • Hvussu gera vit føroyskt kulari millum børn? • Hvussu styrkja vit bóka­ savns­tilboðini til børn í øll­ um landinum? • Hvussu styrkja vit til­ boðini til børn í útvarpi, sjón­ varpi og á netinum? • Hvussu kunnu vit stuðla framleiðslu, útbreiðslu og týðingar av tilfari til børn? • Í hvønn mun kunnu vit stuðla foreldrunum í at menna málsligu førleikar barnanna? Rigmor Dam vísir á, at tað ikki bert er ein al­menn uppgáva at fáa eitt gott og livandi føroyskt mál. For­ eldrini hava eina risa­stóra ábyrgd av, at børnini fáa lagt gott í beinið: – Legg teg á gólvið at samskift við barnið. Foreldur skulu vera til staðar, eisini mentalt. Tíverri fer nógv sam­skifti fram sum einvegis kommandoir, foreldrini eru ikki til staðar, sita uppi við borðið, meðan barnið liggur á gólvinum, sita við telduna ella tala við einstavilsis boð­ um, sigur hon. Í uppskotinum til sam­ tyktar mælir hon til, at ein frá­greiðing verður løgd fyri Løgtingið 6.apríl, so politikar­arnir fáa nakað at taka støðu útfrá. – Vit hava fingið nógvar afturmelding – serliga frá námsfrøðingum og lærarum, sigur Elin á Rógvi – Tað er bæði dýrt og trupult at umseta út­ lendskt sjónvarpstilfar til børn, sigur Dia Midjord, stjóri í Kringvarpi Føroya Føroyskt á breddan: Savnsmynd: Álvur Haraldsen – Vit fáa ein stóran part av okkara identiteti gjøgnum málið, sigur Rigmor Dam