týsdagur 21. oktober 2014síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Boðini fekk eg tíðliga hin 24.
september, klokkan var um
leið 04.00. Telefonin ringdi
á kamarinum: ”Nú er babba
farin”, ljóðaði veikt í hinum
endanum á tráðnum. Fjørð
urin var rógvin, pápi hevði
lagt árarnar inn og var farin
heim.
Pápi var næstyngstur av
seks systkjum. Foreldrini
vóru Maria og Óli á Lakjuni,
bæði úr Fuglafirði. Her var
tað eisini pápi kom at bú
leikast alt sítt lív, við undan
taki av einum knøppum ári
í Grønlandi. Pápi gjørdist
trúgvandi sum ungur drong
ur og lat seg doypa í Siloa.
Sum 14 ára gamal fór hann
í smiðjulæru í Meka í Fugla
firði. Hugurin lá til maskin
fakið og sum 19 ára gamal
hevði hann lokið prógv sum
maskinmeistari. Fyrstu árini,
eftir lokna útbúgving, silgdi
hann sum maskinmaður,
bæði úti í heimi, við trolara
og hvalabáti í Føroyum.
Minnist hvussu spennadi
eg helt tað vera, tá ið hann
greiddi frá túrunum við m/s
”Kina” og m/s ”Falstria” hjá
ØK, um øll londini, ið teir vitj
aðu, silgdu niðan eftir ánni
inn til Vietnam, lastaðu te á
Sri Lanka, silgdu gjøgnum
eina veit, ið kallaðist Suez,
lógu mitt á Miðjarhavinum
við maskinbreki eitt heilt
døgn. Hetta var spennnandi
og forkunnugt fyri ein smá
drong tá á døgum.
Pápi silgdi eisini fleiri ár
við
føroyskum
trolarum,
bæði eystanfyri, í Grønlandi
og við Flemish Cap. Hann var
í Portugal eftir ”Ólavi Halga”,
og eins og nógvir ungir menn
í Fuglafirði og aðrastaðni frá,
var hann við har eina tíð.
Eisini frá hesi tíðini hevði
hann nógv at fortelja og
standa hesar løtur ljóslivandi
og klárar fyri mær.
Alt eg kann minnast, so
arbeiddi pápi á Havsbrún.
Hann var við har frá byrjan og
var við at leggja lunnar undir
hetta, í dag so stóra virki.
Við sínum hegni, áhaldni og
trúðskapi legði hann, saman
við øðrum nógva tíð og orku
í hetta arbeiðspláss, sum var
hansara í 35 ár. Kann minnast,
tá ið skipini komu við fiski,
hvussu umráðandi tað var
fyri hann at alt koyrdi sum
tað skuldi. Tað var hansara
ábyrgd, sum rakstrarleiðari,
sum hann tók til.
Tað lá pápa á hjarta, at
vit fingu ein tryggan og góð
an uppvøkstur. Hesar um
støður høvdu vit sera góðar
í Gjógvarátúni, og síggi eg
við stórum takksemi aftur
á hesa tíð. Eitt gott heim er
als ikki ein sjálvfylgja, hes
um syrgdu mamma og pápi
fyri. Vit børnini vórðu leidd
inn á Harrans veg, sum sang
urin sigur, í kærleika og ikki
av noyðslu, og gingu vit í
sunnudagsskúla í Siloa, sum
eisini var hansara andaliga
heim.
Arvurin verður tungur
at lyfta, nú pápi er farin
um sýnina. Tað, sum hann
hevur lagt í okkum, skulu vit
onkursvegna royna at leggja
í okkara børn, má Harrin
geva okkum styrki til tað.
Saknurin er stórur, men
vit syrgja ikki, sum tey, ið
onga vón eiga, tí vit skulu
møtast aftur heima í himli,
har saknur skal verða vendur
til gleði.
Friður verður við minnin
um um pápa.
Snorri
Minningarorð um pápa mín
Hera Jøkladal
*Føddur 22. februar 1937 †Deyður 24. september 2014
70 ára føðingardagur
23.
oktober
fyllir
Lena
Jacobsen, Selatrað, 70 ár.
Dagurin
verður
hildin
leygardagin
25.
oktober
hjá dóttrini, Mýrivegur 14, í
Norðskála, frá kl. 18.
90 ára føðingardagur
Leygardagin 25. oktober fyllir
Begga Eiriksfoss, ættað av
Sandi, búsitandi í Havn 90 ár.
Føðingardagurin verðu hildin
tann 25. oktober frá kl. 16:00
í Sjóndeplinum, Íslandsvegur
10 A. Øll eru vælkomin.
75 ára føðingardagur
26. oktober verður Árant
Hansen, Gøtugjógv, 75 ár.
Dagurin verður hildin tann
8. november á Dugna á
Kambsdali, frá kl. 17. Øll eru
hjartaliga vælkomin!
85 ára
føðingardagur
Fríggjadagin 31. oktober
verður Sigrid Ziskason,
Hoyvík 85 ár. Dagurin
verður hildin heima
hjá dóttrini á Djúpa
gilsvegi 34, 188 Hoyvík
frá kl. 16.30 – har øll, ið
vilja heilsa uppá, eru
hjartaliga vælkomin.
70 ára
føðingardagur
28. okt verður Hilmar
Hansen ( Hilmar hjá
Ydda), Saltangará, 70
ár.
Dagurin
verður
hildin leygardagin 1.
nov í skótahúsinum
við løkin, Runavík frá
kl. 18. Øll eru hjartaliga
vælkomin.