Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-21, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. oktober 2014síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tíðargrein Jonhard Mikkelsen – Frá ungum árum havi eg havt áhuga í ætt yvirhøvur. Mamma mín tosaði ofta um ætt sína, og minnist eg væl nógv av tí, sum hon fortaldi, bæði um nøvn og um ym­isk­ ar hendingar, mest um van­ lukk­ur bæði á sjógvi og landi. Hetta hevur drigið meg inn í ætt­ar­granskingina, ikki tí at eg bara vildi kanna van­ lukkur og ymiskar hend­ing­ ar, men meiri at fáa greiðu á spurn­ingin “hvør ert tú?” – Ættin hjá mammu míni er av donskum uppruna, og tá fleiri av skyldfólkunum fluttu til Danmarkar sum ung og búsettust har, var tað eitt stórt tak at fara undir at leita hesi skyldfólk upp. Niels Lassen Holm, prestur í Norð­streymoy, er forfaðir okk­ara, men mamma mín tal­aði ongantíð eitt einasta orð um henda prest, hon segði, at mamma hennara vildi ongantíð hoyra talan um prestin. So okkurt for­ vitn­is­ligt hevur verið við hon­um. – Eg væntaði ikki at koma langt við at finna skyld­fólk­ ini, og allarminst í Dan­mark, men hetta vísti seg at bera væl til, tá eg fyrst fekk fat­ur í endanum úr yms­um blað­ grein­um, bók­um, kirkju­bók­ um og fólka­telj­ingum. – Tað hevur eydnast mær at byggja upp eina ætt­ar­ talvu, sum hevur sína byrj­an í 1726 í Norðurjútlandi, eina familju, sum hevur sín upp­ runa í Højer í Suð­ur­jút­landi og røkkur aftur til Tro­els Win­ther í 1426. – Í øllum hesum kann­ ing­ar­arbeiði er ein hópur av skrivligum tilfari komið und­an kavi, sum eg ikki havi lagt inn í ættartalvuna, men í stað­in gevi út í bók fyri seg. Søgu­liga tilfarið fevnir víða um vinnulív í Føroyum, van­ lukk­ur á sjónum, fangar og fræls­is­stríðsmenn, kendar per­són­lig­heitir í Weihe ætt­ ini o. a. m. Um eftirkomararnar eft­ir Niels Lassen Holm og báð­ar konurnar ber til at siga so mangt. Eitt, sum er eyð­kenniligt, eru bæði tón­ leika­gávur og ansur fyri handli og vinnu. Til døm­is eru tónaskøldini Petur Al­ berg og Hans Jacob Høj­ gaard báðir eftirkomarar eft­ir Niels Lassen Holm í seinnu giftu. Petur Al­berg, ið smíð­aði lagið til tjóð­sang­ in, og tónasmiðurin Hans Jacob Højgaard, sum hev­ur ríkað Føroyar við vøkr­um sangløgum. Eisini tón­list­ar­ maðurin Hans Peter Arve­ sen í Kjøpinhavn er eft­ir­ kom­ari frá seinnu giftu, hann hevur gjørt løg til fleiri før­oyskar sangir og sálm­ar. Vit síggja framvegis fleiri evna­rík tónlistarfólk, sum t. d. Eivør Pállsdóttir, Gunn­ ar Mikkelsen, Petzy Tvør­ foss og systkini Urd, Øss­ur og Niclas Johannesen sum eru eftirkomarar frá fyrru giftu. Men serliga er tað vinn­an, sum sermerkir eft­ ir­komarar frá fyrru giftu. Til dømis eru báðir teir kendu vinnulívsmennirnir Chris­ ti­an Holm og D. P. Højgaard eft­ir­komarar frá fyrru giftu. – Alt byrjaði við ein­ um brævi, skrivað til Jens Jacobsen í Kvívík, ommu­ beiggja mín, frá Pre­ben Al­ berg Holm, Char­lot­ten­lund, hann vildi fáa greiðu á síni fam­ilju og hevði funnið út­ av, at familjan kom úr Før­ oy­um. Eg fekk eitt avrit av bræv­inum frá mammu míni í 1977. Eg fór so at ganga til ætt­ar­gransking hjá John Dav­id­sen, og síðan havi eg gransk­að og savnað greinar og ymist um henda prest í Kví­vík. Í 2008 gjørdi eg av at flyta til Danmarkar og granska haðan. Nógv til­far kundi eg finna við at ferð­ast í landinum, tosa við fólk og vitja ymisk arkiv í land­inum og kirkjur. Í Før­oy­um havi eg granskað á lands­skjala­savn­ in­um og á lands­bóka­savn­in­ um. Niels Lassen Holm Verkið sprettur úr mann­in­ um Niels Lassen Holm, presti í Norðstreymoy 1807 til 1839. Hann hevði verið kapellanur í ymiskum kirkjum í Norð­ ur­jútlandi frá 1797 til 1807, áðr­enn hann kom til Føroya. Mað­urin verður í hesum verki lýstur út frá veruligum til­burðum og ikki gitingum, skriv­liga tilfarið lýsir, hvør hes­in maðurin er bæði við góð­um og ringum. Niels Lassen Holm kom til Før­oyar í 1807, tí at hann ikki fekk prestastarvið í Skyum sókn eftir verfaðir sín. Or­ søk­in til, at hann ikki fekk em­bætið, var, at hann hevði gjørt dóttur prest við barn. Tey giftust enntá sama dag, sum hon átti teimum son. Í Føroyum røkir hann eis­ ini prestastarvið í Vágum, tí eing­in prestur fekst til kallið har frá 1811 til 1817 og aftur frá 1819 til 1822, og har kemur hann til ilnar við Jørgensen prest um leysafæið í Jansa­ gerð­ið og Kálvalíð. Fæ, ið hann hevur keypt frá und­ an­prestinum, sum ikki tók nak­að góðs við sær, tá ið hann fór av landinum. Og søguni vantar sanni­ liga ikki dramatikk. Konan Mar­in hongdi seg, eftir at tað var greitt, at ein av arb­ eiðs­gentunum var upp á veg­in, og at Holm var pápi at barninum. Hetta sama ár­ið hvarv ein sonur teirra í Kvi­ vík 10 ára gamal og varð ong­ an­tíð funnin aftur. Umframt stóra søgu­verk­ið hevur Mathias eisini latið úr hondum eina prædikubók við prædikum eftir Niels Las­ sen Holm Bókin, sum varð funn­in í einum sjatolli, er hand­skriv­ aðar prædikur, sum Holm prest­ur hevur skrivað við got­isk­ari skrift fyri meiri enn 200 árum síðani. Præd­iku­ bók­in sigur okkum, hvussu ein prestur skrivaði sín­ar prædikur fyri 200 árum síð­ ani, og hevur tí fyri summi áhugav­ert søguligt virði. Mathias Lassen hevur í fleiri ár totast við at greiða sína ætt, og nú letur hann úr hondum stórverk um ættina. Í bókini er ættartalva á fløgu, sum hevur meir enn 6000 eftirkomarar í beinari linju eftir 6 streingjum og 13.000 nøvn í talvuni. Ein sjaldsama stórur fongur hjá ættargranskarum. Dýrmettur fongur hjá ættargranskarum Mathiasi Lassen