týsdagur 15. juni 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 111 - 15. juni 2004
23
Skála-GÍ 4-0 (0-0):
Jónhard nýtti trettan
minuttir til hattrikk
Annar landsliðsmað-
urin hjá Skála noydd-
ist at taka seg burtur-
úr, og hin gjørdi trý
mál eftir lítlum kort-
eri, tá ið oddaliðið
rættuliga setti GÍ upp
á pláss
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Fótbóltsgleimurin á Skála
stendur við. Hesa ferð stóð
GÍ fyri tørni, og teir vórðu
sendir um aftur Gøtueið við
4-0 tapi í viðførinum.
Leingi bendi lítið á, at
munurin skuldi fara at ger-
ast so stórur. Gøtumenn
vóru komnir á Skála at
verja um tað, sum teir
høvdu við sær, og tað eydn-
aðist væl fyrsta tíman. Tað
var tætt millum keturnar,
og tað gekk ikki væl hjá
Skála at spæla seg til stórar
møguleikar undan fitta lot-
inum. Samanspælið var
ikki nóg neyvt til, at tað
skuldi eydnast.
Jónhard
Frederiksberg
hevði ein stútara í tvørtræið
í 1. hálvleiki, og í hinum
endanum var tað um repp-
ið, at eitt av ógvuliga
vandamiklu fríspørkunum
hjá Súna Olsen endaði í
málinum. Men bólturin
brast í tvørliggjaran.
Hjá Skála kom tað illa
við, at liðformaðurin og ný-
klækti landsliðsspælarin,
Pauli G. Hansen, noyddist
at taka seg burturúr, tá ið
ein lítil hálvur tími var far-
in. Í vikuni varð hann rakt-
ur av lítlum vøddaskaða, og
tað var skjótt sunnudagin,
at tað varð staðfest, at skað-
in kortini ikki var so mikið
álvarsligur, at tað ikki bar
til at halda fram, og so kom
Rúni Rasmussen á mið-
vøllin.
Umskipaðu
Hóast GÍ hevði vindin und-
an eftir steðgin, so tóktist tað
ikki sum um, at teir ætlaðu
at leggja heimaliðið undir
trýst. Heldur royndu teir at
halda fram við tí, sum teir í
fyrra umfarinum høvdu havt
so góða eydnu við.
Skála
umskipaði
eitt
sindur eftir steðgin. Tað
gjørdu teir fyri at fáa størri
breidd og tyngd í uppspæl-
ið. Hanus Thorleifsson,
sum hevði verið ytsti mið-
vallarin í høgru í 4-4-2
spælskipan, varð fluttur at
vera meiri sentralur, har
hann og Rúni Rasmussen
og Nenad fyltu meiri. Jón-
hard Frederiksberg var
einsamallur heilt frammi í
toppinum, og so vóru Bogi
Gregersen og Alexandur
Johansen meiri vongspæl-
arar í ávikavíst høgru og
vinstru.
Trý mál í trettan
minuttir
Eitt korter var farið av 2.
hálvleiki, tá ið Skála fekk
hol á, og so gekk tað heilt
skjótt. Jónhard Frederiks-
berg var meistari fyri trim-
um teimum fyrstu málun-
um. Harvið gjørdi hann
reint hattrikk, sum teir plaga
at siga.
Í 61. minutti stútaði hann
horna úr høgru frá Iulian
Florescu í málið, og sjey
minuttir seinni var hann
fyrstur á nýggjum innleggi
frá Iuliani. Gleði og gleimur
í Skála leguni, men Jónhard
var ikki liðugur. Í 74. min-
utti endaði Skála uppspæl
og nógvar skjótar og hug-
flogsríkar flytingar, sum
lótu gøtumenn eftir uttan
møguleika at byrgja fyri,
við, at Jónhard Frederiks-
berg enn eina ferð skoraði.
Løtu seinni varð trífaldi
málskjúttin fagnaður, tá ið
hann fór av vøllinum. Í
staðin kom Stancovic á
vøllin, og hann takkaði fyri
álitið. Eftir fínt uppspæl og
sundurtaging
av
gøtu-
monnum, sum síðstu løtuna
vóru statistar í Skála sjón-
leikinum,
spældi
hann
framvið Halli Hansen, ið
hevði kent seg noyddan at
leypa út, og út í høgra borð,
har Bogi Gregersen var
púra blankur og uttan nak-
að sum helst kundi seta
bóltin í tóma málið. 4-0 og
Skála hevði neglt odda-
sessin so rimmar fastan.
Luftin fór úr
Gøtumenn vórðu flongdir,
og tað mundi kennast
rættuliga snópisligt. Teir
høvdu fyrsta tíman hildið
seg til tað, sum teir høvdu
avrátt, og tað hevði gingið
væl. Marginalirnir vóru
ikki við, tá ið Súni Olsen
sendi fríspark langt úti frá
og á tvørtræið. Um tann
royndin hevði endað við
máli, so høvdu fyritreytir-
nar verið uppaftur betri fyri
avráddu skipingini av spæl-
inum, og so høvdu vánirnar
verið uppaftur betri fyri
skilagóðum avriki og góð-
ari úrtøku.
Nú skrædnaði ballónin
fullkomuliga. Rappfótaðu
skálamenninir vunnu ferð
eftir ferð tvídystirnar undir
málinum við stóru miðverj-
arnar hjá GÍ - eisini í luft-
spælinum. Tað bar frustrati-
ónir við sær. Í síðsta min-
utti sá Atli Gregersen gult
fyri aðru ferð. Harvið sekt-
aði hann seg sjálvan og sítt
lið longu undan, at HB
kemur á vitjan í Gøtu næsta
sunnudag.
Tríggjar minuttir undan
fyrsta Skála málinum varð
Vitus Kofoed settur á vøll-
in. Hann loysti Poul Arna
Jacobsen av. Tað gjørdi
ongan mun tann betra veg-
in, og tað man ivaleyst vera
ein
stórur
spurningur,
hvussu ofta maðurin, sum
skuldi hjálpa Popczynski í
fremstu røð, fer at fáa
møguleikan afturat.
Skála-GÍ 4-0 (0-0)
1-0: Jónhard Frederiksberg 61.
2-0: Jónhard Frederiksberg 68.
3-0: Jónhard Frederiksberg 74.
4-0: Bogi Gregersen 87.
Dómari: Petur Skarðenni
Skála: Igor Kostic – Bárður Danielsen, Arnhold
Berg, Dusan Jaic, Iulian Florescu (Ronni Hansen, 77.)
– Hanus Thorleifsson, Nenad, Pauli G. Hansen (Rúni
Rasmussen, 28.), Alexandur Johansen – Bogi Gre-
gersen, Jónhard Frederiksberg (Eugen Stancic, 79.)
Gult kort: eingin
GÍ: Hallur Hansen – Leivur Hansen, Poul Ennigarð,
Atli Gregersen, Poul Henning Jacobsen (Hanus Jac-
obsen, 71.) – Poul Andreas Jacobsen, Símun Louis
Jacobsen, Súni Olsen, Magnus Skoralíð (Jónreid
Dalheim, 77.) – Krzystof Popczynski, Poul Arni
Jacobsen (Vitus Kofoed, 57.)
Gult kort: Magnus Skoralíð
Reytt kort: Atli Gregersen 90. (tvey gul)
FAKTA UM DYSTIN
Skála venjarin rósar
sínum monnum fyri
stóra úrtøku, men
hann heldur ikki, at
teir tríggjar tær sein-
astu ferðirnar hava
spælt nóg væl
SKÁLA VENJARIN
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Sjálvandi hevur Skála
venjarin, Johan Nielsen,
einki at siga til úrtøkuna,
sum hansara lið hevur
fingið buturúr sjey teim-
um fyrstu umførunum.
Alt annað hevði verið
fullkomuliga burturvið.
Skála hevur vunnið fýra
heimadystir, og á útivølli
hava teir vunnið eina ferð
4-0 og tvær ferðir spælt
javnt. Eingin hevði undan
kappingarbyrjan ímyndað
sær, at Skála skuldi liggja
so væl fyri, tá ið juni
mánaði var hálvrunnin.
Men tá ið vit tosa við Jo-
han Nielsen, so sigur hann
seg ikki vera heilt nøgdan
við framrættaða partin
fleiri tær seinastu ferðirnar.
– Hetta er nakað, sum
vit hava tosað um, og sum
vit undir venjing arbeiða
við at bøta um. Ímóti B36
á heimavølli vunnu vit 2-
0. Eg haldi, at sigurin var
fult uppiborin, men vit
spældu ikki so væl, sum eg
veit, at vit eiga at megna.
Tað gjørdu vit heldur ikki í
Klaksvík, og serliga í 2.
hálvleiki gekk tað ikki
væl. Ímóti GÍ hava spælar-
arnir sjálvsálitið, sum skal
til, men talan er um ov
nógv mistøk, og tey hava
við sær, at tað kemur ikki
tað flogið og skjótleikin í
spælið, sum skal til, um
tað skal eydnast at koma
til baklinjuna og til møgu-
leikar, tá ið teir eru so
kompaktir, sum gøtumenn
leingi vóru á Skála, sigur
Johan Nielsen.
Skálavenjarin rósar sín-
um monnum fyri, at teir
megna verjuspælið væl,
og hann heldur eisini, at
tað kann ikki sigast ann-
að, enn at úrtøkan var stór
burturúr teimum møgu-
leikunum, sum liðið hjá
honum spældi seg til.
– Tað er flott av teimum
at skora fýra mál. Um Jón-
hard var heppin, so fekk
hann okkurt afturat, men
eg kann ikki annað enn
vera nøgdur við úrslitið.
Á dómaraseðlinum er
Rúni Rasmussen skrásett-
ur fyri 2-0 málið. Á Skála
gjørdu teir dómaran varð-
ugan við, at hetta var ikki
rætt, men hann vildi ikki
broyta skrásetingina.
– Tað er sum so líka
mikið, hvør er skrásettur
fyri málini. Hjá okkum er
tað hugaligt, at tað gongst
so væl, og at vit fáa so
mong mál. Men hjá mær
var eingin ivi um, at bólt-
urin var innanfyri, tá ið eg
royndi móti málinum.
Rúni syrgdi síðani fyri, at
eingin ivi var hjá nøkrum
øðrum, sigur ein sera væl
nøgdur Jónhard Freder-
iksberg, sum vit sjálvandi
skráseta fyri øll málini,
sum hann skoraði.
jh
Jóhan var ikki
heilt nøgdur
Fótbóltsfagnaðurin á Skála stendur við. Hesaferð varð GÍ sent til hús við einum ordans sekki
23
22
Nr. 111 - 15. juni 2004
Gøtumenn spyrja seg
sjálvar, hvat tað er,
sum hevur við sær, at
tað ferð eftir ferð
koppar ímóti teimum,
tá ið ein hálvur tími er
eftir
GÍ SPURNARTEKIN
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Teir spyrja seg sjálvar og
hvønn annan, hvør orsøkin
man vera, og eingin situr
við svarinum. Men tað er
ein veruleiki, at í flestu av
teimum sjey landskapping-
ardystunum, sum higartil
eru spældir, hevur tað
roynst væl hjá GÍ fyrsta
tíman, men so hevur tað
gingið av skriðuni.
Teir siga, at tólv av mál-
unum, sum eru farin ígjøg-
num hjá teimum, eru skor-
aði í síðsta hálva tímanum.
– Jú, soleiðis er tað. Vit
spyrja okkum sjálvar, hvat
tað er, sum hevur kiksað,
men vit hava ikki nakað
beinleiðis svar uppá hetta.
Ímóti Skála gekk alt fyrsta
tíman akkurát, sum vit
høvdu ætlað og vónað. Vit
vistu, at teir fóru at verða
ágangandi, og vit høvdu
avrátt, at tað skuldi vera
tætt millum keturnar hjá
okkum, og at vit skuldu
dúva uppá deyðbóltsstøður
og so kanska, at Popczynski
skuldi fáa okkurt burturúr
sjálvur. Tíverri høvdu vit
ikki hepni við okkum, tá ið
tað í 1. hálvleiki, staðfestir
miðvallarin og einsamalli
landsliðsspælarin hjá GÍ,
Súni Olsen.
Hann vísir eisini á, at tá
ið tað fyrstu ferð var komið
hol á, gekk alt skeiva vegin.
– Teir eru skjótir, og tí
kann tað sjálvandi koma
fyri, at teir eru leysir mitt
fyri málinum hjá okkum.
Men tað er undarligt, at teir
knappliga fara at vinna
luftbóltarnar, tá ið vit so
leingi hava hildið teimum
so væl. Hetta er nakað, sum
vit mugu arbeiða við, nú vit
fyrireika okkum til HB vitj-
anina, heldur Súni Olsen.
Kortsluttar eftir ein tíma
HB-KÍ 1-1 (1-1):
Meistararnir mistu á heimavølli
Hóast HB hevði hóp-
in av rimmar møgu-
leikum, so mátti eitt
kloddamál til, áðrenn
stig fekst úr dystinum
móti KÍ
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað var ikki nógv fyrstu
longu løtuna, sum bendi á,
at HB skuldi fáa nakrar
stórvegis trupulleikar av KÍ
í dystinum sunnudagin.
Fyrsta
góða
korterið
skolaðu álopini oman móti
KÍ-málinum, og fleiri góðir
møguleikar spurdust eisini
burturúr. Størstur mundi
tann hjá Jákupi á Borg vera,
tá hann fáar metrar úr mál-
inum vísti, hvussu tú kanst
lata vera við at skora í opið
mál, men ístaðin lyftir bólt-
in upp um tvørtræið.
HB hevði enntá bóltin í
KÍ-málinum, men ta ferð-
ina varð veittrað fyri rang-
støðu, og ístaðin var tað
løtu seinni KÍ, sum hevði
lagt seg á odda.
Ein langur bóltur varð
lossaður fram á vøllin, og tá
Vagnur Mohr Mortensen og
Pól Næs Joensen ikki
kundu semjast um, hvør
skuldi taka sær av hesum,
smeyg Jacob Bymar sær
ímillum og stútaði bóltin
upp um málverjan og í
manntóma málið.
Hetta var sum vátur vøttur
hjá HB at fáa, men hóast
kjaftfiskin, so hildu teir
áfram at trýsta móti vindin-
um. KÍ fekk kanska spaku-
liga betri tak á, men tað var
framvegis HB, sum stýrdi,
og aftur komu teir til møgu-
leikar. Liðskiparin, Rúni
Nolsøe, mundi kenna seg
sum stórsyndara, tá hann –
eftir at hava tacklað seg
leysan í fimm-metrinum –
langaði bóltin á stongina,
men lítla løtu seinni var tað
so kortini Rúni, sum kundi
flenna harðast.
Rasmus Nolsøe, sum
avloysti ein skaddan Janus
M. Joensen á vinstra bakki,
sendi knallhart innfyri.
Rúni royndi at stýra bóltin-
um, og tá hesin so bar við
verjuleikara, varð Jákup
Mikkelsen púrasta prís-
givin í KÍ-málinum.
KÍ kundi revsað
Hetta var stutt fyri hálvleik,
og tá HB í seinna hálvleiki
skuldi hava vindin við sær,
mundu fá ivast í, at teir nú
aftur fóru at herða trýstið á
KÍ-verjuna.
Tað var kanska eisini ætl-
anin, men tað gjørdist sjáld-
an veruleiki. KÍ-liðið var
munandi betri skipað, nú teir
komu út aftur á vøllin, og tó
at HB royndi at spæla bæði
breitt og djúpt, so megnaðu
teir sjáldan at koma til veru-
ligar møguleikar. Einstakar
ferðir sluppa Jákup á Borg
og Heðin á Lakjuni ígjøgn-
um í borðunum, men góðsk-
an á innleggunum var sjáld-
an nóg góð.
Hinvegin var fleiri ferðir
upptrekk til vandastøður
framman fyri HB-málið, tá
KÍ sendi skjótu mótálopini
avstað. Serliga lá væl fyri
hjá Eyðuni Klakstein á
miðvøllinum at fáa tamar-
hald á støðuni, áðrenn bólt-
ar vórðu stungnir avstað, og
so ráddi um hjá álopsmonn-
unum at renna seg leysar av
HB-verjuni.
Heilt leysir gjørdust teir tó
ongantíð, men serliga sein-
astu løtuna – tá HB flutti
nógv fólk fram – kundi tað
verðið heilt vandamikið, um
neyvleikin í seinastu send-
ingini var størri.
Sýndi veikleikar
Skal takast samanum dystin,
so var javneikurin kanska
eitt rættvíst úrslit, men tað
skerst ikki burtur, at HB átti
allar fortreytir fyri at fáa fult
burturúr. Men tá fyrsta
trýstið var farið av teimum,
so megnaðu teir ikki í nóg
stóran mun at skapa yvir-
talsstøðurnar, sum kundu
givið avgerandi gjøgnum-
brotini.
Við at seta Jan Andreasen
og Harley Bertholdsen á
back-plássini hevði Ove
Flindt Bjerg eisini gjørt sítt
fyri at steðga vandamikla
vongspælinum hjá HB, og
tó at Heðin og Jákup onkra
ferðir sluppu avstað, so
eydnaðist hesin parturin av
taktikkinum. Og á miðvøll-
inum tóktist KÍ við eini dia-
mant-líknandi uppstilling
eisini at byrgja fyri hart ar-
beiðandi miðvøllinum hjá
HB.
Og so hevði tað helst eis-
ini sín týdning, at HB her
møtti eini verju, sum megn-
aði at taka dystin upp við
Rógva Jacobsen í luftspæl-
inum. Serstakliga tá hesin
ikki hevði leikandi venjaran,
sum var úti við skaða, til at
hjálpa sær í hesum part-
inum.
Og tað skerst heldur ikki
burtur, at verjuparturin sá
nakað jánkasligur út til
tíðir. Ikki minst høvdu teir
trupulleikar, tá KÍ royndi at
kontra niðan eftir. Kanska
eisini tí Janus ikki var við
hesaferð, men móti liðum
við kvikari álopsmonnum
enn teimum hjá KÍ kann
væl verða, at trupulleikar-
arnir
hjá
meistarunum
verða enn størri.
HB-KÍ 1-1 (1-1)
0-1: Jacob Bymar, 17.
1-1: Rúni Nolsøe, 43.
HB: Pól N. Joensen – Hallur Danielsen, Vagnur M.
Mortensen, Símun Eliasen, Rasmus Nolsøe (Eli
Thorsteinsson, 77.) – Jákup á Borg, Rúni Nolsøe,
Kári Nielsen, Heðin á Lakjuni – Rógvi Jacobsen
(Hendrik Rubeksen, 63.), Rókur á Fløtum Jespersen
Gult kort: Kári Nielsen, 63., Rúni Nolsøe, 86.
KÍ: Jákup Mikkelsen – Jan Andreasen, Niclas Nicla-
sen, Ove Nysted, Harley Bertholdsen – Eyðun Klak-
stein, Jan Joensen, Atli Danielsen, Símun Joensen
(Fríðin Ziskason, 90.) – Leon Bjartalíð (Erling Fles,
74.), Jacob Bymar
Gult kort: Ove Nysted, 36., Atli Danielsen, 74.,
Niclas Niclasen, 79.
Dómari: Suni Johansen: Kom sum so væl frá upp-
gávuni, men er tíverri ikki einasti føroyskin dóm-
arin, sum alt ov ofta letur menn sleppa bíliga avstað
við ljótum eftirtacklingum.
FAKTA UM DYSTIN
Hóast KÍ kanska ikki kann
nýta eitt einstakt stig til so
øgiliga nógv í verandi
støðu, so tóktist fyrrverandi
liðskiparin og venjarin hjá
liðnum, Jan Joensen, sum í
ár tó bert er vanligur leik-
ari, tó at vera væl nøgdur.
– Sum HB hevur koyrt í
seinastuni, so fái eg illa
sagt annað enn, at vit eru
nøgdir. Sjálvandi høvdu vit
tørv á trimum stigum, um
hugt verður at stigatalvuni,
men tað var ikki í hesum
dystinum, at vit skuldu
rættað upp á áður framd
mistøk. Mistøkini eru, at
vit hava mist alt ov nógv á
heimavølli, og tað hevur so
verið rættiliga dýrt higartil.
Um dystin helt Jan ann-
ars sjálvur, at bæði hann og
liðfelagarnir kundu vera
nøgdir um tað, sum teir
høvdu sýnt.
– Sjálvandi eru vit øgi-
liga trýstir í fyrra hálvleiki.
Serliga fyrstu løtuna hava
teir møguleikar til fleiri
mál, men tá vit so fáa skor-
að, so lætnar tað eitt sindur.
– Tað eru tó framvegis
teir, sum hava trýstið, og
teir fáa eisini eitt keðiligt
mál, tá Jákup verður snýtt-
ur av einum avrættaðum
stútara, men í seinna hálv-
leiki koma vit ordiliga fyri
okkum. Tá standa vit rætt á
vøllinum, so teir ikki fáa
sama trýst á, og sjálvur
haldi eg, at vit eins vøl
kundu lagt okkum á odda,
sum teir.
– Alt í alt, so eri eg tó væl
nøgdur. Sum sagt, so var
tað ikki í hesm dystinum, at
vit skulu bøta um gomul
mistøk, og hjá einum liði,
sum hevur leikt javnt á
heimavølli móti GÍ og
EB/Streymi, so man 1-1 í
Gundadali móti HB ikki
vera ta ringasta, helt Jan
Joensen at enda.
-jm
Nøgdir um javnleikin
Tá KÍ í seinna hálvleiki fekk høvdið fyri seg, var tað oftani við
einum væl uppløgdum Eyðun Klakstein sum millumstøð, at
kontraálop vórðu send niðan móti HB-málinum
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
22