Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-15, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. juni 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 111 - 15. juni 2004 25 NSÍ-EB/Streymur 1-0 (1-0): NSÍ heldur seg á kambinum Hóast teir síðstu løt- una royndu at leggja trýst á, so vóru gestir- nir á stevnuni í Runa- vík ongantíð rættulig hóttan móti heima- liðnum FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Í kappróðrinum gekk ikki væl hjá vertunum á Skála- fjørðinum. Hvørki so ella so. Men í fótbóltinum bjargaði NSÍ stevnuhýrin- um hjá teimum, sum hildu við heimaliðnum. Áskoð- arafjøldin var ikki serliga stór, tá ið havt verður í huga, at talan var um stevnudyst, og tá ið við- haldsfólkini hjá EB/Streymi vóru lutfalsliga mong. Fyri fimtu ferð á rað fór NSÍ av vøllinum uttan at hava tapt. Teir vunnu 1-0, og sigursmálið fingu teir miðskeiðis í 1. hálvleiki. Miðvallarin Ian Højgaard átti síðsta fótin á. Eftir upp- spæl í høgru legði Helgi L. Petersen innfyri, og við handara stólpan fekk Ian høvi at geva sær tíð við temjingini, áðrenn hann sendi bóltin í málið aftan- fyri Gunnar á Steig. Fótbóltsspælið var ikki nakað at reypa av. Alt fyrra umfarið og eina løtu av seinna hálvleiki var NSÍ meiri ágangandi. Teir vunnu nógvar nærdystir, og teir tóktust leingi vera eitt sindur skjótari enn mót- støðumenninir. Teir ungir spælarar vóru í sentralum leiklutum hjá NSÍ. Jústinus R. Hansen hevur – fyribils í hvussu so er – vunnið kappingina um miðvallarpláss við Kára Hansen, og Andy Olsen var aftur hesa ferð á toppinum í eitt sindur fleksiblu 4-3-3 uppstillingini. Oftast vóru NSÍ álopini sambært somu uppskrift, sum tey so ógvuliga ofta hava verið í langa tíð. Sjúrður Jacobsen royndi at leggja diagonalbóltar úr vinstru. Esmar Eiðisgarð ansaði Helga L. Petersen, sum var ytstur í høgru í NSÍ álopinum. Tað kom EB/- Streyma maðurin sum oft- ast væl frá, og tað gjørdu Jóhann á Stongum eisini, tá ið hann loysti av síðstu løtuna. Men ta einu ferðina megnaði Helgi at leggja innfyri, og tað var nóg mik- ið til, at heimaliðið hevði øll stigini eftir við Løkin. Í 2. hálvleiki var eina ferð um reppið, at NSÍ økti um munin. Gert Langgaard gjørdist leysur mitt fyri, men Gunnar á Steig bjarg- aði meistarliga væl. Hetta var fjórða ferðin av fýra, at NSÍ vann øll stigini á heimavølli ímóti EB/- Streymi, og hetta var triðja ferðin seinastu trý árini, at EB/Streymur fór til hús uttan at hava skorað eitt tað einasta mál í Runavík. Sorin vandamikil Hjá EB/Streymi mannaðu Knút Vesturtún og Gert Hansen miðverjuna, nú Fróði Clementsen og Pacek vóru burturfrá, og tað megnaðu teir báðir hampu- liga væl. Leingi var fót- bóltsspælið á sentrala mið- vøllinum hjá EB/Streymi ikki nóg gott. Ov ofta var talan um langar sendingar, og tað hevði heimaverjan við Óla og Dánial Hansen í miðverjuni ikki stórvegis trupulleikar av. Ætlanin og vónin hjá EB/Streymi var alla tíðina, at tað skuldi eydnast at raka Sorin Anghel, og kanska Sonna L. Petersen, sum við sínum skjótleika kundi ver- ið hóttan ímóti gomlu lið- feløgunum. Í fyrra umfar- inum eydnaðist tað mest sum onga tíð. Sum seinna umfarið leið legði EB/- Streymur meiri fyri í álops- partinum, samstundis sum teir sleptu eitt sindur í verjuni. Fótbóltsspælið gjørdist eisini betri, eftir at teir høvdu gjørt onkra útskift- ingina. Merkisvert var tað, tá ið Marni Djurhuus, sum undanfarnu árini hevur verið millum teir stinnastu, varð skiftur inn. Hann er ein fínur fótbóltsspælari. Hann megnaði at taka bólt- in niður og spæla einfaltt víðari. Tað er ikki altíð, at tað skal so nógv til fyri at seta skikk upp á spælið saman við eisini innskifta Nicu Dogaru.. Tað er at undrast á, at Marni ikki hevur størri leik- lut alla tíðina hjá EB/- Streymi, men tað hevur sína orsøk. Marni hevur mesta partin av hesum kapp- ingarárinum verið plágaður av liðbandsskaða í fótliðn- um. Hann hevur ikki fingið vant saman við hinum, og hóast hann hesa ferð var eyðsýndur ta løtuna, sum hann var á vøllinum, so sást tað væl, at hann framvegis ikki er heilt væl fyri. Síðsta korterið var tað onkra ferðina um reppið, at Sorin Anghel gjørdist leys- ur. Hann megnaði at sneiða ein og tveir og kanska onkra ferðina fleiri mót- støðumenn enn so av sær. Men hetta nýtti hann nógva orku til, og so var ikki so nógv djús eftir, tá ið hann kom á brotsteigarmarkið og skuldi taka síðstu draging- ina fyri at gerast heilt leys- ur ella kanska at verða feld- ur og harvið fáa brots- sparkið. Bestu EB/Streyma royndina í 2. hálvleiki hevði Knút Vesturtún. Utt- arlaga úr brotsteiginum stútaði hann hart og væl eftir frísparksinnlegg úr høgru. Jens Martin toygdi seg upp í málhornið og endaði sjálvur í síðunetin- um. Fyri hann og NSÍ kom tað væl við, at bólturin hesa ferðina fór út til horna- spark. Ikki stórvegis nærri enn tað tað kom EB/- Streymur. Størsti vandin í NSÍ brotsteiginum var, tá ið NSÍ eftir EB/Streyma frí- sparksinnlegg úr vinstru var um reppið at gera sjálv- mál við handara stólpan. Men einki spurdist burtur- úr, og tað kom væl við hjá stevnuvertunum. Runavíkingar hava leikt fimm dystir á rað uttan at tapa, og nú er liðið av álvara farið at nærkast oddinum Mynd: Álvur Haraldsen NSÍ-EB/Streymur 1-0 (1-0) 1-0: Ian Højgaard 23. Dómari: Oddmar Andreasen NSÍ: Jens Martin Knudsen – Brynjolvur Nielsen, Dánial Hansen, Óli Hansen, Sjúrður Jacobsen (Áki L. Hansen, 85.) – Gert Langgaard (Kári Hansen, 67.), Jústinus R. Hansen, Ian Højgaard – Helgi L. Petersen, Andy Olsen (Súni Fríði Barbá, 67.), Jón- stein Petersen EB/Streymur: Gunnar á Steig – Carl H. Høgnesen, Gert Hansen, Knút Vesturtún, Esmar Eiðisgarð (Jó- hann á Stongum, 81.) – Bárður Olsen (Nicu Dog- aru, 62.), Jákup Martin Joensen, Hans Pauli Samu- elsen, Hallur Jacobsen (Marni Djurhuus, 67) – Sonni L. Petersen, Sorin Anghel Gult kort: Gert Hansen, Knút Vesturtún, Esmar Eiðisgarð FAKTA UM DYSTIN Sigldu um kapp Eins og sigur hevur verið nú í heilt nógv ár, so varð tað ikki bert kappróður, sum kappast varð í á Skálafjørðinum. Kappsiglingin hevur eisini djúpar røtur á eyst- anstevnuni, og aftur í ár stóð hendan á skránni. 19 bátar høvdu boðað frá luttøku, og tá kapping- in var av, vóru tað Odmar og Marner Joensen úr Kollafirði, sum høvdu staðið seg best. Úrslitið av kappsigl- ingini framgongur annars av yvirlitinum niðanfyri, og eftir harða dystin, vóru luttakararnir bodnir um- borð á Høganes, har steypahandanin og okkurt ábit var á skránni. -jm Nr Bátur Manning Bygd 1 Malle Odmar og Marner Joensen Kollafirði 2 Nón Agnar Olsen og Kristian Hansen Hósvík 3 Leivur Bjarni og Jón Petersen Kollafirði 4 Helga Kaj og Hjørleif Johannesen Kaldbak 5 Búgvin Per Mikkelsen, Poul Arni Poulsen Strendur 6 Gjáarbáturin Janus Petersen, Johan Eysturoy Vestmanna 7 Luddi Jógvan Olsen, Óli Andrias Chrstiansen Kollafirði 8 Niels í Nesinum Alfred og Fríði Gullbein Havn 9 Kollsteinur Mikkjal Hansen Hósvík 10 Vinur Óli Mikkelsen Havn 11 Lundin Jónfríður Poulsen Skála 12 Ternan Kári Borgarklett Hósvík 13 Sildin Jónsvein og Páll Mikkelsen Toftir 14 Elisabeth Símun Olsen, Danjal Jacob Andre Vestmann 15 Hella Svend og Hallur Knudsen Saltangará 16 Miðgerð Johannes Johannesen Kollafirði 17 Gurðið Allan Poulsen Saltangará 18 Sunnrid Beinur og Høgni Joensen Saltangará 19 Birgishamar Esmar Petersen, Áki Hansen Kollafirði 25 24 Nr. 111 - 15. juni 2004 ÍF-B68 1-1 (1-1): Toftamenn komu á talvuna Avrikini í Fuglafirði kundu bent á, at tað verður millum hesi bæði, at stríðið fyri at sleppa undan bein- leiðis niðurflytingini fer at standa FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Tað skal nógv venda upp seinni í summar, sum nú vendir niður, um tað ikki fara at verða ÍF og B68, sum um mánaðarskiftið september/oktober fara at stríðast fyri at sleppa undan tíggjunda og aftasta pláss- inum og harvið beinleiðis niðurflyting. Støðutalvan lýsir støðuna í tølum, og á vøllinum í Fuglafirði sunnudagin var tað ikki nógv, sum bendi á, at innheystingin fer at verða so nógv størri næstu vikurnar, enn hon hevur verið higartil. Skal úrtøkan gerast størri, so skal spæl- støðið hækkast. Hetta er galdandi fyri tekniska før- leikan, spælfatanina og ikki minst skjótleikan og harvið evnini at venda spælinum og hjá miðvallarunum at stuðla uppundir álopsspæl- ararnar. Báðir partar løgdu tað fyri, sum teir megnaðu. Á báðum liðunum var ein nýggjur maður. Jan Gutte- sen var á ÍF miðvøllinum fyri fyrstu ferð nakrantíð. Honum tykist tað at fera at verða góður fongur í. Í vinstra verjuborði hjá B68 var John Heri Dam. Hann var neyðloysn fyri týdningarmikla Jákup Eli Olsen, ið var so mikið skaddur, at hann ikki var førur fyri at spæla. Bogi Petersen, sum hevur roynst væl hjá B68 higartil í ár, varð so mikið skaddur und- ir venjing hóskvøldið, at hann var ikki førur fyri at spæla, og tað mátti sigast at vera steinur oman á byrðu, tá ið heldur ikki Stanislav Stankov var førur fyri at spæla orsaka av skaða. John Heri Dam tóktist vera hampuliga væl fyri og stóð seg væl. Tøtt mál ÍF legði seg á odda, tá ið knappliga tíggju minuttir vóru farnir. B68 miðverjan ryggskumpaði og fekk frí- spark ímóti sær úr góðari støðu uttanvert brotsteigar- markið. Miðvallarin Høgni Zachariassen smekkaði til. Skotroyndin var neyv, og bólturin streyk framvið ikki heilt væl setta manngarðin og dygst inn við stólpanum. B68 svaraði aftur, tá ið fyrra umfarið var knappliga hálvrunnið. Alex Troleis legði fríspark innfyri úr høgru. Mortan Hansen var púra leysur. Í fyrstu atløgu fekk hann ikki skot á, men fuglfirðingar góvu honum frið at temja, og í næstu at- løgu eydnaðist tað honum at skovla bóltin inn um strikuna. Mortan Hansen hevur verið málverji á Toft- um, síðani Albert Sævars- son fór av landinum. Síðani Trygvi Mortensen kom til Toftir, hevur Mortan roynt seg sum álopsspælari, og enn eina ferð vísti hann, at tað eru mál í honum. Nýggjur í B68 málinum er Jacek Przybylski, sum fyrrapartin av síðsta kapp- ingarári vardi málið í Gøtu. Hann hevði tvær góðar bjargingar, tá ið teir á heimaliðnum royndu seg við langskoti hjá Jan Gutte- sen royndi seg úti frá, og tá ið Høgni Zachariassen seint í 2. hálvleiki royndi seg við góðum stútara. Nógv gekk fyri seg mill- um brotsteigarnar. Í fyrra umfarinum leikaði javnt á. B68 hevði fleiri hornaspørk enn heimaliðið, og eftir steðgin tóktist tað sum um, at heimaliðið hevði eitt sindur størri íblástur. Men teir fingu einki mál, og ímóti endanum var tað um reppið, at B68 fekk sigurs- málið. Eftir skotroynd misti Karstin Joensen, bólturin støkk út frá aftur, har Øssur Hansen, sum alla tíðina reikaði nógv aftanfyri fremsta B68 álopsspælaran, var fyrstur á, men skot- royndin hjá B68 liðfor- manninum brast í stólpan, og so endaði tað 1-1. Hjá ÍF var tað serligur smeitur, at Bartal Eliasen ikki var í álopinum hesa ferð. Magni á Lakjuni var einsamallur mitt fyri, og eitt sindur aftanfyri í borð- unum vóru Hanus Eliasen og Bárður á Lakjuni. Tað gekk ikki nóg væl at spæla seg fram til fremstu menn- inar, og tá er tað torført hjá álopsspælarum, sum hava betri evni at spæla fótbólt, enn teir hava at stríðast eftir longum og ofta óhøgligum sendingum. Næstu ferð skal ÍF í Gundadal, har gamla fel- agið hjá Sigfríði Clement- sen, B36, bíðar. Eftir at teir í B36 hava spælt fýra ferðir uttan at hava fingið fult kunnu fuglfirðingar, sum higartil einki hava fingið á útivølli, ikki rokna við øðr- um, enn at uppgávan verður torfør. Tað verður hon eisini hjá B68, sum skal til Eiðis. ÍF-B68 1-1 (1-1) 1-0: Høgni Zachariassen 8. 1-1: Mortan Hansen 24. Dómari: Dagfinn Olsen ÍF: Karstin Joensen – Árni Petersen, Viggo Jo- hannesen, Áki Petersen, Fritleif í Lambanum - Jan Guttesen, Eyðolvur Petersen, Høgni Zachariassen – Hanus Eliasen (Atli Petersen, 46.), Magni á Lakjuni (Ken Bærentsen, 74.), Bárður á Lakjuni (Poul Iburg, 63.) Gult kort: Høgni Zachariassen B68: Jacek Przybylski – Alex Troleis, Oleif Joensen, Kári Sigvardsen, John Heri Dam – Óli Olsen (Jóhan Petur Poulsen, 54.), Eyðstein Skipanes, Mikkjal Thomassen, Øssur Jacobsen (Kristian Anton Andre- asen, 73.) – Øssur Hansen - Mortan Hansen (Jóhan Dávur Højgaard, 70.) Gult kort: Mikkjal Thomassen FAKTA UM DYSTIN Veteranurin í ÍF álopinum heldur, at hansara menn mugu finna spælið fram- aftur og ikki sparka, sum teir hava gjørt síðstu vik- urnar Tá ið fyrsta umfarið í landskappingini var av, segði ÍF venjarin, Sigfríður Clementsen, á hesum síðun- um, at teir í Fuglafirði høvdu gjørt upp við seg sjálvar, at tað skuldi verða fótbóltsspælið, sum skuldi halda teimum í fremstu deildini. Avrikini seinastu vikur- nar kundu bent á, at tað stendur ikki so væl til við fótbóltsspælinum, og hes- um er álopsveteranurin, Magni á Lakjuni, samdur í: – Vit mugu aftur til fót- bóltsspælið. Vit hava nógvar góðar fótbólts- spælarar. Tí er tað púra við síðuna av, at tað verður so nógv sparkað, heldur enn at tað verður spælt. Nú skulu tit spæla í Gundadali ímóti B36? – Um vit fara at spæla fótbólt móti teimum, so síggi eg ikki so dapurt upp á uppgávuna. Um vit fara at sparka, sum vit hava gjørt tær seinastu ferðir- nar, so verður tað meiri enn torført, sigur Magni á Lakjuni. jh B68 venjarin heldur ikki, at tað er nøkur orsøk at geva skarvin yvir, hóast tað framvegis er langt fram til bjargingina Nýggi B68 venjarin, Trygvi Mortensen, heldur ikki, at hansara menn nýt- ast at geva skarvin yvir, hó- ast teir bara hava fingið eitt stig og tað er langt fram til áttanda plássið og harvið trygdina fyri endurvinning av plássinum í bestu deildini. – Hugburðurin var góður í Fuglafirði. Í 1. hálvleiki haldi eg, at vit vóru leikliga omaná. Vit komu fleiri ferðir til baklinjuna og høvdu fleiri hornaspørk. Sammett við ímóti VB hekk tað betri saman. Men tað er langur vegur burtur av aftasta pláss- inum? – Talvan sigur, hvussu støðan er. Í fyrstu atløgu mugu vit hava eyguni eftir 9. plássinum. Men tað snýr seg bara um næstu uppgáv- una. Hon verður stór á Mølini á Eiði, men eg haldi, at tað eigur at bera til at fáa nakað burturúr. Vit skulu minnast til, at fýra av spælarunum, sum ivaleyst høvdu verið boð upp á at vera millum teir fyrstu ell- ivu hesa ferð, vóru ikki tøk- ir. Tað svíður, tá ið úrvalið ikki er serliga stórt framm- anundan, staðfestir B68 venjarin. jh Spæla ov lítið Trygvi trýr uppá tað Sum tað framgongur aðrastaðni á síðuni, so helt Magni á Lakjuni eftir dystin, at teir í ÍF høvdu sparkað ov nógv, heldur enn at spæla bóltin C M Y K 24